Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Hann hevur fingið eina uppsøgn, sum hann ómøguligt kann verja seg fyri. Sostatt kann spurnartekin setast við rættartrygd hansara, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, sum nú hevur reist málið um uppsagda aðal- stjóran í tinginum UPPSØGN Áki Bertholdsen – Mín meting er, at tað er ikki Høgni Joensen, sum hevur verið trupulleikin í Almanna- og Heilsumála- stýrinum. Eg haldi, at høvuðstrupulleikin er po- litiskur. Og tað er sjálv- stýrisflokkurin, sum hevur gjørt Stýrið til eitt ótrygt arbeiðspláss. Tað sigur Kristian Magn- ussen, løgtingsmaður. Síðani tað kom fram, at Sámal Petur í Grund koyrdi aðalstjóran, Høgna Joen- sen, úr starvi, hevur Krist- ian Magnussen reist málið í tinginum. Hann hevur sett lands- stýrismanninum nakrar spurningar um viðurskiftini hjá aðalstjóranum og um orsøkirnar til hann skal úr starvinum. Seinni skal Sámal Petur í Grund svara teimum. Kristian Magnussen sig- ur, at tað varð hann, sum setti Høgna Joensen í starvið og tí hevur hann áhuga í málinum. Hann hevur eisini áhuga í, at Almanna- og heilsumála- stýrið virkar eftir ætlan. Hann vísir á, at upp- sagnargrundin er ógvuliga flótandi og lítið ítøkilig. – Høgni Joensen verður sagdur upp, tí hann hevur ikki teir neyðugu, persón- ligu eginleikarnar til at røkja starvið. – Sjálvur hevur Høgni Joensen fingið 14 dagar til at svara hesum fyrispurn- ingum. Men tað er ómøgu- ligt at svara uppá eina slíka, óítøkiliga atfinning. So óítøkiligum atfinngingum kann ongin verja seg fyri. Tí er Høgni Joensen komin í eina ómøguliga støðu, heldur Kristian Magnussen. Hann vísir eisini á, at tá ið Høgni Joensen varð settur, var sjálvsagt eisini mett um hansara persónligu eginleikar og tá mettu somu fólk í umsitingini, at hann hevði júst teir røttu eginleikarnar til at røkja starvið. – Spurningurin er tí, hvat er hent síðani, sum ger, at hann ikki hevur teir røttu eginleikarnir longur. Politisk orsøk Kristian Magnussen heldur at tað er neyvan Høgni Joensen, sum er tann stóri trupulleikin í Almanna- og heilsustýrinum. – Heldur er høvuðstrup- ulleikin politiskur. Sjálv- stýrisflokkurin hevur um- sitið stýrið í trý ár nú og eftir mínum tykki hevur flokkurin gjørt tað til eitt ótrygt arbeiðspláss. Eitt nú hevur tað tiltikna pen- sjónsmálið uttan iva kroyst starvsfólkið illa. – Eg haldi tí, at tað er ovboðið, at ein nýggjur landsstýrismaður boðar frá, at nú skal stýrið enda- vendast og at tað hevur hann fingið fríar hendur til frá løgmanni og hinum landsstýrisfólkunum, – Spurningurin er eisini, hvat tey trý, sum hava skrivað undir umsóknina, kenna til viðurskiftini, tey trý eru Løgmaður, løg- mansstjórin, Marjun Han- usardóttir og Sámal Petur í Grund, sum er nýtilnevndir landsstýrismaður. Kristian Magnussen heldur tí, at hetta eisini er ein spurningur um rættar- trygd. – Og tað er eitt álvars- mál, tí øll hava krav uppá eina rættartrygd. Og tað kann heldur ikki vera mein- ingin, at fólk kunnu verða søgd úr starvi, uttan at haldgóðar grundir eru fyri tí, sigur Kristian Magnus- sen, sum tískil kundi hugsa sær at fingið at vita, um nøkur haldgóð uppsagnar- grund er. UPPSØGN Áki Bertholdsen Seinasta orðið er ikki enn sagt um uppsøgnina av Høgna Joensen sum aðal- stjóra í Almanna- og heilsu- málaráðnum. Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur reist málið í tinginum ,har hann hevur sett Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni nakrar fyrispurningar. Spurningarnir eru settir, áðrenn Høgni Joensen fekk uppsøgnina. Tá ið spurn- ingarnir vórðu settir, var tað einans komið fram, at ætlanin var var flyta aðal- stjóran í annað starv. Kristian Magnussen vísir á, at eftir tænastumanna- lógini eru tveir møguleikar at flyta tænastumenn. 1. Broytingar í starvinum kunnu viðføra, at hann verður fluttur. Hann má tá ikki missa tign við flyting- ini. 2. Tænastumaður, ið hev- ur forbrotið seg, kann verða fluttur, men tá skal tæn- astumannakanning gerast fyrst. Kristian Magnussen spyr, um landsstýrismaðurin ætl- ar at flyta aðalstjóran or- saka av broytingum í starv- inum, hvat starv er so talan um, ið hevur somu tign sum tað at vera aðalstjóri? Men um aðalstjórin skal flytast, tí hann hevur for- brotið seg, verður lands- stýrismaðurin biðin um at upplýsa, hvussu hann for- brotið seg. Og at enda spyr Kristian Magnussen, hvat landsstýr- ismaðurin ætlar at gera, um aðalstjórin og landsstýris- maðurin ikki verða samdir um treytirnar fyri flyting- ini. Fingið fríar hendur Løgtingsmaðurin sigur, at síðan Sámal Petur í Grund varð settur í starv sum landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum, hevur hann verið nógv frammi í fjøðlmiðlunum um viðurskifti í Almanna- og heilsumálastýrinum. M.a. er hann endurgivin fyri at siga, at viðurskiftini eru sera vánalig, og at nú skal alt aðalstýrið enda- vendast, og at hann hevur fingið fríar hendur frá løgmanni og hinum lands- stýrismonnunum. Hesi tíð- indi eru rættiliga ørkyml- andi. – Í viðtal við Sosialin hevur aðalstjórin m.a. sagt, at hann metir tað óvirðiligt at verða uppsagdur í fjøl- miðlunum, og at lands- stýrið ikki hevur fylgt mannagongdunum í tæn- astumannalógini. Eitt nú vísir aðalstjórin á, at hann onga haldgóða uppsagnar- grund hevði fingið, og at hann ongan hoyringsrætt hevði fingið. – Er tað veruliga so, at landsstýrismaðurin hevur fingið fríar hendur politiskt til at seta landsins lógir og rættartrygdina hjá borgara til viks, ella hevur lands- stýrismaðurin haldgóðar grundir at siga Høgna Joensen úr starvinum sum aðalstjóri, spyr Kristian Magnussen. Fingið fríar hendur Høgni Joensen komin í eina ómøguliga støðu – Tá ið Høgni Joensen varð settur sum aðalstjóri í Almanna- og Heilsumálastýrinum, metti umisitingin, at hann hevði tær røttu, persónligu eginleikarnar at røkja starvið. Nú er hann sagdur upp, tí hann ikki hevur teir røttu eginleikarnar og Tað skilur Kristian Magnussen ikki. Hann hevur nú reist upp- søgnina av Høgna Joensen í Tinginum Nr. 64 - 31. mars 2001 9 8 Nr. 64 - 31. mars 2001 Nýtt bilverkstað lati upp í Vestmanna Flest allar bilumvælingar vera gjørdar. Sera væl útgjørt til minni og størri bilskaðar R.D.Bilar Tlf. 424232 / 214232 Fax. 424732 Teldupost: rdbilar@post.olivant.fo Styttru skeiðini hjá Føroya Handarbeiðs- skúla í Klaksvík royn- ast væl, og nógv kem- ur burturúr HANDARBEIÐI Eyðun Klakstein Klaksvík: Hósdagin hevði Handarbeiðsskúli Føroya í Klaksvík opið hús í sam- bandi við, at eitt av styttru skeiðunum á skúlanum var liðugt. Ymiskt arbeiði varð sýnt fram, og lutirnir vóru bæði fjølbroyttir og snøggir. Føroya Handarbeiðsskúli hevur seks ár á baki, og tað hava verð nógv longri og styttri skeið á skúlanum hesi árini. Í byrjanini legði skúlin seg eftir at hava skeið upp á tríggjar til fimm mánaðir, har undir- víst var í upp til 17 ymisk- um lærugreinum. Tað gjørdist tó trupult at fáa luttakarar til skeiðini, og tí avgjørdi skúlin at royna seg við styttri skeið- um frá einari viku og upp í 5, og hesi skeið hava fingið sera góða undirtøku. Fýra lærarar Á Handarbeiðsskúlanum verður undirvíst í eitt nú brodering av føroyskum klæðum, tøving, patchwork binding, seyming, garving og veving. Skúlin er dagskúli, og undirvísingin fer fram frá klokkan 8 á morgni til klokkan 3 seinnapartin. Næmingar á skúlanum koma úr øllum landinum, og einki aldursmark er fyri at verða við. Fýra lærarar eru knýttir at skúlanum, og tað ber eis- ini til at fáa serliga skeið løgd til rættis, um tað eru einstaklingar ella bólkar, sum ynskja tað. Sýndu handarbeiði fram Hósdagin var framsýning av lutunum, sum eru gjørdir á seinasta skeiðnum á Føroya Hand- arbeiðsskúla. Mynd: Eyðun Klakstein Fyrsta Skúlablaðið – málgagn fyri heim og skúla – er útkomið í hesum árinum. Tað er blaðið fyri mars mánað, og Skúlablað- ið er nú farið undir 69. árgang SKÚLABLAÐIÐ Stefan í Skorini Málgangið fyri heim og skúla er nú aftur sent í heimini í Føroyum. Eitt, sum hevur nógv pláss inni í blaðnum, er skúlastýrisval- ini. Hesi valini standa fyri durum, og eftir ætlan verða tey hildin í mei mánaði. Skúlastýrini verða so- leiðis mannað, at trý for- eldraumboð verða vald triðja hvørt ár, tvey komm- unustýrisumboð verða vald fjórða hvørt ár, eitt starvs- fólkaumboð verður valt á hvørjum ári og skúlaleiðar- in situr eisini í stýrinum. Hetta við skúlastýrunum er ein nýggj lóg, sum Løg- tingið hevur samtykt og sett í gildi. Skúlastýrini eru sett ístaðin fyri skúlaráðini, sum borgararnir fyrr valdu. Annars er at siga um Skúlablaðið, at tað hevur onkrar áhugaverdar greinar, men tað er keðiligt, at eing- ir litir eru í blaðnum. Tað hevði prýtt almikið um út- sjóndina á blaðnum og vakt áhugan hjá fólki enn meira. Tutl hevur fyri stutt- um givið tvær nýggjar fløgur út. Talan er um tvær heldur óvanligar tónleikaútgávur, sum Tutl hesuferð hevur latið úr hondum TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Tann eina fløgan ber heitið Just Before The Dawn. Tað eru upptøkur frá Corona Guiter Kvartett, sum eru gjørdar niðri í Danmark. Føroyingurin Ólavur Jakobsen einasti føroying- urin í bólkinum. Hinir í bólkinum eru Per Dybro Sørensen, Volkmar Zimmerman og Tom Roy Nielsen, sum tíverri doyði, áðrenn fløgan varð útgivin. Bara tvær skeringar eru á fløguni. Tann fyrra er í góð- ar tríggjar minuttir, meðan tann seinna varir heilar 22 minuttir. Skeringin kallast Foreplay, og hon er eitt verk eftir Dan Marmorstein. Hin fløgan kallast Jakk- in. Tíggju skeringar eru á fløguni, og upptøkurnar eru eftir øllum at døma gjørdar í Danmark fyri einum góð- um ári síðani. Jóan Jakku Guttesen hev- ur skrivað tekstin til øll tíggju løgini, og hann syng- ur, spælir bass og munn- harpu. Við á fløguni eru nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum. Terji Rasm- ussen syngur kór og spælir guitar, Tróndur Bogason Hansen spælir keyboard, Leivur Thomsen spælir el- guitar, Rógvi á Rógvu er á trummum og Signhild Jacobsen leikar á klarinett. Tað er Sightseeing Pro- ductions hevur staðið fyri hesi framleiðsluni. Skúlablaðið útkomið Tvær nýggjar fløgur frá Tutl -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA L/B Skrás.: 25-01-99 Km.: 28.000 Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B Skrás.: 30-09-98 Km.: 52.000 Prísur: 115.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA H/B Skrás.: 30-08-95 Km.: 74.000 Prísur: 75.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B AUTOM. Skrás.: 21-07-97 Km.: 38.000 Prísur: 105.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur: 114.600,-Garanti** MAZDA 323 Skrás.: 06-02-97 Km.: 85.000 Prísur: 82.600,- OPEL ASTRA 1,6 I STW. Skrás.: 03-11-97 Km.: 35.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CAMRY 2,0 GLI Skrás.: 10-07-91 Km.: 129.000 Prísur: 62.600,- Sýnaður 10-00 TOYOTA COROLLA 1,4 SEDAN Skrás.: 14-04-00 Km.: 27.000 Prísur: 142.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 07-03-00 Km.: 19.000 Prísur: 125.600,- Sýnaður 06-99 VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- Sýnaður 03-01 CITROEN XANTIA DIESEL Skrás.: 01-06-95 Km.: 266.000 Prísur: 69.600,- FORD ESCORT 1,8 DIESEL Skrás.: 16-08-91 Km.: 134.000 Prísur: 35.600,- www.reyniservice.fo * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKT BILA VÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrásetingar dato. STØKK INN Á GÓLVIÐ VØRUVOGNAR TOYOTA DYNA V/LAST Skrás.: 21-07-99 Km.: 33.000 Prísur: 160.600,-Garanti** TOYOTA AVENSIS 1,8 SOL Skrás.: 26-03-98 Km.: 42.000 Prísur: 149.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,9 DIESEL STW. Skrás.: 20-07-00 Km.: 11.000 Prísur: 164.600,- Garanti** Sýnaður 03-01 Sýnaður 11-00 HONDA ACCORD 2,0 LS Skrás.: 18-06-97 Km.: 113.000 Prísur: 135.600,- Garanti* DAIHATSU SIRION 5 H AUTOM. Skrás.: 30-06-99 Km.: 22.000 Prísur: 112.600,- Garanti* FIAT CINQUECENTO 170 Skrás.: 19-08-97 Km.: 42.000 Prísur: 49.600,- Sýnaður 12-00 BMW 320 I Skrás.: 06-04-90 Km.: 137.000 Prísur: 57.600,- Sýnaður 04-00 TOYOTA CARINA E 1,6 GXI L/B Skrás.: 09-11-95 Km.: 87.000 Prísur: 107.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 L/B Skrás.: 28-03-89 Km.: 165.000 Prísur: 53.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA H/B Skrás.: 15-03-99 Km.: 45.000 Prísur: 107.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 06-08-90 Km.: 229.000 Prísur: 38.600,- DAEWOO NEXIA 3 HURÐAR Skrás.: 13-11-97 Km.: 53.000 Prísur: 48.600,- Sýnaður 01-01 TOYOTA CARINA E 1,6 SEDAN Skrás.: 30-05-94 Km.: 109.000 Prísur: 89.600,- Garanti* NISSAN KING CAB 4X4 PICK_UP Skrás.: 30-05-96 Km.: 120.000 Prísur: 125.600,-Garanti*