Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tríggir dreingir, 18, 19 og 22 ára gamlir, doyðu fríggjanáttina, tá ein bilur fór út av vegnum við grót- brotið á Lambareiði FERÐSLUVANLUKKA Eirikur Lindenskov Ein ferðsluvanlukka á Lambareiði á Skálafjørð- inum gjáranáttina hevur kravt trý mannalív. Fimm fólk vóru í nýggja Ford Mondeo bilinum, sum koyrdi inn eftir vegnum við grótbrotið á Lambareiði um trítíðina, tá førarin eftir øllum at døma misti tam- arhaldið á bilinum. – Bilurin hevur fyrst rent í laðaða grótkantin í eyst- aru síðu á vegnum. Síðani er bilurin slongdur út av vegnum á niðaru síðu og er bóltaður einar 50 til 100 metrar oman eftir bakkan- um, greiðir Jógvan E. Ósá, virkandi sýslumaður í Runavík, frá. – Alt bendir á, at ov nógv ferð hevur verið orsøkin, og einki er, sum bendir á, at rúsdrekka hevur verið uppi í, sigur hann. Tað var ein vaktarmaður í Eysturoy, sum boðaði frá vanlukkuni. Hann kom á staðið beint fyri kl 4 og boðaði alarmsentralinum í Havn frá klokkan 03:49. – Lækni kom beinan vegin á staðið, og fýra sjúkrabilar, sum vóru við í eini venjing í Kollfjarða- tunnlinum, komu eisini beinan vegin á staðið, greiðir Jógvan E. Ósá frá. Læknin kundi staðfesta, at teir tríggir ungu menn- inir vóru deyðir. Við í hjálpararbeiðinum vóru eisini níggju mans frá sløkkiliðinum á Skálafjørð- inum og tveir av kubatrol- arunum, Gorpur og Skráp- ur, sum um hetta mundið komu inn eftir Skálafjørð- inum, varpaðu ljós yvir vanlukkustaðið. Jógvan E. Ósá sigur, at støðan hjá hinum báðum fólkunum í bilinum, eini 17 ára gomlari gentu og einum 22 ára gamlum dreingi, var stabil. Leiðarin á Ferðslu- trygd hevði tikið undir við einum upp- skoti, sum bannaði ungum fólki at koyra um náttina FERÐSLUVANLUKKUR Eirikur Lindenskov – Hagtølini vísa, at størsti parturin av álvarsomu ferðsluvanlukkunum henda um náttina, og at tað serliga eru tey ungu, ið koma út fyri álvarsomum vanlukk- um. Hetta sigur Jón Krage- steen, leiðari á Ferðslu- trygd. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini skipað fyri serligum átaki, har allir næmingarnir í 9. flokkun- um eru við á dagsskeiði um Ferðslutrygd. Jón Kragesteen sigur, at kjarnin í skeiðinum er fyri- lestur, sum verður hildin av ungum fólki, sum hevur verið fyri ferðsluvanlukku og hevur fingið álvarsligt mein. – Endamálið við slíkum undirvísingarátaki er at seta avleiðingarnar av ferðslu- vanlukkum í brennidepilin, at teir verða gjørdir so ítøkiligir, sum til ber, so næmingarnir veruliga sanna, at hetta eisini er nakað, sum kann raka teir, sigur Jón Kragesteen. Fyrr hevur nógv verið frammi um, hvat kann ger- ast fyri at minka um álvar- somu ferðsluvanlukkurnar, og tá hevur onkuntíð verið nevnt, at ungir dreingir ikki áttu at sloppið at koyrt um náttina. Miðskeiðis í áttati- árunum hevði Vilhelm Johannesen, sum tá var landsstýrismaður, eitt slíkt uppskot frammi, men tað vann ikki frama. – Eg hevði tikið undir við einum uppskoti, sum bann- aði ungum dreingjum at koyra um náttina, sigur Jón Kragesteen. Hetta sigur hann av teirri einfaldu orsøk, at hesar vanlukkur henda um nátt- ina, og um ungu fólkini ikki koyrdu um náttina, so hendu slíkar vanlukkur ikki. Jón Kragesteen viðgong- ur, at lógarreglur kunnu gerast so truplar, at tað ikki ber til at halda tær. Men hann heldur ikki, at tað hevði verið ómøguligt at handhevað eina lóg, sum bannaði fólki í ávísum aldri at koyra um náttina. Vanlukkurnar henda um náttina Ferðsluvanlukka kravdi trý mannalív Bilurin rendi fyrst í kantin oman fyri vegin, áðrenn hann bóltaði upp um autoverjuna og oman eftir bakkanum Mynd: Jonhard Hammer Bilurin er bóltaður einar 50 til 100 metrar oman móti sjóvarmálanum Mynd: Jonhard Hammer Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer mánadagin á almenna arbeiðsvitjan í Ísrael. Endamálið við ferðini er at kanna ísraelskan KT-vinnupolitikk SAMSTARV John Johannessen Ísraelski politikkurin innan KT-vinnuna skal vera fyri- mynd fyri einum skipaðum KT-vinnupolitikki í Føroy- um. Hetta hevur landsstýris- maðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sett sær fyri. Bjarni Djurholm fer í hesum sambandi mánadag- in til Ísraels á almenna ar- beiðsvitjan. Bjarni Djur- holm skal hitta ísraelska samskiftismálaráðharran, Reuven Rivlin, og eisini skal hann vitja ísraelska Vinnumálastýrið, ymsar KT-klekingardeplar, fyrr- verandi einkartelefelagið Bezeq og aðrar tele- og KT fyritøkur. Fyrimynd í liberalisering Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur í tíð- indaskrivi, at Ísrael, sum er tilfeingisfátækt, er í dag undangonguland innan KT- vinnu og hevur næsthægsta tal av nýstovnaðum virkj- um í mun til fólkatalið. Tað er bert USA, ið er framm- anfyri. – KT-vinnupolitikkurin í Ísrael hevur millum annað serligt atlit at liberaliser- ingini av fjarskiftismarkn- aðinum, gransking og menning, at menna kapital- marknaðin og at draga útl- endskar íleggjarar til. Mill- um 1986 og 1999 eru til- samans 75 almenn partafel- øg privatiserað í Ísrael, vísir Bjarni Djurholm á. Landsstýrismaðurin ætlar sær at leggja ein skipaðan KT-vinnupolitikk fyri løg- tingið á Ólavsøku. Eitt endamál við ferðini til Ísra- els er at fáa íblástur til før- oyska KT-vinnupolitikkin. Skapa samstarv Bjarni Djurholm sigur, at hann eisini ætlar sær at royna at fáa Ísrael vinnu- liga at venda eyguni móti Føroyum, og soleiðis styrkja bondini millum Ísrael og Føroyar. – Vinnupolitiska mál okkara er at fjøltátta før- oyska vinnu. Ísrael hevur ein stimbrandi kapital- marknað við millum øðrum 80 framtaksfeløgum, sum nú venda eyguni móti øðr- um londum. Møguleikar eru tí eisini at draga hagani hátøkni, arbeiðsmegi, íløgufeløg og annars virka fyri samstarvi millum før- oysk og ísraelsk vinnuvirki, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrið kannar KT- vinnnu í Ísrael Føroyski Fólkaflokk- urin harmast atfinn- ingarnar hjá danska uttanríkisráðharr- anum móti Ísrael í sambandi við stríðið móti palestinum. Óli Breckmann, formað- ur floksins, hevur sent ísraelska forset- anum stuðulsbræv MIÐEYSTUR John Johannessen Ein ovurstórur meiriluti av føroyska fólkinum stuðlar Ísrael í stríðnum móti pal- estinum. Hetta staðfestir Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins, í brævi til ísraelska forsetan, Ariel Sharon. – Ver vísur í, at ein ovur- stórur meiriluti av føroyska fólkinum fult stuðlar rætt- indunum hjá ísraelsku stjórnini at taka øll neyðug stig í Heilaga Landinum, í Judea, Samaria og Gaza fyri at tryggja frið og trygg- leika fyri ísraelska statin og allar borgarar hansara Harmast atfinningarnar Óli Breckmann sigur í brævinum til Ariel Sharon, at Fólkaflokkurin harmast atfinningarnar hjá danska uttanríkisráðharranum, Mogens Lykketoft, ímóti Ísrael. Mogens Lykketoft hevur átalað atgerðirnar hjá Ísrael móti palestinum í royndun- um at forða palestinskum atgerðum móti ísraelsfólki. – Formelt hevur danska stjórnin enn ábyrgdina fyri uttanríkispolitikki Føroya. Tískil umboðar harra Lykketoft alment Føroyar mótvegis triðjalondum, sum Ísrael, staðfestir Óli Breckmann. Óli Breckmann endar brævið til ísraelska forsetan soleiðis: »Guðs signing í týdning- armikla arbeiði tygara fyri Ísrael, fyri friði í Miðeystri og fyri allan heimi. Sha- lom.« Vil ikki blandast uppí Óli Breckmann hevur skrivað brævið vegna Fólkaflokkin, og hann hev- ur skrivað undir, sum for- maður floksins, løgtings- umboð og fólkatingsum- boð. Tí kann eingin ivi vera um, at meiningin í brævin- um umboðar allan Fólka- flokkin. Sosialurin hevur spurt løgmann, hvat hann heldur um, at flokkurin, sum situr við stjórnarleiðsluni í Før- oyum, meldar so staðiliga út um stríðið í Miðeystri. Men løgmaður hevur ongar stórvegis viðmerkingar til brævið. – Løgmaður er ikki Fólkaflokkurin. Tað, sum stendur í brævinum, er støða Fólkafloksins. Var tað løgmanssins støða, hevði tað verið eg, sum skrivaði undir sum løgmaður vegna landsstýrið. Ísrael skal vera fyrimynd fyri einum komandi føroyskum politikki innan KT-vinnu. Tað hevur landsstýrismaður- in í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, gjørt av. Hann fer í hesum sambandi arbeiðsferð til Ísraels mánadagin TÍÐINDASKRIV Sandoyar sýslu Javnað- arfelag og starvsnevnd Javnaðarfloksins skipa í sambandi við aðalfundin hjá felagnum fyri kvøld- setu í Kelduni í Skálavík mánakvøldið klokkan 20. Á fundinum verða tinglimirnir og starvs- nevndin hjá flokkinum, og SU verður eisini við. Aftan á sjálvan aðal- fundin verður politiskt orðaskifti. Allir limir og javnaðaráhugað fáa høvi at skifta orð við ting- manningina og starvs- nevndina um dagsins politikk og javnaðarhug- sjónina í síni heild. Fundurin verður skip- aður sum kvøldseta við sangi og tónleiki, og borðreitt verður við breyði og viðskera. Fel- agið skipar eisini fyri burturluting. Ætlanin hjá starvs- nevndini er, at slíkir fundir verða skipaðir um alt landið. Flokkurin vil fegin hava limirnar og fólk, ið brenna fyri javn- aðarhugsjónini, at hittast oftari at tala um felags áhugamál. Hetta er ein natúrligur partur av fel- agsvirkseminum hjá ein- um livandi flokki. Tey valdu umboðini í starvsnevnd og ikki minni á tingi hava fyri neyðini at samskifta regluliga við veljaran. Hesin fyrsti fundurin av sínum slag er partur í ætlan floksins at koma limunum og veljarunum nærri, tí tað er í teirra tænastu, tinglimir og starvsnevnd starva. Økisfundur í Skálavík Fólkaflokkurin stuðlar Ísrael Nr. 64 - 31. mars 2001 7 6 Nr. 64 - 31. mars 2001 Sosialurin - 311820 Akranesgøta 5 - FO 100 Tórshavn - Tel. 313873 Fax 311173 - Heimasíða: www.wenzel.fo Brúktbila shokk Vit hava koyrt okkara brúktbilaprísir niður við 5-20.000 kr. Kom og ger várkvetti HOTEL VÁGAR HOTEL VÁGAR FLOGFELAG FØROYA SØRVÁGUR TEL 33 29 55 · FAX 33 23 10 · T-Postur: hotel@ff.fo HOTEL VÁGAR THE AIRPORT HOTEL *** Ógloymandi borðhald og SPENNANDI ÚTFERÐIR 28. apríl Vit stíla fyri: · Útferð · Stórari "fjalla"-buffet við meira enn 30 ymsum rættum · Dansi · Vistarhaldi · Flutningi Legg saman flutning, útferð, "fjalla"-buffet, gisting og dans og tú fært: eina ógloymandi vikuskiftisútferð Vel ímillum hesar útferðir: • Gongutúr niðan á Egg • Gongutúr til Bøsdalafoss • Siglitúr um Tindhólm (100,- kr. eyka) Eitt gott tiltak - bæði fyri náttúrufólk og fólk í veitslulag - fyri 695,- í dupultkamari v/ gisting og flutningi úr Havnini Allir túrarnir eru við ferðaleiðara 85 31 65 11 The Sunshine Band undirhalda og spæla til dans Útferð, borðhald og dansur 325,- Dansur 125,- Útferðirnar byrja kl. 14.00 Borðhaldið byrjar uml. kl. 19.00 Dansur er frá kl. 23.00 Bíleggið í góðari tíð á tel 33 29 55 - avmarkað atgongd - Eisini fyriskipa vit útferðir fyri virkir og feløg Ring og hoyr nærri! - bert fá pláss eru eftir -