hósdagur 28. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 122 - 28. juni 2007
- Tað, sum Magni
Laksáfoss sigur um
undirsjóvartunnil
í Sandoy, er typiskt
fyri politikarar, ið
ganga og hugna sær
í miðstaðarøkinum,
sigur Gerhard
Lognberg
Sandoyartunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
- Hetta verður ikki nakað,
sum
Magni
Laksáfoss
bestemmar.
Gerhard Lognberg, ting-
maður úr Sandoy, er fortørn-
aður um, at landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum í Sosial-
inum í gjár mælir frá at gera
undirsjóvartunnil í Sandoy.
Gerhard Lognberg er lim-
ur í samgonguni, akkurát,
sum Magni Laksáfoss er
tað, men sandoyartingmað-
urin væntar kortini ikki
nakra ósemju í samgonguni
um Sandoyartunnilin.
Hann staðfestir, at sam-
gongan hevur eina avtalu
um at gera undirsjóvartunnil
í Sandoy og hann krevur, at
hendan
avtalan
verður
hildin.
- Hetta er enntá ein avtala,
sum er niðurfeld í sam-
gonguskjalið
-Tað er ikki landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum,
sum ger av, um Sandoyar-
tunnilin skal gerast, men
Løgtingið einsamalt og har
farið eg at krevja, at avtalan
verður hildin.
- Eg vænti heldur ikki
annað, enn at avtalan verður
hildin og so kann Magni
Laksáfoss
siga
akkurát,
hvat hann vil, leggur Ger-
hard Lognberg afturat.
Hann sigur, at tað er at
kalla fult forstáilsi í sam-
gonguni fyri, at tunnilin
verður gjørdur og í heyst er
avtalað, at uppskot skal
leggjast fyri Løgtingið um
tunnilin.
Men er tað ikki rætt, at
búskapurin er ov heitur og
at tað er neyðugt at halda
aftur við stórum útbygging-
um til verri tíðir?
- Búskapurin er ikki hitn-
aður av tí, sum er gjørt í
Sandoy. Hetta er so typiskt
fyri politikarar, sum ganga
og hugna sær í miðstaðarøk-
inum og sum ikki hava brúk
fyri útjaðaranum.
Gerhard Lognberg stað-
festir, at undirsjóvartunnilin
er
alt
avgerðandi
fyri
Sandoy, tí ferðasambandið
er ein bági.
- Tí kemur tað ikki uppá
tal, at undirsjóvarttunnilin
skal víkja fyri skúlabygging-
um og gransking, sum uttan
iva eisini verður í miðstaðar-
økinum, sigur tingmaðurin.
Gerhard Lognberg sigur,
at onki er bygt út í Sandoy,
tí nú skuldi tað verða tunnil-
in, sum skuldi raðfestast
fremst.
- Vit góðtóku eisini at
sleppa ætlaða listaskúlanum
í Sandoy afturfyri at fáa
eina avtalu um undirsjóvar-
tunnilin.
Tú hevur fyrr boðað frá,
at tú ert so misnøgdur við
samgonguna, at tú hevði
umhugsað at taka teg úr
samgonguni?
- Tað havi eg ofta gjørt,
men tað fari eg ikki at
blanda upp í hetta kjakið, tí
vit hava eina greiða avtalu í
samgonguni og eg ivist ikki
í, at tann avtalan fer at
halda.
Fleiri viðmerkingar vil
hann ikki gera um tað.
Laksáfoss avger ikki hvar skápið skal standa
Magni Laksáfoss kann siga,
akkurát, hvat hann vil. Tað
er kortini ikki hann, sum ger
av, um undirsjóvartunnil skal
gerast í Sandoy. Tað avgerð
Løgtingið einsamalt og har
hava vit eina greiða avtalu,
sigur Gerhard Lognberg
Magni Laksáfoss
sleppur ikki at lata
kommunurnar í
spennitroyggju,
fyrrenn hann sjálvur
hevur víst, at hann
meinar nakað við tað,
hann førir fram, sigur
Heðin Mortensen
BúSkapar
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit fara ikki at leypa á leist-
um fyri Magna Laksáfoss.
Heðin Mortensen, borgar-
stjóri í Havn og formaður í
Kommunusamskipan Føroya
góðtekur ikki uttan víðari, at
kommunurnar
nú
skulu
tálma útreiðslunum fyri at
hjálpa upp á landsbúskapin.
Í Sosialinum í gjár greiddi
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum frá, at hann
hevur sett sær fyri at næsta
ár, skulu hvørki landskassin
ella kommunurnar hava fleiri
útreiðslur, enn í ár fyri at
tálma búskapinum.
Men tað er als ikki vist, at
kommunurnar eru sinnaðar
at spæla við.
Heðin Mortensen, sum er
talsmaður hjá teimum stóru
kommununum, staðfestir, at
sjálvandi fara kommunurnar
at viðgera ætlanina hjá
landsstýrinum.
- Men vit taka ikki
glaðbeint undir við, at Magni
Laksáfoss smoyggjur komm-
unurnar í eina fíggjarliga
spennitroyggju,
staðfestir
hann.
Annars hava kommunurnar
lagt upp til at næsta ár skuldu
kommunalu fíggjarætlanir-
nar hækka eini 5%.
Men Magni Laksáfoss vil
altso hava eina null-loysn
fyri at køla búskapin.
Heðin Mortensen vísir á,
at landið hevur álagt komm-
ununum nógvar uppgávur og
tí er tað sjálvsagt, at tær
mugu sleppa at økja útreiðsl-
urnar.
-
Kommunurnar
hava
stórar skyldur at byggja
skúlar, barnagarðar og at
byggja
eldrarøktina
út.
Samstundis eru krøv sett til
vatnveiting og kloakkir og
annað. Tí ber ikki til at forða
kommunum at byggja út.
- Tí sigur tað seg sjálvt, at
vit kunnu ikki uttan víðari
góðtaka, at landskassin álegg-
ur kommununum at steðga
við útbyggingum.
Borgarstjórin í Havn og
formaðurin í Kommunusam-
skipan Føroya staðfestir, at
áðrenn kommunurnar verða
lætnar í spennitroyggju, eigur
samgongan sjálv at ganga
undan og vísa í verki, at hon
er sinnað at tálma almennu
útreiðslunum
hjá
lands-
kassanum.
Tað heldur hann ikki, at
landið ger.
-
Landið
økir
sínar
útreiðslur í stórum til rakstur
og íløgur. Fleiri av hesum
íløgum verða fjaldar á van-
ligu fíggjarlógini við at leggja
tær í grunnar og almenn
partafeløg. Men tær skulu so
í øllum førum betalast.
Ongin grund at stúra
Heðin Mortensen vísir á, at
hinvegin hava kommunurnar
ikki økt rakstrarútreiðslur-
nar nakað serligt. - Men
kommunurnar hava bygt út.
Talan er ikki luksusíløgur,
men um íløgur, sum eru
neyðugar fyri at ganga krøv-
um á møti, sum landsins
myndugleikar sjálvir hava
álagt kommununum. At
rakstrarútreiðslurnar
hjá
kommununum eru hækk-
aðar, er ein beinleiðis avleið-
ing av tí og tí má Magni
Laksáfoss góðtaka tað.
Borgarstjórin í høvuðs-
staðnum vísir á, at ræður tað
um at tálma búskapinum,
eigur Magni Laksáfoss ikki
at ræðast kommunurnar.
- Kommunurnar eru besta
trygdin fyri, at landsins
búskapur ikki fer av kós. Vit
kunnu ongantíð skylda meiri
enn eina álíkning og tað er
ein stór avmarking í sær sjálv-
um. Tá er nógv størri orsøk
til at óttast peninganýtsluna
hjá landskassanum, tí har
verður ikki spart.
- Tí verður útspælið frá
Magna Laksáfoss ikki svølgt
rátt. Tó fara vit at viðgera
spurningin væl og virðiliga.
Hinvegin ávarar formaður-
in í Kommunusamskipan
Føroya Magna Laksáfoss
ímóti at trumfa nakað ígjøgn-
um.
- Trýst elvir til móttrýst, so
tað fer at koma honum aftur
um brekkur, sigur hann, uttan
at nágreina tað nærri.
Sí eisini tíðindaskriv frá
Kommunusamskipan Føroya
aðrastaðni í blaðnum.
Leypa ikki á leistum fyri
Magna Laksáfoss
- Vit spæla ikki við uttan so, at landsstýrið eisini spælir við,
sigur Heðin Mortensen, formaður í felagnum fyri tær stóru
føroysku kommununum
KSF sigur nei
Eftir fund millum kommunurnar og landsstýrismenninar í fíggjarmálum og
innlendismálum 25. juni, hevur Magni Laksáfoss boðað frá, at kassin hjá
kommununum nú skal lokast til í ein ávísan mun. Men hetta heldur KSF lítið
um, tí partvís hevur landið lagt nógvar nýggjar byrðar á kommunurnar, og
partvís hava kommunurnar goldið niður nógva skuld seinastu árini, og hava tí
nú fingið eitt lítið rásarúm at gera hartátroðkandi íløgur. Landsstýrið skjýtur
upp eina útjavningarskipan fyri kommunurnar, men hetta er púra ófyrireikað,
og tað eru kommunurnar sjálvar, sum skulu fíggjað hetta, verður sagt. Eisini er
ætlanin at taka mest sum alt MVG-endurgjaldið frá kommununum. Men KSF
sigur, at kommunurnar stýra væl og halda allar ásettar reglur. Niðurstøðan í
einum tíðindaskrivi frá KSF er tí greið: Latið kommunurnar fáa frið.