Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 122 - 28. juni 2007 tíðindi Stutt Sagt Merkel nøgd Tað seinasta hálvárið hevur Týskland havt for­ mansskapin í ES, og Angela Merkel, kanslari, dylur ikki fyri, at hon er nøgd við týska avrikið. Í einari røðu fyri ES­ tinginum í gjár segði hon, at nú er gongd komin á Evropa aftur, og at tað hevur eydnast at forða fyri spliti í samveldinum. Við hesum sipaði hon til semjuna um at halda fram við arbeiðinum við einari ES­grundlóg, men hon ásannaði, at øll limalondini hava ikki somu uppfatan av støðuni. Skamta bensin í Iran Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, var ikki høgt í metum millum teirra, sum savnaðust í gøtunum í Teheran í gjár at mótmæla, at myndug­ leikarnir eru farnir at skamta bensinið. Fólk vóru í øðini, og fleiri róp­ tu, at tað rætta var at beina fyri forsetanum. Iranska stjórnin sigur, at tað er neyðugt at skamta bensin­ ið, tí nýtslan er vaksin so nógv. Tann stóra nýtslan kostar ríkiskassanum nógvar pengar, tí tað almenna letur stuðul til bensinkeyp. Eygleiðarar í Iran siga, at mótmælini í gjár eru tey harðastu, síðani Mahmoud Ahma­ dinejad tók við. Eftir kurdum Amerikanska stjórnin hevur mælt Turkalandi frá at senda hermenn inn um irakska markið eftir kurdiskum uppreistrar­ monnum, sum fjala seg har. Men Turkaland fer ikki at gera eftir áheitanini. Turkiski herovastin, Yasar Buyukanit, generalur, sigur við AP, at turkiski herurin noyðist at fara um markið fyri at aftan á uppreistrarmonnunum, og tí slepst ikki undan slíkum álopum, segði hann. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit mugu sameina Afrika. Vit skulu hava eina stjórn, eitt pass og ein her, og ongum skal nýtast at flýggja hiðani (Moammar Gadaffi) útlond Kanningar hjá Evroparáðnum vísa, at flogfør hjá CIA hava verið á flogvallunum í Reykjavík og Keflavík. Tað skal nú kannast Tað var ikki bara ameri­ kanska umsitingin, sum var vitandi um, at CIA flutti fangar ímillum lond í Asia, Afrika og Evropa og tvørtur um Atlantshavið. Í einari nýggjari frágreiðing stað­ festir Dick Marty, sum er sveisiskur limur í Evropa­ tinginum, at longu í 2001 gav NATO amerikonsku fregnartænastuni loyvi til at brúka flogvallir í lima­ londunum til fangaflutning. Øll NATO­londini vóru vitandi um tað, sigur Dick Marty. Hetta seinasta hevur vakt ans í fleiri NATO­londum, og í Íslandi hevur Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttan­ ríkisráðharri, boðað frá, at málið skal kannast til botns. Í sínum kanningum hevur Dick Marty eisini havt samband við íslendska uttanríkisráðið, og haðani hevur hann fingið at vita, at í uttanríkisráðnum vita tey einki um, at fangaflogfør hjá amerikonsku fregnar­ tænastuni hava flogið ígjøgnum íslendskt loftrúm ella verið á íslendskum flogvallum. Amerikanskir myndugleikar hava í hvussu er ongantíð søkt um flúgvi­ ella lendingarloyvi til slíkan flutning, hevur uttanríkis­ ráðið í Reykjavík svarað Evroparáðnum. Íslendskir fjølmiðlar hava fyrr sagt og skrivað, at flogfør hjá CIA hava verið á flogvallunum í Reykjavík og Keflavík. Millum annað hevur Morgunblaðið havt myndir av einum CIA­ flogfari, sum var á flog­ vøllinum í Reykjavík tríggjar ferðir í 2004. Ísland vil hava greiði á CIA-flúgving Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharri, vil hava málið kannað til botns Ísrael og Fatah fegnast um tilnevningina, men Hamas vil ikki vita av nýggja semingsmanninum Ísraelska stjórnin var skjót at boða frá, at hon vil fegin samstarva við Tony Blair, sum í gjár bleiv tilnevndur serligur sendimaður hjá teirri sokallaðu Miðeystur­ kvartettini, sum umfatar ST, ES, USA og Russland. ­ Tony Blair er vinur okkara og vinur palestina, men fyrst og fremst ein friðarmaður, og vit gleða okkum til at arbeiða saman við honum, segði tals­ maðurin hjá ísraelska uttanríkisráðnum, Mark Regev. Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, ynskti Blair tillukku við til­ nevningini og lovaði at gera sítt til, at nakað skal spyrjast burturúr. ­ Forsetin er sinnaður at samstarva við Blair fyri at finna eina friðarliga loysn, ið byggir á grundsjónar­ miðið við tveimum sjálvs­ støðugum londum, segði palestinski samráðingar­ leiðarin, Saeb Erekat, við AFP­tíðindastovuna. Men Hamas, sum vann seinasta palestinska valið, og sum júst hevur tikið valdið í Gaza­geiranum, heldur lítið um tann nýggja semingsmannin. ­ Hvørki Hamas ella palestinar kunnu góðtaka hatta. Blair er ikki til reiðar at laga seg eftir teimum palestinsku áhugamálunum, men hann fer at gera alt fyri at styðja ísraelsku herseting­ ina, segði Hamas­tals­ maðurin Fawzi Barhum. Ymsar áskoðanir á Blair sum semingsmann Tony Blair skal nú royna at blása lív í friðartilgongdina í Miðeystri Sambært Evroparáðnum hava CIA-flogfør verið á flogvøllinum her í Keflavík