Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 122 - 28. juni 2007 Leygardagin skipar áhugafelagið Gjó­ maður fyri aktivari útferð á Gjáarskarð, har ætlanin er at laða gamlar kráir og gróthús uppaftur FORNMINNI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri hálvum ári síðani – í januar mánað – varð áhuga­ felag sett á stovn, nevnt Gjó­ maður. Hetta er felag, hvørs endamál er at varðveita alt gamalt í og við Gjógv. Í fyrsta umfari er talan um tað, sum stendur úti, ser­ liga garðar, kráir, gróthús og opnahjallar. Hetta fyrsta hálva árið hevur felagið mest fingist við at skipa seg og fáa ar­ beiðið í gongd. Limatalið liggur longu um teir 60, og hetta uttan at felagið hevur gjørt nakað sum helst aktivt fyri at útvega nýggjar lim­ ir. Nú er felagið so klárt at fara undir rættiligt virksemi, og fyrsta tiltakið verður nú leygardagin, tá ætlanin er at skipa fyri einari sonevndari aktivari útferð. – Vit fara at møtast í Gjáarskarði, har ætlanin er at endurlaða onkrar av teim­ um eitthundrað torvkráu­ num, sum eru í økinum, sig­ ur Hans Andrias Djurhuus, sum er formaður í Gjó­ manni. Málið er í ár at fáa minst tvær kráir laðaðar upp av nýggjum og eitt av gomlu gróthúsunum. Men eisini teir mongu niðurdotnu opna­ hjallarnar ætlar felagið at endurreisa. Teir eru allir niðurdotnir, men í felagnum vita tey um, hvar teir hava staðið. Hugnaligur leygardagur Í lýsing í lýsingartorginum í Sosialinum heitir felagið á fólk um at møta talsterk á Gjáarskarði leyardagin. Heitt verður á fólk um at hava amboð við, so sum spaka, hjólbøru og spann. Ætlanin er sum nevnt, at dagurin skal skipast sum ein blanding av útferð og arbeiði, og um viðrar, er ætl­ anin at grilla pylsur eisini. Hans Andrias Djurhuus leggur dent á, at tiltakið avgjørt ikki er fyri limir eina, men øll, ið hava hug, eru vælkomin at taka lut. – Endamálini eru tvinni. Annað er at vita, hvussu stórur áhugi er millum fólk at fáa hesar kráirnar og gróthúsini laðað upp aftur, tað vil siga, hvussu nógv fólk møta upp til tiltakið, og hitt er, at vit skulu hava tað stuttligt saman við at varðveita tað gamla. Tað skal á ongan hátt kennast sum nakað slag av tvangi, sigur Hans Andrias Djur­ huus. At laða gomlu garðarnar, kráirnar, gróthúsini og opnahjallarnar upp aftur er so summaraktiviteturin. Um veturin er ætlanin at fáa fatur á gomlum myndum og fáa skrásett tær, bæði sum myndasavn og ikki minst at skráseta, hvør er á myndunum. Sum skilst á formanni­ num, so eru ógvuliga nógv fólk áhugað í at fáa varðveitt alt tað gamla, sum hevur við Gjógv at gera, og hóast felagið ikki ennn hevur hvørki fíggjarliga orku ella hølisumstøður, so er væl hugsandi, at Gjómaður við tíðini eisini gerst eitt rætti­ ligt fornminnisfelag, har fólk kunnu lata inn fornar lutir, sum hava tilknýti til Gjógv. Men fyribils verður útferðin leygardagin fyrsta stigið á hesi leiðini. Kunn­ gjørt verður seinni, nær og hvar fólk skulu møta. Orku­ og Umhvørv­ isnevnd Norður­ landaráðsins heldur í ár regluliga summarfundin í Føroyum. Nevndin er her inntil fríggja­ dagin, og í gjár var fundast, meðan nevndin í dag vitjar í Eysturoynni UMHVØRVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Umhvørvisnevndin kom í Vágarnar týsdagin 26. juni og fór beinleiðis við bussi til Oyragjógv, haðani farið varð við báti undir Vestmannabjørgini. Seinni um kvøldið var Jógvan Arge og Tórshavnar Býráð vertur við ein døgurða í Muller´s pakkhúsi. Mikudagin varð nevndar­ fundur, har Jákup Vester­ gaard, landsstýrismaður, greiddi frá umhvørvismál­ um, eins og Poul Michel­ sen løgtingsmaður luttók á fundinum umboðandi Rættarnevndina, ið hevur umhvørvismál í løgtingi­ num. Tíðindafundur var á Hotel Føroyum í gjár, har Asmund Kristoffersen, Bogi Hansen og Kári P. Højgaard luttóku. Aftaná vórðu fyrilestrar av Boga Hansen um klima­ broytingar, Sigurd í Jákup­ stovu um oljuleiting og orku og Pál Weihe um tungmetallir í grind og spiki. Um kvøldið varð bjóðað til buffet á Náttúrugripa­ savninum, har føroyska umboðið í Umhvørvis­ nevndini var vertur. Aftaná greiddi Dorete Bloch á ein sera livandi hátt frá grindahvali og grindadrápi, og gjørdi frágreiðingin sítt til at opnað eyguni á grannum okkara fyri, hví vit halda áfram við hesi aldargomlu mentan. Vitja Eysturoy Í dag er ferðalagið heil­ dagstúr inni í Eysturoynna. Fyrst verður vitjað á vatn­ orkuverkinum hjá SEV á Eiði, har Klæmint Weihe greiðir frá. Eisini verður ein kunning um alduorku­ kraftverk (Seawaves). Vitjað verður á høvda­ virkinum í Leirvík, har Eirikkur á Húsamørk greiðir frá. Høvdavirkið er serstakt, tí tað framleiðir úr høvdum og ryggjum´frá slógvi, og hetta gevur eitt gott ískoyti til útflutning okkara. Virðisøkingin er áleið 60 mió í útflutnings­ virði árliga, og orkan brúkt verður, kemur frá brennistøðini, altso avlops­ orka, ið annars hevði farið út í luftina og ongum gagna. Ein stuttur túrur verður gjørdur gjøgnum undir­ sjóvartunnilin til Klaks­ víkar. Síðan verður farið á bátasavnið í Leirvík, har Ossi greiðir frá. Aftaná verður vitjað í sunnara parti av Eysturoynni í Runavíkar og gjøgnum Nes Kommunu. Endað verður við einum føroya­ kvøldi í Kvinnufelags­ húsinum á Glyvrum, har Hans J. Lamhauge borgar­ stjóri, vegna Runavíkar Kommunu, er vertur. Larry King durvaði Kendi amerikanski sjónvarpsmaðurin, Larry King hjá CNN, fekk heiðurin av at verða hin fyrsti, sum gjørdi samrøðu við hotelarvingin Paris Hilton, eftir at henda var latin leys aftur. Hon hevði sitið inni í 23 dagar fyri at hava koyrt við ógyldigum koyrikorti. Men tann ein tíma langa samrøðan á CNN í gjárkvøldið var so keðilig, at sjálvt spyrjarin sjálvur mundi durva viðhvørt. So nú er betur skiljandi, at Paris Hilton fyri tað mesta letur seg avmynda – uttan at siga nakað. Doyði í Disney-land Ein 14­ára gomul genta doyði í Disney­land í París í gjár. Franska løgreglan kannar í løtuni orsøkina til, at unga gentan kundi doyggja í rusjibananum. Familjan var komin úr Sparina at virja kenda frítíðarstaðið, men tá rusjibanin steðgaði varnaðust vinir hjá gentuni, at hon sat lívleys í vogninum. Læknar á staðnum royndu at fáa lív aftur í gentuna, men til fánýtis. Banin er nú stongdur, til funnið er fram til, hvat hendi 14­ára gomlu gentuni. Gjómaður laðar kráir Umhvørvið á breddan Kári P. Høj­ gaard, limur í Umhvørvis­ nevnd Norður­ landaráðsins, og Asmund Kristoffersen, formaður í somu nevnd Mynd: Jans Kristian Vang Felagið Gjómaður er áhugafelag við tí endamáli at varðveita alt gamalt við Gjógv Savnsmynd