Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 122 - 28. juni 2007 Verkfall millum tey, sum ansa teimum eldru, og ivamál um donsku luttøkuna í Irak kunnu enda við fólkatingsvali, og flokkarnir brynja seg longu til valstríð Danmark Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Seinastu dagarnar er trýstið á donsku stjórnina vaksið nógv. Í fleiri dagar hava starvsfólk á ellis- og røkt- arheimum lagt arbeiðið nið- ur og hava skipað fyri krav- gongum um alt landið við kravi um munandi lønar- hækking. Stjórnin hevur borið seg undan við at vísa á, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gera sáttmála um millum annað løn, og tí skulu politikararnir ikki blandast upp í málið. Hetta hevur ikki sissað verkfalsfólkið, sum krevur, at stjórnin skal lata komm- ununum fleiri pengar, so tær kunnu geva starvsfólki- num í eldrarøktini meiri løn. Og verkfalsfólkið fekk eina kærkomna hjálp fyrradagin, tá Danski Fólka- flokkurin boðaði frá, at hann tekur undir við kravi- num um hægri løn til teirra, sum ansa teimum eldru. – Anders Fogh Rasmussen má fáa hendurnar í lumm- arnar eftir meiri pengum, segði Pia Kjærsgaard, floks- formaður. Hesum vóru teir báðir stjórnarflokkarnir skjótir at vísa aftur, men politiskir eygleiðarar í Keypmanna- havn siga, at so lætt sleppur stjórnin ikki. Teir ivast ikki í, at Danski Fólkaflokkurin fer at halda fast um kravið. Hinvegin kann stjórnin illa góðtaka tað, tí tað verður alt ov dýrt at leggja eitt tí- líkt lønarkrav oman á skatta- lættan, sum tey konservativu vilja hava. Í Irak uttan heimild Í morgun fekk stjórnin ein trupulleika afturat. Ein nið- urlendsk útvarpsstøð vildi vera við, at niðurlendskir hermenn høvdu gjørt tæn- astu undir danskari leiðslu í Irak tann 3. mars í 2003, sjálvt um samtyktin at senda danskar hermenn til Irak bleiv ikki gjørd í Fólka- tinginum fyrr enn tann 21. mars í 2003. Mogens Lykketoft kunn- gjørdi alt fyri eitt, at hann fer at seta verjumálaráðharr- anum spurningar í sambandi við málið, og SF-formað- urin, Villy Søvndal, segði, at eru niðurlendsku tíðindini røtt, hevur stjórnin brotið grundlógina. Stjórnin hevur hinvegin boðað frá, at hon er farin undir at kanna, um hald er í niðurlendsku tíðindunum. Verjumálaráðharrin, Søren Gade, er í Afghanistan, og hann hevur longu boðað frá, at hann veit einki um, at danskir hermenn vóru í Irak, áðrenn Fólkatingið samtykti tað. Brynja seg Stríðið um lønarlagið hjá starvsfólkinum í eldrarøktini og nú ivin um luttøkuna í Irak hava av álvara skundað undir møguleikan fyri ein- um framskundaðum fólka- tingsvali. – Vit eru nú komin til tað tíðina í valskeiðinum, at ein skal altíð vera til reiðar, tí eingin veit, nær val verður, segði talskvinnan hjá Vinstra, Søs Marie Serup, við TV2 í morgun. Sosialdemokratarnir eru eisini til reiðar, sigur Henrik Dam Kristensen, floksskriv- ari. – Anders Fogh Rasmussen er vælkomin at skriva út val í heyst. Vit eru til reiðar til eitt valstríð, sigur floksskriv- arin hjá Sosialdemokratu- num við TV2. SF og Radikali Vinstri hava eisini boðað frá, at teir eru til dystin fús, og tey konservativu útiloka heldur ikki eitt val í ótíð. – Vit royna at ímynda okkum, at vit fáa val í heyst, sigur konservativi talsmað- urin Frank Korsholm við TV2. Valfepur í Danmark Danir bjóða irakum vælkomnum 22 irakiskir tulkar, sum seinastu tíðina hava verið nógv umrøddir í Danmark, hava nú fingið avgreitt framtíð sína. Teir hava havt eitt berandi ynski um at fáa friðskjól í Danmark, og í gjár legði danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, eitt uppskot fram, har irakarnir fáa loyv at koma til Danmark. Teir 22 tulkarnir hava eisini fingið tilboð um at taka familju sína við til landið. Stjól 300.000 krónur Ein taskutjóvur í Danmark fekk ein sannan vinning, tá ið hann í Kastrup Lufthavn stjól eina tasku. Hetta var ein vandur taskutjóvur, sum bara vildi fáa okkurt lítið, ið var í taskuni. Men tað vísti seg, at heili 300.000 krónur vóru í taskuni. Taskuna átti ein koreanari, sum var ávegis umborð á flogfarð, har hann síðan skuldi umborð á eitt rannsóknarskip. Av einari ella aðrari orsøk hevði maðurin lummapeningin hjá øllum ferðafólkunum umborð, og hesi stóru upphædd situr taskutjóvurin nú inni við. Starvsfólkini í eldrarøktini vilja hava munandi lønarhækking, og Danski Fólkaflokkurin tekur undir við kravinum.