hósdagur 28. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 122 - 28. juni 2007
Bátafelagið á Bakka
tók herfyri stig til eitt
áhugavert og hugna
ligt familjutiltak, har
fólk vórðu kunnaði
um trygdarútgerð til
bátar. Skipað varð
eisini fyri hugnaligari
samveru, har kynt
varð upp undir grill
ini, samstundis sum
fólk fingu kaffi, te og
sunkist at leska sær
við
Familjutiltak
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jonhard Hammer
Í góðveðrinum seinasta leyg
ardag skipaði Bátafelagið á
Bakka
fyri
einum
so
nevndum familjudegi. Felag
ið hevði fingið Gummib
átatænastuna heim úr Havn
av vísa limum felagsins,
familjum teirra og øðrum
áhugaðum ymiska bjarging
arútgerð.
Fólk høvdu høvi at síggja,
hvssu eitt nú bjargingarbátar,
neyðrakettir, neyðbluss og
yvirlivilsisdraktir
skulu
brúkast í neyðstøðu.
Hetta er fyrstu ferð, at
vit hava skipað fyri einum
slíkum degi, og eg haldi, at
hann eydnaðist sera væl –
ikki minst, tí veðrið var so
gott hendan dagin.
Tað sigur John Tórður
Sigurðsson,
formaður
í
Bátafelagnum á Bakka.
Eini 100 fólk – bæði vaks
in og børn vóru við til
familjutiltakið.
Trygd og hugni
Endamálið við tiltakinum
var í fyrsta lagi at vísa fólki,
hvussu ein bjargingarbátur
verður blástur upp.
Gummibátatænastan
hevði
ein
bjargingarbát
heim við úr Havn. Hesin
báturin varð blástur upp á
bryggjuni “manuelt”, so
fólk sóu, hvussu báturin
blæsist upp.
Hann sigur, at ein annar
bjargingarbátur hjá einum
av limum felagsins eisini
varð blástur upp á bryggjuni
hendan dagin.
Hesin varð blástur upp
automatiskt, júst soleiðis
sum ein bátur verður blástur
upp í neyðstøðu. Her høvdu
fólk høvi at síggja, hvussu
hetta
verður
gjørt,
og
hvussu tað gongur fyri seg.
John Tórður sigur, at hes
in seinni báturin, sum kom
av einum frítíðarbáti, var til
fýra fólk.
Tað gekk væl at blæsa
bátarnar upp, og fólk fylgdu
við stórum áhuga við hes
um, sigur hann.
Onnur útgerð
Á familjudegnum sluppu
fólk eisini at síggja, hvussu
ein neyðrakett verður skot
in, og hvussu neyðbluss
skulu brúkast.
Fólk sluppu eisini at
síggja
yvirlivilsisdraktir,
hvussu tú letur teg í eina
slíka, og hvat er á eini drakt.
John Tórður sigur, at
menninir, sum sýndu fram
bjargingarútgerðina, dugdu
síni ting sera væl og dugdu
væl at greiða frá.
Nú havi eg verið á
trygdarskeiði og havi verið
til fleiri bjargingarroyndir.
Men tey eru nógv, sum hava
bátar ella hava áhuga fyri
bátum og sigling, ið ikki
hava verið á skeiði og
soleiðis onga frálæru hava
fingið í bjargingarútgerð.
Formaðurin í Bátafelagn
um heldur, at nú sigling við
frítíðarbátum vindur upp á
seg, hevur tað stóran týdn
ing at kunna um trygd á
sjónum.
Limirnir í okkara felag
eru fólk, sum hava bátar og
fólk, sum ongan bát eiga.
Einasta treyt fyri limaskapi
er, at tú hevur áhuga fyri
bátum – tað veri seg útróðr
arbáti, báti til frítíðarfiski
skap og frítíðarbátum ann
ars.
Sjálvur eigur John Tórð
ur, sum formaður í báta
felagnum, ongan bát.
Tað er tískil slett ikki
neyðugt at eiga bát fyri at
vera limur í felagnum,
leggur hann aftrat.
Matur og drekka
Familjudagurin á Bakka
byrjaði klokkan 14, og fram
sýningarparturin vardi í
stívliga tveir tímar ella so.
Eftir
framsýningina
fóru vit at grilla pylsur, og
tá fingu fólk eisini kaffi, te
ella Sunkist. Vit høvdu sett
upp eitt tjald, har fólk kundu
sita við borð og eta og
hugna sær saman. Fólk
høvdu sjálvandi eisini høvi
at síggja húsið
John Tórður sigur, at
felagshúsið var opið allan
dagin, og hann metir, at eini
100 fólk vitjaðu á økinum.
Eg haldi, at tiltakið
eydnaðist stak væl, og tað
var heppið, at veðrið var so
gott allan dagin.
Bátafelagið
á
Bakka
hevur einar 75 limir, og á
familjudegnum fekk felagið
einar 5 nýggjar limir. Lima
gjaldið er 200 krónur um
árið.
Meira sigling
John Tórður Sigurðsson
vísir á, at sigling við frítíðar
bátum hevur vundið nógv
upp á seg seinastu árini, og
hetta hava tey eisini merkt í
Bátafelagnum á Bakka.
Siglt verður bæði her
heima – til stevnur og festi
valar – og uttanlands.
Hann vísir á, at ein av lim
um í Bátafelagnum á Bakka
júst er komin aftur úr Dan
mark, har maður, kona og
barn hava siglt í egnum báti
í Danmark í einar fimm
vikur.
Trygd og hugn
Ikki tráða og snøri
Jørgen Niclasen, framsøgumaður í Fiskivinnumálum tekur ikki
undir við, at forða føroyingum tann sjálvsagda rætt at fara út í
fjørðin at fáa sær eitt kók. Tað er munur á vinnuligum fiskiskapi og
fiskiskapi til húsbrúk, munur tá ið firðir vera niðurringdir av línu til
vinnuligt endamál og so tá ið føroyingur fer út í fjørðin við snøri
ella tráu. Fiskiveiðan er ogn Føroya fólks og tí er tað ikki rímiligt at
frátaka hendan sjálvsagda rættin frá størsta partinum av føroying
um.Fiskiskapur til húsbrúks er ein brøkpartur av samlaðu. “Vit lata
ikki tráuna og snøri vera stóra syndaran” sigur Jørgen Niclasen,
framsøgumaður í Fiskivinnumálum hjá Fólkaflokkinum
Eingin arbeiðsløn goldin
”Vit eiga húsið, sum tað stendur og skylda ikki eina krónu.
Eingin króna er goldin í arbeiðsløn. Alt arbeiðið er gjørt
sjálvboðið, og vit hava fingið dyggan stuðul frá fyritøkum í
økinum”. Tað segði táverandi formaðurin í Bátafelagnum á
Bakka, Allan Poulsen, tá felagshúsið alment varð tikið í nýtslu.
Endamálið hjá felagnum er at fylkja bátaeigarar og bátaáhugað
at skipa fyri felags tiltøkum og veita tænastu fyri limir og
bátaeigarar annars.