Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 122 - 28. juni 2007 i hond í hond - Tey sendu bátin niður við skipi, og hann kemur eisini heimaftur við skipi. Síðan fóru tey niður at sigla, og sum eg havi skilt, eru tey sera fegin um hesa øðrvísi summarfrí í Dan- mark. John Tórður Sigurðsson, sum býr í Saltangará, hevur sjálvur siglt úti sum maskin- maður í fleiri ár. - Vit hava eina 5-manna- nevnd í Bátafelagnum á Bakka, og eg havi verið for- maður síðan seinasta aðal- fund. Formaður undan John Tórða var Hans Lamhauge, og undan honum var Allan Poulsen formaður. Felagshølini á Bakka hýsa eisini undirhúsi, og her hittast limir til prát at kalla hvønn dag. Áhugin fyri tiltakinum á Bakka var stórur, og fólk fingu bæði kunnleika um trygd og kundu hugna sær saman Eftir at hava fingið kunnleika um trygdarútgerð, varð tendrað undir grillini Tveir bjargingarbátar vórðu blástir upp, meðan fólk hugdu at. Í baksýni stendur báturin Brendan Fólk sóu, hvussu neyðbluss skulu brúkast í neyðstøðu Hesin báðir settu eisini við sínum ljóðførum sín dám á tiltakið Bátafelagið á Bakka eigur nýggj og snotulig felagshús, sum eisini hýsa undirhúsi Nýggjur sáttmáli Maskinmeistarafelagið og Arbeiðsgevarafelagið skrivaðu í gjár undir semju um nýggjan tríggjar mánaðar sáttmála. Umframt ymsar dagføringar av sáttmálanum fevnir semjan um lønarhækking, eftirlønarhækking og hækking í vaktargjøldunum. Lønin hækkar soleiðis: 1. Juni 2007: 2,42%, 1. Juni 2008: 2,42% og 1. Juni 2009: 2,43%. Eftirlønin hækkar við 1% hvørt ár. Eisini erru onkrar smærri broytingar í lønaravtaluni. 62% vøkstur Fiskafóðurfelagið Biomar í Noregi hevði í 2006 eitt úrslit eftir skatt, sum var heili 62% betri enn árið fyri. Úrslitið fyri skatt var nevniliga 196 miljónir norskar krónur móti 121 miljónum krónum í 2005. Rakstrarúrslitið í 2006 var 129 miljónir krónur móti 87 miljónum krónum í 2005. Samlaði umsetningurin av fóðursølu í 2006 var 1,621 miljardir krónur. Eginpeningurin hjá felagnum í 2006 var 184 miljardir krónur. Biomar hevur virkir í Noregi, Skotlandi, Fraklandi, Danmark, Grikkalandi og Chili.