Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 28. juni 2007 17 tíðindi Andlát og jarðarferðir Dieter Ferber, ættaður úr Týsklandi, búsitandi á Borg á Argjum, fer til gravar úr Argja kirkju fríggjadagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Dieter, kunnu lata synunum eina peningagávu, konta í peningastovnunum. Bønarhald verður yvir Rólant Høgnesen í Vesturkirkjuni hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin kl. 15. Tey, ið vilja minnast Rólant, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu, konto í peninga­ stovnunum. Pauli Stein Poulsen fer til gravar úr kirkjugarðs­ kapellinum í Tórshavn leygardagin 30. juni klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður, at elskaði maður, pápi, verfaðir og versonur okkara Dieter Ferber ættaður úr Týsklandi, búsitandi á Borg á Argjum andaðist í heiminum týsnáttina 26. juni, 67 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju fríggjadagin 29. juni kl. 12. Familjunnar vegna Elspa, Silja, Edmund og Hugin Tey, ið vilja minnast Dieter, kunnu lata synunum eina peningagávu, konta í EIK. Tøkk Tøkk til tykkum mongum, sum gleddu meg og okkum við at koma í 50 ára føðingardag mín. Takk fyri allar tær fínu gávurnar. Enn einaferð hjartaliga takk. Tom Dagurin 29. juni. Pætursøka. Tíðliga í fornkirkjuni varð 29. juni hildin til minnis um, at bæði Pætur og Paulus vórðu tiknir av døgum henda dag, Pætur krossfestur við høvd­ inum niðureftir, helst í árinum 64, og Paulus hálshøgdur, helst í árinum 67. Dagurin var upprunaliga bæði ein pætursøka og ein pálsmessa. Í dag hava eini kend før­ oysk­íslendsk hjún, Lina og Baldvin Jónsson í Reykjavík verið gift í 60 ár. Lina er ættað úr Froðba. Pápi hennara var Jógvan, og mamman var Olevina hjá Liða Dáva í Norðragøtu. Tey vóru níggju systkin, sjey beiggjar og tvær systr­ ar. Í dag liva bert systrarnar, Lina og Maria, eftir. Sum onnur ung fór Lina út at arbeiða, tá farið var úr skúlanum. Sum 17 ára gom­ ul kom hon til Havnar at tæna. Hon tænti hjá Gutt­ ormi Eysturoy, og hon tænti eisini hjá Hildu hjá Gutt­ ormi. Hon var eisini hjá Jens Simonsen, Bomm­Jens, og búði hon eisini her rættiliga leingi, meðan hon var í Havn. Har hon tænti, gjørdist hon eisini vinur við húsfólk­ ini í fleiri ættarlið. Samband­ ið til Jens gekk aftur til Gøtu. Jens var nevniliga Norðra­ gøtumaður, og hann vaks upp saman við Leo, sum var beiggi Linu. Leo kom nevniliga til Norðragøtu úr Froðba sum smádrongur. Her fekk hann barnalammilsi og fór ikki suðuraftur. Lina arbeiddi á hospitalinum í Havn í nøkur ár. 23 ára gomul fær hon sonin Herálv Andreassen, sum seinni gjørdist ein av okkara góðu sangarum. Í 1946 fara Lina og Herálvur til Íslands, og fór hon at arbeiða á tuberklahospital­ inum á Vifilstøðum í Garða­ bær, har ein onnur kend før­ oysk kvinna í Íslandi arbeiddi, nevniliga Maria hjá Líggjasi á Fløttinum í Syðrugøtu. Tær arbeiddu saman í mong ár og gjørdust eisini vinkonur fyri lívið. Lina ætlaði bert at vera í Íslandi nakrar fáar mánaðar, men tá hitti hon ungan vakr­ an mann, Baldvin Jónsson, og tey giftust 28. juni 1947. Lina kom tískil at verða búgvandi í Íslandi, meðan Herálvur kom heim aftur til Føroyar at búgva í 1948. Um hesa tíðina fingu Lina og Baldvin sonin Jón. Baldvin hevur arbeitt í nógv ár á Hampiðjuni, sum er ein trolverkstaður í Reykjavík. Fyrsta starv Lina hevði eftir, at hon giftist, var á Reykjavíkar apoteki. Her var hon í fimm ár. Síðan fór hon at arbeiða á katólska sjúkrahúsinum Landakoti, og her var hon, til hon gavst at arbeiða. Í 1953 fluttu tey í nýbygd hús í Breiðagerði 11 í Reykjavík, og her eru tey enn. Lina og Baldvin komu at kenna nógva sorg, báðir synirnir doyðu ungir. Jón doyði í 1992 og Herálv í 1999. Hetta neit sera meint, men Baldvin hevur verið Linu ein framúrskarandi maður, og saman bóru tey hetta fyrimyndarliga. Lina hevur eisini fingið eitt sera lætt sinni í vøggugávu, og tað hevur givið teimum nógvar vinir. Í Føroyingafelagnum í Reykjavík hava tey sett sín dám á. Henni dámar væl at dansa, og væl dugur hon at kvøða. Hon hevur eisini lært Baldvin stev, so hann stendur ikki aftanfyri nakran føroying í føroyskum dansi. Hittinorðað er Lina sum fáur, so tað er mangan látur, har Lina er. Lina er eisini heiðurslimur í Føroyingafel­ agnum, og hon hevur eisini verið í nevndini hjá felagnum. Tað eru ótaldir føroyingar, sum hava sitið væl inni hjá Linu og Baldvin í Breiðagerði. Tey eru til­ tikin blíð og góð við øll, sum kom á gátt. Tað verður eisini sagt um Linu, at hon plagdi at fara oman á keiuna ta tíðina, tá nógvir føroyingar sigldu við íslendskum skipum. Hon vildi vita, um hon kundi finna onkran føroying, sum hon kundi bjóða heim. Sama hjartalag vísti Baldvin. Áðrenn hálv­ talað orð, fer hann øll møgulig ørindi við teimum, sum koma á vitjan. Sonar­ børnini í Íslandi eru nú um tey bæði, og tað verður tikið til, hvussu góð tey eru við tey, ikki minst nú Lina og Baldvin eru farin at eldast. Tað eru eisini fá børn, sum hava so nógv at takka fyri, sum tey. Lina er framvegis spelkin sum ein ung genta hóast síni 91 ár, og Baldvin ber seg eisini sera væl. Vit vilja ynskja Linu og Baldvin hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum. Vit hittast javnan á føroyska sjómans­ heiminum í Reykjavík. Seinast var tað í mars. Vit vita, at Lina og Baldvin eru millum tey góðu umboðini fyri Føroyar, sum vit eiga í Íslandi, og tað er altíð hugaligt at hitta tey. ó Lina og Baldvin diamantbrúðleyp Fyrst í juli byrjaði ferðslufrálæran til tey størru akførini eftir nýggju ferðslulógini. Nýggja skipanin inniheldur meira av ferðsluteori, men tað tekur longri tíð og verður dýrari, sigur Johannus Hammer koyrilærari Ferðsla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mikudagin 4. juli byrjar Hammers Koyriskúli sína fyrstu undirvísingin til last­ bil, trailara og buss eftir nýggju ferðslulógini og ferðslufrálæruni. Størsta broytingin er iva­ leyst tann, at eftir nýggju lógini verður teoriundirvís­ ingin til tey stóru akførini: lastbil, trailara og buss, hvør fyri seg. Eftir gomlu skipanini var talan um somu grundteoriundirvís­ ing, men við tilleggi til trail­ ara og buss, sigur Johannus Hammer koyrilærari frá Hammers Koyriskúla. Frálæran er nú heilt øðrvísi. Hon verður tillaga til próvtøkuna, sum nú fer at fara fram á teldu á Akstovuni, á sama hátt sum til persónbil. Nýggja skipanin inni­ heldur meira av ferðsluteori enn tann gamla. Tað kemur at taka nógv longri tíð at fáa tey ymisku koyrikortini nú. Um ein næmingur t.d. skal hava koyrikort til lastbil, trailara og buss, tekur tað umleið fimm vikur at ganga til teoriundirvísing til hvørt av hesum akførum. Próvtøkan í teori og koyring verður nú saman­ hangandi, soleiðis at tá ein persónur hevur staðið teori­ royndina, kann hann fara beinleiðis til koyriroyndina. Hóast prísurin pr. tíma hjá koyrilærarunum er nær­ um tann sami, sum hann hevur verið í fleiri ár, verður tað munandi dýrari at taka koyrikort til tey stóru akfør­ ini., eisini tí at nú er tað lógarfest, at næmingurin skal hava 16 tímar + 1 tíma til koyriroynd, sigur Johann­ us Hammer frá Hammers Koyriskúla og leggur afturat at skipanin má roynast eina tíð fyri at kunna úttala seg um fyrimunir og vansar. Nýggj ferðslufrálæra til stóra koyrikortið Johannus Hammer frá Hammers Koyriskúla