hósdagur 28. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 122 - 28. juni 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
85 ára føðingardagur
Tann 29. juni 2007 verður KFUK í Havn 85 ár. Vit
halda føðingardagin sama dag í KFUK kl. 19. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Fríggjadagin 29. juni verður
listaframsýning við klipp
myndum og akvarellum í
Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru tey bæði lista
fólkini Vigdis Sigmunds
dóttir og Magni Dalsgaard,
sum sína fram. Vigdis er
kend fyri sínar klippmyndir,
hon hevur sýnt fram í
Føroyum, Danmark, Íslandi
og í Noregi. Mest kendar
eru myndirnar, úr kvæðinum
um Ormin Langa, hesar eru
prentaðar sum frímerki.
Klippmyndirnar
á
hesu
framsýningini eru landslags
myndir úr Føroyum.
Magni hevur akvarelmáln
ingar úr Føroyum, tað eru
landsløg og bygningar, ið
eru myndaevni. Hann hevur
sýnt fram í Føroyum og
Danmark. Eisini hava tey
fyrr sýnt fram saman.
Vigdis er dóttir navnframa
listamannin Sigmund Peter
sen. Magni er uppvaksin í
grannalagnum
hjá
Sig
mundi og hevur fingið stór
an íblástur haðani. Við
merkjast skal at Magni og
Vigdis eru sytskynarbørn.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin 29. juni kl. 16.
Leygardagin kl. 14 verður
fernisering. Opið er annars
frá kl. 14 til 18 í døgunum
til og við týsdagin 3. juli
2007.
Vigdis og Magni í Smiðjuni
Listafólkini Vigdis Sigmundsdóttir og Magni Dalsgaard lata fríggjadagin upp eina framsýning
við klippmyndum og akvarellum í Smiðjuni
Í dag hevur
Ingálvur av
Reyni
Jøkladal
lokið BA
prógv á
Ergoterapeut
uddannelsen i
København.
Prógv
Landsliðið
Fótbóltur á Svangaskarði
10. juni 1997
Á Svangaskarði spæla teir í dag
Har landsliðið og Malta leika har,
og hendan sera vakra sólskinsdag
har fólk í túsund tali hava leita sær.
Og Føroyakvinnur vakrar eru tit,
og arbeiða við gleði, strev og slit,
og gentur, dreingir uppala vit,
til sterkastu og vøkur ítróttarlið.
Og menninir við vøllin standa hjá,
teir fylgja við um nakar skorar mál,
og tað vil gleða okkum øll,
um teir nú vunnu her á heimavøll.
Ja kappingin er nú sera hørð,
eitt gult kort og annar útvístur er,
men tíggjumannaliði nú,
tvey eitt mál til Føroyar í vakrasta skrúð.
Kata
Í juli 1972 fingu hesir sjey stýrimenninir prógv á Føroya Sjómansskúla:
Absalon Páll Lydersen, Klaksvík, Kaj Pauli Mortensen, Tvøroyri, Suni Lamhauge, Glyvrar, Finnbogi Niclasen, Tvøroyri, Karl
Jonfeldt Jacobsen, Glyvrar, Atli Nolsøe Hansen, Tórshavn, og Jógvan Olsen, Sandavágur
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1972
Fyri 35 árum síðan:
Stýrimenn í 1972