hósdagur 28. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 28. juni 2007
15
nøvn
Í kjalarvørrinum av fyrstu
søluni av partabrøvum í
Føroya Banka hevur rok
tikið seg upp um, at parta
brøvini eru seld ov bíliga.
Hetta er burturvið, tí satt
at siga hevur tað almenna
fingið ov nógv fyri parta
brøvini. Nú 6 mió. parta
brøv eru seld, er staðfesti
meirprísurin í hvussu so er
75 mió. kr., v.ø.o. hevur tað
almenna fingið 75 mió. kr.
meira enn tað etiskt hevur
rætt til.
Tað er tí upp á sítt pláss
at spyrja, hvat tað almenna
ger við henda eyka
vinning, sum tað við síni
monopolstøðu hevur okrað
seg til.
Kann tað
almenna okra?
Føroyska samfelagið fekk
ein álvarsligan hvøkk av
kreppuni. Fyri tey flestu
var hesin hvøkkur menn
andi hóast alt, men tíverri
vóru nøkur, sum ikki komu
væl burtur úr. Tey mistu
hús og heim, rýmdu av
landinum og mong teirra
koma ongantíð aftur til
Føroya. Her mistu tey alt
og komu í óbótaliga skuld
– í áliti á samfelag og
myndugleikar.
Landið tók bankan á seg,
ikki fyri skattgjaldaran,
men tí at tað tordi ikki
annað, sum støðan var.
Onki var meira náttúrligt
hjá tí almenna enn at
sleppa sær av við bankan,
so títt og knapt hetta var
møguligt. Tað var tað fyri
langari tíð síðan.
Spurningurin er so,
hvønn prís tað almenna
kann loyva sær at krevja.
Uppgávan hjá tí almenna
er ikki at reka virksemi við
vinningi fyri eyga. Upp
gávan er at loysa felags
áhugamál, sum ikki kunnu
verða loyst av tí privata,
annaðhvørt tí vøran ella
tænastan ikki kann verða
seld (løgregla og verja t.
d.), ella tí at veitingin
hevur so stóran týdning
fyri alt samfelagið og eigur
at koma øllum í samfelag
num til góðar (vatnveiting,
elveiting, kloakkskipan,
telefonveiting o.t.), og tí
verður loyst sum eitt felags
samfelagsligt átak.
Kann eitt alment virk
semi verða rikið betri og
virknari í privatari kapp
ing, eigur tað at verða
einskilt. Verður tað ikki
tað, oyðsla vit við skatta
borgarans peningi, og
borgarin má rinda meira
enn neyðugt fyri vøruna
ella tænastuna.
Uppgávan hjá tí almenna
er heldur ikki at selja
felags ognirnar hjá
borgarunum við vinningi.
Tað hevði merkt tað sama
sum, at kommunur kunnu
spekulera, og at vit taka
undir við tí “aktiva
fíggjarpolitikki"” ið
partvíst førdi landið á
húsagang í áttati/níti
árunum.
Afturat hesum kemur
etiski spurningurin: um
felagsskapurin kann selja
felagsognina til nøkur fá til
hægri prís, enn ognin er
fingin fyri. Hetta hevði
svarað til, at kommunur
ognartóku jørð til
grundstykki og so seldu
nøkrum fáum hesi
grundstykki við góðum
vinningi. Tey, sum ikki
komu upp í part at fáa
grundstykki, verða jú ikki
betri fyri.
Rætti prísurin
fyri bankan
Rætti prísurin fyri bankan
kann í mesta lagi vera
1.764.000 kr.
Upprunaliga setti landið
(Fíggingargrunnurin)
2,685 mia. kr. í bankan,
men hevur síðan fingið
útlutað 921 mió., so netto
hevur landskassin sett
1,764 mia. kr. í. (Tá er sæð
burtur frá tí stóra
vinningsbýti, ið bankin
hevur goldið landskassa
num umframt stór skatta
gjøld, men hetta kann
kanska sigast at hava verið
við til at fíggja part av
givnum skattalættum. Tá er
eisini sæð burtur frá endur
gjaldinum í sambandi við
bankamálið, ið kanska var
fyri annan tort og sviða.)
Men tað eru hesar 1,764
mia., ið tey 10 mió. parta
brøvini kunnu verða seld
fyri. Hetta svarar rættiliga
væl til miðal av lægsta
(162) og hægsta (189)
kursi, ið partabrøvini
vórðu útbjóðað til.
Løgtingið valdi at selja 6
mió. partabrøv fyri henda
meðalkurs uppá 176, men
útbjóðingarhátturin hevur
gjørt, at higartil hevur
landið fingið 75 mió. kr.
meira inn enn ætlað.
Trúliga varð ikki væntað,
at vanligi føroyingurin fór
at keypa partabrøv í
stórum, og tí varð so lítið
ætlað honum.
Higartil kunnu vit sostatt
staðfesta, at tað almenna
hevur ikki roynt at okra
sær eyka vinning av sølu
av almennari ogn. Valdi
leisturin at selja gjørdi, at
landið hevur fingið eitt
sindur ov nógv inn, men
tað kundi sjálvsagt verið
minni, fór maður ikki av
húsi at fáa sær partabræv,
áðrenn útselt var – nakað
sum tá verkfall hóttir.
Hvat skal gerast við
eyka sølupeningin?
Tað er rímuliga einfalt at
taka støðu til, hvat tær
1.764.000 kr. skulu brúkast
til, t.e. hvar tær skulu fara.
Var yvirtøkan av banka
num ein uppgáva, sum bert
tað almenna kundi loysa,
og er henda uppgáva loyst,
eigur peningurin at verða
nýttur til annað alment
felagsligt átak, ið kemur
øllum borgarum til góðar.
Tað kann vera at gera
flogvallarlíkindini í
Føroyum altjóða kappingar
før, og kanska eitt sindur
afturat, ella tað kann vera
at leggja 10 Gigabyte
fipurkaðal inn í hvørt hús í
Føroyum. Á sama hátt sum
við SEV og Telefonverki
num, eru hetta stórar
íløgur, ið felagsgagnligt
koma øllum samfelagnum
til góðar. Samstundis eru
slíkar íløgur neyðugar í
okkara alheimsgerð. (At
leggja henda pening í ein
búskapargrunn er í roynd
og veru tað minst gagnliga
fyri samfelagið og er ein
háð ímóti Føroya fólki.
Ongin framburður liggur í
niðurgrivnum pengum.
Ella sum danir siga, den,
der gemmer til natten,
gemmer til katten.)
Vit eiga at fegnast um, at
Føroya Banki nú er vorðin
einskildur og kann menn
ast og vaksa í altjóða kapp
ing. Heldur enn at steðga
við einskiljingunum eigur
enn størri ferð at verða sett
á aðrar einskiljingar, ið
liggja á láni.
Skal Løgtingið partú
brúka kreftir upp á hesa
søluna, sum nú er farin
fram, hevði tað sømt seg
betur at hugt eftir, um tað
ber til at brúka eyka sølu
peningin til at endurrinda
teimum, sum veruliga
komu illa fyri, okkurt av
teirra tapum.
Eftir at danska fíggjar
eftirlitið hevði dømt øll
føroysk virði niður í sand
og øsku, kendu føroyskir
myndugleikar seg kroystar
at yvirtaka Bankan og seta
tann pening í, sum tørvaði
eftir virðismetingini hjá
fíggjareftirlitinum.
Hús á bygd áttu eftir
hesari meting ikki at verða
sett í hægri virði (prís) enn
300.000 og í Havn ikki
hægri enn 500.000 kr. At
tey – bygd fyri 1,2 mió. kr.
og meira – stóðu sum
trygd fyri lánum upp á 7
800 tús. kr., minkaði so
nógv um aktivini í banka
num, at hann – á pappíri
num í hvussu so er – var
insolventur.
Ræðumyndirnar um,
hvat fór at henda, um
Bankin bara var lýstur
konkurs, gjørdu, at Bankin
varð yvirtikin og ikki fekk
somu lagnu sum
Fossbankin.
Tað vísti seg, at nakað
nógv var gjørt av við niður
skrivingunum av virðunum
í føroyska samfelagnum,
og landið fekk rættiliga
skjótt síni innskot væl og
virðiliga aftur.
Men at fáa bankan
einskildan, t.e. at fáa hann
aftur til fólkið, hevur víst
seg at verið ein tungur
burður.
Ikki fyrr enn á ólavsøku
2000 var politiska skipanin
komin so langt, at løg
maður helt seg til at boða
frá, at landsstýrið fór at
seta kanning í verk at fyri
reika møguliga einskiljing
av almennum fyritøkum.
Einskiljingarálitið kom
árið eftir, men ikki fyrr enn
nú er bankin einskildur
eftir leisti, sum Løgtingið
hevur samtykt, men nú illa
vil kennast við.
Tað tyktist alt umráðandi
at bíða við einskiljingini,
til vit høvdu fingið ein
virðisbrævamarknað, sjálvt
um hetta bara seinkaði
einskiljingini. Uppskot
vóru annars um at bjóða
øllum føroyingum helvtina
av partapeninginum til
keyps fyri helvtar prís, og
núsitandi løgmaður skeyt
fyri nøkrum árum síðan
upp at geva øllum føroy
ingum part av partapeningi
num – fyri onki hugsi eg.
Hann fekk ikki undirtøku
tá, og nú er sjálvsagt ov
seint.
Tungi og drúgvi vegurin
skuldi partú veljast, og
nógv kjak hevur nú staðist
av, um skattgjaldarin nú
fekk nóg nógv burtur úr
søluni.
Hvat gera vit við tað, sum vit fingu ov nógv fyri bankan?
Kjartan
Kristiansen
Politikarar gera ein vørr av
og á fyri at gera seg sjón
ligar, og fyri at látast
klókir.
Øll eru vit greið yvir, at
fíggjarligt fyrilit eigur at
verða víst frá politikarum,
tí teir umsita okkara
pengar, og við tí fylgir
ábyrgd.
Nýggi fíggjarmála
ráðharrin Magni Laksafoss
sigur okkum í tíðindasend
ingini í útvarpinum 27.
juni, at undirsjóartunnil til
Sandoynna eigur at bíða til
einaferð, tá fíggjarligu
tíðirnar verða verri?,
meðan vit í dag eiga at
nýta góðu fíggjarstøðuna
til sosialar ábøtur!
Øll skilja, at sosialu
ábøturnar altíð eru neyðugt
at bøta um, men tað má
roknast fyri sokallað
"oppertunt" løtuvinnings
kent tá framstandandi
politikari trýnur fram, og
setir kostnaðin og týdning
in av einum undirsjóar
tunnli til Sandoynna, sum
fíggjarlig forðan fyri
neyðugum ábótum á
sosialu viðurskifti landsins.
Sama vísti annar
sambandsmaður/
javnaðarmaður Heðin
Mortensen á.
Vit í Sandoynni og við
framtíðini fyri ferðasam
bandinum til Suðuroynna
kunnu als ikki vera við til
at viðgera tunnilin á
tílíkum grundarlagi.
Undirsjóartunnilin er
stutt sagt ein fortreyt fyri
framhaldandi lívsmøgu
leikum í Sandoynni, og í
framhaldi harav tað sama
fyri Suðuroynna.
Ein politikkari við
ábyrgd fyri samfelagnum
hevur skildu at taka hetta
øki við sum ein part av
føroyum, og tí eigur
raðfestingin av samferðslu
íløgum ikki at verða tengd
at øðrum málsøkjum í
landinum, tí við minni ella
ongum fólki og virksemi í
Sandoynni og Suðuroynni
gerst landi fátækari til
umsiting av føroyum bæði
samferðsluliga og sosialt!
Ongan undirsjóartunnil til Sandoynna, Magni?
eyðun Viderø