hósdagur 28. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 122 - 28. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Nú má eg arbeiða út frá tí, sum eg havi
við mær í toilett-taskuni
Sølvi Winther Olsen, oyggjaleikalækni
Thierry Henry varð
sera væl móttikin, tá
ið hann mánadagin
á fyrsta sinni kom á
Nou Camp
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað tóktist greitt beinanveg
in, at FC Barcelonavið
haldsfólk
eru
ovurfegin
yvir at Thierry Henry er
komin til felagið. Heili
30.000 viðhaldsfólk vóru
savnað saman á Nou Camp,
tá ið hann júst hevði skrivað
sáttmálan.
Drúgvar samráðingar
Tað ljóðaði leingi, at Henry
var ávegis til FC Barcelona.
Hetta vildi felagið tó ikki
vátta, og Thierry Henry
sjálvur vísti hesum aftur
fleiri ferðir. Men so við og
við vórðu fleiri upplýsingar
at finna, eitt nú at næst
ovastin í FC Barcelona,
Ferran Seriano, var sæddur
í London saman við venj
aranum hjá Arsenal, Arsene
Wenger.
Sunnukvøldið kom so
boðini, ið øll høvdu bíðað
spent eftir. Arsenal gav boð
frá sær, og boðini fóru, at
samráðingarnar um Thierry
Henry vóru komnar á mál,
og tær vóru væl eydnaðar.
Mánadagin kl.17 føroyska
tíð varð Thierry Henry so
vístur fram á Nou Camp,
har hann samstundis bar
nýggju troyggjuna hjá FC
Barcelona, sum var har av
sama endamáli sum hann
sjálvur.
Vil vinna Champions
League
Henry er sera málrættaður,
nú hann er komin uppá
pláss í spanska stórfelag
num.
– Eg havi sera góðan hug
at
vinna
Champions
League. Tað er ein dreymur
fyri hvønn einasta fótbólts
leikara, og tað er eitt mál eg
gjarna vil røkka her, tí at
vinna Champions League
er tað einasta eg mangli
sum fótbóltsleikari, segði
franski landsliðsáleyparin
við tey næstan 200 fjøl
miðlafólkini,
sum
vóru
komin saman á Nou Camp.
Tað var ein sera kenslu
borin Henry, sum mánadag
in segði farvæl við Arsenal,
har hann hevði leikt síðan
1999. Hetta forðar honum
tó ikki í at vera sera glaður
fyri at leika fyri FC Barce
lona.
Fyrst av øllum vil eg
takka ovastanum, ítróttarliga
ovastanum og Frank Rij
kaard. Teir hava gjørt, at eg
standi her í dag. Eg eri sera
glaður fyri at vera her, og
eg fari at gera alt fyri felag
ið, segði Thierry Henry.
Finnast at Arsenal
Tað er ikki júst dagsins
koppur av kaffi hjá Arsenal
viðhaldsfólkunum, at felag
ið hevur latið sín stuðul
spælara fara. Heldur ikki er
ein fyrrverandi stórspælari
hjá Arsenal nakað fyri hesi
sølu.
– Henry er tann besti
spælarin, ið eg havi sæð í
Arsenal. Arsenal má sigast
at vera í einari lítlari kreppu
fyri tíðina, sigur 65 ára
gamli Bob Wilson, sum hev
ur vunnið bæði bestu deild
ina og FA Cup við Arsenal.
Venjaraskifti?
Fáur venjari er so væl lýdd
ur millum viðhaldsfólk,
sum Arsene Wenger er í
Arsenal. Wenger byrjaði í
starvinum í 1996, og hevur
trúðfastur staðið á odda fyri
liðnum í betri og verri tíð
um. Hann hevur sáttmála
við Arsenal komandi kapp
ingarár afturat, og nógv
bendir á, at hetta gerst sein
asta kappingarár hjá frans
manninum í Arsenal.
Sambandið millum Weng
er og leiðsluna í felagnum
viknaði í fjør, tá ið ein
nevndarlimur og besti vin
maður hjá Wenger, David
Dein, í fjør fekk sparkið frá
felagnum. Sambandið gjørd
ist ikki stórt frægari, tá ið
Wenger í ár hevði Nicolas
Anelka uppá tal sum av
loysari fyri Henry. Anelka
hevur fyrr verið í felagnum,
og hesum hevur leiðslan í
felagnum als ikki síni bestu
minni frá.
Live
Score í
føroysk
um fót
bólti
Áhugað fáa nú
møguleika at nýta
eina føroyska Live
Score skipan, sum
fyritøkan iGlobile
hevur ment sam
an við fótbólts
portalinum f.fo.
Henda skipanin
gevur brúkarum
møguleika at
fáa eitt smsboð,
hvørja ferð eitt
mál verður skotið
í einum formula
dysti
Fótbóltur
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakran
tíð verður ein føroysk
Live Score skipan tikin
í nýtslu, soleiðis sum
vit kenna tað frá øðrum
londum. Tað er føroyska
fyritøkan iGlobile sum
saman við fótbóltspor
talinum f.fo hevur ment
skipanina. Skipanin er
ein SMSskipan, sum
gevur brúkarum eini
SMSboð, hvørja ferð
eitt mál verður skorað í
formuladeildini. SMS
boðið sigur brúkara
num, hvat lið hevur
skorað, hvør hevur skot
ið málið, og hvat støðan
er í dystinum.
– Stórur tørvur hevur
verið á slíkari skipan.
Skipanin gevur fótbólts
fjepparum møguleika
at fylgja við í øllum
dystum í formuladeild
ini samstundis, sjálvt
um brúkarin bert sær
ein dyst, sigur Hans
Kárason
Mikkelsen,
sum saman við øðrum
hevur ment f.fo.
Skipanin er tó ikki
ókeypis. Hvørt SMS
boðið kostar tríggjar
krónur, sum brúkarin
betalir umvegis telefon
rokningina. Til ber at
skráseta seg sum brúk
ara á www.f.fo.
30.000 fagnaðu
Thierry Henry
19