Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 122 - 28. juni 2007 ] Tað er ikki oftari enn so. Men í føroysku leguni frøddust fólk, tá veðurmenninir staðfestu, at hitin fer at fella á leið 10 stig komandi dagarnar Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heima á brimbardu klettum okkara í Atlantshavinum er gott veður aloftast tað sama, sum tá lýkkan av álvara ger um seg. Tað er tó ikki tað, sum liggur í luftini, tá omanfyri­ standandi yvirskrift verður skrivað. Fyrstu dagarnar, sum føroysk ítróttarfólk hava verið á Rhodos, hevur talan snøgt sagt verið um drep­andi hita. Føroyska ferðalagið held­ ur til á norðursíðuni á oynni, og har ger lotið úr ægeiska havinum, at hita­ stigini ikki verða heilt so nógv, sum aðrastaðni. Men stigini kortini sníkja seg up­p­ um tey 40, er tað í meira lagi fyri ein norð­ búgva. Og so kunnu fólk annars bara ímynda sær, hvussu standurin er á suður­ p­artinum á oynni. Har skulu eitt nú føroysku súkklararnir royna seg, og mikudagin var hitin her heili 47 stig, tá hann var mestur. Tí eru tað kærkomin boð frá veðurfrøðingunum, tá hesir boða frá, at tað verður nakað svalligari komandi dagarnar. Fríggjadagin verð­ ur soleiðis sagt, termometrið fellur niður á eini 36­37 stig, og hóast tað eisini er ríkiligt, so er tað øllum før­ um meira liviligar umstøður at kap­p­ast í. Eitt brek í telduskipanini í Kastrup bar við sær, at á leið 7 føroysk kuffert hvurvu. Hósmorgunin komu flestu teirra tó aftur Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er slíkt, sum kann henda, tá viðføristaskur hvørva á eini uttan­ landsferð. Við neyvu skráseting­ ini, sum er standard á øllum flog­ vøllum ber tó aloftast til at finna fram til, hvar og við hvørjum flogfari kuffertið er farið. Men tann loysnin var tó ikki tøk, tá komið varð eftir, at fleiri kuffert hjá føroysku luttakarunum ikki vóru komin fram til Rhodos. Úr Kastrup­ vóru boðini nevn­ liga, at eitt brek á telduskip­anini bar við sær, at ta einu løtuna var eingin sum helst skráseting av viðførinum. Og tí ber ikki til at síggja, hvar tær 1.500 strikukot­ urnar, sum ikki vóru komar í skip­anina, vóru sendar. Medisintaskan burtur Eitt er, at til ber at keyp­a sær neyðugu klædnap­løggini til ferðina á staðnum. Og tí nýtist eitt mist kuffert ikki at sp­illa sp­ælið. Verri var, at heilivágstaskan hjá føroyska læknanum eisini var millum mista viðførið. ­ Nú má eg arbeiða út frá tí, sum eg havi við mær í toilett­ taskuni, so tað skal veruliga standa sína roynd, um eg dugi læknakynstrið, flenti Sølvi Winth­ er Olsen, tá hann kom eftir, at taskan var horvin. Innkeyp­sferðin á lokalu ap­otek­ ini kundu tó strikast hósmorgunin. Tá komu boð til samskip­aran hjá ÍSF, Ninnu Ørvarodd, at fleiri kuffert vóru komin. Hvaðani tey vóru komin, ella vhar hesi høvdu ferðast, fekk Ninna einki at vita um, men ivaleyst var lættin stórur hjá teimum, sum fingu viðførið aftur. Enn eru tó tvey kuffert, sum ikki eru funnin, men vónandi koma hesi tó onkran av døgu­ num. Veðrið verður betri Læknataskan bíðaði cyber-space Sól, summar og strendur. Tað plagar at vera ímyndin av eini ferð suðureftir. Men sólin kann eisini blíva í meira lagi Mynd: Álvur Haraldsen Eriksson vil hava Yakubu Longu fyrsta starvsdagin sum venjari í Manchester City, hevur Sven­Göran Eriksson sett sítt ynski fyri felagnum. Tað er nevniliga at fáa Middlesbrough­áleyp­aran Yakubu til felagið. Middlesbrough krevur 110 mió. kr. fyri farliga áleyp­aran, sum hevur skorað 61 mál í fýra kap­p­ingarár. Parkin skal umbyggjast Heimavøllurin hjá FCK og ognin hjá Flemming Østergaard, Parkin, skal um tvey ár umbyggjast. Ætlanin er at skilja leikvøllin í tvey við einum risa stórum veggi. Í veggin skal blasast luft, soleiðis at báðu megin verður ljóðtætt. Ætlanin við hesi umbygging er, at fleiri møguleikar skulu fáast. Eitt nú at hýsa øðrum ítróttar greinum, so sum tennis og hondbólti.