Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 Dagrøktarmamma Søkt verður eftir dagrøktarmammum til Kommunalu Dagrøktina í Runavíkar Komm- unu. Nærri upplýsingar starvinum viðvíkj- andi fáast frá dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594. Skrivlig umsókn skal verða Dagrøktini í hendi í seinasta lagi 20.01.2000. Dagrøktarskipanin í Runavíkar Kommunu Heiðavegur 600 Saltangará Hús til sølu Um hóskandi boð fæst, eru eini enda- raðhús í Vesturbýnum til sølu. Byggiári: 1993. Húsini eru í tveimum hæddum á góðar 50m2. Niðara hæddin: Stova, køkur, fýrrúm og gond. Ovara hæddin: Hjúnarúm, 2 kømur, skápsrúm og baðirúm. Bilhús + parker- ingspláss til 1 bil. Barnavinarligt umhvørvi. Gott útsýni! Áhugaði ringið tlf. 318899 aftaná kl. 17.30, sendi teldupost: ovali@post.olivant.fo, ella vitjið heimasíðu okkara, http:/heima.olivant.fo~ovali/ Urtagarðsarbeiði Vit átaka okkum allar uppgávur viðvíkj- andi nýgerð av urtagørðum herundir leggj- an av flísum og smærri grótlaðingar. Somuleiðis átaka vit okkum røkt av urta- gørðum og kunnu samstundis minna á at nú er rætta árstíðin at flyta/klippa trø og runnar. Fa. Urtagarðsrøkt v/ Mads Jensen Nólsoy Tlf. 327131 - 283953 Dagstovnurin á Oyri Til dagliga reingerðing av Dagstovninum á Oyri verður hervið søkt eftir einum fólki at byrja beinanvegin. Skrivlig umsókn skal verða Sunda Komm- unu í hendi seinast 17. jan. 2000. Sunda Kommuna 460 Norðskála Tlf. 422113 Spurnablaðskanning um framtíðar ynskiligt bústaðarmynstur Vísandi til at Húsalánsgrunnurin fyrst í desember 1999 sendi út spurnabløð fyri at kanna tørvin á einum framtíðar ynski- ligum bústaðarmynstri, undir heitinum eldrabústaðir, verður sagt frá at møguleiki er fyri at svara hesa vikuna afturat, og verður innlatingarfreistin sostatt sett til 10. januar 2000. Húsalánsgrunnurin Avloysari til skrivstovustarv Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ein- um fólki til skrivstovuna at byrja sum skjót- ast sum avloysari fyri skrivstovufólk í barnsburðarfarloyvi. Arbeiðið fevnir um skrivstovuhald, skriv- araarbeiðið, avgreiðslu og samskiftið við limir og viðskiftafólk. Tað er ein fyrimunur um tú: • hevur hóskandi útbúgving og arbeiðs- royndir • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir • dugir væl at samskifta á føroyskum • hevur telduførleika á brúkarastøði (Win- dows Office forrit) Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert skrivstovustarv og løn eftir avtalu. Starvs- setanin varar væntandi til 1. september 2000. Skrivlig umsókn, merkt »Skrivstovustarv«, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. jan. 2000. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Jan Mortensen, ella Bjørgfríð Ludvig á tlf. 311864. Føroya Arbeiðsgevarafelag Vinnuhúsið, Postsmoga 179 110 Tórshavn Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri felags skrivstovuni hjá 11 vinnufel- øgum og í løtuni starvast 5 fólk í umsitingini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møgulig kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og politiskari ávirkan. Feløgini taka sær av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum. Ábyrgdarøki: - Samskifti - Journal - Bókhald stovnsins Av uppgávum kunnu nevnast: - Avgreiða telefon, kalendara og røkja skrivara- uppgávurnar hjá stjórnini - Skipa journal og taka móti posti - Avgreiða skjøl hjá stovninum til bókingar og stemma av - Fyrireika fundir - Viðlíkahalda skriv, formalar o.t. á intra-/ internetinum Útbúgving og krøv til viðkomandi, ið verður sett/- ur: Viðkomandi, ið settur verður - skal duga væl at skriva rætt føroyskt - skal hava ástøðiligan kunnleika innan fyrisiting og roknskap - skal verða førur fyri at átaka sær uppgávur fyri leiðsluna - skal helst hava royndir sum skrivari - skal helst hava kunnleika til journalisering Setanarviðurskifti: Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknarfreist: Umsóknir við viðmælum og prógvum skulu vera Føroya Gjaldstovu í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2000. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Leif Abrahamsen, stjóra. Á gjaldstovuni starvast umleið 30 starvsfólk. Gjaldstovan førir roknskap yvir játtanirnar á fíggjarlógini og førir m.a. eisini roknskap yvir ogn og skuld landskassans. Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um hendi ein part av almennu lønaravgreiðsl- unum. Starv á Føroya Gjaldstovu sum skrivari hjá stjóra/stjórn er leyst at søkja til setanar beinanvegin: sosialinum Lýsið í Sosialurin HAR TA‹ HENDIR søkir eftir SERVITRISU m/k Áhuga›i kunnu venda sær til Tel. 213430 Smoga 1140 • FO 110 Tórshavn Tel. 313430 • Fax. 313220 Viðmerking: Í sambandi við nakrar av trupuleikunum, ið hava tikið seg upp nú nýggja pensións- lógin kom í gildi á nýggj- árinum, havið eg henda spurning til Bjarna Djur- holm, fíggjarnevndarfor- mann og Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjar- málum. Hevur ein landsstýris- maður loyvi til at lýsa kunn- gerðir um t.d. stuðul eftir forsorgarlógini og almann- apensiónslógini, tá hesar kunngerðir væntast at við- føra eykaútreiðslur fyri landsskassan fyri verandi fíggjarár uppá í minsta lagi kr (5)6 mió., og hesin pen- ingur ikki er avsettur á fíggjarlógini ella umbiðin/ játtaður í eykajáttanarlóg? Tá nýggja lógin um al- mannapensiónir kom í gildi á nýggjárinum, mistu av- lamispensionistar rættin til avlamisveiting. Tann 20.12.99 kom kunngerð um stuðul til hjálparráð, har tey, ið eftir gomlu lógini høvdu (hava) rætt(mist) til avlam- isveitingina, kunnu søkja um líknandi upphædd eftir § 18 í forsorgarlógini. So- leiðis sum kunngerðin er orða og sum eisini ætlanin var, so skulu fólk ið fara at søkja um henda stuðul kunna skjalprógva tær eyk- aútreiðslur, ið søkjast kann um endurgjald fyri. Í fimmaranum 5. jan, segði landsstýrismaðurin í almannamálum tó, at øll, ið hava mist avlamisveitingina skulu hava eina upphædd svarandi til kr. 1870,- um mðr uttan at tað er neyðugt við skjalprógvum fyri eyk- aútreiðslur. Hetta er at gleð- ast um, men fyri at málið frá byrjan ikki skal gerast ein størri hurlivasi enn tað longu er vorið, so vil eg minna á at hetta ( í hesum fíggjarárinum)væntandi kemur at føra við sær eina eykaútreiðslu uppá 1.8 mió, innan forsorgarøkið. Talan er um uml. 80 fólk, ið kunnu fáa stuðul og pen- ingur er ikki avsettur á fíggjarlógini og ikki umbið- in/játtaður í eykajáttanarlóg. Tí er omanfyrinevndi spurn- ingur settur. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum hevur eisini boða frá at ávísir pensión- istar, ið vegna nýggju al- mannapensiónslógina, hava mist veitingar, skulu hava ymisk ískoytir í pensiónina. M. a. skulu fyritíðarpen- siónstar giftir við ikki pensionistum hava ískoyti uppá kr 856, - um mðr. framyvir. Tá talan er um fleiri enn 400 pensionistar, verður eykaútreiðslan om- an fyri kr. 4 mió. um árið. Hesin peningur er heldur ikki játtaður á fíggjarlógini. Aðrar ábøtur, ið landsstýr- ismaðurin eisini hevur lov- að ávísum pensionistum eru truplar at gera upp í pengum fyrr enn málini eru lýst nærri. Sostatt er fyribils talan um útreiðslur uppá uml. 6 mió, ið ikki eru avsettar á fíggjarlógini. Í álitinum til fíggjarlóg fyri ár 2000, segið fíggjar- nevndin m.a. „Gjøgnumskygni Fíggjarnevndin ynskir at gjøgnumskygni skal verða á galdandi fíggjarlóg. Undir viðgerðini hevur fíggjar- nevndin umrøtt, í hvønn mun lógabundnar útreiðslur eisini skulu standa á fíggj- arlógini fyri viðkomandi ár. Í § 43, stk. 2, í stýrisskipan- arlógini er ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Spurningurin er, um ein vanlig løgtingslóg uppfyllir tey heimildarkrøv, sum § 43, stk. 2, setir fyri lógliga at brúka pening úr lands- kassanum. Av løgtingsvið- gerðini av stýrisskipanar- lógini skilst, at landsstýrið í upprunaliga uppskotinum hevði orðað § 43, stk. 2, soleiðis, at bara var heimil- að at nýta pening, um upp- hæddin var játtað á fíggjar- lógini. Undir málsviðgerð- ini hevði tingnevndin, sum viðgjørdi málið, frammi at skoyta uppí, at eisini kundi brúkast peningur, sum hevði heimild í „aðrari galdandi heimildarlóg“. Tá ið álit kom fyri tingið, hevði nevndin broytt hugs- an soleiðis, at tað kom at standa: „ella aðrari játtan- arlóg“. Hetta merkir sbr. vanligum løgfrøðiligum tulkingargrundreglum, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening, tað krevst, at útreiðslan skal standa á eini „aðrari játtanarlóg“, sum má skiljast sum ein eyka- fíggjarløgtingslóg. Harvið kann komast í ta løgnu støðu, at borgarin, sbr. eini vanligari løgtings- lóg hevur krav um ávísa upphædd frá landsstýrinum og kann fara í rættin og fáa dóm við eftirfylgjandi tvingsilsfullgerð fyri upp- hæddini, meðan landsstýr- ismaðurin ikki hevur neyð- ugu heimildina sbr. § 43, stk. 2, at gjalda út peningin til borgaran, tí at upphæddin ikki stendur á fíggjarlógini ella á eini eykajáttanarlóg. Henda løgfrøðiliga tvístøða má loysast á tann hátt, at § 43, stk. 2, má skiljast so- leiðis, at hon setir krav um, at landsstýrismaðurin á øk- inum hevur eina rættarliga skyldu altíð at syrgja fyri, at uppskot, um neyðugt, verður lagt fyri Løgtingið sum eykajáttanarlóg í før- um, har lógabundnar út- reiðslur fara at hava við sær útreiðslur, sum ikki standa á fíggjarlógini. Men upp- hæddina, sum borgarin hev- ur krav um sbr. løgtingslóg, má hann gjalda, hóast pen- ingurin ikki stendur á fíggj- arlógini. Tingið hevur, tá málið kemur fyri, tvinnar kostir í at velja, antin at játta pen- ingin á fíggjarlógini ella at taka av vanligu løgtingslóg- arheimildina fyri útreiðsl- uni. Samanumtikið er niður- støðan, at tað er lógakrav, at lógabundnar útreiðslur al- tíð eisini skulu síggjast á fíggjarløgtingslógini ella á eini eykajáttanarløgtings- lóg. 5.4 Lógarbundin játtan Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upp- hæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensiónin verða nevnd. Talan er um lógarbundnar útreiðslur, t.d. tá ið móttak- arin sambært lóg hevur rætt- arkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peninga- upphæddin ella útrokning- argrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg. Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini so neyvt sum gjørligt. Um tað í fíggjarár- inum vísir seg, at hesar met- ingar væntandi ikki koma at halda, skal landsstýrismað- urin leggja uppskot um eyk- ajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna“ Tá spurningur mín ikki snýr seg um veitingar, ið borgarin hevði/hevur krav uppá eftir nakrari lóggávu, men nýggj tiltøk, ið lands- stýrið ætlar sær undir fyri at bøta um ringastu fíggj- arligu avleiðingarnar av nýggju pensiónlóguni, má metast at verða enn meira neyðugt at hava peningin játtaðan á fíggjarlógini, sambært tulking fíggjar- nevndarinnar. Kristian Magnussen løgtingsmaður Spurningur til landsstýris- mannin í fíggjarmálum Tað hendi ikki tær stóru kollveltingarnar á aðal- fundinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum í Havn beint fyri nýggár. Tí har vóru tríggir av teimum fýra nevndarlim- unum, sum stóðu fyri val- ið, afturvaldir. Tann fjórði bar seg und- an afturvalið. Tað var Mortan Poul- sen á Eiði, sum ikki vildi veljast aftur. Ístaðin fyri hann varð Jákup Gøthe valdur, hann var nevndarlimur áðrenn. Teir tríggir, sum vórðu afturvaldir, vóru Jónberg á Mýrini í Sandavági, Regin Nónstein í Hvalba, sum er næstformaður og Ellintur Abrahamsen í Fuglafirði, sum er for- maður Í nevndini eru Harum- framt, Jákup Múller í Saltangará, Rógvi Høj- gaard í Havn og Bjarni Kass í Havn. Hesir tríggir vórðu valdir á aðalfundinum í 1998 í eitt tvey ára skeið og standa tí fyri vali á aðalfundinum seinast í ár. Eykalimirnir verða valdir hvørt ár, og teir eru Egil Simonsen í Havn, Jo- hannes Jacobsen í Havn, Harry á Lakjuni í Fuglafirði og Leivur Christiansen í Sandavági. –áki– Fingu ein nýggjan lim í nevndina Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Av heimasíðuni síðuni hjá B36, sum ikki er almenn enn, frættist, at hópur fel- agsins møguliga verður styrktur við einum ella tveimum útlendskum leik- arum. Talan sigst vera um ein álopssinnaðan miðvallara úr Svøríki umframt ein verju- leikara úr Noregi. Talan skal vera um leik- arar, sum nýggi svenski venjari felagsins, Pelle And- ersson hevur havt samband við, og sum báðir hava sýnt áhuga í at koma til Føroya at leika. Ikki óhugsandi Kristian á Neystabø, for- maður í B36, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, við tað at hann metir, at tað enn er komið ov stutt áleiðis í hesum máli, men sam- stundis sigur hann, at tað ikki er óhugsandi at hópurin verður styrktur við út- lendskum leikarum. Hann sigur at teir í løtuni rokna við, at leikarahópurin verður á leið tann sami sum seinasta ár hóast nakað av til- og frágongd hevur verið, men at tað annars veldst um, hvørjar broytingar verða hópinum komandi ár. Við hesum sipar formað- urin helst til, hvussu lagnan hjá Jens Kristiani Hansen fer at verða, nú hann í nakr- ar mánaðir roynir seg í skotskum fótbólti. Um nú- verandi leigusáttmálin seinni vísur seg at gerast til eitt keyp av liðformanni- num, er talan í hvussu so er um ein sera týdningarmikl- an part av hópinum, sum tá er broyttur. B36 setir segl Nærvarp Okkara aftur í luftini Møguliga fer B36 at styrkja seg við útlendskum leikarum, nú teir skulu gera enn eina roynd at vinna meistaraheitið til felagið Síðan miðan desembur hev- ur føroyska røddin á 91,4 mhz á FM bandinum og 98,8 mhz á hybrid netinum í Keypmannahavnarøkinum verið pinnastill. Í stóru ódn- ini í Danmark tann 3. des- ember í fjør brotnaði sendi- masturin, sum Nærvarp Okkara saman við fimm øðrum útvarpstøðum brúk- ar. Nú er sendimasturin komin upp aftur,0 og høg- tíðin er farin framvið, og tí sendir nærvarpið aftur sum vant. Byrjað verður aftur nú fríggjakvøldið klokkan 20.00. Tað vera Niels Uni Dam, Barbara Christopher- sen, Kirsten Løth og Eyð- finn Drewsen, sum sita í sendihølinum. Í sendingini verður hugt at nøkrum av teimum før- oysku fløgunum, sum komu út hetta seinasta ártíggjundi. Sunnudagin klokkan 13.00 verður nærvarpið aft- ur í luftini við tí vanligu sunnudagssendingini við tíðindum úr Føroyum og ymiskum innsløgum, siugr Nærvarp Okkara í tíðinda- skrivi. Kristian á Neystabø vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um útlendsku leikararnar Kristian Magnussen