fríggjadagur 7. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
Jákup Mørk
Tá tosað verður um føroy-
ska luttøka í altjóða ítrótt-
arkappingum, er tað aloftast
A-landslið okkara í fótbólti,
sum talan fyrst fellur á.
Soleiðis hevur ikki altíð
verið, tí í sjeytiárunum og
fyrsta partin av áttatiáru-
num, var tað í nógv størri
mun hondbóltsleikarar okk-
ara, sum gjørdu vart við seg.
Flestu okkara minnast iva-
leyst føroysku luttøkurnar í
C-HM kappingunum, har
leikarar okkara fleiri ferðir
komu heim aftur við heilt
góðum úrslitum.
Seinastu árini hevur tó lít-
ið verið at hoyrt um nakað
A-landslið í hondbólti, og
kemst hetta einamest av
teirri orsøk, at fíggjarliga
orkan hjá hondbóltssamb-
andinum ikki hevur verið
nóg góð.
Feløgini hava fíggjað
Kortini varð fyri tveimum
árum síðani avgjørt, at seta
gongd aftur á landsliðs-
hondbóltin, og var hetta í
fyrsta umfarið gjørt á tann
hátt, at fýra landsliðsbólkar
vórðu gjørdir fyri yngru
leikararnar.
Hetta arbeiði hevur so
koyrt tey bæði seinastu ár-
ini, og umframt at halda á-
fram við hesum arbeiði,
hevur HSF nú gjørt av, at
fara undir aftur arbeiðið við
A-landsliðum hjá bæði
monnum og kvinnum, sigur
Petur Ove Petersen, for-
maður í HSF.
Einki er at dylja yvir, at
økingin í virkseminum fyrst
og fremst er grundað á tær
peningaupphæddir,
sum
hondbólturin nú fær frá ÍSF,
í.s.v. at fyrstu veddinga-
rmilliónirnar nú eru komnar
til landið.
Árliga er talan um eina
upphædd á góðar 400 tkr.
sum HSF á henda hátt fær
frá ÍSF. Frammanundan
fekk HSF góðar 200 tkr. av
landskassajáttanini til í-
tróttin, og við tað at henda
upphædd er varveitt, eru
fíggjarligu umstøðurnar hjá
hondbóltinum nú munandi
broyttar.
Fíggingin av arbeiðinum
við U-landsliðunum er ann-
ars farin fram á tann hátt, at
øll hondbóltsfeløgini í land-
inum hava rindað eitt
grundgjald upp á 5.000 kr.
Í tøkum tíma
Eftir drúgvan steðg er nú líkt til, at Føroyingar aftur fáa høvi at
síggja okkara fremstu hondbóltsleikarar luttaka í altjóða kapp-
ingum.
til
hondbóltssambandið,
umframt at hesi hava rindað
1.000 kr. fyrii hvønn lands-
liðsleikara, sum felagið eig-
ur. Harumframt hevur HSF
fingið 10 kr. fyri hvørt selt
atgongumerki í kappingar-
árinum, so fyrst og fremst
eru tað feløgini sjálv, sum
hava fíggjað landsliðs-
arbeiðið.
Tað ljóðar kanska eitt
sindur løgi, at feløgini hava
verið noydd at rinda fyri at
hava landsliðsleikarar, men
veruleikin er helst tann, at
hetta hevur verið einasta
gongda leið. Lítið er at ivast
í, at hetta er ein sera týd-
ningarmikil partur í menn-
ingini av einstøku leikaru-
num, eins og landsliðslut-
tøka eisini er ein stór gularót
fyri leikararnar.
Tískil munnu flestu feløg-
ini helst síggja hesar upp-
hæddir sum eina íløgu í
framtíðina hjá hondbóltin-
um, heldur enn útreiðslur,
og tað er í hvussu so er gleð-
iligt, at feløgini á henda hátt
hava givið sítt ískoyti, so-
leiðis at landsliðshondbólt-
inum hevur verið lív lagað.
Til Belgia
Hjá kvinnunum er Sophus
Dahl Christiansen settur
sum høvuðsvenjari. Sophus
hevði í fleiri ár abyrgdina
av besta kvinnuliðnum hjá
Kyndli, og fekk hann eisini
tvey meistaraheitið við hes-
um, áðrenn hann í vetur
flutti yvir á mannfólka-
síðuna.
Afturat sær hevur Sophus
fingið núverandi venjaran
hjá
kyndilskvinnunum,
Flemming Raben, og fyrsta
uppgáva teirra verður, tá
kvinnulandsliðið í mei mán-
aði skal til Belgia, har kapp-
ast verður um sonevnda
Challenge-Trophy. Hetta er
ein millumtjóða kapping
fyri smátjóðir, og eru eini
8-10 lond við í hesi kapp-
ing.
Møguleiki er eisini fyri
onkrum landsdystum undan
hesum, og í løtuni verður
arbeitt við at fáa íslendska
kvinnulandsliðið hendan
vegin í antin februar ella
mars mánaði.
Móti Grønlandi
Hjá monnunum er Palli
Joensen settur at taka sær
av venjingini, og afturat sær
hevur hann fingið Hjalmar
Klein Olsen, sum er venjari
hjá VÍF og undangongu-
mann hansara, Daniel Rápa.
Petur Ove greiður annars
frá, at fyri fyrst eru teir í
HSF farnir undir at skipa
fyri venjingarlegum og
landsliðssavningum,
og
verður fyrsta av hesum um
einar 2 vikur.
Arbeitt verður eisini við
at skipa fyri onkrum venj-
ingardystum, og í løtuni
verður tosað við grønlend-
ska hondbóltssambandið
um at fáa venjingardyst
móti grønlendska landslið-
num, og eru teir sinnaðir at
koma henda vegin í antin
februar ella mars.
Grønlendska landsliðið
hevur
ikki
luttikið
í
evropeiskum høpi seinastu
árini, men ístaðin hava teir
av landafrøðiligum orsøk-
um luttikið í Pan-Ameri-
konsku kappingini, og hava
teir í fleiri førum fingið góð
úrslit í hesi kapping.
Júst hvørjir aðri dystir
verða á skránni er ikki fast-
lagt enn, men møguliga ber
til at skipa soleiðis fyri, at
menninir vera við í ferða-
lagnum, tá kvinnurnar fara
til Belgia, soleiðis at teir á
tann hátt kunnu fáa onkrar
venjingardystir móti t.d.
Luxemburg ella møguliga
onkrum belgiskum liðið.
Fyrsta altjóða uppgávan
hjá monnunum verður ann-
ars í 2001, tá undankapp-
ingardystir til heimsmeist-
araheitið standa á skránni.
Skipanin verður tá soleiðis,
at Føroyar koma í bólk sam-
an við 3 øðrum londum, og
verða sostatt í hvussu so er
6 landsdystir leiktir hetta
árið.
Eingir stuðlar
Sum nevnt, verða fyrstu
venjingarnar hjá landslið-
num hildnar um einar tvær
vikur, og hevur HSF í hes-
um sambandi heitt á feløg-
ini um at siga frá, at hvørjar
leikarar tey halda vera ak-
tuellar til landsliðið.
Annars leggja teir í HSF
stóran dent á, at teir leikarar,
sum verða úttiknir til lands-
liðið, eiga at hondbólt sum
fremstu ítróttargrein, soleið-
is at teir ikki koma í ta støð-
u, at ein landsliðsleikari ikki
fær verið við í onkrari kapp-
ing ella venjing, orsakað av
at viðkomandi er upptikin
av eitt nú fótbóltslands-
kappingini.
Peter Ove greiður víðari
frá, at hóast teir við vedd-
ingarpeninginum frá ÍSF
hava fingið væl meira av
peningi at arbeiða við, so
merkir hetta ikki, at allir
trupulleikar eru loystir.
- Vit eru framvegis
noyddir at gera alt so bíligt,
sum yvirhøvur gjørligt, og
umframt peningin frá ÍSF
og
hondbóltsfeløgunum,
verður eisini arbeitt við æt-
lanum um at fáa stuðlar til
landsliðsarbeiðið, greiður
formaðurin frá.
Lítið er at taka seg aftur
í, at tað í dag er fótbólturin,
sum fer avstað við teimum
flestu
stuðulskrónunum,
men megnar hondbólturin
aftur at koma upp á tað støð-
ið, har teir vóru fyri 15-20
árum síðani, er lítil ivi um
at áhugin fyri hesi ítróttar-
grein aftur fer at veksa.
Allarhelst verður Artur at síggja millum teirra, sum fara at manna A-landslið okkara
Savnsmynd
ÍtróttarSosialurin
kann sjálvandi eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Orsøkin til leikbannið er reyða kortið, sum Allan
fekk í seinasta dystinum hjá H71 í grundspælinum,
tá H71 vitjaði inni í Runavíkini.
Atburðurin, sum Allan sýndi á vøllinum í hesum
dysti, og kanska serliga eftir at hann hevði fingið
reyða kortið, verður mettur at vera somikið ósømi-
ligur, at kappingarnevndin hevur fastsett leikbannið
til 4 dystir.
Skipanin við reyðum kortum er annars broytt í ár,
soleiðis at reytt kort beinan vegin gevur leikbann í
fyrst komandi dysti, og var Allan sostatt leikbannaður
til dystin mikukvøldið, tá liðfelagar hansara skuldu
royna seg í Vestmanna.
Nú hevr kappingarnevndin so gjørt av, at leingja
leikbanni við 4 døgum, og mugu hoyvíkingar sostatt
tríggjar dystir afturat uttan at gera nýtslu av sterka
klaksvíkinginum.
Fyrimyndir
Ofta verður tikið til, at teir leikarar, sum á ein ella
annan hátt skara framúr í ítróttarhøpi, eru størstu
fyrimyndirnar hjá ungu leikarum okkara, og í so máta
er ikki talan um nakað undantak í hesum føri.
Hóast tað ikki er orsakað av avrikum hansara á
hondbóltsvøllinum, so eru tað uttan iva hópatals ungir
føroyingar, sum hava Allan sum ein av størstu fyri-
myndinum sínum, og í so máta má tað sigast at vera
sera óheppið, at leikarin sýnir slíkan atburð.
Tað er nevnliga soleiðis, at við støðuni sum ein av
fremstu ítróttarmonnum okkara, fylgir eisini ein
ábyrgd. Nevnliga ein ábyrgd um at sýna seg sum ein
rættan ítróttarmann, soleiðis at hetta kann hava eina
positiva ávirkan á ungdóm okkara.
Tað gjørdi Allan so ikki í hesum føri, og nú er so
revsingin fyri hetta komin frá Hondbóltssambandi-
num.
4 dagar
leikbann
Kappingarnevndin hjá HSF
hevur tikið avgerð um, at H71
leikarin, Allan Mørkøre, skal
hava leikbann í 4 dagar
jakup
JÁKUP MØRK
Neistin-Tjaldur 26-15 (12-8)
Upprunaliga skuldi dysturin
verið leiktur beint fyri jól,
men við tað at koyrilíkindi-
ni vóru so vánalig ta ferð-
ina, varð ógjørligt hjá tjald-
ursleikarunum at koma til
Havnar, og varð dysturin
tískil útsettur.
Fyrrakvøldið varð dyst-
urin so endiliga leiktur, og
kann endaliga støðan av
grundspælinum sostatt ger-
ast upp, áðrenn farið verður
undir endaspælið.
Eingin ivi
Frammanundan mundi á-
hugin fyri dystinum ikki
vera tann heilt stóri, og hetta
sást eisini týðuliga aftur í
lága áskoðaratalinum.
At áhugin var somikið lít-
il, er kanska heldur ikki so
nógv at siga til, tí tað var
skjott greitt, at styrkismun-
urin millum liðini bæði var
rættuliga stórur.
Neistin legði seg beinan-
vegin fram um, og hóast úti-
liðið so dánt megnaði at
fylgja við í fyrra hálvleiki,
so var ongantíð nakar ivi um,
hvar stigini fóru at enda.
Í seinna hálvleiki gjørdist
munurin upp aftur meira
sjónligur, og so hvørt, sum
dysturin leið, tóktist hetta í
alt størri mun at bera brá av
at vera ein venjingardystur.
Neistaleikararir
gjørdu
snøgt sagt, sum teimum
lysti, meðan leikararnir á
útiliðnum tóktist missa mót-
ið fullkomuliga.
Vánalig venjingar-
støða
Tjaldur hevur sostatt tóman
stigaposa, nú farið verður
undir endaspælið, og hóast
tær í onkrum av hinum dyst-
unum hava verið nær við at
fingið okkurt stigið, so
vórðu tær stutt sagt av-
smurdar í hesum dystinum.
Fleiri ferð hevur verið tik-
ið til, at við tí hugburðin,
sum tjaldursleikararnir hava
sýnt á vøllinum, átti tað fyrr
ella seinna at borið til at
fingið stig. Mikukvøldið
sást tó lítið til nakran stríðs-
vilja, og er ein av orsøk-
unum til hetta ivaleyst ein
venjingarstøða, sum langt
ífrá er nóg góð.
Gamaní, so er hópurin
ikki serliga breiður, og tískil
fáa leikararnir ikki tað
hvíld, sum tær hava brúk
fyri, men hinvegin var leik-
ferðin ongantíð serliga høg.
Harumframt vórðu framd
hópin av tekniskum villum,
sum als ikki hoyra heima í
fyrstudeildarhondbólti, og
hesar villur førdu í nógvum
førum við sær, at bláklæddu
neistagenturnar fóru stun-
andi niðan í hin endan, har
tær fleiri ferðir vóru einsa-
mallar við Anniku Greger-
sen í tjaldursmálinum, sum
lítið og einki kundi gera.
Annika mundi tó vera
besti leikarin hjá Tjaldri-
num henda dagin, men um
restina av liðnum framhald-
andi sýnir sama spæl, sum
tær gjørdu mikukvøldið, fer
stigaposin við vissu at vera
eins lættur og nú, tá kapp-
ingarárið er av.
Komnar í gongd
Fyrstu umførini av kapp-
ingini gekst einki serligt hjá
sigursvandu neistakvinnu-
num. So at siga einki rigg-
aði, og við tað at fleiri skað-
ar eisini gjørdu um seg,
hekk ein alt ov stór byrða á
herðunum hjá nøkrum heilt
fáum leikarum.
Seinni kom tó meira
gongd á, og nú stigini verða
skorin niður í helvt, eru ein-
ans tvey stig upp til Kyndil
og VÍF, sum liggja jøvn á
øðrum plássi á talvuni.
Sum nevnt, so hekk ov
stór ábyrgd á einstøkum
leikarum í byrjanini av
kappingini, men hetta er av
álvara broytt, nú farið verð-
ur undir endaspælið.
Størsti styrkurin er iva-
leyst, at Neistin eftir nøkur
umfør fekk fatur á einum
rumenskum leikara. Í byr-
janini var samskifti millum
hesa og hinar leikararnar
ikki nóg gott, men hetta er
batna so hvørt, og verður
rætt borið at, kann hetta vísa
seg at gerast ein rættuligur
fongur hjá Neistanum.
Harumframt er Katrin á
Neystabø nú um at koma
rættuliga fyri seg efitr skað-
an hon fekk í fótinum, eins
og Rúna Wardum so spak-
uliga er í holt við at vinna
sær sessin aftur á liðnum.
Stríðsviljin hjá liðnum
hevur eisini verið heilt góð-
ur í flestu dystunum, so
møguleikarnir fyri eini
endastøðu á einum heiðurs-
merkjaplássi mugu so av-
gjørt sigast at vera til staðar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Neistin:
Katrin á Neystabø 7 (1),
Ileana Manolescu 6, Inga F.
Danberg 4 (1), Gunnleyg
Berg 3, Bjørg Patursson 2,
Marjun Jógvansdóttir 2,
Mildrid Jacobsen 2
Tjaldur:
Sunrid Gleðisheygg 7 (2),
Oddvá Fossdalsá 3, Kristine
Ellingsgaard 2, Mona Lang-
gaard 1, Sonja Gleðisheygg
1, Hansa Mikkelsen
Brotskøst:
Neistin 5, Tjaldur 3
Útvísingar:
Neistin 3, Tjaldur 3
Dómarar úr Kyndli:
Ragnar
Simonsen
og
Gunnar Gregoriusen
Hava Hjalmar og teir sett kós móti FM-heitinum?
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
VÍF-H71 35-19 (16-10)
Vestemenningar søgu farv-
æl við grundspælið á sann-
førandi hátt, tá teir vundu
burtur úr føroyameistaru-
num av Strondum, og miku-
kvøldið byrjaðu teir aftur,
har teir sleptu, tá hoyv-
íkingar stóðu fyri tørni.
Byrjaðu trilvandi
Dysturin byrjaði annars eitt
sindur trilvandi frá báðum
pørtum, men annað var
kanska ikki væntandi, nú
liðini høvdu havt frí í nakrar
vikur.
Tað gekk tó ikki so long
tíð, áðrenn vestmenningar-
nir funnu stevið aftur, og tá
tað samstundis var greitt, at
orkan hjá hoyvíkingunum
als ikki var nakað at reypa
av, var lagt upp til ein trygg-
an sigur til heimaliðið.
Fyrstu 20 minuttirnar av
dystinum megnaðu hoyvík-
ingar at fylgja vestmenning-
unum, men eftir at heima-
liðið endaði fyrra hálvleik
við at skjóta 5 mál á rað,
var dysturin í roynd og veru
avgjørdur.
Í seinna hálvleiki tóku
vestmenningar tvey fyri eitt,
og spakuliga øktist munurin
upp í tey 16 málini, sum at
enda skildu partarnar.
Er kósin sett?
Stóri spurningurin í enda-
spælinum man helst vera,
um tað vera vestmenningar
ella strandingar, sum fara at
standa ovast, tá gullkrónur-
nar skulu gevast, og við
spælinum, sum vestmenn-
ingar hava sýnt seinastu
umførini, munnu teir í løt-
uni vera eitt sera heitt boð
upp á FM-heitið.
Enn eru tó ikki allar súður
syftar, langt ífrá, men í mín-
um hugaheimi mugu vest-
menningar átaka sær kanska
tunga leiklutin sum favorit-
Eingin ivi
Var um úrslitið, tá fyrsti dysturin í
endaspælinum hjá monnum varð
leiktur mikukvøldið
tar til heitið. Ikki bert or-
sakað av avrikunum sein-
astu dystirnar, men eisini tí
breiddin á liðnum er rætt-
uliga stór.
Hjá hoyvíkingunum sten-
dur hinvegin ikki so væl til,
og líkt er til, at teir mugu
stríðast við kollfirðingar um
at sleppa undan niðasta
plássinum á stigatalvuni.
Í løtuni er teir eisini
stavnin framman fyri koll-
firðingar, men munurin er
bert eitt stig, so en skulu teir
ikki kenna seg ov tryggar.
Í øllum førum er neyðugt,
at leikararnir koma í nógv
betri venjingarstøðu, um
teir skulu gera sær vónir um
at taka sær nøkur óvæntað
stig, tí tað má sigast at vera
undir alt lágmark, at leik-
arar, sum eru við í fremstu
hondbóltsrøð, ikki orka at
spæla í meira enn 20 min-
uttir.
Spurningurin omanfyri
kann tískil svarast við ein-
um »ja«, men kósin fyri
liðini bæði er ikki hin sama.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF:
Sámal Joensen 8 (1), Ingi
Olsen 6 (1), Johnny Joensen
5, Harald Bjørgvin 4, Rag-
nar Zachariasen 3, Agnar
Joensen 3, Daniel Rápa 3,
Petur Fr. Jørgensen 2, Mar-
tin Hummeland 1
H71:
Halgir D. Olesen 5 (2), Já-
kup á Borg 4, Einar Brim-
nes 2, Olaf Vestergaard 2
(1), Bárður Brimvík 2,
Tróndur Vatnhamar 2, Rene
D. Olesen 1, Eyðun Høj-
gaard 1
Brotskøst:
VÍF 3, H71 5
Útvísingar:
VÍF 4, H71 5
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar
Petersen
og
Kristian Johansen
Kunnu gera um seg
Í seinasta dystinum í grundspælinum, vann Neistin ein sannførandi sigur
á Tjaldrinum, og nú endaspælið fer av barkastokki um vikuskiftið, eru
einans 2 stig upp til silvuplássið á stigatalvuni
Rúna Wardum er nú um at koma fyri seg, eftir skaðan hon fekk í økslina undan kappingini. Saman við liðfeløgum
sínum úr Neistanum hevur hon nú sett kós móti heiðursmerkjum
Mynd: Álvur Haraldsen