Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 Hósdagur 13. januar • Hósdagur 13. januar • Hósdagur 13. januar Hósdagur 13. januar 7.00 Tíðindi 7.03 Morgunlestur 7.15 Barnaløtan - Jonna Olsen og Katrin Nolsøe Joensen stíla fyri. 7.30 Tíðindi 7.35 Góðan Morgun Føroyar 8.00 Tíðindi 8.05 Góðan Morgun Føroyar 9.00 Tíðindi 9.05 Morgunlestur (e) 9.15 Dagsins tónar 9.30 Reportasja (e) - Per Højgaard og Kári Durhuus leggja til rættis 10.00 Tíðindi 10.05 Fimleikaløtan - Elna & Egga skipa fyri. 10.10 Lurtararnir og vit - Elis Poulsen stílar fyri 11.00 Tíðindi 11.01 Úr líðum og fjøllum (e) - Ferðafrásøgn frá árinum 1899 eftir danska búnað- arfrøðingin Peter Feilberg. Árni Dahl týddi. Sverri Egholm lesur. 5. partur. 11.30 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini og ítróttur 12.40 Døgurðatónar 13.01 Tónatímin 14.00 Tíðindi 14.01 Fimmarin (e) 15.00 Tíðindi 15.01 Nýtt og gott gamalt - Høgni Zachariasen velur løgini 16.00 Tíðindi 16.01 Rokkstovan - Rasmus Rasmus- sen stílar fyri 17.00 Tíðindi 17.05 Geykn - Jóhannes Miðskarð og Maria Abrahamsen stílar fyri 18.00 Barnaløtan (e) - Jonna Olsen og Katrin Nolsøe Joensen stíla fyri. 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Í grannalagnum - Suni Merkistein stílar fyri 19.30 Harmonikutónar - Flóvin Jacobsen stílar fyri 20.30 Tornið á heimsins enda - 4. partur av skaldsøgu eftir William Heinesen. Hans Thomsen týddi og las. 21.00 Tíðindi 21.05 Vaglið - Ginna Midjord og Bjarni Mohr leggja til rættis 23.00 Tíðindi 18,30 Øskufía 2:26 19,00 Krosskast (e) 20,00 Dagur og Vika við Grannum okkara 20,50 Eitt lív í marglæti - do. dokumentar 21,50 Deyðir náttargalar 5:5 - ensk krimirøð 22,55 Ferðafrásøgn: Amsterdam 23,40 South Park 8 - am. kult-teknirøð 0.05 Liðugt 5.00 Børne-hjørnet med Disney 7.15 TV-shop 8.10 Hvide Løgne 8.35 Alle tiders barnepige 9.05 Ricki Lake 10.00 Hun så et mord 10.55 Horton-sagaen 11.45 Horton-sagaen 12.35 Drew Carey 13.05 Sjov og Spas 13.30 Panter-tanter 14.00 Det lille hus på prærien 14.55 Interne affærer 15.50 Sjov og Spas 16.20 Ricki Lake 17.15 Dagens Nyheder på TV3 17.30 Alle tiders barnepige 18.00 Sabrina - skolens heks 18.30 Hvide Løgne 19.00 Efterlyst Special 19.30 Opkald fra en morder 21.10 SexOrama 21.40 Verdens værste naboer 22.10 Dagens Nyheder på TV3 22.20 Drew Carey 22.50 Skadestuen 23.45 Monty Pythons flyvende cirkus 0.20 I lyst og nød 0.50 Ellen 1.20 Caroline, karrieren og kærligheden 1.50 Hvide Løgne 2.20 Godnat 0.00 World News – Weather 0.30 HARDtalk 1.00 News – Weather 1.30 Holiday 2.00 News – Weather 2.30 The Money Programme 3.00 News – Weather 3.30 Asia Today 3.45 World Business Report 4.00 News – Weather 4.30 HARDtalk 5.00 News – Weather 5.30 Top Gear 6.00 World News – Weather 6.30 Europe Direct 7.00 World News – Weather 7.30 HARDtalk 8.00 World News – Weather 8.30 The Money Programme 9.00 World News – Weather 9.30 HARDtalk 10.00 World News – Weather 10.30 Holiday 11.00 The World Today 12.30 The Money Programme 13.00 World News 13.15 World Business Report – Weather 13.30 The World Today 14.30 Top Gear 15.00 World News – Weather 15.30 HARDtalk 16.00 World News – Weather 16.30 The Money Programme 17.00 World News 17.15 World Business Report – Weather 17.30 Talking Movies 18.00 World News – Weather 18.35 World Business Report 18.45 World Sport 19.30 HARDtalk 20.00 World News – Weather 20.30 Panorama 21.00 World News 21.10 World Business Report – Weather 21.30 Earth Report 22.00 World News 22.30 Europe Direct 23.00 World News – Weather 23.30 World Business Report 23.45 Asia Today 0.00 TLZ: »Wheeler on America« 1.00 TLZ: »Essential History Europe – Germany« 1.30 TLZ: »Essential History Europe – Greece« 2.00 TLZ: »Wembley Stadium – Venue of Legends« 2.30 TLZ: »Blue Haven« 3.00 TLZ: »The True Geometry of« 3.30 TLZ: »The Science of Climate?« 4.00 TLZ: »Revista« 4.15 TLZ: »Revista« 4.30 TLZ: »Spanish Globo« 4.35 TLZ: »Isabel« 4.55 TLZ: »Spanish Globo« 5.00 TLZ: »Computing for the Terrified« 5.30 TLZ: »Look ahead« 6.00 Mortimer and Arabel 6.15 Playdays: »Playground Stop« 6.35 Get your own back 7.00 The Biz 7.30 Going for a Song 7.55 tyle Challenge: »City Hospital« 8.20 Real Rooms: »Rugby Castle Bedroom« 8.45 Kilroy: »I’m married but I’m gay« 9.30 EastEnders 10.00 Antiques Roadshow: »Ickworth House« 11.00 TLZ: »Great Picture Chase – Toyah Wilcox« 11.30 Ready Steady Cook 12.00 Going for a Song 12.25 Real Rooms: »Rugby Castle Bedroom« 13.00 tyle Challenge: »City Hospital« 13.30 EastEnders 14.00 Ground Force: »West Hanney« 14.30 Ready Steady Cook 15.00 Mortimer and Arabel 15.15 Playdays: »Playground Stop« 15.35 Get your own back 16.00 Classic Top of the Pops 16.30 Bread 17.00 Allo Allo 17.30 The Antiques Show 18.00 EastEnders 18.30 Vets in Practice: »A Family Affair« 19.00 All along the Watch Tower: »One Flew over the Cuckoo’s Nest« 19.30 Only Fools and Horses: »Cash and Curry« 20.00 Casualty: »Seeing the Light« 21.00 Shooting Stars 21.30 Comedy Nation 22.00 Clothes in the Wardrobe 23.20 Songs of Praise 7.30 Rally 8.00 Biathlon 8.30 Cross-Country Skiing - live 9.30 Rally 10.00 Cross-Country Skiing - live 12.00 Cross-Country Skiing 13.15 Biathlon - live 15.15 Cross-Country Skiing 16.30 Snowboard 17.00 Tennis 19.30 Football 21.30 Rally 22.00 Boxing 23.00 Tennis 0.00 Rally 0.30 Close SvF – Hósdagur kl. 20.50: Eitt lív í marglæti – donsk dokumentar Tey ríku koyra í Mercedes og Ferrari og búgva í glæsi- ligum borgum, sum kosta fleiri miljónir. Men hvussu fáa tey ráð til hetta? DR-dokumentar vísir okkum, hvussu tey ríkastu í Danmark kunnu liva eitt lív í marglæti fyri einum brotparti av tí, sum hetta lívið hevði kostað einum vanligum danskara. TV3 – Hósdagin kl. 21.10: SexOrama SexOrama fylgir í hesi sendingini við bordeleigarinum, 32 ára gomlu Dianu, sum rekur sítt egna virki í Valby. Vit síggja, tá Diana hevur kundar við sær í kjallarinum, og samstundis greiður hon frá, hvussu hennara lív er, og um hvussu ymsir kundar hennara eru. Eisini hitta vit telefongentuna, Camilla, sum nú eisini sleppur at royna seg í heimsins elsta yrki. SexOrama fylgir eisini við í gerandisdegnum hjá Dianu, hvussu hon ger alnetalýsingar, vaskar klæðir, keypir blomstur, skógvar og mat. Tað er jú soleiðis, at Diana eisini hevur nógv annað at gera, so hon kann ikki liggja á lakinum alla tíðina. TV3 – Hósdagin kl. 21.40: Verdens værste naboer Ensk dokumentarsendirøð Allir íbúgvarnir í lítla walisiska býnum, Cefn Mawr, eru bangnir fyri granna teirra, einum stórum kemiskum virki, sum alla tíðina letur ymisk hættislig evni út í umhvørvið. Í fleiri ár hava íbúgvararnir stríðst móti myndugleikunum, men einki hevur hjálpt. Í sendingini síggja vit fleiri av hesum greiða frá, hvussu tað er liva við slíkar ræðslu alla tíðina. Eisini verður vitjað hjá John og Brenda Laws, sum so at siga ikki síggja dagsljós, tí fyrrverandi eigarin av húsunum gróðursetti nøkur stór trø ov nær at húsunum. Trøini veksa yvir ein metur um árið, men afturfyri hevur fyrrverandi eigarin boðið seg til at keypa húsini aftur – fyri helvtina av upprunaliga keypsprísinum. TV3 – Hósdagin kl. 19.00: Efterlyst Special Aftan at meira enn 5000 fólk eru avhoyrd, letar løgreglan framvegis eftir manninum, sum hin 13. juni 1995 framdi eitt av ógvusligastu morðunum í donsku søguni, tá hann myrdi hina 7 ára gomlu Roujan Ismaeel á Nørrebro í Keypmannahavn. Brotsgerðin hendi á alljódum degi, men kortini er maðurin ikki funin enn. Løgregluovastin í Keypmannahavn, Kurt Jensen, sigur, at um ein rithøvundur hevði skrivað eina bók um eina slíka hending, høvdu flest fólk sagt, at hetta ikki kann lata seg gera, men tað er altso hent. TV3 – Hósdagin kl. 19.30: Opkald fra en morder Amerikanskur spenningsfilmur frá 1994 Mark Janek, sum er útvarpsvertur og plátuvendari, hevur javnan marruna um morðið á gentu sína. Eitt kvøldið ringir telefonin, og í horninum er ein dulnevnd kvinna, sum sigur seg hava rænt eina gentu, sum Jim hevur verið saman við. Tá gentan seinni verður funnin deyð, verður Jim lagdir undir morðið, og tískil má hann nú í holt við at prógva, at hann er ósekur, eins og hann má forða fyri, at drápsmaðurin ella –kvinnan ger enn meira um seg. Viðmerking: Heitið á nýggja máltáttinum í Útvarpi Føroya, dagsins málspilla, er ikki júst nakað fagurlátað orð hjá móður- málslingum. Ein bíðar spentur eftir, hvat nú man fara at vera roknað sum spilla, og kanska dagsins paradoksi um hvat ið ikki kann sigast, men sum kort- ini kann sigast uppí saman? Tíbetur vísir tað seg , at hes- in málspillutáttur er meiri málrøkt enn málspilla. Men hví so brúka orðið spilla, ið er eitt sera niðursetandi orð? Røkt harafturímóti er eitt meiri uppbyggjandi og pos- itivt orð, og er ikki so niðr- andi og peikifingra-fikser- að. Okkara móðurmál, tað tosaða málið, er sum øllum kunnugt málið frá móður- tungu, sum ein er alin upp við og hevur lært sum barn. Tað er ein integreraður part- ur av einstaklinginum, og myndar støðið í okkara málsligu tilvitsku. Móður- málsbúnin kann vera líka so ymiskur sum klædnabúnin, og ymiskleikin ella frá- brigdið nýtist ikki at vera spilla men kann vera máls- ligt fjølbroytni ella nuansa. Skrivaða føroyska samskift- ismálið er í ávísan mun eitt móðurlíkismál, ið enn er ov stirvið og klerkakent til, at tað nøktandi kann endur- geva móðurmálið við tess breidd, dýpd og nuansum. Okkara móðurmál er ikki ólíkt einum grasvølli har grasið í nátúrugivnan mun festir rót óheft av danafob- um ella íslandufilum præv- alensi. Graslíkisvøllurin harafturímóti er meiri líkur móðurlíkismálinum, eitt meiri statiskt ”teknisk” produkt, hvørs eginleikar ein kann stýra á kensluleys- um pappíri. Hóast okkara móðurmál er fult av vælhóskandi al- tjóða orðum, bæði praktisk funktionellum og teimum meiri abstrakt háfloygdu, so hava hesi altjóða orð ofta ilt við at sleppa uppí part, har sum skrivaða móðurlík- ismálið ræður. Hetta ger, at vit hava trupulleikar við tí skrivaða málinum, serliga á tí meiri abstrakta økinum. Sjálvt altjóða fakorð og staðarnøvn verða latin í rot- uskógvar, skornir til eftir atavistiskum eingjagarðs- leisti. Málið verður eins og ein rebus, har fólk skulu sita og gita um hesi nýyrði. Hetta er stórt spell, tí tað er alneyðugt við stórum við- komandi og orðaríkum mál- basa, um fólk skulu kunna velja kompetent. Tað er al- ment viðurkent, at abstrakt hugsan er neyvt knýtt at málinum, og skal ein sita og gita sítt egna ”móðurmál”, verður hugflogið hareftir. Á flótandi máli gongur tað annars skjótt fyri seg. Í eini vanligari samrøðu brúka vit um 4-5.000 orð um tíman, og vit lesa um 15.000 orð um tíman. Tað skrivaða málið er í dag so mikið væl fyri og kjølfest í góðum orðabók- um, at tað uttan stórvegis trupulleikar eigur at kunna fevna um ein nógv størri part av okkara móðurmáli, tí tosaða málinum. Hetta letur seg væl gera um okk- ara lingvistar, sum fyrst og fremst taka støðu í tí tosaða málinum, gerast meiri sjón- ligir í málrøktingarbólki- num. Skal vanligi føroy- ingurin kenna seg heima í tí skrivaða málinum, má tað gerast meiri móðurmálsliga viðkomandi, samstundis sum tað verður gjørt meiri einfalt at skriva føroyskt. Móðurmálið er fyrst og fremst ein samskiftismiðil og ikki bert ein pyntidukka hjá puristum. Móðurlíkismál og málspilla ella móðurmál og málrøkt? ÁSTSKOTIN Í MÁL-TÍÐARFLÓÐ Dagsins málspilla ? Tað kann mangan undra, at móðurmálslig fynd ikki vinnur á tí viðhvørt sjálv- uppgjørda móðurlíkismáli- num. Eitt nú tá forlornar tenn í tí annars frálíku ”móðurmálsorðabókini” verða róptar ”handilstenn” enntá sum tannlæknafrøð- isheiti. Heitið er niðrandi og tillátursgerandi. Høvisku heitini eru forlornar tenn ella (tann)protesa, men tey eru als ikki við í bókini. Í einum málspillutátti varð sagt, ”at binda hund við smørleyp” er tað sama sum ”at seta rev at ansa gæsnum”. Fyrra var før- oyskt og tí var nóg mikið at hava tað. Hesi orðatøk geva heilt ymiskar assosiatiónir (hugmyndasambond). Í seinna hevur ein skálkin aft- an fyri oyra. Um smørleyp- in veit fáur frá at siga í dag, men revurin og gásin eru vælkend, eisini frá barna- spølum og mugu roknast at vera eins føroysk og kamel- urin og nálareygað í halgu- bók. Eisini (danski) peikifing- urin stóð fyri skoti, tí tað eitur fremstifingur, varð sagt. Áhugavert, tí fyri at hava ein fremstafingur, er neyðugt at tummilin ikki verður roknaður sum fingur. Danir rokna ”tommelfing- er” fyri fingur og hava ikki orðið fremstifingur, men ”pegefinger”. Vit og eing- ilsmenn hava tummil (thumb) og fremstafingur (forefinger) ella peikifingur (index finger). Í hesum føri er kanska als ikki talan um danismu, men um somu funktionellu loysn sum eingilmenn hava. Kampagna bleiv til her- ferð, og á Argjum fóru tey í herferð fyri at fáa børn at ganga í sunnudagsskúla, segði Útvarp Føroya. Ann- ars hava vit bæði sjampo og sjampanju við í orðabóku- num, so hví ikki kampagnu eisini? Sagnorðið, at brúka, er tagt burtur, tað hoyrist í hvussu er einki til tað long- ur. Kanska liggur tað ov nær tí danska, at bruge. Nú hoyrist bert, at nýta. Hetta er óheppið, tí tað fellur í mongum førum saman við sagnorðinum, at njóta, ella lýsingarorðinum, nýtt/ (gamalt). Mong hava spurt hví, men ongin fær svar. Latið ár 2000 verða byrj- anina til eina lingvistisk nøktandi tillaðing millum móðurmálið og móðurlíkis- málið, og eina einfaldgering av skrivimálinum, soleiðis at eisini móðurmálsligu Marsanna og Palliba kunnu føla, at tey eiga eitt virðiligt móðurmál - tosað sum skrivað. Men ikki minst vil hetta viðføra, at føroyskt sum samskiftismál verður hópin lættari og rættari handfarið av teimum sum dagliga brúka tað. Farvæl dagsins málspilla, vælkom- in dagsins málrøkt! Regin Eikhólm 1. (1. táttur) Kvæðamál Vilja tær nú líða á, meðan eg man kvøða um teir tríggjar tættirnar, sum eg vil nú umrøða. Grani bar gullið av heiði. 2. Tógva eru verurnar í hvørjum tátti búgva, og um tað málsligu fótaferð hagar skal kvæðið snúgva. 3. Tveggja vuksu ungdómar upp á bygd í forum. Fljóðið eingin vænari sá - fríð sum blóman í skorum. 4. Hann var sær ein menjarbaldur við alskins mekt og meingi, ástskotin í beygalín - vær bíðum ikki leingi. 5. Álvardansur í skýmandi høll greppur søkir drós, rúnarbundust í setandi sól, tá ongin hani gól. 6. Freia ástbindur drós og grepp við miklum frumástar skrúð. Høggur so droyri í kroppi hans’ sum brandar í randargný. 7. Akslagrein yvir sprundið sló, drósið seg undan dró. Fyrst sjá mær tína eggjateinsfynd - eg gerist tín leikalind. 8. (2. táttur) Setursmál Nú skal lætta ljóðið av og taka upp annan tátt. Setursfrøðis máliskur seta húnarhátt. 9. Pílika og pílikur við skiftilin høvdu starv. Gjørdust síðan ástskotin tá skammfuktin hon hvarv. 10. Komið út í torra men nakað undan gø, hittust sveinur og ungmoy tætt við desastøð. 11. Føldu seg sum ravhúsalað í einum siguløki, (sigul=magnet) sendu rin av sigulmagni, sum fór fløkt kring tey. 12. Hann var í rankari vøgu - ein sigulmagnaður flytil. Hetta var ein ilsvíggja støða at koma í. 13. Hjørtu teirra hamraðu sum uppblástir skroyvibjølgar. Hon var tó so biðlavond, hann slapp sær heim til høldar. 14. (3. táttur) Gerandismál Nú skal taka upp triðja tátt og leggja brátt í vaðið. Um tann forelskaða Palliba hagar vendi eg kvæðið. 15. Marsanna og ungi Palliba, tineygjarar tveir. Ikki vil eg nevna fleir, men halda meg til teir. 16. Í diskodans tey djollaðu sær, og vóru ei sjalu, um tú hugdi annan veg og kanska hevði hug. 17. Ei á diskotekunum tú finnur lekrari steik, og heldur ikki í klubbanum tú finnur flottari sjeik. 18. Eg tími ikki at vera her, sjálvt um tú ert ker. Eg ætli mær við AFS - út í ta stóru verð. 19. Hann sum kovboy fór avstað og sá ta stóru verð. Hon fór í tað langa rað og arbeiddi sum au pair. 20. Kvæðamál og Setursmál og Pallibasa tunga eiga øll hvør sína sál, sum júst her hevur rungað. 21. Málið er títt og málið er mítt - móðurmálið breiða. ORÐIÐ, tað er altíð frítt - um tú torir tað eiga. Grani bar gullið av heiði. (á Kyndilsmessu 1996) Regin Eikhólm