hósdagur 28. juni 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 122 - 28. juni 2007
tíðindi
Í 1976 gav lærarin,
Óli Dahl í Klaksvík
út bókina “Við abba á
floti”. At hesin siðurin
enn er á lívi 31 ár
seinni, fekst prógv
fyri í farnu viku í
Fuglafirði. Tá fóru
nevniliga navnarnir
báðir - abbin Gunnar
Samuelsen og abba-
sonurin Gunnar
Olsen - til útróðrar
við “Reyða”. Hesaferð
var tað kortini tann
eldri, sum fór á flot
við tí yngra!
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Fuglafjørður: – Eg havi
altíð havt góðan hug til
sjógvin, sigur 15 ára gamli
Gunnar.
Týsdagin vóru hann og
abbin og riggaðu til at fara
á flot í góðveðrinum. Bát
urin er úr glasfipri og kom
fyri umleið 35 árum síðani
úr Kaldbak.
Útgerðin
varð
tveitt
umborð, og var tann yngri
nú í ferð við at fáa páhangs
motorin at starta. Motorurin
er av góðum slagi, og tí var
hetta eingin trupulleiki.
Nú er ein mánaður farin
síðani eg var á floti seinast,
staðfestir Gunnar, sum setir
ferð á bátin og hegnisliga
stýrir honum millum flot
brúgvarnar og út á fjørðin.
Líkt er til, at hetta lívið
dámar tí unga Gunnari sera
væl. Og hetta hevur abbin
eisini langt síðani lagt
merki til.
Tann eldri situr frammi í
skutinum og eygleiðir hin,
meðan hann upprættur bein
ir bátin á fiskileið:
– Eg havi altíð roknað
við, at hann fór at hava
áhuga fyri sjólívinum, slær
hann fast.
Spurningurin er so, hvat
framtíðin fer at bjóða hes
um unga. Fyrst skal 10.
skúlaárið fáast frá hond.
Góður stýrimaður
Gunnar hevur altíð havt
áhuga fyri bátum og útróð
uri. Hóast vinmenn hansara
hava onnur áhugamál, so
hevur tað einki at siga fyri
Gunnar, sum nú er liðugur
við 9. flokk í Fuglafjarðar
skúla.
Báturin er reyður á liti og
eitur
tí
eisini
hareftir,
“Reyði”. Hetta er ein av
teimum allarfyrstu Kald
baksbátunum og er bygdur
annaðhvørt í 1971 ella 73.
– Eg eri við bátinum av
og á. Tað er ótrúliga stutt
ligt, sigur Gunnar, nú hann
stýrir lítla reyða bátinum út
móti Heimarugjógv.
Báturin kundi eins væl
funnið leiðina sjálvur, so
ofta hevur hann verið her.
Men tað er altíð gott at hava
ein góðan mann við róðrið.
Umborð er einki annað
enn tað sum krevst til ein
slíkan bát. Ein 7,5 HK John
son motorur er álitið hjá
navnunum báðum henda
týsdagin í farnu viku.
– Eg eri ofta saman við
abba her úti. Men annars
fari eg avstað, tá onkur ann
ar vinmaður kemur við,
greiðir Gunnar frá.
Tráðan fiskar best
Henda týsdagin eru hann
og abbin farnir á flot við
Heimarugjógv sum liggur á
Fuglfjarðarlandinum, nakað
sunnanfyri býin. Her eru
tveir ymiskir menn úr
ymiskum tíðarbilum, og við
ymiskum fiskihættum.
Abbin hevur helst betri
álit á teirri gomlu fiskiút
gerðini snørinum sum
liggur á bekkinum har
frammi. Men tað yngra
ættarliðið hevur teimum
so líkt! hug at royna nakað
annað.
– Eg plagi at brúka tráð
una. Tí satt at siga, so royn
ist hon nógv betri enn eitt
snøri.
– Eg veit ikki hví, men eg
veit bara at hon fiskar nógv
meiri. Eg fái bæði hýsu og
tosk við henni, slær hann
errin fast.
Ein túr aftrat
Gunnar hevur so líðandi
lært seg, at harúti við Heim
arugjógv er altíð okkurt at
fáa.
Í dag verður Reyði helst
einsamallur herúti, tí eingin
annar bátur er at síggja.
Sjóvarfallið hevur ikki so
stóran týdning. Teir fara
bara, tá teir hava hug og
ætla sær avstað.
Har er eisini veðurgott at
fiska, og soleiðis hava hann
og vinmenn hansara brúkt
nógvar tímar.
– Nú var ein heilur mán
aður gingin, síðani eg var
her seinast. Tað var vist tíð
at fara avstað aftur.
– Kanska eg nái ein túr
aftrat, áðrenn vit fara í
summarfrí, sigur Gunnar.
myndir
Jens Kr. Vang
Orð
Snorri Brend
Varmakelda’07
Á floti við abba
Gunnari Olsen dámar væl at vera á floti. Eru vinmenninir tøkir ella abbin, leggur hann frá landi
”
Nú var ein heilur
mánaður gingin,
síðani eg var her
seinast. Tað var
vist tíð at fara
avstað aftur
”
Eg plagi at brúka
tráðuna. Tí satt at
siga, so roynist hon
nógv betri enn eitt
snøri