Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 28. juni 2007 41 tíðindi - Eg fái mest við tráðuni, sigur Gunnar. Tað er helst sjáldan, at hann roynir so tætt at landi Abbin, Gunnar Samuelsen dámar best snørið. – Eg havi altíð væntað at hesin ungi fór at gerast sjómaður, sigur hann Kristel á pall við Sputnik Dansiorkestrið, Sputnik, fer nú aftur á pall at spæla. Teir fara at spæla til stóran dans í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 30. juni, og hetta verður fyrstu ferð í heili 15 ár, at Sputnik fer at spæla til dans. Við teimum á pallinum verður Kristel Lisberg Tónleikabólkurin, Sputnik, sum var sera kendur í Føroyum heilt frá miðskeiðis í sjeytiárunum og fram til fyrst í hálvfemsárunum, fer nú aftur á pall at spæla. Í apríl mánaði spældi Sputnik til dans á Tvøroyri, men undan hesum skulu vit leita heili 15 ár aftur í tíðina fyri at finna seinastu framførsluna hjá bólkinum. Leygar­ kvøldið 30. juni fáa fólk norðanfjørðs tó møguleika at hoyra góða dansibólkin, tí tá fer hann nevniliga at spæla til stóran dans í høllini á Hálsi í Havn. Sputnik fer tó at fáa góða hjálp á pallinum, tí har fer Kristel Lisberg at vitja av og á. Hon fer at syngja løg eftir Patsy Kline og øðrum kendum stjørnum. 30 ár síðani alt byrjaði Sum sagt, so byrjaði bólkurin at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum, og manningin hevur verið skiftandi ígjøg­ num ár og dag. Brøðurnir Jens og Marner Lisberg hava tó verið við øll árini, og tá teir fara á pall á Hálsi 30. juni, fara teir at hava Johan Dahl, Jens Johannesen, Kaj Johannesen, Arnbjørn Sivertsen og Torbjørn Andrias Lisberg afturat sær. Her kann leggjast afturat, at Johan Dahl, sum vit helst kenna best frá politikki, er ein av uppruna limunum í Sputnik. Forsangarin, Jens Lisberg, sigur, at fólk norðanfjørðs kunnu vænta sær eitt rimmar dansikvøld. Hann vónar eisini, at suðringar fara at koma norður um fjørð í dans hetta kvøldið. Sputnik gjørdust kendir kring landið við løgum sum “Eg sjólívið valdi” og “Kom abbi seti stabba á”. Dansi­ bólkurin er tó eisini kendur fyri at spæla ymsan dansi­ tónleik. Hetta er alt frá svenskum slagarum og Elvis til væl kend føroysk løg. Kristel við á pall Sum sagt omanfyri, so verður tað ikki bert manningin úr Sputnik, sum verður á palli leygarkvøldið. Kristel Lisberg, sum er dóttir Jens Lisberg, sum hevur verið við Sputnik øll árini, fer at vera gestasangari hetta kvøldið. Kristel er als ikki ókend í føroyskum tónleikahøpi, tí hon hevur staðið nógv á palli fyrr. Hon hevur eisini gjørt eitt sindur av tónleiki sjálv, og m.a. dámar henni væl country­tónleik. Hon ivaðist heldur ikki, tá hon var spurd, um hon vildi vera við Sputnik í høllini á Hálsi leygar­ kvøldið. Dansurin leygar­ kvøldið byrjar annars kl. 23, tá Elis Poulsen fer at fáa lív í fólki við ymiskum dansi­ fløgum. Seinni fara bæði Sputnik og Kristel at spæla til dans. Tað er Argja Bóltfelag, sum skipar fyri dansinum. Leygarkvøldið skal Kristel Lisberg við á pallin, tá kenda dansiorkestrið, Sputnik, aftur verður at hoyra í høllini á Hálsi. Kristel er dóttir ein av uppruna limunum í bólkinum, Jens Lisberg