fríggjadagur 29. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 123 - 29. juni 2007
Fa. Ellen Dahl er
gamalt firma í Vági,
men mikudagin
fór hurðin afur fyri
seinastu ferð, og hetta
hendi um somu tíð,
sum stovnarin hevði
fylt 100 ár
Søguligt firma
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Solveig
Johansen
hevði
opið fyri seinastu ferð miku
dagin í handlinum Fa. Ellen
Dahl, sum hon førdi víðari,
tá mamma hennara legði
frá sær. Sostatt fer hesin
gamli handilin í Vági nú í
søguna.
Tað var Ellen Dahl, sum
byrjaði virksemið í 1930.
Flutt varð tó ikki í núverandi
húsini, fyrr enn í 1935.
Fotografur
Ellen Dahl lærdi til fotograf
og hon hevði atelier í
kjallaranum og seldi eisini
gávulutir. Frá 1949 seldi
hon eisini vikubløð. Kioskin
kom í 1958.
Solveig sigur, at tá hon jú
búði í húsinum, so hjálpti
hon til í handlinum og
arbeiddi nógv har, men í
1961 giftist hon Eyðuni
Johansen, og tey búðu niðri
tvey tíðarskeið.
Í 1978 tók Solveig við og
hevur hon havt fyritøkuna,
til lykilin endaliga varð
snaraður mikudagin.
Søguligur
handilsgluggi
Spurd, um tað er við sorg
blídni, hon nú leggur frá
sær, sigur Solveig, at tað er
ikki við sorgblídni, tí tað er
gott at gevast, meðan ein
enn orkar og ein skal duga
at finna hurðina sjálvur.
Her hava verið nógvir
góðir og trúgvir kundar og
stuttligt hevur eisini verið
at fylgt skúlabørnum og
øðrum børnum uppeftir, til
tey seinni kanska gjørdust
studentar, sigur Solveig.
Handilin liggur á høv
uðsvegnum í Vági tætt við
skúla og bryggjuøki, og
mong eru tey, sum eftir
arbeiðstíð ella halgidagar,
hava lagt leiðina framvið,
fyri at skoða handilsvind
eyguni, ið sum oftast hava
verið prýdd í samband við
okkurt sermerkt høvi. Ikki
bara føstulávint ella jólini
hava sett dám á, men eisini
meira persónligir dagar, so
sum brúdleyp, rundir føð
ingardagar og annað, og
ofta hava myndir úr stóra
og gamla myndasavninum
verið forvitnisligt ískoyti í
handilsvindeyganum, so at
talan bæði hevur verið um
handilsglugga,
og
ein
glugga aftur í farnar tíðir.
Ellen Dahl hevði fylt 100
ár 20. juni.
So nú var líkasum so
hóskandi at gevast, sigur
Solveig Johansen.handils
vindeyganum, so at talan
bæði hevur verið um hand
ilsglugga, og ein glugga
aftur í farnar tíðir.
Jógvan á toppinum
í Íslandi
Í tvær vikur hevur Jógvan Hansen ligið
fremstur á topplistanum fyri mest seldu
fløgur í Íslandi. Fløgan fær stak góða
móttøku og Jógvan hevur undanvind. Í
summar vitjar hann heima í Føroyum á
Summarfestivalinum við tónleikarunum
úr X Factor, sum var sjónvarpskappingin,
ið sendi Jógvan á ferð millum stjørnurnar
tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nú er nakað síðani, at Jógvan Hansen úr Klaksvík
vann sangkapping í íslendska sjónvarpinum. X Factor
nevndist sendirøðin og tá Jógvan vann, gjørdist hann
landskendur í Íslandi.
Síðani er fløga givin út og hendan liggur nú nummar
eitt yvir mest seldu fløgur í Íslandi.
Jógvan sigur, at talan er um løg, sum bæði íslendskir,
bretskir og føroyskir tónasmiðir hava gjørt, men eisni
kenna føroyingar nøkur løg aftur, tí m.a. lagið Rooftop,
sum Jógvan sang saman við Aria, er við á fløguni.
Hetta er mín fyrsta soloætlan. Eg havi jú annars
givið út saman við Aria og Kulum Rótum. Men nýggja
fløgan er at fáa í Føroyum nú.Tað eru løgini Keep on
searching og Rooftop, sum í stóran mun hava borið
fløguna, so tað er stuttligt, at føroyskt ískoyti kann
gera mun, sigur Jógvan.
Hann er sera glaður fyri fløguna, sum er stórfingin,
hóast hon er rólig og symfoniorkestur er við, eins og
tónleikarar úr Nashville. Tað eru eisni framleiðarar,
sum hava arbeitt saman við heimskendum stjørnum,
sum hava verið við at framleitt fløguna hjá Jógvani.
Fløgan er úrslit av, at hann vann X Factor.
Á Summarfestival
Jógvan vitjar í Klaksvík á Summarfestivalinum í
Summar og tað verður saman við tónleikabólkinum,
sum spældi undir í X Factor.
Eg spæli fyribils bert á Summarfestivalinum, hóast
áhugin er stórur at fáa meg at spæla í Føroyum, men
hvat hendir eftir Summarfestivalin er ilt at siga.
Møguliga spæli eg meira í heyst, sigur Jógvan.
Gott í Íslandi
Jógvan hevur ongar ætlanir um at flyta aftur til Føroya
úr Íslandi.
Eg havi tað gott í Íslandi. Tað gongur sera væl
tónleikaliga og so havi eg eina risastóra hárfríðkanar
stovu eisni. Eg havi ikki eina leysa stund, fyrr enn í
september, sigur Jógvan Hansen.
Tað er kanska tað eg sakni eitt sindur úr Føroyum;
hetta at hava hava tíð, sigur ein annars væl nøgdur
Jógvan Hansen úr Reykjavík.
Vista merkir ikki
teldusøluna
Nýggja útgávan av Windows, Windows Vista,
hevur ikki megnað tað, ið tað var sett til. Sølan
av teldum er als ikki hækkað, síðan framkomna
útgávan er útkomin. Microsoft væntar tó, at
sølan fer at hækka seinni í ár. Kanningar vísa,
at sølan fer at vaksa við 11 prosentum.
Mannaátarar handtiknir
Í Belgia hevur løgreglan handtikið tveir mannaátarar, ið høvdu
ætlarnir um at eta eina kvinnu, sum teir høvdu hildið sum gísla. Teir
báir menninir, sum eru frá býnum Ghent, vóru báðir ávirkaðir av
ógvusligum filmum, og allarhelst var tað hetta, ið fekk teir at leggja
hesar ógvusligu ætlanirnar.
Fa. Ellen Dahl í søguna
Í 1978 tók Solveig við og hevur hon havt fyritøkuna, til lykilin endaliga varð snaraður mikudagin.