fríggjadagur 29. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • 29. juni 2007
oyggjaleikir 07
4
Tað verður hugsað
meiri um ferðafólk enn
um Oyggjaleikir á
kendu frítíðaroynni
minni enn ein tíma frá
turkiska fastlandinum,
sum hevur søguliga
verið partur í nógvum
ymsum valdum
RHODOS
Jóannes Hansen
Við búskaparliga vøkstrinum í eftir
krígstíðini vant tað upp á seg at
ferðast. Frítíðin hjá vestureuropearu
num longdist, ráðini batnaðu, og
møguleikarnir at ferðast skjótt og
bíliga fjølgaðust.
Síðani í seksti árunum er horisont
urin víðkaður, og Grikkaland og ikki
minst griksku oyggjarnar eru vornar
sera vanligt ferðamál. Herðashornini,
sum ferðafólk leitaðu sær frá til eitt
nú Rhodos sást aftur í búskapinum
og vælstandinum. Í fyrstu atløgu
vóru tað eitt nú skandinavar,
týskarar, tey úr Benelux londunum
og onglendingar. Nú hava eitt nú írar
havt ráð at ferðast í nógv ár.
Síðani jarntjaldið skrædnaði,
hava eystureuropear fingið luft fyri
útlongslinum, og nú er tað so ofta, at
russiskt, polskt og onnur mál eystan
úr Europa eru at hoyra á Rhodos og
hinum plássunum, har tað støðugt í
tað mesta av einum hálvum ári er sól
og heiður himin.
Verttíðin og grannalagið
Á okkara breiddarstigum hevur
arbeiðið søguliga verið lagt til rættis
eftir landbúnaðinum og fiskarínum.
Tiltikið hevur eitt nú verið, at
føroyingar í fimmti og fram í seksti
árini vóru í Íslandi í sildaverttíðini.
Týdningurin av sildini er minkaður í
íslendska búskapinum. Fíggjarvinnan
er saman við ferðavinnuni vorðin
støðugt týdningarmiklari. Gongdin
heima hjá okkum sjálvum ber á sama
borðið, um enn tað ikki enn er komið
so langt.
Á Rhodos vóru fiskaríið og
landbúnaðurin týdningarmiklir
vinnuvegin, inntil ferðafólkavinnan
rættuliga tók dyk á seg. Tað eru
framvegis tey, sum eru upptikin
av fiskarínum og landbúnaðinum,
har víndyrkingin hevur verið og er
frammarlaga. Men nú er tað soleiðis,
at aðrar vinnur á Rhodos hava sítt
grundarlag í ferðafólkavinnuni.
Tað búgva eini hundrað túsund
fólk á Rhodos, og tey og onnur, sum
búgva har í verttíðini, tæna og vinna
pengar burturúr ferðafólkunum,
sum árliga knappast um hálva aðru
milliónina!
Tað er frá apríl og fram til í oktob
er, at ársinntøkan verður vunnin.
Hjá teimum innføddu eru summar
mánaðirnir avgjørt ikki frítíðarmán
aðir. Arbeiðsdagarnir eru langir hesa
ársins tíðina, og tað er strevið at
arbeiða í nógva hitanum. Tað er trot
á arbeiðsmegi, og fleiri hava meiri
enn eitt arbeiði.
Frítíðin kemur eina ferð í heyst.
Tá verður veðrið meiri liviligt, enn
tað er summarmánaðirnar, og tá fara
tey innføddu at spenna frá og hugna
sær á matstovunum úti og inni, sum
tey nú tita aftur og fram í, meðan
sveittin lekur av teimum.
Rhodos er tann størsta av
dodekaneisku oyggjunum, sum eru
eystur ímóti Turkalandi. Tað er bara
ein lítil tími at sigla frá Rhodos og
til turkiska frítíðarbýin Marmaris.
Hesin túrurin hevur tey seinnu árini
ofta partur av at halda frí á Rhodos.
Soleiðis hevur tað ikki altíð verið.
Nú er grannalagið millum Grikka
land og Turkaland ikki so galið.
Síðani turkisku innrásina á Kypros
í 1974 hevur talan ikki verið um
rættiligar samanbrestir millum
grannarnar, men grannalagið hevur
ikki verið hjartaligt. Grikkaland og
harvið Rhodos er limur í ES, sum
Turkaland fegið vil verða partur av,
og bæði Grikkaland og Turkaland eru
limir í NATO.
Søgan
Rhodos liggur í heimsins nalva. Í
hvussu so er tá ið hugsað verður
um tann heimin, har mentanir og
politiskt vald hava verið eyðsýnd og
stinn í søguligari tíð.
Gamli býarparturin í Rhodos býi
á norðara partinum av oynni sigst
vera elsti varðveitti miðalaldarbýurin
í Europa. Hann er hugnaligur við
smølum grýtum og gøtum, og her
hómast í arkitekturi og umhvørvi
kjalarvørrurin eftir ymsu valdini, sum
í søguligari tíð hava havt síðsta orðið
at siga her á leið.
Nú er Rhodos partur av Grikka
landi. Í hesum umfarinum er hesin
veruleikin bara seksti ára gamalur.
Tað var ikki fyrrenn í 1947, at Rhodos
gjørdist partur av Grikkalandi. Framm
anundan hevði oyggin í fleiri hundrað
ár verið partur av Turkalandi, og eis
ini hevur Italia havt ræðið á Rhodos.
Í gamlari tíð segðist Rhodos hava
góð evni at halda seg væl við tey,
sum sótu ovast á valdspyramiduni.
Tá ið Aten var omaná, helti Rhodos
seg til Athen. Tá ið Sparta var
omaná, helti Rhodos seg til Sparta,
og tá ið persarnir eitt skifti vóru stóru
menninir í hesum økinum, so helti
Rhodos seg til teirra. Tað eru íslett
eftir ymsu valdsharrunum og teirra
mentanum, sum síggjast eitt nú í
gamla partinum av Rhodos býi.
Nú eru Oyggjaleikir á Rhodos. At
tað ljóðar frá umboðsmonnunum hjá
Sosialinum á Rhodos, at tað higartil
hevur verið lítið at sæð og kent til,
at tað eru Oyggjaleikir, kemur ikki
óvart á. Eitt nú í Føroyum, í Hetlandi
og í Gibraltar verður lítla samfelagið
mest sum endavent, tá ið talan er um
Oyggjaleikir. Samfeløgini eru lítil og
viðurskiftini smá.
Soleiðis er ikki á Rhodos. Tey, sum
í hesum døgum vitja vøkru Miðal
havsoynna, tí tað eru Oyggjaleikir,
eru bara ein evarska lítil partur av
samfelagnum, sum er upptikið av at
tæna ferðafólkunum bæði úr vestara
og eystara partinum av Europa.
Tað eru hesi, sum eru inntøkugrund
arlagið undir samfelagnum.
Hetta vil ikki siga tað sama, sum
at samfelagsligu fyritreytirnar undir
leikunum eru vánaligar. Als ikki.
Størsta mótstøðan verður heilt víst
hitin. At stríðast og kappast, tá
ið hitastigini eru á veg upp ímóti
teimum fimmti, eigur ikki at vera
serliga hugaligt!
Oyggjaleikir í skugganum
Tey, sum í hesum døgum vitja vøkru Miðalhavsoynna, tí tað eru Oyggjaleikir, eru bara ein evarska lítil partur av samfelagnum, sum er upptikið av at tæna ferðafólkunum bæði úr vestara og eystara
partinum av Europa
Mynd: Álvur Haraldsen