Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2007 5 lýsingar starvslýsing Leirvíkar Kommuna Postboks 42, 520 Leirvík Tekniskur leiðari til Leirvíkar kommunu Leirvíkar kommuna søkir eftir leiðara til felags teknisku umsitingina fyri Gøtu og Leirvíkar Kommunu at byrja 1. september 2007. Arbeiðsuppgávur: • Leiðari av teknisku umsitingini • Málsviðgerð • Fyrireiking av málum til teknisku nevndirnar • Skrivari í nevndum • Evt. projektering og eftirlit • Aðrar fyrifallandi uppgávur Í løtuni arbeiðir ein byggifrøðingur og ein framleiðslutøkningur í teknisku umsitingini. Vit søkja eftir einum verkfrøðingi, byggifrøðingi ella einum persóni, sum hevur aðra hóskandi tekniska útbúgving og sum hevur leiðsluroyndir. Royndir innan byggimálsviðgerð og almenna umsiting er ein fyrimunur. Lønin verður goldin sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag. Nógv virksemi eru í báðum kommunum og arbeitt verður við fl eiri stórum og spennandi verkætlanum í økinum. 1. januar 2009 leggja báðar kommunurnar saman í Eysturkommunu og hetta gevur somuleiðis nýggjar og spennandi uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fríðgerð Heinesen, borgarstjóra, tlf. 44 30 06 og 74 30 06. Umsókn við avritum av prógvum og ummælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2007. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Av tí at virksemið hjá Sansum er økt nógv, søkja vit ein dugnaligan ráðgeva/samskipara. Tú verður høvuðsráðgevi hjá nøkrum av okkara størstu kundum. Saman við kundunum og okkara dugnaligu starvsfólkum kemur tú at standa fyri nøkrum av størstu kampanjunum í Føroyum. Tað verður eisini tín ábyrgd at tryggja, at samskiftið, vit skapa fyri okkara kundar, er gott og tekur støði í mentanini og samleikanum hjá kundunum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú eina kandidatútbúgving innan marknaðarføring ella samskifti. Tú hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir fyri handli. Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við 33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. juli klokkan 16. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr á tel 218370 ella Høgna Rasmussen á tel 220401. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu ella Høgna. www.sansir.fo Sansir søkja ráðgeva/samskipara Pf. Sansir Dvørgastígur 7 Postmoga 1099 FO-110 Tórshavn VIT STUÐLA FREMAD AMAGER