fríggjadagur 29. juni 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
oyggjaleikir 07
5
Nr. 123 • 29. juni 2007
Hóast føroysku boga
skjúttarnir í fleiri ár
hava verið einaráðandi
á Oyggjaleikunum,
heldur Schandorff
Vang ikki, at liðið skal
taka seg av leikunum.
Tað er teirra skylda at
tæna Føroyum, heldur
formaðurin í Skjóti
sambandi Føroya, sum
eisini er oyggjaleika
luttakari
Bogaskjóting
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Føroysku bogaskjúttarnir hava tað
frálíku siðvenju at tryggja føroyska
ferðaliðnum fleiri heiðursmerki
hvørt einasta ár. Soleiðis verður
eftir øllum at døma aftur í ár, nú eitt
lið møguliga sterkari enn nakrantíð
verður sent avstað
Fleiri góð kort
Føroysku bogaskjúttarnir hava aftur í
ár nógv gott fólk at taka av. Umframt
teir vanligu sterku luttakararnar,
er ein garvaður harri vendur aftur
á landsliðið. Talan er um Jógvan
Niclasen, sum hevur hildið steðg í
eina tíð, og ikki var við á seinastu
leikunum.
– Jógvan er bara 27 ára gamal,
og hevur við sínum nærlagni undir
venjing ikki tikið seg nakað aftur
eftir langa steðgin, sigur Schandorff
Vang, sum eisini stillar upp á
leikunum.
Báðir stilla teir upp í compound,
og eru teir báðir eitt gott boð uppá
gullmerkjavinnaran.
Í recourve sær eisini sera gott út.
Hans Petur Nygaard, sum seinastu
tíðina hevur verið til skips, er somu
leiðis vendur aftur á landsliðið, og
er saman við Absalon Hansen við til
gera føroyska liðið eisini galdandi í
oddinum har.
Hjá kvinnusíðuni sær somuleiðis
bjart út, har tær báðar móður og
dóttir, Sigrid og Annika Vang, eisini
lættliga kunnu gera um seg.
Fara altíð at stilla upp
Bogaskjúttarnir ætla sær ikki
at ganga í fótasporunum hjá
fótbóltskvinnunum, sum vegna
vantandi mótstøðu trektu seg aftur
av leikunum. Gaman í fáa boga
skjúttarnir ikki nógv mótstøðu, men
hetta skal ikki vera við til at trekkja
seg aftur.
– Sjálvandi fara vit altíð at vera
við. Okkara høvuðsuppgáva er at
hava so sterkt lið sum tilber, og at
tæna landi okkara, sigur Schandorff.
Í fjør hevði føroysku skjúttarnir
sítt besta úrslit nakrantíð. Heili 9
heiðursmerki vórðu vunnin, har av
seks gull. Málið í ár er at halda
støðið, og sambært Schandorff er
hetta væl møguligt.
– Jógvan Niclasen er ikki dragn
aður nakað, meðan hinir skjúttarnir
helst hava tikið seg fram, sigur hann
meðan hann peikar okkum á, at Hans
Petur Nygaard hevur staðið seg sera
væl undir venjingunum.
Saknar karmarnar
Eins og í nógvum øðrum ítróttar
greinum saknar Schandorff frægari
umstøður. Føroyska veðurlagið noyðir
skjúttarnir undir tak at skjóta, og
tað er her, ið trupulleikin stingur
seg upp. Skjúttarnir í Havn fáa høli
frá Tórshavnar Skipasmiðju, meðan
teir í Runavík og vesturi í Vágunum
hava ítróttarhallirnar. Ítróttarhøllin
í Vágunum er ikki nóg long til enda
málið, soleiðis at skjúttarnir ikki fáa
vant undir røttum umstøðum.
Annars heldur Scandorff, at boga
skjótingini eisini tørvar ungdómin.
– Altíð er tørvur á ungdómi, og vit
arbeiða eisini við hesum. Vit hava
fleiri ferðir verið runt á skúlum
og lagt teimum yngri lag á, sigur
Scandorff, og vísur á, at tørvur
somuleiðis er á fleiri feløgunum.
– Okkara skylda
at tæna Føroyum
Føroysku bogaskjúttarnir fingu sera góð úrslit á Oyggjaleikunum seinast, og teir ætla eisini at vinna heiðursmerki hesaferð