fríggjadagur 29. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 123 - 29. juni 2007
Sjálvandi skal Sand
oyartunnilin koma.
Men hannn eigur at
raðfestast í einari
langtíðar íløguætlan,
og hann skal fíggjast
um íløgukarmin hjá
løgtinginum, ikki
um raksturin, sigur
Poul Michelsen úr
Fólkaflokkinum
SANDOYARTUNNIL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Partafelagsformurin hevur
virkað væl og eftir ætlan í
sambandi við byggingina av
bæði Vágatunlinum og
Norðoyatunlinum.
Men
hetta eru bæði verkætlanir,
har partafeløgini hava møgu
leika at forrenta eitt lán, tí
inntøkurnar í sambandi við
ferðsluna gjøgnum báðar
tunlarnar er somikið stór, at
hetta letur seg gera. Støðan
við einum Sandoyartunli er
ein heilt onnur.
Tað vísir Poul Michelsen á
í
sambandi
við
nógvu
umrøðuna, sum ætlaði tunnil
in undir Skopunarfirði hev
ur fingið seinastu dagarnar.
Sama ætlan var frammi
fyri tveimum árum síðani,
tá tosið um Hovstunnilin
tók seg upp. Eisini tá var
Poul Michelsen frammi og
ávaraði ímóti hesum form
inum av fígging av einum
almennum arbeiði. Og ta
ferðina varð lurtað eftir
kritikkinum.
Lat meg strika undir, at
eg als ikki eri ímóti, at ein
tunnil verður gjørdur út í
Sandoynna.
Ein
slíkur
tunnil er skilagóð íløga,
men tað má ikki koma upp
á tal at lata eitt partafelag,
sum landið fíggjar um rakst
urin, gera tunnilin. Tí tað er
80ára hugsan við lít, sigur
Poul Michelsen.
Eins og løgtingsmaður
Fólkafloksins førdi fram fyri
tveimum árum síðani, sigur
hann tað vera ógvuliga iva
samt, um tað yvirhøvur ber
til at fíggja eina slíka íløgu
umvegis eitt partafelag.
Tað vildi verið undarligt,
um eg stovnaði eitt parta
felag við tí fyri eyga, at tað
skuldi hava eitt undirskot.
Partafeløg eru jú ein formur
fyri rakstrarfeløgum, har
endamálið er at vinna pen
ing, og at luska íløgur lands
kassans inn í eitt partafelag
fyri á tann hátt at sleppa utt
an um íløgukarmin, ber
stutt sagt ikki til, sigur Poul
Michelsen.
Erligar íløgur
Tá Smyril fyri nøkrum
árum síðani varð bygdur,
var hetta gjørt eftir einari
verklagslóg, og hetta kravdi
so, at skipið varð fíggjað
um íløgukarmin á fíggjar
lógini yvir eini trý ár. Og
soleiðis skulu íløgur á ein
ari verklagslóg fíggjast.
Sjálvandi var hetta tungt,
tí henda einsamalla íløgan
fór við tveimum triðingum
av íløgukarminum. Tað førdi
so sjálvandi við sær, at
annað mátti skúgvast til viks
ella útsetast. Men úrslitið
var ein ógvuliga sterkur
búskapur, tí her fór alt fram
í besta gjøgnumskygni, sig
ur Poul Michelsen.
Sama var galdandi fyri
bæði Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin. Har vórðu íløg
urnar
gjørdar
innanfyri
íløgukarmin
og
meðan
arbeiðini fóru fram. Og tað
eru erligar íløgur.
Ætlanin við Sandoyartunl
inum er hinvegin, at íløgur
nar skulu gerast um rakst
urin, og tá verða tær kamu
fleraðar. Og tá tær ikki
síggjast sum íløgur á fíggj
arlógini, verða tær ikki
roknaðar sum soleiðis, men
bókaðar sum rakstur, metir
Poul Michelsen.
Og hetta er 80ini um
aftur, tá mann nýtti í mong
um førum fiktivar grunnar
at fíggja ymisk arbeiði við,
og eingin visti rættiliga, hvat
mann brúkti pengar til og
hvat tað kostaði, fyrr enn
rokningin kom, sigur Poul
Michelsen.
Raðfesting
Hann vil tí síggja eina saml
aða ætlan fyri íløgurnar
komandi árini, áðrenn hann
tekur støðu til nakað sum
helst í hesum sambandi. Tí
ikki fyrr enn allar komandi
verkætlanir fyriliggja, ber
til at gera eina raðfesting av
hesum.
Sandoyartunnilin má
koma, ikki bara fyri farleið
ina til Sandoyar, men so
sanniliga eisini við einari
Suðuroyarfarleið í hugan
um. Tað fer frameftir at hava
sera stóran týdning, at eisini
henda farleið verður skipað
við føstum sambandi, vísir
fólkaflokstinglimurin á.
Men
áðrenn
samlaða
íløguætlanin fyriliggur, ber
honum ikki til at meta um,
hvussu
Sandoyartunnilin
skal raðfestast.
Poul Michelsen sigur, at
tað hevði verið skeivt á
allar mátar at fíggja tunnilin
soleiðis, sum uppskot er
um, nevniliga við 60 milli
ónum um árið heilt fram til
2021. Hetta hevði verið at
bundið
komandi
fýra
løgting, og tað hevði verið
moralskt skeivt.
Hinvegin sigur løgtings
maðurin,
at
hjá
1200
fólkum at forrenta 700 milli
ónir er ógjørligt, og tí má
tunnilin fíggjast av landin
um. Men altso ikki um
raksturin.
Hettta ber als ikki til.
Skal Sandoyartunnilin fremj
ast, so skal íløgan inn undir
íløgukarmin á fíggjarlógini,
sigur
Poul
Michelsen,
tinglimur fólkafloksins.
Raðfest Sandoyartunnilin
Poul Michelsen, tinglimur fólkafloksins. Hann sigur ja til
Sandoyartunnilin, men nei til at fíggja hann um raksturin hjá
landskassanum
Mjørki og sól um vikuskiftið
Hann verður eystan í ættini um vikuskiftið, og tí verður onkustaðni
mjørki og onkustaðni sól, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen. Hóast
hann er lækkaður niður í eystan, verður framvegis gott veður teir komandi
dagarnar. Eysturættin ger tað so, at mjørki og kanska sirm kann verða á
teimum støðunum, ið venda ímóti ættini. Hinvegin eru góðir møguleikar
fyri sólargeislum á teimum støðunum ið venda vestureftir. Hitin fer at
liggja millum 11 og 15 stig. Har mjørki er, kann hitin koma niður í 10 stig,
sigur Petur. Vindurin verður lítil og tað sama er galdandi fyri avfallið. Tó
kann roknast við regni sunnukvøldið og mánamorgunin.
sb.
- Framvegis turrveður,
sigur Petur Skeel
Raksturin hjá lands
ins størstu avís gong
ur væl. Í fjør var
avlopið metstórt hjá
Sosialinum
ÁRSROkNSkApUR
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sp/f Sosialurin og Sp/f
Húsið, sum eru feløgini
aftan fyri virksemið hjá
Sosialinum, høvdu aðalfund
í gjár. Úrslitið hjá feløgun
um var upp á tilsamans
2.950.296 krónur eftir skatt,
sum var góðar 460.000
krónur.
Sp/f Sosialurin er rakstr
arfelagið hjá Sosialinum,
meðan Sp/f Húsið er fel
agið, sum eigur rakstrar
gøgnini í fyritøkuni. Fyrst
og fremst part í P/f Prent
miðstøðini, ið Sosialurin
eigur saman við Dimma
lætting.
Tað var í fjør vár, at Før
oya Javnaðarflokkur seldi
Sosialin til Sp/f Miðlafelag
ið, sum keypti 66 prosent
og Føroya Tele, ið keypti 34
prosent.
Á
aðalfundinum
varð
nevndin afturvald. Í henni
sita: Eyðfinnur Jacobsen,
formaður, Eirikur Linden
skov,
Jonhard
Hammer,
Johanna
Vang,
Tróndur
Djurhuus
og
Richard
Mortensen
Nevndin
fegnast
um
úrslitið, sum er munandi
betur, enn í fjør, tá ársúrslitið
var
upp
á
tilsamans
1.172.000 krónur eftir skatt.
Fyri ábyrdarblaðstjóran,
Jan Müller, er ársroknskap
urin góður lesnaður.
Hetta vísir bara, at tað
var rætt at broyta ognar
viðurskiftini og loysa okk
um frá fyrrverandi eigaran
um, sum var ein politiskur
flokkur, sigur Jan Müller.
Hann vísir á, at høvuðs
orsøkin til góða úrslitið er
tann ótroyttiligi innsatsturin
hvønn einasta dag, sum øll
starvsfólkini eiga sín lut í.
Somuleiðis hevur Miðla
húsið verið ein týðandi
partur í menningini av allari
fyritøkuni.
Sosialurin tríggjar mió. kr. í avlopi