Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 11 Vit eru høvuðsstuðul hjá frælsu ítróttini... Spenningurin í før­ oysku triathlon­leguni er sera stórur undan oyl. Hóast ræðandi hitastig, so er vónin, at føroysku kvinnurnar kunnu svimja, súkkla og renna seg til heiðursmerki TriaThlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður vanliga rópt tann mest ekstrema ítróttin av øllum. Triathlon hevur sín uppruna frá sonevndu ironman-kappingunum á Hawaii, har íðkararnir svimja 3.800 metrar, súkkla eina landavegskoyring á 180 km, áðrenn 42.194 metra langi marathon-teinurin skal rennast. Á oyggjaleikunum sleppa íðkarar- nir tó eitt lítið sindur lættari. Men tað er greitt, at tað krevur sín mann, tá OL-teinurin á 1.500 metra svimjing, 40 kilometrar á súkklu og 10 kilometrar í renning skal leggjast aftur um bak. Krevur sína kvinnu Ella kanska krevur tað sína kvinnu. Tí verður tosað um føroyskt triathlon, so eru tað kanska fyrst og fremst kvinnurnar, sum tosað verður um. Seinnu árini hava Joan Bláfoss og Karina Ottosen gjørt alt meira um seg í Danmark, og tað tykist, sum ætla tær sær at taka dystin upp móti sterku íðkarunum av Rhodos og kanal-oyggjunum, sum vanliga eru væl fyri í greinini. Evald Rasmussen er ein av teimum, sum hava verið partur av føroysku triathlon-ítróttini síðani byrjan, og hann sigur, at spenningurin hesa ferð er serstakliga stórur. – Tað er eingin ivi um, at vit á pappírinum hava nógv sterkasta liðið, sum vit nakran tíð hava sent avstað. Serstakliga hjá kvinnunum, men eisini hjá monnunum eru íðkarar, sum veruliga hava tikið seg langt fram. Ikki minst Gudmund Joensen, sum hevur víst stóra framgongd. – Ikki minst er kvinnuliðið sterkt. Tíðirnar, sum Joan og Karina hava havt í seinastuni eru somikið góðar, at tað hevði rokkið til ávíkavist silvur og bronsu á seinastu leikunum. Og Súsanna hevur eisini havt sera góð úrslit. Tað kann sjálvandi vera, at kvinnurnar hjá hinum londunum eisini hava betrað seg. Men tað sær ikki út til, at nakar teirra hevur tvær kvinnur, sum eru somikið javnt sterkar. Í liðkappingini roknar tú úrslitini fyri tvey tey fremstu, og tí eri eg sera spentur uppá, hvussu úrslitið hjá liðnum verður, sigur Evald. Lotið hjálpir Eins og hjá hinum ítróttagreinunum, so er hitin kanska sterkasti mótstøðu- maðurin hjá triathlon-íðkarunum. Tey, sum eru av Rhodos, Malta og teimum syðru kanal-oyggjunum eru von við kappingar, har hitastigini eru oman fyri 40 í tali. Evald ásannar eisini, at hetta kann verða ein trupulleiki. Men hann er fegin um, at kappingarnar eru á norðursíðuni av Rhodos. – Har lotar nakað, og tað hjálpir at svala kroppin. Tað er serstakliga í renningini, at tað kann verða tungt. Svimjingin er á opnum havi, og tá er nakað svalligari. Og í súkklingini kølir vindurin eisini nakað. Vit mugu so bara vóna, at okkara fólk megna at standa ímóti hitastigunum. Gera tey tað, so kann væl vera, at vit fyri fyrstu ferð hava heiðursmerki við heimaftur. Triathlon er krevjandi ítróttargrein – ikki minst í nógva hitanum á Rhodos Savnsmynd: Polfoto Konubrotini lyfta triathlon