fríggjadagur 29. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 123 - 29. juni 2007
Løgmaður eigur at greiða
almenninginum frá, hvussu
landsstýrið hevur handfarið
søluna av Føroya Banka, og hví
landsstýrið valdi at skúgva
allar ivaspurningar og
áheitanir til viks, ið kundu havt
forðað mistøkum og
misskiljingum
Handfaringin av Føroya Banka-
søluni er bert seinasta prógvið
um eitt samfelag við ongari
politiskari leiðslu og ábyrgd:
Ongin stendur til svars fyri
nøkrum og onki fær avleiðingar.
Tá ábyrgdin skal staðfestast,
verður bara skotið í flokk, og
líkasælan vinnur.
Leiklutur og ábyrgd okkara
Tjóðveldisflokkurin atkvøddi í
2006 fyri at einskilja Føroya
Banka. Grundgevingar okkara
vóru greiðar, og vóru samtyktar á
flokstingi longu í 2001:
Vit vilja ein sjálvberandi
føroyskan búskap, sum byggir á
eitt greitt býti millum alment og
privat. Vanligt bankavirksemi
halda vit eigur at vera ein privat
uppgáva, meðan tað almenna
skal nýta orkuna til tær
samhaldsføstu uppgávurnar í
vælferðarsamfelagnum, ið ikki
snúgva seg um jagstranina eftir
profitti á marknaðinum.
Vit vilja nýta peningin frá
einskiljingum at seta í ein
búskapargrunn, sum skal nýtast
til at tryggja og javna tann
almenna føroyska búskapin og
gera okkum leys av blokkinum.
Tjóðveldisflokkurin atkvøddi
somuleiðis fyri einum
samansettum søluleisti, har selt
varð umvegis
Virðisbrævamarknað Føroya í
hóskandi stigum til bæði bólkar
av íleggjarum og til
smáíleggjarar – í Føroyum sum
uttanlands.
Grundgevingarnar fyri hesum
vóru:
at við at selja umvegis
virðisbrævamarknað eru krøv
um gjøgnumskygni og fastar
mannagongdir;
at á henda hátt sluppu øll
áhugað at bjóða uppá
partabrøv;
at hetta fór at skapa áhuga og
tileggjan til at gera íløgur í
Føroyum sum heild, og geva
nýggjar møguleikar fyri
føroyska vinnu;
at hetta gav betri møguleikar
fyri, at Føroya Banki fer at
virka sum eitt felag við
høvuðsstøð í Føroyum, og
harvið eins og Eik Banki kann
gera íløgur uttanlands og vinna
pening og kunnleika heim til
føroyska samfelagið.
Við hesum valdu vit eisini frá
møguleikan at seljast skuldi til
ein einstakan strategiskan
íleggjara, ið sambært frágreiðing
frá Fíggingargrunninum, kundi
givið besta prísin. Vit mettu –
saman við øllum øðrum
flokkum, undantikið einstakan
tingmann – at vinningurin fyri
føroyska samfelagið fór at vera
størri í longdini við at velja tann
samansetta søluháttin og at størri
vandi var fyri mistøkum og
duldum spæli, um ein einstakur
keypari skuldi veljast út.
Ábyrgdina av hesi avgerð sum
andstøðuflokkur, standa vit
sjálvsagt fult og heilt við.
Landsstýrið ábyrgd av sølu
Eftir hetta, lá ábyrgdin burturav
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum at útinna søluna á
fullgóðan og nøktandi hátt,
sambært løgtingssamtyktini.
Talan var um eitt uppskot til
samtyktar, sum ikki fór í smálutir
við søluni. Løgtingið hevur
hvørki viðgjørt ella ásett, nær
seljast skuldi; hvussu nógv
skuldi bjóðast út í senn; hvussu
nógv skuldi seljast til
smáíleggjarar; hvørjir størri
íleggjarar skuldu sleppa at keypa;
ella hvussu farast skuldi fram
annars fyri at fáa besta kursin
eftir uppskotna leistinum.
Tey, ið vilja geva øllum
løgtinginum skyldina fyri mistøk
í sjálvari sølutilgongdini og
søluni, taka regulert ábyrgdina
frá landsstýrimanninum og
løgmanni, sum einsamallir hava
rættarliga ábyrgd av sjálvari
søluni.
Søluætlanin verður kunngjørd
So her hvíldi nú ein ovurstór
ábyrgd á landsstýrismanninum,
Bárði Nielsen, og á løgmanni,
sum hevur eftirlit við, at
landsstýrismenn fyrisita á
fullgóðan hátt og er politiskur
samgonguleiðari. Millum annað
varð álagt landsstýrismanninum
at seta professionellar ráðgevar
og at útvega eina virðismeting av
bankanum, áðrenn nøkur søla fór
fram.
Uppgávan hjá okkum sum
andstøðuflokki, var nú sjálvsagt
støðugt at hava kritiska eygað við
arbeiði landsstýrisins og at fáa
ivaspurningar í ljós og
viðgjørdar. Tí, sum vit gjørdu
greitt undir viðgerðini: Hendan
fyrsta einskiljingin var avgerandi
fyri, hvussu aðrar einskiljingar
kundu hilnast seinni. Og at selja
Føroya Banka er eitt so stórt mál
fyri føroyska samfelagið, at hvør
einasti smálutur hevur týdning.
Her hóskar av sonnum orðatakið
hjá bretum: “The Devil is in the
detail” – hin grábeinti er í
smálutinum.
Tað var tó ikki fyrrenn leiðsla
bankans í februar í ár kunngjørdi,
at nú skuldu tveir triðingar seljast
í 2. ársjórðingi í ár, og so restin
um 3-5 ár, at vit frættu um,
hvussu ætlanin var at útinna
søluna.
Hermann Oskarsson setti
veruliga hol á kjakið, tá hann í
lesarabrævi í mars í ár fanst
hvassliga at søluleistinum og
segði, at vit kundu missa eina
milliard, um vit ikki ístaðin seldu
til ein strategiskan íleggjara. Og
hann gjørdi vart við, at sølan fór
ikki at vera frí, men at ávísir
prosentpartar av partabrøvunum
fóru at verða tillutaðir ávísum
íleggjarum.
Landsstýrismaðurin vísti
atfinningunum aftur.
Tjóðveldisflokkurin vildi nú
hava allar ivaspurningar lýstar til
fulnar og gjørdi alment vart við
sína støðu á flokstinginum 23. og
24. mars, og síðani í
fjølmiðlunum. Millum annað
skiltu vit lítið av tí kunngjørdu
søluætlanini: Hví hesi
prosenttøl? Hví ikki ein triðing
fyrst – ella hví ikki alt? Og áttu
atfinningarnar hjá Hermanni ikki
at takast í ramasta álvara? Skuldi
nú kortini seljast til útvaldar
keyparar, og høvdi vit tá fingið
bæði pest og kolera?
Broyttar fortreytir
3. apríl varð skipað fyri fundi í
Fíggjarmálaráðnum fyri
umboðini hjá politisku
flokkunum í einum fylgibólki,
har Fíggingargrunnurin og
søluráðgevarnir skuldu greiða frá
ætlaðu sølutilgongdini.
Her komu ein røð av
ivaspurningum fram, um bæði
prísin og virðismetingina á
bankanum, umframt um, hvussu
ætlanin var at býta partabrøv
millum íleggjarar. Samstundis
kom fram, at somu søluráðgevar,
sum høvdu skrivað upprunaligu
frágreiðingina um
einskiljingarhættir, søgdu
viðurskiftini verða broytt
munandi síðani 2005, so at meira
nú talaði fyri løgtingssamtyktini
um at selja á virðisbræva-
marknaði heldur enn til
strategiskan íleggjara.
Í fjølmiðlunum tosaði Bárður
Nielsen, landsstýrismaður, um at
fáa ein prís fyri bankan, sum ikki
var stórt meira enn eginognin.
Vildu útseta søluna og lýsa øll
ivamál
Eftir hetta, sum jú vóru týðandi
nýggir upplýsingar í málinum,
heitti Tjóðveldisflokkurin alment
á landsstýrismannin og løgmann
um at útseta søluna av Føroya
Banka til øll hesi ivamál vórðu
lýst til fulnar.
Tað sama gjørdu Bill
Justinussen úr Miðflokkinum og
Kári P. Højgaard í
Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta elvdi til mikið rok og
harðar ákærur frá samgonguni.
Í fyrispurningum á tingi 11.
apríl, setti Torbjørn Jacobsen fyri
Tjóðveldisflokkin fleiri
spurningar fram: Um
virðismetingina; um hvussu
ætlanin var at býta partabrøvini
til ymisk sløg av íleggjarum og
um ávísir føroyskir íleggjarar
vórðu nevndir undir framløguni í
Fíggjarmálaráðnum; og um
nakrar reglur vórðu settar fyri,
hvat nevnd og leiðsla bankans
kundi keypa av partabrøvum í
sambandi við søluna.
Sum flestum kunnugt komu
mótstríðandi upplýsingar frá
landsstýrismanninum, sum hann
seinni noyddist at rætta.
Seinni í apríl reisti Torbjørn
Jacobsen eisini spurningin um
listaverkini í bankanum, har
landsstýrismaðurin upplýsti, at
tey ikki vórðu seld saman við
bankanum. (Nú verður sagt, at
tað bar ikki til at taka
listarverkini burturúr, tí 0,6% av
partabrøvunum enn vóru hjá
gomlu eigarunum. Men hvussu
ber tað so til, at
Fíggingargrunnurin kundi gera
av at niðurkapitalisera bankan?
Kundi tað sama ikki verið gjørt
við listarverkini, um rætt varð
atborið?)
Hóast so nógv ivasamt var
komið fram um handfaringina
hjá landsstýrinum av søluni, og
fleiri føroyskir serfrøðingar
komu alment fram og mæltu til
at bíða við søluni, so fekk hetta
onga avleiðing.
Tjóðveldisflokkurin heitti aftur
um hálvan apríl á
landsstýrismannin og
samgonguna um millum annað
at:
heita á Búskaparráðið og
Landsbankan um at úttala seg
um málið;
fáa greiði á, hví
Fíggingargrunnurin hevur
tulkað løgtingsssamtyktina
samsvarandi eksternum
politiskum signalum, og ikki
soleiðis sum hon er skrivað
og samtykt;
um at fáa fult gjøgnumskygni
í søluna av Pf. Føroya Banka.
skipa fyri eini hoyring fyri
tingmonnum, sum kanska
kundi verið sjónvarpað út til
eigaran, fólkið, harið
eksternir serfrøðingar
opponera mótvegis teimum,
sum nú taka sær av søluni;
siga okkum hví tað er so
avgerandi neyðugt at selja
tveir triðingar av bankanum í
øðrum kvartali 2007 (tað
stendur onki í samtyktini um
hetta);
siga okkum hví frágreiðingin,
sum samtyktin byggir á, nú er
vorðin óaktuell orsakað av
broytingum á marknaðinum.
kalla partarnar saman aftur
eftir allýsingina, fyri at fáa
bestu loysnina í málinum og
frið um gongdina frameftir.
Í kjaki í SvF heitti undirritaði
aftur beinleiðis á løgmann og
samgonguna um at útseta søluna
til hesi ivamál vórðu lýst. Men
hann vísti bert til
Fíggingargrunnin.
Ongin lat við seg koma
Í mai mánaða bjóðaði
landsstýrismaðurin umboðum úr
politisku flokkunum til fundar,
har søluráðgevarnir skuldu svara
spurningum frá trimum
føroyskum kritikarum, ið høvdu
funnist at søluleisti og
sølugongd. Aftur her komu ein
røð av ivaspurningum fram.
Millum annað um vandan at
undirmeta áhugan at keypa og
seta kursin ov lágt.
Beint áðrenn søluna legði
Bárður Nielsen frá sær. Tað var
serstakliga óheppið, tí hann
hevði landsstýrismannaábyrgd í
øllum málinum, og átti tí at
staðið til svars fyri mistøkini.
Tá nýggjur landsstýrismaður
varð settur, bað
Tjóðveldisflokkurin beinanvegin
um fund við hann og løgmann
um Føroya Banka-málið. Men
hesin fundir varð av ongum.
Eftir situr løgmaður, sum
hevur evstu politisku og
fyristingarligu ábyrgdina í
málinum. Men løgmaður hevur
ikki verið at hoyrt, síðani Føroya
Banki varð seldur. Hann skyldar
almenninginum eina frágreiðing
um, hví landsstýrið valdi at
handfara søluna á henda hátt, og
um hann heldur mistøk verða
hend.
Størsta einskiljing um okkara
leiðir?
Millum annað átti hann at svarað
uppá, hví tað varð kveistrað til
viks, tá andstøðan og
serfrøðingar mæltu til rættstundis
umhugsni, eftir at bankaleiðslan
kunngjørdi, hvussu ætlanin var at
selja bankan. Hví býtið millum
smáíleggjarar og størri íleggjarar
varð sett sum tað varð – og um
hetta var í tráð við andan í
løgtingssamtyktini. Hví ongar
reglur vórðu settar fyri
nevndarlimir og bankaleiðslu um
sølutilgongd.
Og ikki minst: Hví er málið
handfarið so tilvildarliga politiskt
í landsstýrinum – bæði tá tað
snýr seg um kunning til
almenningin og at taka
ivaspurningar í álvara, sum allir
vórðu settir fram í vár, áðrenn
trýst varð á søluknøttarnar?
Hevur løgmaður gjørt sær
greitt, hvat djúpdin og vavið er í
hesum máli? Her er jú ikki talan
um eina privata fyritøku, ið skal
børsskrásetast. Her er onki sum
eitur “vanliga verður gjørt
soleiðis”. Her er talan um ein
banka, ið gjørdist almennur av
eini politiskariog búskaparligari
sorgarsøgu, sum fyrst og fremst
rakti tey veikastu í landinum.
Í mun til støddina á
búskapinum, er talan um eina
einskiljing, sum eftir donskum
viðurskiftum hevði svarað til, at
staturin seldi eitt virði uppá
millum 200 og 400 milliardir
krónur. Og um danski staturin
var undir illgruna at missa 100
milliardir orsakað av vantandi
rættstundis umhugsni, hevði
hetta verið endavent og snarað og
politisk ábyrgd staðfest. Fyri
fordeilingina av fíggjarligum
tilfeingi millum
samfelagsborgarar, er talan um
so stór virðir, at tað kann leggja
spor inn í nógv ættarlið.
Hevði tað í hesum ljósi ikki
verið eitt einfalt krav, at
løgmaður hevði ein meining um
tað, ið fram er farið?
Høgni Hoydal
Rættstundis umhugsni