Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 13 høvuðsstuðul hjá Gunnari Dahl Olsen, súkklara... Bjartskygni valdar millum føroysku svimjararnar, og tíggju gullkrónur ætla tey sær í øllum førum. Tó eru ávís ting, sum ørkymla svimjararnar. Millum annað at svimja undir opnum lofti, har fullkomiliga óvand viðurskifti spæla inn SVIMJING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ein hylur er ikki bara ein hylur. Tað halda føroysku svimjararnir undir øllum umstøðum ikki. Og sambært teimum er tað fullkomiliga øðrvísi at svimja til leikirnar á Rhodos, enn tað er at kappast í Føroyum. Sjálvir hylurin er ikki sum vanligt, men tað sum er púrasta óvant fyri føroyingar, eru kringumstøðurnar við sjálvan hylin. – Til dømis er einki tak ella loft, og tað gevur ryggsvimjarunum stórar trupulleikar, sigur Kristian Olsen, svimjari, og liðfelagi hansara Pál greiðir nærri frá tí, Kristian hevur ført fram. – Vit hava einki at meta eftir, tí omanfyri okkum er bara bláur himmal. Tí mugu vit vera ógvuliga fokuserað, men har so nógv sum órógvar, heldur hann, og Kristian Olsen nikkar samtykkjandi. – Um nú ein fuglur flýgur framvið, og kanska ikki heldur somu kós sum tú, kann tað vera ógvuliga trupult at svimja beint, og tað hjálpir yvirhøvur ikki, at svimjihylurin liggur tætt við innflúgvingina til ein flogvøll, tí flogførini órógva minst líka nógv, tá tey fúka framvið, vísir Kristian Olsen á. Sól og salt Eitt annað, sum eisini órógvar nógv hjá ryggsvimjarunum, er ógvusliga sólin. – Hon kann blenda fullkomiliga, men eg havi svimjibrillur við myrkum glasi, so tað hjálpir rættiliga væl, heldur Pál. Svimjararnir halda tó ikki, at øðrvísi umstøður bara merkir keði­ ligar umstøður. – Tað er rættiliga feitt, at tað eru 700 áskoðarapláss, sum eru rundan um næstan allan hylin. Tað er eitt sindur øðrvísi enn har heima, sigur Kristian Olsen flennandi. – Og eitt annað er eisini, at tað helst er nógv salt í hylinum, og tað ger at vit glíða betur gjøgnum vatni, vísir Kristian á. Snýr seg um medaljur Men tað er tó ikki bara nógv salt í vatninum. Av tí at hylurin liggur úti og nógvur vindur er, eru eisini nógvar aldur. Og tá svimjararnir ikki eru vanir við aldur á henda hátt heima í Føroyum, so órógva tað eisini, tá teir skulu anda. – Vit hava tó góðar vónir, tí alt hetta eiga vit at kunna venja okkum við. Men av tí, at her eru so nógv onnur ting, sum spæla inn enn vanligt, so koma ikki øll at svimja til sína bestu tíð, og av tí sama verða neyvan fleiri føroysk met sett á hesum leikunum, metir Kristian Olsen. Hetta merkir tó ikki, at svimjararnir eru farnir at miða lægri nú enn áður. – Nú snýr tað seg ikki um tíðir og met hjá okkum, men um medaljur. Seinast fingu vit bara eina gull, so hetta tal ynskja vit at fleirfalda hesaferð, og málið er so at fáa 10 gull heiðursmerkir, sigur Kristian Olsen. Flogfør og fuglar kunnu spilla spælið Svimjilandsliðið savnað á strondini stutt aftan á venjing. Í bakgrundin hómast Rhodos-býur Mynd: Álvur Haraldsen