Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2007 13 viðmerkingar Tíðindaskriv Hóast fjølmiðlaábyrgdar­ lógin gevur okkum rætt til at koma við aftursvarið, letur leiðslan á tíðinda­ deildini í Sjónvarpinum sum onki, og er ikki komið við nakrari rættleiðing. Tí hava vit í dag, gjøgnum advokat okkara, kært Sjónvarpi til Fjølmiðla­ nevndina. Í Degi og Viku fríggja­ dagin í næstseinastu viku 15. juni, og aftur týsdagin 19. juni og fríggjadagin 22. juni í seinastu vikuni, varð felag okkara umrøtt í Degi og Viku. Í innslagnum sum var seinasta fríggjadag varð róð uppundir, at fyritøka okkara, Viking Smíð, í samband við umbygging av Gamla Realskúlanum Viking Smíð fekk framí­ hjárætt til arbeiði. Grund­ gevingarnar fyri hesum uppáhaldinum hjá Sjón­ varpinum var, at fyrrver­ andi stjórin í Viking Smíð er sonur til tekniska stjóran hjá kommununi. Ongi framíhjárættindi Innslagið í Sjónvarpinum var fult av feilum og gav eina fullkomiliga skeiva mynd av hvussu vit fingu arbeiði uppá Realskúlan. Veruleikin er nevnliga, at leiðarin fyri Húsaumsiting­ ina hjá kommununi bað okkum koma við einum tilboði, sum teir so tóku av. Skelkaðir Vit vóru rættuliga skelk­ aðir av hesi mistonkilig­ gering hjá Sjónvarpinum, tí teir høvdu ikki so mikið sum tosa við nakran av okkum frammanundan, men slongdu bara nakrar pástandir og lygnir út. Vit sendu tí Sjónvarpi­ num eitt skriv tíðliga mánamorgunin 18. juni 2007, og bóðu um ein týði­ liga rættleiðing beinan­ vegin, sum vit hava krav uppá eftir lógini. Men Sjónvarpið hevur ikki latið við seg koma yvirhøvur, og hevur framvegis ikki tosa við nakran okkara. Og higartil er ongin rætt­ leiðing komin. Tvørtur­ ímóti helt útspillingin fram týsdagin og fríggjadagin í seinastu viku. Hava satsa nógv Vit eru 2 ungir menn sum hava satsa nógvan pening og okkara framtíð uppá Viking Smíð, sum vit keyptu á vári 2006, og vit hava fingið ein góðan hóp av ungum og dugnaligum starvsfólkum til felagið, og víðka støðugt um virksemi. Fyri nøkrum vikum síðani umskipaðu vit felagið, og tá tók eg við sum stjóri í felagnum. Vit halda at tað er nógv fyri, at verða hongdir út uppá hendan mátan, tí tað eru vit sum av deildar­ leiðaranum fyri Húsa­ umsitingina blivu bidnir um at loysa eina uppgávu og ein trupuleika fyri kommununa, og ikki umvent. Teirra Húsaum­ siting bað um okkara tænastur og tað hava teir fingið, og vit hava so ongar kærur fingið um at teir ikki eru nøgdir við okkara arbeiði. Hava fingið nokk av Sjónvarpinum Nú hava vit fingið nokk av hesi útspillingini. Sjónvarpi hevur framvegis ikki gjørt tær kanningar teir hava skyldu til áðrenn teir bóru fram slíkar skaðiligar pástandir um Viking Smíð, og tá teir eru so arrogantir, at teir ikki hava rættað sínar feilir aftaná, hóast teir hava havt fleiri dagar til tað, hava vit í dag, umvegis advokat okkara, kært Sjónvarpið fyri Fjølmiðlanevndina. Vegna Viking Smíð Bergur Lutzen, stjóri Tlf. 565601 Sjónvarpið skatt okkara umdømi Viking Smíð Bergur Lutzen Málið um menningartarn­ aða mannin (ummælt í føroyskum miðlum í juni 2007), ið var dømdur á stovn uttan tíðarmark, er eitt ítøkiligt dømi um, at rættarstøðan hjá menning­ artarnaðum við dómi í Føroyum er ov vánalig. Hetta var ein av niður­ støðunum hjá Løgtingsins umboðsmanni í nýggju frágreiðingini frá eftirlits­ vitjanini í sambýlinum á Bóndaheygi 14. Løgting­ sins umboðsmaður mælir í hesum sambandi til, at lóggávan á økinum verður dagførd, soleiðis at rættar­ støðan hjá dømdum menn­ ingartarnaðum verður tryggjað. Eisini er óheppið, at búfólk við dómi og búfólk uttan dóm búgva á sama stovni. Hetta hevur, sum Løgtingsins umboðsmaður vísur á, við sær, at tey búfólk, ið ikki hava dóm, eru undir somu ávaringar­ skipan sum tey búfólkini, ið hava dóm. Hesi fólk eru sostatt fyri frælsistøku uttan lógarheimild. Amnesty International Føroya deild tekur fult undir við tilmælunum hjá Løgtingsins umboðsmanni. Rættartrygd eigur at vera ein grundleggjandi hornar­ steinur í einhvørjum rættar­ samfelagið; tað merkir at allir borgarar hava somu rættindi og møguleikar. Búfólkini á Bóndaheygi 14 eru sinnisveik og menning­ artarnað og sostatt ein veik­ ur samfelagsbólkur, ið ikki fær talað sína egnu søk. Tað er tí sera umráðandi, at myndugleikarnir og almenna umsitingin røkja sínar skyldur til fulnar. Deildirnar hjá Amnesty International arbeiða ikki við einstøkum persónsmál­ um í egnum landi, men vit fara, sum partur av tí almenna arbeiðinum mannarættindum at frama, at hyggja nærri at viður­ skiftunum hjá dømdum í Føroyum. Amnesty Inter­ national fer ikki bara at kanna umstøðurnar hjá teimum menningartarn­ aðu, men eisini hjá teim­ um, ið sita í varðhaldi í Føroyum. Danmark hevur, kann nevnast, verið fyri hvøssum altjóða atfinn­ ingum, tí at landið hevur havt eina umfatandi nýtslu av avbyrging (isolatión). Hetta var eisini ein orsøk til, at danska lógarverkið í 2006 varð broytt, so at mark nú er fyri, hvussu leingi fólk við dómi kunnu verða avbyrgd. Í hesum sambandi meta vit tað vera sera viðkomandi at kanna um somu lógardagføringar eru viðtiknar í Føroyum. Danska revsilógin er broytt og dagførd á nógv­ um økjum seinastu árini. Nýggju lógarásetingarnar hava í fleiri førum bøtt um rættarstøðuna hjá teimum, ið fáa dóm. Í Føroyum eru bert fáar broytingar framdar. Hetta, meta vit, er ein álvarsamur trupulleiki, tí vandi er sostatt fyri at rættarstøðan hjá fólki við dómi í Føroyum verður verri enn hjá teimum við tilsvarandi dómi í Danm­ ark og øðrum Norður­ londum. Amnesty International Føroya deild Firouz gaini, Formaður Rættvísi fyri øll Ein av fyrstu treytunum fyri at eitt øki ella oyggj skal hava eina framtíð við vøkstri og trivnaði, er at sambandið ella undirstøðu­ kervið er gott, og hetta er eisini galdandi fyri Sandoynna Teistin Tað var ein neyðug avgerð og eitt stórt framstig, tá “Teistin” varð bygdur og settur inn í siglingina til Sandoynna, í staðin fyri “Trónd”, við fleiri túrum og nógv betri umstøðum, bæði fyri fólkið og vinnulívið. Men sjálvt um talan er um eitt gott og nýtt skip, so hava sandoyingar tíverri upplivað, at “Teistin” næstan á hvørjum ári er tikin úr sigling bæði í vikuvís og mánaðarvís, og sama er galdandi í ár, og hetta kann ikki vera rætt. Eg fari tí at spyrja landsstýrismannin, hvussu nógvar mánaðir “Teistin” hevur verið tikin úr sigling síðani hann byrjaði, hvør orsøkin er og um fólkið og vinnulívið í Sandoynni skal rokna við, at “Teistin” verður tikin úr sigling í longri tíð á hvørjum ári eisini framyvir? Sandoyartunnilin Tað politiska signalið hesa setuna hevur verið, at ein verklagslóg um undirsjóvar­ tunnil millum Streymoynna og Sandoynna, verður løgd fyri tingið á ólavsøku ella í heyst. Nú kunnu fólk og ting­ menn antin vera fyri ella ímóti einum komandi Sand­ oyartunnli, men vilja vit skapa fortreytir fyri at vinnu­ lívið í Sandoynni kann mennast, fólkatalið og trivnaðurin økjast, so er neyðugt at farið verður undir tunnilin til Sandoynna. Sjálvur eri eg fyri og vil virka fyri, at tunnil kemur til Sandoynna, tí eg ynski, at Sandoyggin verður ein partur av meginøkinum, og ikki ein doyggjandi útoyggj, og tí eg meti, at fólkið, vinnulívið og alt Sandoyarøkið koma at ríka Føroyar uppaftur meira enn í dag, og tí er Sandoyartunnilin ein íløga í tað føroyska samfelagið og ikki einans ein íløga til Sandoynna. Royndirnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vísa, at í báðum støðum hava hesar íløgurnar økt um búseting­ ina, skapað betri trivnað og møguleikar hjá fólkinum, og verið vinnufyritøkunum, bæði teimum sum vóru og nýggjum vinnum til gagns, og eg eri ikki í iva um, at sama kemur at henda í Sandoynni. Men tá eg nú hoyri røddir vera frammi, sum seta spurnartekin við, um vit hava ráð ella um tað er rætt at fara undir at gera Sandoyartunnilin, og um pengarnir ikki skuldu verið brúktir á øðrum økjum, runnu mær til hugs orðini hjá løgtingsmanninum sum segði: “Spurningurin er ikki, um vit hava ráð til at fremja íløguna, men um vit hava ráð til at lata vera við at gera hana”. Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm hevur boðað frá, at hann kemur í løgtingið við anlegslógini um Sandoyartunnilin á ólavsøku ella fyrst í heyst, og hetta lyfti rokni eg við, at hann heldur. Teistin – Sandoyartunnilin Sambandstingmaður aLFred oLsen - millum Stong og Eystnes? suni Petersen Heilsufrøðiliga starvsstovan, málsviðgeri Hin 22.juni 2007 skrivar Alfred Olsen, løgtingsmaður enn eina ferð lesarabræv í Dimmalætting, har hann ákærur Heilsufrøðiligu starvsstovuna fyri at hava givið loyvi til eina náttúruvanlukku. Náttúruvanlukkan, sum tingmaðurin sipar til, er aftursøkking av tilfari, sum verður tikið upp av botni í sambandi við havnargerð á Oyrareingjum, og sum Heilsu­ frøðiliga starvsstovan í desember 2006 gav Tórshavnar havn loyvi til at søkkja millum Stong og Eystnes. Hin 4. mai 2005 samtykti Føroya løgting einmælt nýggju havumhvørvislóg­ina, sum í grein 17 ásetur, at søkking (sum á fremmandum máli verður mevnt dumping) av evnum og tilfari er bannað. Henda áseting er grundað á altjóða sáttmálar, eitt nú London sáttmálan frá 1972 um fyribyrging av havdálking frá dumping av burturkasti o. ø. og OSPAR sáttmálan frá 1992 um verju av havumhvør­ vinum í Landnyrðingsat­ lantshavi. Í grein 18 í lógini loyvdi Løgtingið tó, at loyvt skal verða at søkkja tilfar, sum er tikið upp av havbotninum um mett verður, at hetta ikki hevur týðandi dálking við sær. Henda áseting er eisini grundað á áðurnevndu altjóða sáttmálar, sum loyva søkking av tilfari, sum er tikið upp av havbotninum (á fremmandum máli dredged material). Tá tað, eitt nú í altjóða umhvørvissáttmálum, er loyvt at aftursøkkja havbotnstilfar, er tað m.a. tí, at um tilfar, sum ikki er egnað til gagnnýtslu, skal burturbeinast uppi á landi, gevur tað ofta størri um­ hvørvisligar trupulleikar enn um tilfarið verður flutt til annað egnað stað á havbotninum. Heilsufrøðiligu starvs­ stovuni er av landsstýrinum í kunngerð álagt at taka avgerð um mál viðvíkjandi aftursøkking, og eru tað tá atlit til náttúru og umhvørvið, sum hava størstan týdning. Sum altíð, í sambandi við almenna fyrisiting, skulu harafturat verða tikin atlit til og ansast eftir, at tað ikki verður álagt borgarunum, í hesum føri umsøkjaranum, óneyðugar byrðar ella útreiðslur. Í sambandi við málsviðgerð­ ina er eisini álagt Heilsufrøði­ ligu starvsstovuni at ráðføra seg við m.o. Fiskirannsóknar­ stovuna fyri at tryggja, at søkkingin er til minst møgu­ ligan skaða fyri fisk, fiski­ skap, botndjór o.a. Í loyvinum, sum Heilsufrøð­ iliga starvsstovan hevur givið Tórshavnar havn, er m.a. ásett, at mest møguligt av tilfarinum skal gagnnýtast til uppfylling ella annað, soleiðis at tann parturin, sum verður aftursøktur, er so lítil sum gjørligt. Loyvið umfatar tí bara tilfar, sum ikki kann gagnnýtast, og sum tí verður neyðugt at sleppa av við. Tilfarið, sum loyvi er givið til at søkkja, er kannað fyri dálkandi evni, og varð staðfest, at tilfarið kann søkkjast uttan vanda fyri dálking. Somuleiðis hevur Fiskirannsóknarstovan mett, at tilfarið kann søkkjast millum Stong og Eystnes uttan at nerva fiskiskapin ella skaða fisk, smáverur í sjónum o.a. Fyri í mest møguligan mun at geva einstaklingum, feløgum og øðrum ávirkan, er ásett í kunngerð, at eitt givið loyvi ikki fær gildi fyrr enn kærufreistin uppá fýra vikur er farin. Somuleiðis verða øll slík loyvi almannakunngjørd soleiðis at tey, sum hava áhuga í málinum, kunnu kæra loyvið til landsstýrismannin. Um Alfred Olsen metir aftursøkkingina at vera eina náttúruvanlukku, átti hann tí at kært avgerðina til landsstýrismannin áðrenn kærufreistin var úti. Heldur hann ikki, at tílík aftursøkking skal vera loyvd í Føroyum, hevur hann, sum tingmaður, møguleika til at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna aftursøkking. Verður slíkt uppskot samtykt, má tilfarið á frægasta hátt herbergast uppi á landi, og fara tey, sum fáa álagt uppgávuna at fyrisita reglurnar, uttan iva, eftir besta førimuni, at gera hetta soleiðis, at tilfarið verður til minst møguligan ampa ella skaða fyri umhvørvið, eins og Heilsufrøðiliga starvsstovan ger í sambandi við fyrisiting av loyvum til aftursøkking. Náttúruvanlukka