Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 12 Vanligi Rhodos-búgvin tykist ikki geva sær stórvegis far um, at oyggin komandi vikuna skal hýsa stórum ítróttatiltaki Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hjá smáu vertstjóðunum, sum higar til hava hýst oyggjaleikum, hevur altíð verið gjørt nógv burturúr. Hjá teimum vitjandi hevur sjáldan verið nakar ivi um, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Lokalu íbúgvararnir royna at bera øll á lógvum, soleiðis at leikirnir kunnu fáa uppborna heitið sum teir bestu higartil. Tað kann nú væl vera, at leikirnir á Rhodos eisini gera seg uppibornar til sama heiti. Men tað er ein heldur løgin kensla, sum tú situr eftir ein biltúr kring oynna. Ella ein gongutúr í Rhodos býi. Tí tað tykist als ikki, sum hava fólk ánilsi fyri, at oyggjaleikir nú skulu haldast.Fyrst og fremst, so er Rhodos ferðavinnuoyggj, og við einum árligum vitjunartali um milliónina eru tey 3.000 ítróttarfólkini, sum nú eru á oynni, bert ein viðfáningur. Nakað annað er so tað, at sama ferðavinna ger, at tað ikki er nakar trupulleiki yvir høvur at hýsa ítróttarfólkunum. Tí við fleiri enn 55.000 hotel-songum, er oyggin eisini til reiðar at økja árliga ferðafólkatalið væl upp um milliónina. Stjelur orku Um tað er soleiðis, at líkasælan ger seg galdandi, skulu vit ikki staðfesta. Men tað er ilt at ímynda sær, at allir facilitetirnir eru klárir at taka í nýtslu longu leygarkvøldið. Í fleiri førum verða umbyggingar gjørdar, og tað er so langt ífrá, at hesar eru púrasta lidnar. Eitt nú verður umvælingarbeiði gjørt á stadion, har leikirnir skulu setast, men mikudagin var tað framvegis beton, sum arbeitt varð við har. Og byrsuskjúttarnir hava havt ilt við at venja, tí teirra høli als ikki eru klár at taka í nýtslu. Vónandi verða hesir karmar tó so hampuliga tøkir. Og kanska er róliga huglagið millum lokalu fólkini bara avleitt av nógva hitanum. Sum skilst, so hevur róliga sinnalagið eisini sín part av orsøkini fyri trupulleikunum, nú leikirnir skulu byrja. Sjálvbodnu hjálparfólkini eru nevnliga sera fá í tali, og tí er arbeiðsbyrjan á formligu fyriskiparunum munandi størri, enn hon annars vildi verið. Fyribils hevur hetta givið úrslit í eitt sindur av óneyðugari øsing, tá trupulleikar eru at hitta umboðini fyri ymsu ítróttagreinarnar. Hóast alt, so eru íbúgvarnir bert um 42.000 í tali, og tá hesi samstundis skulu taka sær av ferðafólkunum, so verður orkan til leikirnar ikki tann heilt stóra. Ferðafólkini verða jú eisini ein vinnuvegur, tá komandi vikan er løgd aftur um bak. Leikirnir hvørva í mongdini Á Ancient stadion í Rhodos býi vóru handverkarar til arbeiðis alla vikuna. Men mikudagin var tó ilt at hava nakra vón um, at hesir verða lidnir í morgin Mynd: Álvur Haraldsen STIHL 4-MIX motorur Einastandandi motorkonsept við sera lítlum útláti av skaðiligum evnum, einki oljuskifti, og motorurin gevur lítið óljóð frá sær. Trekkir sera væl, eisini í síðum grasi, og harumframt er snúningsmomentið høgt. Vegurin Langi - 188 Hoyvík - Tel 30 90 05 - Fax 30 90 01 Nibbi sláimaskinur Nibbi sláimaskinur hava eitt sláitól, har allar legurnar liggja í einum lokaðum oljubaði, so tær alsamt verða smurdar og koma ikki í samband við gras og mold. Á henda hátt slepst undan, at maskinan steðgar upp í heilum. Og ikki minst slepst undan høvuðbrýggi og at tíð og peningur fer fyri skeytið. Komið inn til okkara og fáið eitt gott tilboð.