Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2007 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Maria Matras, vanliga nevnd Mia hjá Óla úti í Oyri, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Vanløse, and­ aðist mikudagin 27. juni 91 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Samuelskirkjuni týsdagin 3. juli kl. 11. Dieter Ferber, ættaður úr Týsklandi, búsitandi á Borg á Argjum, fer til gravar úr Argja kirkju fríggja­ dagin kl. 12. Tey, ið vilja minnast Dieter, kunnu lata synunum eina peningagávu, konta í peninga­ stovnunum. Jarðarferðin hjá Rólant Høgnesen verður úr Vestur­ kirkjuni fríggjadagin klokkan 15. Tey, ið vilja minn­ ast Rólant, kunnu lata Føroya Felag móti Krabba­ meini eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Pauli Stein Poulsen fer til gravar úr kirkjugarðs­ kapellinum í Tórshavn leygardagin 30. juni kl. 13. Jarðarferðin hjá Annu Simonsen, Tórshavn, verður úr Havnar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey ið vilja minnast Annu kunnu lata Lágargarði eina peningagávu, konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir nøvn Týsdagin 3. juli verður Josefina Jacobsen í Saltnesi 70 ár. Hon var í drúgvt áramál lærari og seinni skúlastjóri á Toftum. Josefina er ættað av Toftum. For­ eldrini vóru Nanna fødd Højgaard og ættað uppi á Lækju og Aksel Olsen. Hann er ættaður uppi á Regni, og tey bæði, Nanna og Aksel, búsettust á Hellu á Toftum. Børnini hjá Nannu og Aksel eru Gunnar (1936), Josefina (1937), Poul Johan (1939­1939), Poul Johan (1940­ 2004) og Edvin (1946­1954). Gunnar býr á Toftum. Poul Johan og Edvin vóru ikki fullførir og búðu niðri. Á sumri í 1956 fór Josefina á Føroya Fólkaháskúla, og sama summarið fór hon á Føroya Læraraskúla. Hon leyk læraraprógv í 1960, og síðani var hon nærlagdur lærari á Toftum. Tó arbeiddi hon í Horsens 1963­64, og 1991­92 var hon á ársskeið á DHL í Skive. 1969­87 var Josefina bókavørður, og í mong ár hevur hon verið í bóka­ savnsnevndini í Nes kommunu. 1986­ 87 var Josefina varaskúlastjóri, og tíggju ára skeiðið 1987­97 var hon skúlastjóri á Toftum. Tíggju ára skeiðið, síðani Josefina segði skúlaarbeiðnum farvæl, hevur hon verið ógvuliga virkin. Josefina hevur stóran áhuga í ættarsøgu og øll­ um tí, sum hoyrir tí farna til. Mamma hennara, Nanna, gjørdi nógv við at kanna slekt á Toftum og har á leið, og Josefina hevur sama áhuga. Hon er ættarkær og innarlaga í familjuviður­ skiftum. Josefina er nevndarlimur og eitt av fleiri álitisfólkum í fornminnisfelagn­ um og bygdarsavninum í Nes komm­ unu. Josefinu dámar væl sang og tónleik. Hon syngur í kórinum í Fríðrikskirkjuni og onkrum øðrum kórum eisini, og hon stuðlar felagssanginum í kirkjuni væl. Josefina giftist í 1963 Jørgeni Jacob­ sen, verkfrøðingi, sum er ættaður úr Søldarfirði. Tey búðu í nógv ár á Toft­ um, inntil tey bygdu húsini í Saltnesi, sum tey framvegis búgva í. Børnini hjá Josefinu og Jørgeni eru Meinhard (1964), Naina (1967) og Annika (1974). Meinhard og Annika búgva í Havn, og Naina býr í Hvalvík. Ommubørnini eru átta í tali – fimm dreingir og tríggjar gentur. 70 ára føðingardagurin verður hildin í Sjó kafeini í Runavík. Har eru øll væl komin leygarkvøldið 30. juni klokkan 18.30. J Josefina Jacobsen 70 ár Dagurin 30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostlunum sjálvum. Annars er dagurin eisini ein av pálsmessunum. 1. juli Teobaldus, deyður ár 1066. Franskur aðalsmaður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einbúgvi. Var fyrst í Luksembeur, ger so pílagrímsferð til Santiago de Compostella í Norðurspania, til Róm og fær sær at enda tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð prestvígdur. 2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stav­ anger í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøkudagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisa­ beth, móðir Doyparans. Niels Winther var føddur hendan dagin í 1822. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði pápi, verpápi og abbi Aage Heinesen andaðist og var jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri vøkur og troystarrík orð. Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, heimahjálpir og heimasjúkrasystrar, sum vóru um hann. Tøkk til urguleikarar, sangarar, kirkjutænara, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, vitjanir, blómir og kransar. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum tilhansara síðsta hvíldarstað. Hjartans takk. Jakku, Kára og Maria Tøkk Hjartalig øllum sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá kæri sonur, pápi og abbi okkara Arni Jespersen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Tøkk til familju og vinir, og ein serstøk tøkk til øll í Zion, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar og peningagávur, og tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Mamma, Heðin og Hallur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og svágur Martin S. Poulsen Eiði andaðist og var jarðaður. Takk til Emil Olsen, prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til Eiðis kirkju. Ein serstøk tøkk til starvsfólk og búfólk á Korndalsbýlinum á Eiði. Takk til Kjartan fyri sangin. Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið vitjaðu pápa, og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Rólant og Katrin Lesið Sosialin - so eru tit við