Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 høvuðsstuðul hjá landsliðnum í bogaskjóting... Føroyska súkklu­lands­ liðið er á hesu­m Oyggjaleiku­nu­m mannað við eldri og u­ngu­m harru­m. Geyr Gilsteinsson, hjálpar­ venjari hjá súkklu­lands­ liðnu­m, heldu­r, at tann bert 17 ára gamli Torkil Veihe er sterk­ asta kortið í hondini Súkkling Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Tvey nýggj andlit eru at finna á føroyska súkklulandsliðnum, sum hevur havt drúgvar fyrireikingar og er væl brynjað til hitan niðri á Rodos. Tveir ungir harrar eru við á fyrsta sinni, og skulu teir saman við royndaru kreftunum manna eitt spennandi landslið Ung styrki Tá ið ein 17 ára gamal er við á fyrsta sinni á Oyggjaleikum, er ikki vanligt, at hesin luttakarin fer at gera nakað serligt um seg frammi í oddinum. Men hesa siðvenju kann føroyska liðið broyta. - Hann er ein sera sterkur súkklari, og kann væl gera um seg í einkultstartinum, sigur Geyr Gilsteinsson, hjálparvenjari á føroyska landsliðnum, um bert 17 ára gamla Torkil Veyhe úr Havn. Fleiri ferðir í ár hevur Torkil lagt sjálvasta Gunnar Dahl Olsen aftur um bak, og vunnið á honum. Sigast skal eisini, at Gunnar somuleiðis má metast sum eitt sera sterkt kort í hondini. 42 ára gamli veteranurin hevur í fleiri ár verið besti súkklarin í Føroyum, og heldur framvegis formin við líka. Dáma hitan Meðan allar ítróttargreinarnar síggja ein stóran vansa í stóra hitanum, sær Geyr Gilsteinsson ein møguligan fyrimun í hesum. - Tað vísur seg, at vit standa okkum væl í hita, sigur Geyr, og vísur á, at Gunnar vann heiðursmerki í sera nógvum hita í landavegkoyringini á Guernsey í 2003. Men tað er ikki einans í hita, at súkklararnir hava fingið góð úrslit á Oyggjaleikunum. Á seinastu fýra leikunum hevur súkklulandsliðið nevniliga megnað at vunnið sær heiðursmerki við aftur til Føroya. Skuldi nógvi hitin stungið seg upp, sum tað á Rodos allarhelst fer at gera, er liðið væl fyrireikað. Liðið hevur verið og súkklað inni í nógvum hita, umframt at hava vant seg við at drukkið sera nógv vant. Liðið er sterkari Geyr sær ongan vansa í, at tveir ungir og óroyndir menn eru komnir á liðið. Heldur hinvegin heldur hann, at hetta hevur styrkt liðið. - Báðir eru tveir sterkir súkklarar, og Torkil hevur víst sera góð úrslit, sigur hann. Fyrireikingarnar mugu eisini sigast at hava verið drúgvar og góðar. - Vit hava fyrireikað okkum út við hálvtannað ár, og hava samlast fýra ferðir um vikuna síðan Novembur í fjør, heldur Geyr fram. Málið á ársins Oyggjaleikum stendur greitt. - Málið er at vera við frammi í oddinum og vinna okkum okkurt heiðursmerki, sigur Geyr at enda, og peikar á, at í liðeinkultstartkappingini er hetta væl møguligt. 17 ára gamal gongur á odda Súkklumenninir komu til Rhodos í góðari tíð Mynd:Álvur Haraldsen