Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 123 - 29. juni 2007 Hugleiðingar, bøn og sangur á Landssjúkrahús­ kap­ellinum hin 1. juni í sambandi við jarðarferð­ ina hjá Rosu og Ditleif Eldevig Lítið vardi tað okkum, at hvítu­ sunnudagur í ár skuldi verða seinasti dagurin hjá Rosu og Ditleif her á fold. Henda dagin vóru tey á veg í bili til Havnar at vitja. Saman við teimum var ommu­ og abbasonurin Jann, og tey vóru á lívið ­ prátaðu um fram­ tíðina, um túrin, tey ætlaðu sær við eldrafelagnum til Skotlands í august. Ditleif var sum ikki eina ferð fyrireikari og greiddi dúgliga frá um ætlaða túrin. Hóast Ditleif og Rosa vóru væl við aldur, so kendist tað altíð, sum um tey vóru mitt í lívinum, hon í stákan og umsorgan fyri okkum og hann ótroyttiligur í fyriskipan av tiltøk­ um og ferðum hjá eldrafelagnum og við einum ósløkkjandi áhuga í vinnu­ og samfelagsspurningum. Soleiðis eigur lívið at vera, virkið, luttakandi – sum Gud skapti okk­ um sum mann og kvinnu at nørast, at fylla jørðina, at virka, at fyri­ reika og liva. Men so endar lívið brádliga hjá Rosu og Ditleif. Vit fingu onga ávaring um, at teirra lív skuldi enda beint tá, og vit fata framvegis ikki, at tey bæði ikki eru millum okkara longur. Vit vilja treyðugt góðtaka, at vit ongantíð aftur kunnu leita inn í heimið í Fugla­ firði, har Rosa setur á borð rosinu­ bollar, wienarbreyðslongd og dadlubotn, alt meðan hon murrar glaðar sangir um kærleikan til Jesus og um vónina um Himmalin. Sum kæra familja okkara savnast, eru hesir sangir saman við vónini um Himmalin og uppreisn hinna deyðu okkara troyst. Vit hava roynt at ugga hvør ann­ an við minnum og tankum um tann týdning, ið Rosa og Ditleif høvdu í lívi okkara. Vit hava gjørt, sum tað stendur í Jobs bók: “So komu allir brøður hansara til hans­ ara og allar systrar hansara og øll, ið høvdu kent hann áður; tey hildu máltíð við honum í húsi hansara, vístu honum samkenslu og ugg­ aðu hann eftir alla vanlukkuna.” Tað er so gott at standa saman, tá sorgin vitjar, og hesar dagarnar síð­ ani vanlukkudagin hava vit kent hitan av kærleikanum, sum lagdur er niður í børnini hjá Rosu og Dit­ leif. Ímillum okkum hevur ein ommu­ og abbasonur verið serliga kærur, og tað er Jann – við skursli á pannuni og pínu í økslini, men uttan eitt einasta bein brotið hevur hann verið okkum ein ímynd av lívinum, sum hóast alt er ein gáva og forrættur. Her møtast lívið og deyðin, og vit seta álit okkara á Jesus og trúgva, at lívið sigrar. Jesus hevur sjálvur sagt tað við okkum. Jesus segði: „Eg eri upp­ reisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja.” Hetta er tað, sum Rosa sang um. Hetta er tað, sum Ditleif vónaði, og hetta er tað, vit hanga í, nú tað stendur á gomlum nøglum. Í útvarpinum hava vit hoyrt, at tiltøk hjá eldrafelagnum í Fugla­ firði hesa vikuna eru avlýst. Hví? Jú, tí hann, sum fyrireikaði, er farin, men Jesus fyrireikar Himm­ alin til stóru máltíðina, har vit aftur skulu sessast til borðs við Rosu og Ditleif. Henda máltíð verður ikki avlýst, og so satt sum vit seta álit okkara á Hann, sum er uppreisnin, skulu vit hittast aftur. Góði, elskaði pápi í Himli. Vit koma til tín í hesi løtu, nú sorgin nívir. Harri, sum vit ganga lívsleið okkara, skilja vit ikki alt, sum hendir. Harri, tú hevur heldur ikki lovað okkum at skilja alt, men í Jesusi síggja vit óreingjandi prógv um, at Tú ert Gud troystar­ innar og ikki upphavið til pínur okkara. Harri, kom okkum til hjálpar og troysta okkum nú. Harri, vit takka tær fyri lívið hjá Rosu og Ditleif. Takk fyri tað, tey vóru fyri okkum. Takk fyri kærleikan og dugnaskapin, sum fløðir niður gjøgnum ættarliðini. Lat minnið um Rosu og Ditleif verða til tína dýrd, tað er bøn okkara. Harri, takk, at vanlukkan ikki kostaði Jann lívið. Lær okk­ um at virðismeta lívið og virka, meðan vit hava tað. Vit biðja um tína varðveitslu, Gud. Ver hjá børnunum, sum hava mist ommu og abba og lang­ ommu og langabba. Harri, tað er so svárt, og rúmið í hjartanum, har vit goyma Rosu og Ditleif, er nú fult av sakni. Men takk, góði Jesus, at vit kunnu koma til tín – tú, sum turkar hvørt eitt tár. Ver við okkum komandi dagarnar og komandi tíðina, sum vit ganga lívsleiðina uttan Rosu og Ditleif. Vit leggja okkum í tínar armar og biðja um tína signing. Í Jesu navni Amen. Johan Til minnis um Rosu og Ditleif Eldevig Tú skalt ikki stúra (Orð: Kirt Franklin, Týtt: Z. Zachariassen) Tú skalt ikki stúra og ikki óttast, nei! Vón er fyri framman, Gud kennir tína leið! Tú eigur vinin Jesus, hvørt tár hann turka kann. Og ert tú hjartabrotin, tá kalla bert á hann. Eg veit, at eg skal sigra og náa himmalstrond. Hvat enn kann koma á mín veg, mítt lív er í Guds hond. Koma sorgir, royndir, sum níva niður teg. Svíkja bestu vinir og kaldar vísa seg. Tá minst til vinin Jesus, hvørt tár hann turka kann. Og ert tú hjartabrotin, tá kalla bert á hann. Hvíl í friði. Mariann, Elisabeth, Kristian, Pól, Anna og Rita við makum og familjum nøvn Familjan Eldevig: Kristian, Ditleif, Pól, Mariann, Anna, Rosa, Rita og Elisabeth Sunnudagin 1. juli verður minningar­ dagur teirra deyðu í ferðsluni 2007 hildin. Samskip­arin av tiltakinum, Ingi Gunnarsson, sigur, at brúk er fyri fólki til at leggja blómur út til tey 172 støðini kring landið, har deyðsvanlukkur eru hendar Ferðsla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Áttanda árið á rað verður sunnudagin 1. juli skipað fyri minningardegi fyri tey sum eru deyð í ferðsluni. Dagurin verður sum vant hildin við, at blómur verða lagdar á tey støð, har ferðslu­ vanlukkur hava kravt mannalív. Endamálið við tiltakinum er at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukk­ ur í ferðsluni og at fáa okk­ um at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viðurskifti. Í hesum sambandi heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á fjølmiðlarnar um at taka hetta evnið upp og kasta ljós á hesi viðurskifti á yms­ an hátt. Heitt verður eisini á kirkjur og samkomur um at taka evnið upp sunnudagin 1. juli. Síðan minningardagin í fjør hava vit mist sjey mannalív í ferðsluni. Tað er Ingi Gunnarsson í Havn, sum hevur tikið stig til at skipa fyri tiltakinum, sum í ár er fyri áttandu ferð. Ingi sigur, at blómur skulu leggjast út til 172 ymisk støð kring landið, og brúk er fyri fólki, sum kunnu hjálpa til í hesum arbeiði. Áhugaði eru vælkomin at ringja til sín á telefon 594652. Í sambandi við minningar­ dagin verður eisini tøgn í ein minutt, áðrenn fótbólts­ dystirnir í Formuladeildini byrja sunnudagin. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni Ingi Gunnarsson í Havn samskipar minningardag teirra deyðu í ferðsluni. Hesaferð skulu blómur leggjast út á 172 støðum kring landið Mynd: Sunva Lassen