Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 29. juni 2007 17 Sunnudagin 1. juli fyllir mamma okk­ ara, Jenny Kragesteen, sjúkrasystir, 80 ár. Hon var fødd 1927 í Mið­vági sum tað­ fjórð­a av átta systkjum. Foreldrini vóru Aksel Niclasen og Thomina Nicla­ sen, fødd Johannesen, bæð­i úr Mið­vági. Abbi bygdi hús í býlinginum Í Húsi í Mið­vági og her búleikað­ist familjan. Vanligt var tá, at mað­urin baldist á sjón­ um stóran part av árinum, með­an móð­­ irin helt saman upp á heimið­. Mangan hava vit børn fingið­ fortalt, hvussu smá korini vóru, serliga í tríatiárunum, etið­ var av felags trogi, og einki mátti fara til spillis. Men samstundis var altíð­ und­ irstrikað­, at eingin sat svangur. Og hóast klæð­ini ikki altíð­ vóru so fín og nýggj, so vóru tey altíð­ heil og rein. Og grind fingu tey til døgurð­a so at siga hvønn dag, tó uttan sunnudag. Men tað­ var nú heldur ikki so løgið­, tá ið­ man er uppvaksin í Mið­vági, størsta grinda­ plássi í Føroyum. Níggju ára gomul fekk mamma tub­ erklasjúkuna og var innløgd á sjúkra­ húsinum, har hon var í 10 mánað­ir. Tað­ var í hesum tíð­arskeið­i, at hon gjørdi av, at hon skuldi vera sjúkrasystir. Tá ið­ seinni heimsbardagi brast á, sigldi abbi við­ Nýggjaberg og var ein av teimum, ið­ fórust í 1942, tá ið­ skip­ ið­ ikki kom aftur. Omma var tá 38 ára gomul og sat eftir við­ sjey børnum og einum undir belti. Í 1946 fór mamma til Havnar og fekk arbeið­i sum gongsgenta á sjúkra­ húsinum. Árið­ eftir byrjað­i hon á sjúkrasystraskúlanum. Hesa tíð­ina búð­i hon í barakkini, har sjúkrasystra­ næmingarnir vanliga búð­u. Í 1947 hitti mamma komandi manni sínum, Daniel Johannes Kragesteen, vanliga nevndur Hannis. Tey hittust í Sjónleikarahúsinum og 18. januar 1951 giftust tey. Babba var Havnarmað­ur, føddur 3. apríl 1928 og var sonur Hjalmar Kragesteen og Fíu, fødd Debes, og var yngstur av seks systkjum. Babba vaks upp á Krákusteini í hjart­ anum á Havnini. Sum 14 ára gamal fór hann í smið­ulæru hjá Askham, og tá ið­ hann var útlærdur, fór hann at sigla við­ ymiskum fiskiskipum sum fýrbøtari, m.a. við­ Kallsevni, Tróndi í Gøtu og Stella Argus. Seinni fór hann á maskin­ meistarskúla og var útlærdur sum maskinmeistari í 1954. Fór so aftur at sigla við­ Stella Argus, men fekk kjans við­ Tjaldrinum stutt áð­renn Stella Argus fórst. Tey næstu 20 árini sigldi babba við­ ymiskum skipum hjá Skipafelagnum, fyrst við­ Tjaldrinum, síð­ani m.a. við­ Bliki, Falki og Lómi, meginpartin av tíð­ini sum maskinsjefur. Í 1976 fór babba í land og byrjað­i at arbeið­a hjá Leif Mohr, har hann serliga arbeiddi við­ frystaríum. Í 1995 gjørdist babba sjúkur og andað­ist 22. februar 1996. Eftirkomarar hjá mammu og babba eru trý børn, 8 ommu­ og abbabørn, og higartil 6 langommu­ og abbabørn. Í 1950 var mamma útbúgvin sjúkra­ systur og fram til 1994 arbeiddi hon á sjúkrahúsinum so at siga uttan slit. Gjøgnum tíð­ina hevur hon arbeitt á flestu deildunum, men seinast í sekstiár­ unum byrjað­i hon at arbeið­a á føð­ideild­ ini. Hetta dámdi henni serliga væl, og hon var verandi á hesari deildini restina av starvstíð­ini. Eitt skifti var hon eisini virkandi deildarsjúkrasystir. Arbeið­ið­ hugtók mammu sera nógv, og hon gekk inn fyri tí við­ lív og sál. Fyri at betra um við­urskiftini hjá barnakonunum, fann hon upp á at evna til ein serliga fjálgan brósthaldara. Hesin varð­ væl móttikin, og tað­ vísti seg at áhugi var fyri at seta eina framleið­slu í gongd av hesum serligu brósthaldarunum. Tað­ kom enntá so langt, at hon fekk patent upp á snið­ið­. Síð­ani tíð­liga í 60 árunum hevur mamma mangan ferð­ast við­ sjúkling­ um til Danmarkar. Og tá var sjúkra­ flutningurin fyri tað­ mesta við­ skipi. Seinni, tá ið­ reglulig flogferð­sla tók seg upp, var tað­ henda veg at sjúk­ lingar vórð­u fluttir. Og væl hevur mammu altíð­ dámt at ferð­ast og var manga ferð­ina við­ teim­ um skipum, sum babba sigldi við­. Serliga minnilig var ferð­in á sumri í 1966 við­ Bliki, tá ið­ øll familjan var við­. Farið­ varð­ fyrst til Íslands, síð­ani til Spania, so til Portugal fyri at enda í Danmark og Noregi. Hetta var ein upp­ livingarrík ferð­, sum vardi ein góð­an mánað­ við­ hita sól og nógvum spenn­ andi inntrykkum, sum blivu varð­veitt fyri lívið­. Eftir at hava búð­ í fleiri ár úti á Krákusteini hjá abba, flutti familjan í 1963 í nýbygdu húsini í Mortansstovu­ brekku, sum var eitt av teimum fyrstu, sum JPG teknað­i. Og tað­ var stórt umskifti at flyta úr einum gomlum húsum við­ ongum hentleikum í eitt nýtt hús við­ mið­stovuhita, wc, bað­i­ kari og øð­rum nútímans. Í 1970 tók mamma koyrikort og keypti sær bil, og var millum tey fáu konufólkini, sum høvdu koyrikort tá. Mamma hevur altíð­ verið­ sera virkin. Gekk til fimleik og áð­renn svimjihylurin kom í Gundadali síð­st í fimtiárunum var ikki óvanligt at svimja á sjónum. Tá ið­ svimjihøllin kom fyrst í áttatiárunum, byrjað­i reglu­ liga svimjingin við­ Morgunfrúunum – alt árið­. Og mamma er við­ har enn, svimur trúliga tríggjar ferð­ir um vikuna. Á sumri í 1994 fall mamma fyri ald­ ursmarkinum, og á hennara seinasta arbeið­sdegi var skipað­ fyri hátíð­ar­ haldi á sjúkrahúsinum. Hóast mamma nú rundar tey áttati, er ferð­ahugurin enn í besta blóma. Hon fírir ikki fyri at taka flúgvaran til Danmarkar ella at fara við­ farmaskipi til Onglands at vitja systrar sínar har. Og tráanin at leita eftir sólini er enn stór, tað­ verið­ seg at ferð­ast til Mið­­ jarð­arhavið­ ella Kanarisku oyggjarnar. Longsta ferð­in hjá henni man tó hava verið­ til Nepal fyri einum 4­5 árum síð­ani. Góð­a mamma, hóast nógv ferð­ hevur verið­ á hjá tær, og nógv hevur verið­ at takast við­, so hevur tú altíð­ verið­ til stað­ar, tá ið­ vit børn hava havt brúk fyri tær, og tað­ vilja vit takka tær fyri. Við­ hesum orð­um vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 80 ára degnum. Føð­ingardagurin verð­ur hildin sunnudagin 1. juli hjá Tórgunn í Áar­ geil 5 millum kl. 9 og 16, og øll eru vælkomin. Eyð, Tórgunn og Jón Jenny Kragesteen 80 ár 1. juni fingu Anna og Sankey Við­stein, Klaksvík, eina dóttur, sum eitur Eva. Hon var 48 cm. long og vigað­i 2585 gr. 11. juni fingu Hansina Olsen og Trygvi Hermansen í Hvalvík, ein son. Hann vigað­i 3500 gr 54 cm 15. juni fingu Helena Hergeirsdóttir og Niels Petur Mid­ jord, Vágur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigað­i 3900 gr. 20. juni fingu Jonna Hansen og Monrad Mouritsen, Mið­­ vági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigað­i 4350 gr. 20. juni fingu Randi Dam Joensen og Karsten Jensen, Sumba, ein son. Hann var 53 cm langur og vigað­i 3620 gr. 21. juni fingu Anna Maria Sivertsen, Streymnes, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigað­i 3250 gr. 21. juni fingu Armgarð­ og Hans Martin á Regni, Toftum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigað­i 3925 gr. 23. juni fingu Elsebeth Winther Olsen og Páll Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigað­i 4100 gr. 24. juni fingu Vivi Jacobsen og Karstin Højgaard, Runa­ vík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigað­i 3800 gr. 26. juni fingu Judith Falkvard og Høgni Joensen, Mið­­ vági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigað­i 4000 gr. 26. juni fingu Nelly Debes og Rúni Christiansen, Kví­ vík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigað­i 4170 gr. 27. juni fingu Nathalia og Richad Rognsøy, Tórshavn, e in son. Hann var 54 cm langur og vigað­i 3900 gr. 27. juni fingu Christina Danberg og Tróndur Ravnsfjall, Sandavági, ein son. Hann var 58 cm langur og vigað­i 3950 gr. 28. juni fingu Sóleyð­ P. Hansen og Regin Kristiansen, Kollafirð­i, ein son. Hann var 54 cm langur og vigað­i 4400 gr. Føðingar 12. mai fingu Rikke Sørensen og Óli Gaard, Keypmanna­ havn, ein son. Hann eitur Andreas Søren­ sen Gaard. Hann vigaði 4155 gram og var 55 cm langur 19. juni fingu Svanhilda Lervig og Leivur Petersen, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4600 gr. nøvn Hannis og Jenny á sumri 1994 -har tað hendir Minningardagur teirra, sum doyðu í ferðsluni sunnudagin 1. juli 2007