Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 17 og stuðul hjá borðtennislandsliðnum Judolandsliðið skal fyri fyrstu ferð í 11 ár royna seg í altjóða kapping fyri lið. Seinast hetta var, var í 1995 tá heiðursmerki í hópatal vórðu hálaði heim av Isle of Man Men nú eitt nýtt lið verður bygt upp, er málið kortini at vera millum tey fremstu JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað var eitt skot fyri bógvin hjá føroyskari judoítrótt, tá tað til leikirnar á Guernsey í 1997 varð staðfest, at judo var tikið av skránni. Bæði sum lið og sum einstaklingar høvdu føroyingar staðið seg framúr gott, og hevði judo verið garanturin fyri heiðursmerkjum – helst fleiri og av besta slag. Tey seinastu av hesum slagnum komu í 1995, tá føroysk judoítrótt toppaði við at hála einki færri enn 12 heiðursmerkir heim. Síðani tá hevur judoítróttin heima í Føroyum hevur verið í tungum sjógvi. Íðkaratalið er fallið og feløgini eru farin frá at vera trý til at vera tvey – Sunda Judofelag og Havnar Judofelag, meðan klaksvíkingar eru givnir. Hetta merkir, at innanhýsis kappingin ikki er eins stór og hon hevur verið. Serliga hjá monnum hevur fráfallið verið stórt, og í nøkur ár var so at siga eingin kapping í vaksnamannadeildini. Konufólk berjist Ein av framsettu orsøkunum til skeivu gongdina hevur verið, at júst oyggjaleikirnir hava vantað. Men síðani tað varð samtykt, at badminton og fimleik ikki skulu vera við, men at judo og tennis koma í teirra stað, hevur áhugin fyri einastu skipaðu føroysku kampítróttin verið vaksandi. – Seinastu trý árini hevur verið ein hampilig tilgongd. Serliga hjá teimum yngru, men síðani tað gjørdist greitt, at vit aftur fingu pláss á oyggjaleikunum, hava menninir eisini funnið draktina framaftur, fortelur Sofus D. Johannesen, formaður í Judosambandi Føroya. Hann er tó skjótur at leggja aftrat, at tað ikki bara eru mannfólk, ið umboða Føroyar í judo á Rhodos. – Inga Remmel, ein ung dama úr Havnar Judofelag, fer eisini at berjast, vísir Sofus D. Johannesen á. Heiðursmerkir og høll Hann sigur, at teirra ætlan nú er at fáa meiri burtur úr ársins oyggja­ leikum, enn bara sjálva kappingina á Rhodos. – Nú fólk legst til mugu vit halda gongd í og byggja víðari uppá hetta, sigur Sofus D. Johannesen avgjørdur. Í judosambandinum er ynskið, at oyggjaleikirnir verða eitt slag av vendipunkt í føroysku judosøguni. Hetta er tó ikki einasta ynskið í judosambandinum, tí har, eins og millum øll teirra, ið standa judo í Føroyum nær, er eitt stórt ynski um at fáa egna høll. – Nú hava vit vant her í eini høll á Rhodos. Henda er lítið meiri enn ein kassi við einum taki, har motturnar sleppa at liggja í frið á gólvinum. Ein tílík hevði verið ideel hjá okkum, heldur Sofus D. Johannesen. Men áðrenn henda kemur og at arbeitt verður víðari við at menna judo í Føroyum, skulu Oyggjaleikirnir avgreiðast. Her er málið greitt. Hóast tað eru 11 ár liðin síðani seinastu Oyggjaleikir, er málið at enda millum trý tey fremstu – bæði sum lið og hjá einstaklingum. Føroysku judoíðkararnir í garðinum á Hotel Ixian Grand á Rhodos. Á myndini vanta Inga Remmel og Ragnar við Streym, sum eisini umboða Føroyar í judo Mynd: Álvur Haraldsen Judo á rættari kós