fríggjadagur 29. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 123 - 29. juni 2007
Týr var ein av føroysku bólkunum, ið lokkaði yvir 300
føroyingar á Christiania hetta fyrsta leygarkvøldið í juni
mynd: Niels Uni Dam
Konsert á Christiania
nú á netinum
2. juni var føroyskur dansur og konsert á
Christiania, sjónvarpsrásin hjá Christiania,
CATV sendi frá tiltakinum, og nú er
sendingin eisini komin á alnetið.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Týr, Boys In A Band og íslendski Petur Bén spældu
fyri 350 áskoðarum har meginparturin var føroyingar
í Operaen á Christiania. Kvøldið var sera væleydnað
og nú ber til at uppliva tað aftur, ella enduruppliva tað
á heimasíðuni catv.dk. Eisini eru samrøður við
hálendskan Týr-fjeppara, fyriskiparan av tiltaki-
num Edmund S. Jacobsen og skiparan av Orminum
Langa.Føroyski dansurin var í Pusherstreet og orsakað
av hasjsøluni er ikki loyvt at taka film upp har, so
dansurin er ikki við í sendingini. Men til samans liggja
tveir tímar og eitt korter av tónleiki og práti frá kvøldi-
num á heimasíðuni.
Leygarkvøldið var
føroyska vertshúsið
og spælistaðið í
Keypmannahavn
roykfrítt á fyrsta
sinni í 33 ár.
Roykiforboðið, ið var
roynt í sambandi við
konsert við Hanusi G.
Johansen, riggaði sera
væl
Heilsa
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í august verður alment
roykiforboð sett í gildi í
Danmark á øllum mat- og
ølstovum, ið eru yvir 40
fermetrar. Seinasta leygar-
kvøldið varð roykiforboð
roynt á fyrsta sinni á Skarv.
Hetta var bert nakrar vikur
eftir, at sløkkiliðið vitjaði á
Skarv, orsakað av at eld-
ávaringarskipanin
fór
í
gongd av sær sjálvum. Men
orsøkin til roykfría kvøldið
hevði einki við viðkvæmar
roykávararar at gera. Royki-
forboðið var í sambandi
við konsert við Hanus G.
Johansen. Tað var vísusang-
arin sjálvur, ið hevði sett
fram ynskið um roykfrítt
høli, men fyri føroysku barr-
ina var hetta ein góð roynd,
ið gav innlit í komandi støð-
una.
Vit fingu orð á tónleika-
fyriskiparan
á
Skarvi,
Edmund S. Jacobsen og
spurdu
hvussu
kvøldið
spældi av?
Virdu forboðið
– Vit høvdu hongt for-
boðsskelti upp, og føroy-
ingar virdu forboðið. Hetta
er fyrstu ferð í 33 ár, at
Skarv noktar gestunum at
roykja innandura. So tað
var rættiliga spennandi, at
vita hvussu tað fór at rigga.
Men tað riggaði væl. Nógv-
ir gestir tosaðu um hvussu
nógv betur luftin var, og
hýrurin gjørdist bara betur,
tí tað er jú bert fáir metrar
út í túnið at roykja. Hanus
koyrdi á einsamallur við
sera góðum tónleiki, alt tað
sum fólk vildu hoyra og
meira afturat. Konsertin
vardi
væl
longur
enn
avtalað. Men tá tað leið
móti morgni og konsertin
var liðug, byrjaðu nøkur
aftur at pumpa giftpinnarnar.
Forboðið hesaferð var bert
ásett til konsertina, greiður
Edmund frá.
- Vit høvdu fult hús av
føroyingum,
sum
flestu
komu fyri at hoyra tónleik,
løgini hjá Hanusi og orðini
hjá Poul F. Nógvar gentur
fyltu dansigólvið á Skarv
aftaná
Justin
Tiberlake
konsertina í Parkini sama
kvøldið. Aftanfyri genturnar
stóðu smædnu dreingirnir í
andakt og lurtaðu eftir
tónleikinum, alt gekk eftir
bókini.
Avgerð ikki tikin
um framtíðina
Roykiforboðið
kemur
í
gildi um ein góðan mánað.
Resturatørar
kunnu,
tá
avskermað ávíst økið, sum
eina roykistovu við útsúgv-
ing og konstantum undir-
trýsti. Danski tubbaksrisin
House of Prince hevur úr at
gera
í
Keypmannahavn
hesar dagarnar við at royna
at hjálpa resturatørunum
við roykistovum. Edmund
S.
Jacobsen,
sigur
at
avgerðin fellur eftir hvat
hóskar staðnum og kundan-
um. Men hann vónar at
Skarv kann loysa trupul-
leikan á annan hátt.
- Hetta kann gerast við at
uppseta eina presending
sum eina hálvtekju uttan-
fyri, har hesir óskildigu
narkomanarnir
kunna
standa saman og pumpa.
Hetta kann tó verða ein
trupulleiki, tí bygningurin
er friðaður, og avmarkað er,
hvat kann gerast av uttaru
broytingum. Tað, ið skal
gerast er tó upp til eigaran
av Skarv. Men tað er greitt,
at konsertin leygarkvøldið
kom sera væl við fyri
Skarv.
Roykfrítt Skarv
riggaði væl
Bussførarar hava lyndi
at sovna
20 danskir bussførarar hava verið við í einari kanning,
sum danska blaðið 24timer hevur latið gjørt. Meir enn ein
triðingur av bussførarunum hava roynt at sovna, - nakrir
enntá upp til fleiri ferðir. Kanningarnir vístu eisini
orsøkina, og hon tykist at vera grundað av tí ofta seinu
ferðsluni, og av at førararnir hava alt ov drúgva
arbeiðsskrá.
Borðspæl kært til
løgregluna
Borgarstjórin í Vollsmose kommune er so ónøgdur
við borðspælið ”Voldsmosespillet”, at hann hevur
kært tað til løgregluna. Hann heldur tað vera
ósømiligt, at børn skulu spæla hetta spælið, sum alt
inniber ein ein býtúr við herverki og øðrum
ósømiligum. Kunnaði fólk vilja vera við, at hann
ikki fær viðhaldi í ákæru síni. Tó heldur hann, at
spælið er vert at sleppa fyri rættin.