fríggjadagur 29. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • 29. juni 2007
oyggjaleikir 07 19
Vit stuðla eisini tær...
Við eini ferðatrygging í rygginum kunnu tú og familjan fáa endurgjald og hjálp á
staðnum, um tit verða sjúk ella skadd á ferðini.
Fullkomin konsentra
tión og eginleikin at
vera ísakaldur í avger
andi løtunum, er upp
skriftin upp á eitt gott
úrslit, siga skjúttarnir
úr Føroyum, sum hava
verið rættiliga óhepnir
í sínum fyrireikingum
SKJÓTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani seinastu leikir, er eitt sindur
av útskifting gjørd millum føroysku
skjúttarnar. Hetta broytir tó einki
upp á málini, sum eru rímiliga høg.
Bronsu heiðursmerkið frá 2005 skal
endurvinnast, umframt at teir eisini
ætla at bøta um hini úrslitini, har tað
næstbesta tá var eitt 13. pláss.
Tískil hava skjúttarnir eisini vant
ógvuliga miðvíst uppundir leikirnar.
Serliga teir seinastu tvær vikurnar
hava teir av álvara kýtt seg. Tí kom
tað sera illa við hjá teimum, at teir
millum lítið og einki hava kunnað
vant, tí banin teir skuldu kappast á,
als ikki var liðugur, tá teir komu til
Rhodos mánakvøldið.
– Fyri at liggja millum teir fremstu,
mást tú vera neyvur, og fyri at gerast
neyvur, er neyðugt við nógvari og
miðvísari venjing. Tí er tað rættiliga
óheppið hjá okkum, at vit ikki kunnu
skjóta nakrastaðni her, sigur Marius
Joensen, sum eins og allir hinir
skjúttarnir er úr Sunda Byrsufelag.
Hann greiðir frá, at teir høvdu
ætlað at vant beinanvegin sum teir
komu til Rhodos, og annars venja
nakað hvønn dag, soleiðis at alt varð
hildið viðlíka til mánamorgunin, tá
teir byrja sína kapping.
– Vistu vit av trupulleikanum,
høvdu vit verið heima í Føroyum og
vant við fullari ferð, og so heldur
komi niður nakað seinni, sigur
Marius Joensen.
Mistu ein mánað
Tað er tó ikki bara á Rhodos, at
skjúttarnir hava verið óhepnir og
ongan bana havt at vant á. Allan
maimánað hevði Heilsufrøðiliga
Starvsstovan stongt teirra bana við
Norðskála, tí tey skuldu góðkenna
hann. Skjúttarnir eru samdir um, at
tað var rættiliga keðiligt, at teirra
bani varð læstur í ein mánað so tætt
upp undir leikirnar.
Men skjúttarnir hava ikki bara
verið óhepnir, tí í mun til aðrar
ítróttargreinar kemur veðrið neyvan
at ávirka á sama hátt hjá teimum.
– Sjálvandi ávirkar sólin og hitin
eisini okkum, men samanbera vit við
aðrar ítróttargreinar, eru vit rímiliga
væl stillaðir, tá vit nú ikki flyta okkum
heilt so nógv sum tey, ið skulu renna
hálvt marathon ella okkurt líknandi,
sigur Robert Hansen, skjútti, og
vísir á, at hjá teimum eru tað aðrir
eginleikar, sum gera seg galdandi.
Knappur og kvikur
– Tað ræður um at vera knappur,
kvikur og at hava refleksini í ordan,
staðfestir Marius Joensen. Tað er
nevniliga so, at dúgvurnar, skjúttarnir
skjóta, verða skotnar úr maskinunum
við umleið 120 km/t. Dúgvan flýgur
65 metur og trý sekund eftir, at
hon er skotin út, er hon uttanfyri
skotsmála. Tí skal berast skjótt at.
Hetta er tó bara galdandi fyri teir
sonevndu dúgvuskjúttarnar. Øðrvísi
treytir eru galdandi hjá teimum,
sum skjóta riflu. Millum teirra er
ein føroyingur, og tað er fyrstu ferð í
oyggjaleikahøpi, at føroyingar luttaka
í hesi grein.
Hesin hevur tó tað til felags
við hinar skjúttarnar, at fullkomin
konsentratión og eginleikin at vera
ísakaldur í avgerandi løtunum, er
uppskriftin upp á eitt gott úrslit.
Skjúttarnir miða høgt
Teir fimm dúgvuskjúttarnir hava
fyri tað mesta tikið sær av løttum,
tí banin, teir skulu skjóta á, var ikki
liðugur, tá teir komu til Rhodos
Mynd: Álvur Haraldsen