Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 20 Oyggjaleikirnir hava síðani 1985 ment seg til at vera eitt risa- tiltak, um sammett verður við støddina á luttakandi londunum Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað varð hildið at vera stórt, tá fyrstu oyggjaleikirnir vórðu sendir av barkastokki á Isle of Man fyri 22 árum síðani. 12 luttakandi lond við í alt 800 ítróttarfólkum var í øllum førum meira, enn tey á ensku kanal- oynni høvdu tikið ímóti undan hesum, men longu eftir fyrstu royndina stóð greitt, at talan skuldi verða um afturvendandi tiltak. Snøgt sagt, so var talan um eina brakandi succés, og síðani er tiltakið vorðið størri og størri í vavi, so hvørt sum leikirnir hava ferðast kring oyggjarnar. Higar til við Isle of Man og Guernsey sum einastu støðini, har leikirnir hava verið tvær ferðir. Soleiðis var luttakaratalið í Føroyum í 1989 komið upp á 1.500, og í ár er talið fyri fyrstu ferð komið upp um tey 3.000. Og hóast hetta neyvan er nóg mikið til at imponera nakran Rhodos-búgva, har túsundtals ferðafólk koma hvønn tann einasta dag. Men hjá øðrum londum er talan sanniliga um upplivingarbúskap við lít. Bæði tí stóra talið av luttakarum, leiðarum og áskoðarum setir krøv til gistingar- og matstovuvinnuna. Men eisini tí avleidda virksemið er stórt, tá ítróttarfasilitetir verða um- og útbygdir. Eisini Føroyar eiga sín stóra part í hesum. Og tað hevur avgjørt eisini havt sína ávirkan á almennu topparnar. Soleiðis er løgmaður partur av ferðalagnum næstu leikirnar á rað. Bæði ið leiklutinum sum verji fyri ítróttin, men uttan iva eisini við atliti at fáa íblástur frá øðrum smátjóðum. Og so sjálvandi eisini sum íðin áskoðari, sum í eina viku vitjar runt hjá øllum føroysku ítróttarfólkunum, meðan hesi kappast fyri at vinna Føroyum heiður og æru. Upplivingar­ búskapur til smáoyggjar Føroyar hava verið við á Oyggjaleikunum øll árini, síðani leikirnir byrjaðu í 1985 Føroyar hava vunnið hesi heiðursmerki Gull Silvur Bronsa Isle of Man 1985 0 2 1 Guernsey 1987 1 2 5 Føroyar 1989 13 5 10 Áland 1991 6 10 11 Isle of Wight 1993 5 5 13 Gibraltar 1995 10 14 15 Jersey 1997 5 10 22 Gotland 1999 7 12 9 Isle of Man 2001 15 12 13 Guernsey 2003 6 10 12 Hetland 2005 14 11 20 Oyggjaleikirnir eru vaksnir munandi, síðani fyrstu leikirnar í 1985. Ítróttargreinar Oyggjar Ítróttarfólk Isle of Man 1985 7 15 700 Guernsey 1987 9 18 1049 Føroyar 1989 11 15 800 Áland 1991 13 17 1500 Isle of Wight 1993 14 19 1448 Gibraltar 1995 14 18 1214 Jersey 1997 14 19 2000 Gotland 1999 14 22 1858 Isle of Man 2001 15 22 2020 Guernsey 2003 15 23 2129 Hetland 2005 15 24 Rhodos 2007 14 25 3000 FAKTA Við fleiri enn 3.000 luttakarum eru oyggjaleikirnir nú størri enn vetrar-OL