fríggjadagur 29. juni 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 123 - 29. juni 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Flogbann
Frá 1. juli sleppa indo
nesisk ferðamannaflogfør
ikki at flúgva til flogvallir
í ESlondunum. Orsøkin
er, at trygdin umborð á
teimum indonesisku flog
førunum er ikki nóg góð.
Higartil í ár eru tvey
indonesisk flogfør dottin
niður, og tær báðar van
lukkurnar kravdu ávika
vist 96 og 22 mannalív.
ES hevur eisini bannað
tveimum øðrum flogfeløg
um at senda flogfør til
flogvallir í limalondunum.
Tað eru angolska felagið
TAAG Angola Airlines og
tað ukrainska Volare, sum
flýgur við farmi.
Tosar við
Kina
Í dag eru umboð fyri
útlagna tibetanska leiðar
an Dalai Lama farin til
Kina at tosa við umboð
fyri kinesisku myndug
leikarnar. Umboðini skulu
vitja Shanghai og Beijing,
og tað ljóðar, at ørindini
eru millum annað at
kanna, um Dalai Lama
kann sleppa á eina píla
grímsferð til Kina. Hetta
er fimtu ferð síðani 2002,
at umboð fyri Dalai Lama
eru í Kina, men higartil er
lítið komið burtur úr
ferðunum. Kina hersetti
Tibet í 1950, og í 1959
noyddist Dalai Lama at
flýggja til India eftir ein
miseydnaðan uppreistur.
Bush tapti
Tað gongst illa hjá George
W. Bush, forseta at fáa
nakað uppskot ígjøgnum
Kongressina
í
hesum
døgum. Í gjár royndi hann
við einari nýggjari lóg um
ólógligar innflytarar, men
Senatið sýtti fyri at taka
støðu til tað. 46 senatorar
søgdu seg vera sinnaðar
at atkvøða um uppskotið,
men tað rakk ikki, tí minst
60 skuldu taka undir við
at atkvøða.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Seinastu skjølini vísa, at CIA njósnaðist meiri í
USA enn uttanlands júst sum Stasi í gamla DDR
(New York Times)
útlond
Morð, álop og
neyðtøkur eru
gerandiskostur, og
fangar verða brúktir
sum trælir, sigur
Altjóða Reyði Krossur
Nógvar frágreiðingar, sum
eru komnar um framferðina
hjá
hernaðarstýrinum
í
Burma (Myanmar), hava
verið
atfinningarsamar,
men eingin hevur tó verið
so hvassorðað sum tann
seinasta frágreiðingin, sum
Altjóða
Reyði
Krossur
hevur kunngjørt í dag.
Í frágreiðingini verður
sagt,
at
hernaðarstýrið
hevur onga virðing fyri
altjóða mannarættindunum,
og at brot sum dráp, ágangur
og neyðtøkur eru gerandis
kostur. Tað er herurin, sum
stendur fyri harðskapinum,
og tað er serliga sivilfólkið
á markinum við Teiland,
sum er fyri áganginum. Í
fleiri førum hevur herurin
eisini sett eld á matvørur og
framleiðslutól.
ICRC sigur, at herurin fer
ógvuliga illa við fangum.
Fleiri túsund fangar verða
brúktir til at bera mat og
herútgerð fyri hermenninar,
og tað er greitt brot á altjóða
reglurnar.
Vit hava fleiri ferðir
verið
í
sambandi
við
hernaðarstýrið í Myanmar
og sagt okkara hugsan um
tess framferð, men enn er
einki hent, sigur Jakob
Kelleberger, sum er forseti
í Altjóða Reyða Krossi.
Í Burma eru allar mótmælisgongur bannaðar, men her eru tað fólk í Indonesia, sum krevja
broytingar í Burma
Burma onga virðing fyri
mannarættindum
George W. Bush og
Fidel Castro eru ikki
vinmenn, men báðir
hava álit á Guði
Ein dag man Guð fara at
beina
Fidel
Castro
av
vegnum, segði George W.
Bush, forseti, í einari røðu
fyri
herflotamonnum
á
einari flotastøð í Rhode
Island í gjár.
Kubanski forsetin var
ikki seinur at svara. Í einum
skemtiligum teldubrævi til
tær útlendsku tíðindastov
urnar í Havana takkaði hann
Guði fyri at hava hildið
hondina yvir sær øll tey
nógvu árini.
Nú skilji eg, hví
ætlanirnar hjá Bush og
fyrrverandi amerikonskum
forsetum at beina fyri mær
eru miseydnaðar. Tað er
sjálvandi tí, at Guð hevur
vart meg, skrivar tann 80
ára
gamli
Castro
speirekandi.
Við Guðs hjálp
Teir eru í hvussu er samdir um at hava álit á Guði
Grønland skal hava endurgjald
fyri veðurlagsbroytingar
Tað heldur í
hvussu er tann
nýstovnaði fiski- og
veiðimannaflokkurin
Á vitjanini í Grønlandi fyri
nøkrum
døgum
síðani
máttu Anders Fogh Rasmus
sen, forsætisráðharri, og
José Manuel Baroso, ES
nevndarformaður, ásanna,
at tann veksandi hitin á
Jørðini hevur størri ávirkan
í Grønlandi enn aðrastaðni.
Júst tí eiga grønlendingar
at
fáa
endurgjald
fyri
veðurlagsbroytingarnar,
sigur tann nýstovnaði fiski
og
veiðimannaflokkurin
Aalisartut Piniartullu, sum
nú fer runt landið at savna
undirskriftir fyri kravinum.
Tær skulu so sendast ES og
ST.
Tað er eingin ivi um, at
tann mannaskapta dálkingin
í ídnaðarlondunum hevur
vanlukkuligar avleiðingar
fyri
grønlendska
sam
felagið, sigur formaðurin í
nýggja
flokkinum,
Leif
Fontaine, við útvarpið í
Nuuk.