Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 123 - 29. juni 2007 tíðindi Tað er ikki á hvørjum degi, at børn í dag sleppa nær einum tarvi. Tá møguleikin endiliga er til staðar er bara eitt at gera: Fara frá húsum. Júst hetta gjørdu børnini í dagrøktini á Kambsdali ein góðveðursdag í farnu viku Dagrøkt Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kambsdalur: Tær eru so eyð­kendar í teimum gulu vestunum. Dagrøktarmammurnar báð­ar, Súsanna Hansen og Annika Rasmussen hava avtalað­ at møtast uttanfyri húsini. Ætlanin er at fara nakað­ suð­ur um virkisbygn­ ingarnar, har tarvurin gong­ ur. Súsanna hevur verið­ dag­ røktarmamma síð­ani í mars mánað­i 1999 og dámar hetta arbeið­ið­ sera væl. – Eg havi innrættað­ mær kjallaran til endamálið­, sig­ ur hon við­ Sosialin. Hon er ein av trimum dag­ røktarum á Kambsdali. Tey flestu børnini eru ikki hig­ ani, men koma úr Fugla­ firð­i. Skjótt eru tær níggju gent­ urnar savnað­ar saman, men tær skulu líka ein túr inn í Snodda fyrst til mynda­ tøkuna. Nógv úti Hóast nógv hús og virkis­ bygningar eru á Kambsdali, eru góð­ir møguleikar hjá børnunum at hava virksemi uttandura. Hetta gera tey nógv av. – Ja, vit eru rættiliga nógv úti. Tá fanga vit síl, ganga túrar ­ ella sum í dag fara nakað­ burtur frá húsu­ num at hyggja eftir tarvi­ num, greið­ir Súsanna frá. Teir tríggir dagrøktararnir hittast saman við­ børnunum so at siga hvønn einasta dag, har tey syngja og spæla saman við­ hinum. Spæla væl saman Tá ein tekur við­ starvi sum dagrøktari hevur ein ikki beinleið­is ávirkan á, hvørji børn ein fær. Hjá Súsonnu og Anniku var støð­an tann sama, men tað­ vísti seg kortini, at tær í løtuni bara hava gentur í sín­ um heimi. – Hetta hendi mestsum bara av tilvild. Tað­ stuttliga er eisini tað­, at hin dagrøkt­ armamman bara hevur dreingir. – Eg haldi, at tað­ er eisini gott bara at hava gentur. Eg upplivi so í øllum førum, at tær spæla sera væl saman, sigur Súsanna við­ einum brosi. Út at hyggja at tarvinum Børnini í dagrøktini Henda dagin vit hittu genturnar á Kambsdali vantað­u tvær teirra í. Annars eru tær hesar: Rakul, Ronja, Gunnvá og Emma sum ganga hjá Anniku. Í dag vantað­i Anna Katrin. Hjá Súsannu ganga: Bára, Selma, Kristianna, Rosana, Ingunn og so Karina, sum ikki var henda dagin. Hóast talan bara er um gentur, spæla tær sera væl saman. Aldursbýtið er eisini rættiliga spjatt Mynd: Jens Kr. Vang Gott er at hegn er ímillum børnini og tarvin Mynd: Jens Kr. Vang Blái Krossur á G! – Vit ynskja at vera ímillum tey ungu og koma í samband við­ tey, tí vera vit við­ á G­festivalinum, sigur Hjalmar Hansen, að­alskrivari hjá Bláa Krossi. Tað­ er eingin loyna, at á G­ festivalinum savnast ungdómar í hópatali og at rúsdrekka er ein partur av eini slíkari stevnu, stað­festir felagsskapurin. Tað­ verð­ur Blákross Ungdómur (BKU) sum skipar fyri, saman við­ blákrossfeløgunum í Leirvík, Gøtu og Fuglafirð­i. ­ Ætlanin er, at okkara ungu skulu vera til stað­ar, tosa við­ fólk og hjálpa, tá ið­ brúk er fyri hjálp, sum t.d. um onkur er avdottin ella tørvar hjálp á annan hátt, sigur að­alskrivarin. Úr Ísrael á summarstevnu Klaksvík: Í gjárkvøldið­ byrjað­i árliga summarstevnan hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum í samkomuhúsinum Emmaus í Klaksvík. Í dag og restina av vikuskiftinum verð­a møtini í skúlanum við­ Ósánna. Til summarstevnuna hevur missiónsfelagið­ fingið­ tveir gestir – Dan Hessellund, sum er trúboð­ari hjá Luthersk Missionsforening í Danmark og toftamannin Oddmar Steinhólm. Hann starvast hjá felagsskapinum »Ordet og Israel« og fer millum annað­ at greið­a frá um missión í Ísrael og tí arbeið­inum, sum gjørt verð­ur millum jødar. Sunnukvøldið­ verð­ur felagsmøti við­ KFUM&K, har kór teirra eisini fer at luttaka.