Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 22 22 - Vit hava roynt at finna meira tilkomnar leikarar, men tað hevur ikki eydnast okkum. Hetta kann tó bara síggjast sum ein fyrimunur, sigur Petur Niclasen, hjálparvenj- ari hjá føroyska borð- tennislandsliðnum Borðtennis Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Í fjør streyk føroyska borðtennis­ landsliðið avstað við mest forkunnuga heiðursmerkinum, nevniliga gullheiðursmerkinum í einmansleiki hjá monnum. Hesum syrgdi hálvi føroyingurin, Thomas Christensen, fyri. Soleiðis verður ikki í ár, tí evnaríki leikarin búgvandi á flatlondum hevur meldað avboð vegna tíðarkrevjandi skúlagongd hansara. Nú er stórt ættarliðsskifti farið fram, og nógvir ungir leikarar sleppa at royna seg á fyrsta sinni. Nógvir ungir leikarar Heili fýra ungir og nýggir leikarar hava fingið møguleikan á hesum Oyggjaleikunum. Talan er um teir báðar 15 ára gomlu Hallur Thorsteinsson og Róa Agnarsson úr Havn, og tær báðar ávíkavist 15 og 14 ára gomlu Sheilu Strøm og Rakul Mikkjalsdóttur av Tvøroyri. Hesir leikararnir hava ment seg sera nógv seinastu árini, nú Borðtennissamband Føroya hevur valt at seta nógvan penining og tíð av til ungdómin við at skipa fyri nógvum uttanlandatúrum og øðrum. Hesir ungu og evnaríku leikararnir fara at manna liðið saman við nøkrum øðrum og royndari leikar­ um, sum fyrr hava roynt seg á Oyggjaleikunum. Hendan blandingin má sigast at vera áhugaverd, og spennandi verður at síggja hvussu liðið fer at standa seg. Aldarskiftið mátti til Fyrr ella seinni má ættarliðsskifti fremjast í nærum øllum. Soleiðis er eisini hjá borðtennislandsliðnum, sum hesaferð hevur sent eitt sera ungt lið avstað. – Vit hava roynt at fingið fatur á eitt sindur tilkomnari leikarum, men til fánýtis, sigur Petur Niclasen, og heldur fram, at hetta bara er til egnan fyrimun, tí ungu leikararnir menna seg sera nógv við einari slíkari avbjóðing. Við so ungum leikarum kundi ein væl hildið, at heiðursmerkjavónin er burtur. – Vónirnar til heiðursmerkir eru sjálvsagt ikki góðar, men alt hetta er ein liður í framtíðarfyrireikingum, sigur Petur, sum tó vísur á, at Kjartan Eli Hentze er ein royndur harri, ið væl kann skøva sær upp á heiðursmerkjapallin. Gera sítt besta Fyri teir ungu leikararnir er hetta ein sera stór avbjóðing. Hetta speglast eisini aftur í smílinum hjá Halluri Thorsteinssyni, sum nú skal avstað til Oyggjaleikir á fyrsta sinni. – Nú hava venjingarnir givið úrslit. Vit hava vant sera hart í langa tíð, og eg føli meg kláran til avbjóðingina, sigur Hallur Thorsteinsson, sum má sigast at hava gjørt størsta framstig í føroyskum borðtennis seinasta kappingarár. Í fjør lá hann nummar 13 á føroyska styrkislistanum, meðan hann nú er heilt uppi sum nummar tvey. Fyri at fyrireika seg at spæla í nógva hitanum niðri á Rodos, hava føroysku leikararnir gingið til sól og drukkið sera nógv vatn dagarnir upp undir fráferðina. Fyrimunir við ættar­ liðsskiftinum Tað verða nakrir ungir borðtennisspælarar, ið skulu umboða Føroya á Oyggjaleikunum hesaferð Saknur verður í spælarunum, sum vunnu heiðursmerki á seinastu Oyggjaleikunum