fríggjadagur 29. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
23
tíðindi
Fyrstu tiltøkini á
ársins stevnu hava
longu verið. Fyrst um
vikuskiftið kemur
rættilig gongd á
stevnuna. Ímorgin kl.
14 verður stevnan sett
á økinum omanfyri
Mentanarhúsið av
Egoni Øregaard
Stevna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fuglafjørður: Hóast nógv
ar stevnur eru kring landið,
og nógvar teirra líkjast,
hava
fyrireikararnir
av
Varmakeldu gjørt sítt til, at
teirra stevna hevur nakað at
bjóða øllum.
Tiltøkini eru av øllum
møguligum slagi, og tá er
líkamikið um ein er áhugað
ur í ítrótti, kappróðri, ment
an, kristiligum tiltøkum,
dansi ella ein bara hevur
hug at hava tað stuttligt eitt
vikuskiftið í Fuglafirði.
Nógv verður somuleiðis
gjørt fyri børnini. Eitt er
tað at tey luttaka við ymisk
ítróttartiltøk. Hinvegin er
eisini nógv gjørt fyri at stutt
leika børnunum og teimum
barnsligu sálunum.
Tjøld við ymiskum kapp
ingum eru sjálvsagdur part
ur av einihvørjari stevnu
skrá, og soleiðis er eisini
um vikuskiftið.
Eitt serligt barnatiltak
verður haraftrat í annað
kvøld kl. 18, har gyklarin
Asbjørn
Berthelsen
av
Strondum fer at vísa síni
kynstur í Mentanarhúsi
num.
Eingin kelduvitjan
Eitt fast tiltak á stevnu
skránni eru fundirnir.
Byrjað verður við setanini
seinnapart leygardag og um
kvøldið er aftur midnáttar
samkoma við Mentanarhús
ið.
Undanfarin ár hevur eitt
tiltak verið at fara út á
sjálva Varmakeldu, eftir
hvørjum stevnan hevur fing
ið sítt navn. Men í ár verður
hetta ikki gjørt.
Tað vísir seg, at undir
tøkan til hetta tiltakið hevur
ikki verið tað stóra tey
seinnu árini, helst tí at tað
liggur so fjart frá býnum.
Ein onnur, og helst ikki
minni avgerandi orsøk er,
at tað hevur viðrað so stak
illa tey seinastu fýra árini á
stevnuni. Tí er avgjørt at
flyta tiltakið til eitt stað,
sum er tættari við fólkið og
har meiri lívd er at finna.
Leygarkvøldið fer nevni
liga løgtingsmaðurin Høgni
Hoydal at halda midnáttar
røðu við Mentanarhúsið.
Her
verður
somuleiðis
felagssangur og verður end
að við fýrverki.
Sunnudagin kl. 14:30
verður fólkafundur á sama
øki. Her fer Dánjal Vang at
halda røðu, umframt tað at
felagssangur og hornblástur
verða á skránni.
Framsýning
og uppboð
Í Fuglafirði hevur mentanin
altíð átt sín sjálvsagda lut.
Og hetta fer eisini at seta
dám á stevnuna um viku
skiftið.
Ikki færri enn tvær lista
framsýningar eru á skránni:
Ein við listafólkum úr øll
um landinum í hølunum hjá
Arbeiðsmannafelagnum og
ein hjá Øssuri Mohr í Ribar
húsi.
Aftur í ár verður høvið
hjá fólki at ogna sær ein
málning á uppboðssølu eftir
ein av málarum okkara
harav onkur fuglfirðingur
eisini er millum teirra.
Á stevnuni verður skipað
soleiðis fyri, at sunnukvøld
ið kl. 20 verður Varmakeldu
konsert við Hans Hjalta
Skaale og Helga Midjord í
Mentanarhúsinum, og tá
hon er liðug tveir tímar
seinni, er klárt at fara undir
uppboðssøluna.
Her verða nógv kend lista
fólk við, m.a. Eyðun av
Reyni, Achibald
Black,
Kári Sverrisson og fuglfirð
ingurin Øssur Mohr.
Ein líka so kendur maður
fer at standa fyri hesi upp
boðssøluni, eingin annar
enn Torbjørn Jacobsen.
– Hetta er ein løta, ið
heilt vist er verd at vitja,
verður sagt úr Fuglafirði.
Møtir úti og inni
Varmakelda: Ein sjálvsagdur partur av eini stevnuskrá eru tey
kristiligu tiltøkini. Soleiðis verður eisini í ár, har bæði kirkjan,
missiónshúsið og samkomuhúsið verða karmur um fleiri tiltøk.
Í kvøld kl. 21 verður ein varmakelduvøka í kirkjuni við
tónleiki, upplestri, solosangi og felagssangi, og kl. 22
ungdómsmøti í Thabor og opið hús á midnátt. Leygarkvøldið
verður opið hús í Siloa, og sunnukvøldið hevur missiónshúsið
útimøti við Mentanarhúsið, har bæði manskór og ung luttaka
við sangi og vitnisburðum. Sunnudagin kl. 11 verður
gudstænasta, har sóknarpresturin Uni Næs prædikar.
Dansur fyri seinastu ferð
Varmakelda: Aftur leygarkvøldið fer orkestrið Showmenn at
spæla fyri allar seinastu ferð. Hetta hendir við ársins
Varmakeldudans, sum verður í Mentanarhúsinum við 18 ára
aldursmarki. Somu tíð verður dansur í Lonini við 25 ára
aldursmarki og diskotek í høllini á Kambsdali. Til diskotekið er
skipað soleiðis fyri, at bussur fer at koyra millum Fuglafjørð
og Kambsdal.
Musik-café
og yrkinga-
lestur
Varmakelda: Tey, ið hava
áhuga at njóta ein góðan
drekkamunn afturvið tón
leiki og upplestri av yrk
ingum, verða ikki við
sviðusoð um vikuskiftið.
Cafe’in í Mentanar
húsinum verður nevniliga
karmur um eina sera fjøl
broytta skrá, har byrjað
verður longu í kvøld kl.
20:30. Tá fara Pól Esbern
Hanusarson og Búgvi
Hanusarson at framføra,
og seinni verður dansur
við DJSleice.
Leygardagin
verður
aftur ein fjølbroytt skrá.
Byrjað verður kl. 17 og
hildið verður á til langt
út á kvøldið.
Tá hava fólk møguleika
at hoyra so ymisk fólk
sum Búa Dam, Elly
Johannesen og Rakul Pet
ersen, Øssur Johannesen
og Hjalta Joensen, Carl
Jóhan Jensen, Hans Ják
up Kollslíð og Oddfríður
Marna Rasmussen.
Øssur í Rib-
arhúsi
Varmakelda:
Eingin
stevna í Fuglafirði uttan
eina sanna listaframsýn
ing.
Um vikuskiftið fer list
armaðurin Øssur Mohr
at sýna fram 20 av sínum
nýggjastu málningum.
– Tað eru tvey ár síðani
vit hava upplivað eina
framsýning í Føroyum
við Øssuri. So hetta verð
ur ein spennandi fram
sýning, verður sagt úr
Fuglafirði.
Seinastu árini hevur
Øssur ferðast víða og
sýnt fram síni verk. Hann
hevur verið bæði í Dan
mark, Íslandi, Noregi,
Týsklandi, Fraklandi og
nú verður hann altso í
heimbýnum Fuglafirði.
Seinni í ár fer hann at
hava framsýning í Polen.
Varmakelda til ein og hvønn
Alt er klárt til stevnuna í Fuglafirði um vikuskiftið. Vónandi verður veðrið teimum til vildar
Mynd: Jens Kr. Vang