fríggjadagur 29. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • 29. juni 2007
oyggjaleikir 07 23
Soleiðis sigur Ragnar
Isaksen, sum á fyrsta
sinni fer til Oyggja
leikir í golf. Saman við
tveimum øðrum
føroyingum skal hann
seta Føroyar á
Oyggjaleikakortið
Golf
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Hóast Ragnar Isaksen bert hevur
spælt golf í tvey ár, er tíðin
longu komin til at royna seg á
Oyggjaleikunum. Ungi kvívíkingurin
heldur at teir føroysku spælararnir
eru við fyri at gera føroyar merktar,
men vísur tó á, at ein leikari okkara
hevur sera góðar møguleikar at gera
seg galdandi frammi í oddinum.
Sterkt lið
Hóast føroyska liðið bert telur
tríggjar mans, so má liðið sigast at
vera sterkt. Umframt Ragnar Isaksen,
fara Rói Christiansen og Jónfinn
Thomassen at umboða føroyska
liðið. Rói og Jónfinn eru búgvandi
í Danmark, og eru teir báðir tvey
sterk kort at hava í hondini hjá
føroyingunum.
Rói Christiansen er hægst styrkis
mettur í felagnum, sum hann spælir
við í Danmark. Ragnar hevur góðar
vónir fyri at Rói fer at standa seg
væl.
– Rói er ein góður spælari, og eg
vildi mett hann fer at røkk teimum
fremstu 10. Eg vænti tó at hann
ætlar sær enn longur upp, heldur
Ragnar fyri.
Vánaligar umstøður
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at
fleiri føroysk ítróttarfólk stríðast
í sera vánaligum umstøðum. Her
millum telist eisini golf, sum verður
spælt hjá bóndanum á Glyvursnesi.
Tað er einasti føroyski golfklubburin,
Tórshavnar Golfklubbi, ið hevur
útvegað sær hetta spælistaðið.
– Tú sært hvussu lendi er her.
Her er mold og grót, sum ikki finst á
nøkrum øðrum golfvallum í heimi
num, sigur Ragnar, meðan hann
peikar okkum á støðini við golfstavi
sínum.
Arbeitt verður tó við eini ætlan um
ein nýggjan golfvøll, ið fer at lúka
allar altjóða treytir. Sum skilst, er
ætlanin komin langt.
Veðrið darvar
Viljin drívur verkið. Soleiðis verður
ofta tikið til, og hetta kann eisini
sigast um føroyskar golfspælarar.
Føroyska veðurlagið er als ikki
nummar eitt til at spæla golf í, men
hetta leggja spælarar líka í.
– Kappingar her heima verða
spældar í øllum veðri. Mjørkin skal
koma heilt inn til nøsina á tær,
áðrenn vit fara at avlýsa nakra
kapping, sigur ein avgjørdur Ragnar,
sum henda kalda dagin sjálvur
stendur í einari tskjúrtu og slær
kúlurnar avstað.
Sum vera man er hann er Ragnar
sera glaður fyri gylta møguleikan, ið
hann hevur fingið.
– Tað fer at vera ein fantastisk
uppliving. Eg hevði strembað
eftir at sleppa á Oyggjaleikir á
Álandi um tvey ár, so hetta er ein
framskundaður dreymur, sigur
Ragnar Isaksen.
– Vit eru við fyri
at vísa andlit
– Tað fer at vera ein fantastisk
uppliving. Eg hevði strembað
eftir at sleppa á Oyggjaleikir á
Álandi um tvey ár, so hetta er ein
framskundaður dreymur, sigur
Ragnar Isaksen