fríggjadagur 29. juni 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
29
lýsingar
Sethús – Brekkuskáki 7, Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum - hvør hæddin er góðar 130
fermetrar, samlað búvídd er góðar 260 fermetrar.
Grundøkið er 451 fermetrar. Byggiár: 1949. Húsini
eru stoypt og klødd við alminiumplátum, takið er
úr tjørupappi og varð skift í 2003. Í erva er durur,
gongd, køkur, 2 stovur, 3 kømur, baðirúm og
hjúnarúm. Í neðra er kjallararúm / fýr / vaskirúm
og goymslurúm. Í íbúðini, sum er í neðra, er durur,
køkur / stova, gongd, kamar, baðirúm og hjúnarrúm.
Húsini standa mitt í býnum og hava sera gott
útsýni. Garður er runt húsini. Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Janstovugøta 26, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum - hvør á 60 fermetrar - í alt
180 fermetrar. Grundøkið er 120 fermetrar. Byggiár:
1956 / 1997. Har er nýtt tak, klædningur, vindeygu,
køkur, baðirúm, hjallur og øll niðara hæddin er
dagførd. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, gongd,
baðirúm, matarkøkur, borðstova / stova. Í ovastu
hædd er trappugongd, hjúnarrúm við útgongd
til stóran svala við nakað av útsýni, baðirúm og
3 kømur. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, 2
kømur, baðirúm og vaskikjallari. Húsini standa í
veðurgóðum og friðarligum umhvørvi í miðbýnum
nær við handlar, SMS, skúlar, dagstovnar, ítróttarøki,
viðarlund o.m.a.
Sethús – undir Heygnum 11, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum - hvør á uml. 90 fermatrar - í alt
uml. 180 fermetrar. Grundøkið er 400 fermetrar. Byggiár:
1960. Húsini eru nærum viðlíkahaldsfrí. Tak, klædningur,
vindeygu, inndekningur og køkur í neðra frá mið
80’unum. Baðirúm og nýtt á gólvini í 2004. Niðara síða
bjálvað og klødd við timbur og aluminium 2005. Í ovaru
hædd er inngongd, durur, gongd / trappugongd /
garderoba, matarkøkur / stova, hjúnarrúm við útgongd
til stóran svala / terassu, baðirúm og 2 kømur. Í niðaru
hædd er inngongd, durur, gongd, stova, køkur, baðirúm,
kamar, vaskirúm / fýrrúm og stórur hjallur. Garður /
urtagarður er runt húsini, sum eru hugnalig og
charmerandi og standa í friðarligum og veðurgóðum
umhvørvi við hampiligum útsýni og góðum grannalagi.
Stutt er til dagstovn og gott busssamband. Prísuppskot:
kr. 2.000.000,00.
KUNNINGARRÁÐGEVI
Starv sum kunningarráðgevi er leyst at søkja á
Løgmansskrivstovuni frá 1. september, ella so skjótt til ber.
Starvið
Kunningarráðgevin skal í høvuðsheitum taka sær av
kunningarvirksemi hjá Løgmansskrivstovuni. Hetta fevnir
m.a. um at vegleiða og leggja til rættis kunning, hava
samband við fjølmiðlar, arbeiða við heimasíðuni og
evna til uppskot til politikk og virkisætlan fyri almenna
kunning bæði í Føroyum og út í heim. Harumframt
kunnu ávísar fyrisitingarligar uppgávur verða lagdar til
kunningarráðgevan. Skipanarliga verður kunningarráðgevin
partur av Ritaraeindini.
Faklig førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarar hava miðlaútbúgving ella
samfelagsvísundaliga útbúgving við eftirútbúgving innan
miðlar ella samsvarandi royndir.
Persónlig førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hollar arbeiðsroyndir, hava politiskt
tev, góð samstarvsevni, vera tænastuhugaðir og lagaligir,
miðvísir og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er fyrimunur
at hava innlit í almennu fyrisitingina og hava arbeiðsroyndir
innan tær uppgávur, ið liggja í starvinum. Umframt at duga
væl at skriva skal viðkomandi vera stinnur í føroyskum og
enskum máli.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, og setanarøkið
fevnir um Løgmansskrivstovuna og stjórnarráðini. Roknast
kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga
arbeiðstíð.
Nærri upplýsingar um starvið
Vinaliga setið tygum í samband við Marjuna Hanusardóttur,
løgmansstjóra, tlf. 351030 ella 551030, at frætta meira um
starvið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívrensli (CV) og viðmælum skulu
sendast til:
Løgmansskrivstovuni
Tinganesi
100 Tórshavn
ella í telduposti:
info@tinganes.fo
Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta
lagi 6. august 2007.
VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ
sansir.fo
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Prime Minister’s Office
Løgmansskrivstovan styðjar løgmanni í at stjórna landsstýrinum og hevur ábyrgdina av at fyrireika og fremja uppgávurnar,
sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini, nevniliga at samskipa og hava eftirlit við landsstýrinum, harumframt
fyrisiting og uttanríkismál.
+EYPSSAMTKAN Ó -I¦BâNUM
&+ Ó $R *AKOBSENSGTU SØKNAST EFTIR
3KRIVSTOVU
FØLKI
TIL RAKSTRARSKRIVSTOVU OKKARA AT BYRJA AUGUST ELLA EFTIR AVTALU
!RBEI¦STÓ¦ -ÈNADAG TIL FRÓGGJADAG FRÈ KL TIL
!RBEI¦I¦ FEVNIR UM ALT SKRIVSTOVUARB
EI¦I HUGSAST KANN Ó SAMBANDI VI¦ EIN MATVRUHANDIL
,N 3AMBRT 3+ SÈTTMÈLANUM
-EIRI FST AT VITA VI¦ AT SNÞGVA SR TIL "O -LLER ELLA RINGJA È TEL
3KRIVLIG UMSØKN VER¦UR AT SENDA Ó SEIN
ASTA LAGI JULI TIL &+ 4ØRSHAVN
!TT "O -LLER
$R *AKOBSENSGTU
0OSTBOKS
&/
4ØRSHAVN
ELLA SUM TELDUPOSTUR TIL BM FKFO
Lesið
-so eru tit við!