týsdagur 3. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 3. apríl 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 65 - 3. apríl 2001
gult cyan magenta svart
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Tá havnafólk vóru á fótum
aftur sunnumorgunin, varn-
aðust tey, at onkur loysing-
arsinnaður føroyingur hev-
ur verið og gjørt um seg á
Kongaminninum. Leygar-
náttina hevur onkur verið
framvið á staðnum, har
Kongaminnið stendur, og
prýtt hetta minnið um
danska kongin Christian IX
við
reyðari
máling.
»LOYSING« stendur við
stórum, reyðum stavum um
Kongaminnið.
Løgreglan fekk fráboðan
um herverkið sunnumorg-
unin, tá fólk varnaðust, at
Kongaminnið ikki sá út
sum vanligt. Viðkomandi
hevur kanska hildið, at
Kongaminninum
tørvar
eina fríðkan, so tað hóskar
til tær nýggju tíðirnar.
Kongaminnið varð reist í
1874 til minnis um Christi-
an Rex IX.
Tann, sum hevur málað
Kongaminnið, hevur málað
tað á øllum fýra síðunum,
men tað nógva regnið ta
náttina hevur skolað ein
part av tí burtur. Herverks-
maðurin hevur málað orðið
LOYSING á tvær síður, og
á hinum síðunum hevur
hann eisini verið við pensl-
inum. Viðkomandi mátti
vita, at mann ikki málar, tá
hann
sigur
frá
regni.
Kanska hann vísir á hetta
verkið, tá hann søkir ar-
beiði sum málari.
Leygarkvøldið varð
tónleikaverkið Ferðin
eftir sandoyingin
Sunleif Rasmussen
framført í Norður-
landahúsinum. Ikki
færri enn 160 fólk
vórðu við í fram-
førsluni
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Samskipari av tiltakinum
var Urd Johannesen, og hon
var ógvuliga væl nøgd við
framførsluna sum heild.
– Eg haldi, at framførslan
eydnaðist ómetaliga væl,
bæði hvat tí tónlistarliga og
tí praktiska viðvíkur, sigur
Urd.
Hon vísir á, at tónleikar-
arnir vandu fyrstu ferð
saman hóskvøldið, og til-
samans varð vant tríggjar
ferðir áðrenn konsertina.
Framførslan var tó ikki
merkt stórvegis av, at tón-
leikararnir ikki høvdu vant
serliga nógv saman.
Verkið Ferðin er spenn-
andi og fjølbroytt. Tað rúm-
ar nógv ymisk hugløg, og
áhoyrararnir
vóru
sum
heild tiknir við á Ferð við
Sunleivi Rasmussen. Tekst-
urin er tikin úr einum
brævi, ið Jørgen-Frantz
Jacobsen sendi Williami
Heinesen, tá Jørgen-Frantz
var 21 ára gamal.
Nógv fólk varð komið
aðrastaðni frá til konsert-
ina. Úr Danmark vóru 21
tónleikarar komnir, og teir
spældu saman við Føroya
Symfoniorkestri. Dirigent-
urin var íslendari og nakrir
íslendskir tónleikarar vóru
eisini við í framførsluni.
Kórið var samansett av
Havnakórinum og einum
íslendskum kóri. Tilsamans
vóru eini 160 fólk á pall-
inum. Áðrenn Ferðin varð
framførd, spældi Symfoni-
orkestrið 9. symfoni hjá
Dvorak.
Sunleif Rasmussen er
longu farin av landinum
aftur. Hann er farin til
Paris, har eitt av hansara
verkum skal framførast.
Leygardagin skipaði Havn-
ar Fimleikafelag fyri fim-
leikaframsýning á høllini á
Hálsi. Tað var ein innan-
hýsis kapping, har tey
ymsu liðini sluppu at sýna
fram tað, tey høvdu vant
allan farna vetur. Tað var tí
ikki ein kapping, men held-
ur bara ein framsýning.
Høllin á Hálsi var stúgv-
andi full av fólki, og tí var
neyðugt at seta fleiri stólar
upp, tí heilt fitt av fólki
hevði leitað sær niðan í
høllina
leygardagin
at
síggja teir yngru fimleik-
ararnar vísa síni kynstur.
Liðini sýndu fram seriur,
sum tað kallast, og eisini
íðkaðu tey reiðskapsfim-
leik við bukkum og ringum
og øðrum reiðskapi.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan varð boðsend
tvær ferðir leygarkvøld-
ið, í sambandi við at
skipað varð fyri har-
monikudansi í høllini í
Trongisvági, hóast dans-
urin meira varð ætlaður
teimum meira tilkomnu.
Fyrst fóru tveir per-
sónar til hendurs uttan-
fyri
høllina.
Báðir
høvdu kenning, og løg-
reglan fekk tamarhald á
teimum báðum.
Seinni út ímóti morgni
var aftur boð eftir varð-
monnum lógarinnar. Tá
var støðan heldur ófrið-
arlig inni í høllini. Fleiri
vóru meira ella minni
farnir til hendurs, so at
løgreglan mátti leggja
uppí.
Vakthavandi sigur, at
teir persónarnir, sum
vóru upphavið til ófrið-
in, vóru koyrdir til hús
og ikki á støðina.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Klaksvík
hevur framt eitt átak
ímóti teimum mongu
ólógligu skutarunum og
knallertunum, sum eru í
býnum. Hetta er ein
dilla, sum er um allar
Føroyar, og skutararnir
eru nógvir í tali alla-
staðni. Fleiri teirra eru
ólógligir.
Tað eydnaðist at taka
fleiri ólógligar skutarar
og knallertir, sum koyra
ov skjótt. Eigararnir av
skutarum gera okkurt
við útstoytið, sum hevur
við sær, at akfarið kann
koyra nógv skjótari enn
loyvt er.
Løgreglan í Klaksvík
sigur, at hetta er ein
trupulleiki í býnum, at
nógvir skutarar kunnu
koyra ov skjótt. Tí
framdu tey hetta átakið,
sum eftir øllum at døma
eydnaðist væl. Løgregl-
an vónar, at hetta fer at
ræða eigarar frá at tuna
akførini.
Løgreglan leggur hald
á akførini, sum eru
ólóglig, og tekur teir lut-
irnar, sum ikki lúka
neyðugu treytirnar, út.
Akfarið verðu síðani lat-
ið eigaranum aftur, men
uttan teir lutirnar, sum
eru ólógligir.
Løgreglan fekk eisini
fráboðan um trý smá-
vegis ferðsluóhapp leyg-
ardagin, har eingin stór-
vegis skaði stóðst. Para-
graf 13 kanningar vóru
eisini gjørdar, og nakrir
vórðu skrivaðir upp fyri
brek.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Havn
sigur annars frá
einum sera friðar-
ligum vikuskifti.
Tvey ferðsluóhapp
hava verið, har
eingin stórvegis
mansskaði var at
siga frá.
Leygarmorgunin kopp-
aði ein bilur í Kollafirði.
Óhappið hendi inni í
bygdini, og bilurin end-
aði á takinum. Trý fólk
vóru í bilinum, og tey
kláraðu øll at sleppa sær
út.
Eitt
annað
óhapp
hendi á Oyggjarvegn-
um. Har fór ein bilur av
vegnum
norðanfyri
Norðradalsskarð. Vegur-
in var hálur, og førarin
misti tamarhaldið á bil-
inum. Bilurin fór illa,
men teir báðir persón-
arnir sluppu við smá-
vegis snuddum.
Harðligur dansur
Løgreglan elt skutararar
í Klaksvík
Tvey ferðsluóhapp
Kongaminnið málað reytt
160 tónleikarar framførdu Ferðina
160 fólk framførdu tónleikaverkið Ferðin eftir Sunleif
Rasmussen í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Fleiri enn
300 fólk lýddu á spennandi verkið hjá sandoyinginum
Mynd: Jens Kr. Vang
Tey
yngru
sýndu
fram
Teir yngru fimleikararnir sýndu fram kynstur síni fyri stúgvandi fullari høll, og tey løgdu doyðin
á at hava ein framførslu uttan mistøk