týsdagur 3. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú landsstýrið hevur
samtykt at byggja
nýggja Smyril, verður
tað eisini neyðugt at
bøta um havnaviður-
skiftini í Suðuroynni
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í samferðslu-
málum, sigur, at sum er, eru
havnaviðurskiftini í Suð-
uroynni ikki nøktandi, men
at tað er eitt mál, sum má
loysast samstundis, sum
nýtt skip verður bygt.
– Tað nýggja suðuroyar-
skipið er so mikið langt, at
tað kann ikki brúka havn-
ina, sum er á Drelnesi.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at Landsverkfrøðingurin
hevur áður mett, at tað fer
at kosta 50 milliónir at
byggja
ferjuleguna
á
Drelnesi út, so at nýggja
skipið kann liggja trygt í
henni. Hinvegin fer tað at
kosta 75 milliónir at byggja
eina heilt nýggja ferjuhavn
eystanfyri havnina, sum nú
er.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann nú fer at biðja Lands-
verkfrøðingin gera nýggari
og neyvari metingar av,
hvat tað kostar at gera
atløguviðurskiftini
í
Suðuroy nóg góð.
Samferðsluhavnin stend-
ur annars longu á lang-
tíðarfíggjarætlanini
hjá
landsstýrinum. Men Bjarni
Djurholm heldur, at tað er
neyðugt at framskunda
ætlanina at byggja havnina,
so at hon er klár, tá ið
nýggja skipið er liðugt.
Neyðugt undir øllum
umstøðum
Tó skal leggjast afturat, at
sama hvussu tað nýggja
suðuroyarskipið kom at
síggja út, hevði tað verið
neyðugt at gjørt nýggja
samferðsluhavn í Suðuroy,
tí havnin á Drelnesi hevði
heldur ikki tikið ímóti tí
skipinum, sum landsstýris-
maðurin sjálvur mælti til at
byggja.
Harafturat er tað fleiri
ferðir víst á, at havnin er
heldur ikki nóg trygg hjá
Smyrli sum er, at liggja í.
So nýggj havn skal gerast
undir øllum umstøðum.
Tískil er tað skeivt at
blanda hesi bæði málini
saman, tí tey hava onki við
hvørt annað at gera.
Hetta hevur manningin á
Smyrli ferð eftir ferð víst á.
Eitt nú hevur skiparin á
Smyrli, Pauli Lassen, víst á
í einum brævi til Strand-
feðsluna í 1998, at frá 16.
november í 1997 og árið út,
hendi tað heilar 17 ferðir, at
Smyrli sleit trossar, at teir
noyddust at leggja at við
gomlukei, at teir noyddust
at flyta skipið á miðjari
nátt, at teir ikki sluppu til
kei, ella fingu aðrar trupul-
leikar av tí at havnin á
Drelnesi er ov vánalig.
Skiparin sigur, at hetta
hevur verið skilið líka
síðani havnin varð gjørd.
– Umstøðunar á Drelnesi
eru ótolandi, serliga tá ið
eysturættirnar eru, sigur
skiparin á Smyrli.
Skipið, sum
landsstýrið hevur
samtykt at byggja til
suðuryarsiglingina, er
skræddaraseymað til
endamálið, sigur
Strandferðslan
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Tað nýggja suðuroyar-
skipið, sum landsstýrið nú
hevur samtykt at byggja, er
í allar mátar eitt væla skip.
Tað eru bæði stjórin og
tekniski leiðarin á Strand-
ferðsluni samdur um. Tí
dylja teir heldur ikki yvir,
at teir eru sera vælnøgdir,
nú Landsstýrið samtykti at
fylgja tilmælinum, sum
verkætlanarbólkurin , ið
hevur fyrireikað bygging-
ina, hevur mælt til.
Nýggi Smyril verður 135
metrar langur og 22,7
metrar breiður og hann
stingur 5,6 metrar. Talan er
um eitt rættilgia lágt skip,
sum er betri egnað til eina
farleið, sum hesa m.a. tí at
tað tekur ikki so nógvan
vind á seg. Skipið hevur
20.900 hestakreftir, sum
geva honum eina vanliga
siglingarferð upp á 21 míl.
Um summarið tekur hann
975 ferðafólk og um vetur-
in 800. Men tað besta av
øllum er: Hann hevur siti-
pláss til øll. Tað hevur
Smyril sum er, verri enn so.
Nýggi Smyril tekur einar
30 trailarar, ella 200 per-
sónbilar. Ikki minst á
biladekkinum
verður
nýggja skipið eitt sera stórt
framstig. Biladekkið er væl
hægri og væl rúmligari enn
á Smyrli, sum nú er. Tað
verður gongubreyt í bila-
dekkinum, so at tað verður
óneyðugt hjá fólki at ganga
og trokast ímillum bilarnar.
Og tað verður gott pláss í
millum hvønn bilin. Magn-
us Magnussen sigur, at tað
verða 60 sentimetrar ímill-
um hvønn bil og teir bil-
arnir, sum standa úti í
borðinum, hava 30 senti-
metrar av fríplássi út í
síðuna.
Hann verður bygdur sum
eitt havgangandi skip. Tað
merkir m.a. at hann hevur
spíska gron og sker seg
ígjøgnum alduna ístaðin
fyri at trampa, sum hesin
Smyrilin ger. Hann er eisini
útgjørdur við stabilisator-
um.
– Sostatt verður hetta eitt
munandi róligari skip at
sigla við, enn Smyril, sum
nú er, siga stjórin og tekn-
iski leiðarin á Strand-
ferðsluni.
– Nýggi Smyril hongur
eisini við tungolju, sum
ikki kostar meiri enn gott
helvtina av tí, sum vanliga
oljan kostar. Tað er ein
orskøk
til,
at
nýggja
suðuroyarskipið er bíligari
í rakstri enn Smyril, sum nú
er, hóast hann er væl størri
og hevur meiri enn tvær
ferðir so stóra maskinorku.
Nýggi Smyril hevur 100
koyggjur. Hann hevur eisini
tyrlupall, tí tað skulu øll so
stór skip nú hava. Men tað
gevur honum eisini ein
einastandandi møguleika at
vera til hjálpar, um ein
vanlukka, t.d. skuldi hent á
einum boripalli. Annars
hevur hann sjúkrarúm og
lyftir, so at tað ikki longur
verður neyðugt hjá sjúk-
lingum at liggja í sjúkrabil-
inum á dekkinum á allari
ferðini. Harumframt hevur
hann fundarhøli og aðrar
nýmótans hentleikar.
Annars
sigur
strand-
ferðslustjórin, at ætlanin er
at leggja projektið fram fyri
almenninginum á fundi í
Suðuroynni, sum væntandi
verður fyrst í mai mánaða.
Tað væntar hann eisini at
vita meiri um, nær skipið
verður liðugt.
Á hesari talvuni síggjast samanberingar ímillum tað skipið, sum Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður mælti til at byggja og tað skipið, sum verkætlanarbólkurin mælti til, og sum
landsstýrið samtykti at byggja. At enda kunnu hesi bæði skipini samanberast við Smyril, sum
nú er. Skipið, sum verður bygt, er tað, sum siglur 21 míl. Skipið, sum landsstýrinum mælti til,
er tað, sum siglur 19 míl.
Alternativ
19 míl
21 míl
Smyril
(16,5 míl)
Dimensiónir
Siglingartíð
1 t 47 min
1 t 37 min
2 t 4 min
Longd pp. (m)
111,0
123,0
87,52
Longd oa. (m)
121,0
135,0
92,66
Breidd (m)
20,65
22,70
16,52
Djúpd (m)
5,60
5,60
4,65
Tal á trailarum
uml. 21
uml. 30
uml. 15
Persónbilar
200
200
110
Av og áskipan,
akfør
Hekku-/
bógportur
Hekku-/
hekkuportur
Hekku-/
hekkuportur
Tal á ferðafólki
800/900
800/975
800
Motorur (hk)
14.300
20.900
10.080
Oljuútreiðslur
2 x Tv.-Tó. Um
dagin (mió. kr./ár)
6,4
8,6
9,6
4 x Tv.-Tó. um
dagin (mió. kr./ár)
12,8
17,3
19,2
Rakstur
Rakstrarútr. tils.
2 x Tv.-Tó. Um
dagin(mió. Kr./ár)
30,8
33,4
34,0
Mettar
rakstrarinnt.2 x Tv.-
Tó. um dagin (mió.
kr./ár)
13,5
13,5
13,5
Nettoúrslit
2 x Tv.-Tó. Um
dagin (mió. kr./ár)
- 17,3
- 19,9
- 21,5
Rakstrarútr. tils.
4 x Tv.-Tó. Um
dagin (mió. kr./ár)
44,9
49,4
50,4
Mettar rakstrarinnt.
4 x Tv.-Tó. Um
dagin (mió. kr./ár)
14,5
14,5
14,5
Nettoúrslit
4 x Tv.-Tó. Um
dagin (mió. kr./ár)
- 30,4
- 34,9
- 35,9
Byggikostnaður
Nýbygningsprísur
Evropa (mió. Kr.)
275
305
-
Nýbygningsprísur
Kina (mió. Kr.)
230
255
-
Mugu gera nýggja havn
til nýggja Smyril
Skræddaraseymað
til suðuroyar-
siglingina
Nr. 65 - 3. apríl 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 65 - 3. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Tað er ikki uttan
treytir, at landsstýrið
nú hevur samtykt at
byggja eitt
suðuroyarskip
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Fríggjadagurin var ein stór-
ur dagur fyri Suðuroynna.
Tí tá samtykti Lands-
stýrið loksins um at byggja
nýtt suðuroyarskip.
Men ikki bara tað. Skip-
ið, sum Landsstýrið sam-
tykti at byggja, er júst tað
skipið, sum suðuroyingar
vildu hava og sum teir hava
arbeitt hart fyri at fáa.
Tað eru annars tveir mán-
aðir síðani, at landsstýrið
fekk málið at taka støðu til
og heilt til tað síðsta var
óvissa um, hvussu tað
nýggja suðuroyarskipið fór
at síggja út.
Men fríggjadagin sam-
tykti landsstýrið so at fylgja
tilmælinum frá verkætlan-
arbólkinum, sum hevur
fyrireikað byggingina.
Sostatt samtykti lands-
stýrið at byggja eitt skip,
sum er 135 metrar langt og
sum siglur 21 míl. Tað ger,
at ferðin ímillum Havnina
og Tvøroyri fer at taka 1
tíma og 37 minuttir.
Tað er gott og væl ein
hálvur tími skjótari enn í
dag, tí nú tekur túrurin 2
tímar og 15 minuttir. Men
harafturat skal leggjast øll
bíðitíðin, sum tað nú er
neyðugt at standa í bilarað-
num fyri at tryggja sær
pláss. Harafturat er Smyril
mangan ov seinur úr Havn,
tí tað er so trongligt og
óarbeiðsligt umborð, at tað
tekur so langa tíð at lasta
hann.
So samanlagt tekur tað
mangan tríggjar tímar at
koma
úr
Havnini
til
Suðuroynna og tað er tað
saman sum tað tók við
gamla Smyrli, sum varð
áðrenn hendan.....
Suðuroyarskipið, sum nú
verður bygt, er so mikið
stórur, at tað man neyvan
nakrantíð koma fyri, at
hann er ov lítil.
Ikki uttan treytir
Men tað var ikki uttan
treytir, at landsstýrið sam-
tykti at byggja hetta skipið.
Bjarni Djurholm, lands-
styrismaður í samferðslu-
málum, sigur, at tað er eitt
ófrávíkiligt krav, at skipið
verður bara brúkt til inn-
anlandssigling.
– So er tað nakar, sum
hevur dúva uppá ,at hetta
skipið eisini skal brúkast til
at taka skotlandssiglingina
uppaftur við, er tað til
fánýtis, tí tað fer ikki at
henda, sigur landsstýris-
maðurin.
Ein avgerandi spurning-
ur, sum eisini skal kannast
út í æsir, er, hvussu nógv
tað kostar at byggja skipið.
Fyribils vísa útrokn-
ingarnar, at tað kostar 305
milliónir at byggja skipið í
Evropa, men at tað kann
byggjast fyri 255 milliónir í
Kina.
Bjarni Djurholm sigur, at
ein treyt við skipinum er, at
verður tað bygt í Kina, skal
tað kannast út í æsir, at
dygdin í skipinum svarar
við tey krøv, sum vit her um
okkara leiðpir seta til slík
skip. Fær Strandferðslan
ikki trygd fyri tí, skal
skipið byggjast í Evropa.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at nú fær Strandferðslan
boð um at seta byggingina í
verk.
Men tað er ein treyt
frá landstýrinum, at
havnaviðurskiftini í
Suðuroynni verða
loyst samstundis.
Stjórin á Strand-
ferðsluni veit ikki, um
tað fer at seinkað
ætlanini at byggja ein
nýggjan Smyril
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Gongur alt væl í hond kann
tað nýggja suðuroyarskipið
verða liðugt seint í 2003.
Men skal tað eydnast,
skulu ymsar forðingar fáast
av vegnum fyrst.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at tá
ið landsstýrið samtykti at
byggja tað nýggja suðuroy-
arskipið, var tað ein treyt, at
havnaviðurskiftini í Suð-
uroynni
verða
loyst
samstundis.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
hann veit ikki, um hetta fer
at seinkað ætlanini eitt
sindur.
Men í øllum førum held-
ur hann, at í 2004 skal ein
endi
síggjast
á
allari
verkætlanini, tvs, bæði á tí
nýggja suðuroyarskipinum
og á arbeiðnum at byggja
skipinum nøktandi atløgu-
pláss.
Hann sigur, at hann skilir
væl, at landsstýrið vil hava
málið
um
havnaviður-
skiftini í Suðuroynni loyst
samstundis sum tað nýggja
skipið verður bygt.
– Hetta nýggja skipið er
so mikið effektivt, at eru
havnaviðurskiftini
ikki
nøktandi, dettur allur tann
fyrimunurin á gólv.
– Skipið er so effektivt, at
tað ber til at fáa fólk og
farm íland og umborð
ísenn. Men tað nyttar alt
onki, um tað er ein fløsku-
hálsur á landi, sum forðar
fyri teimum møguleikunum
Hann sigur, at tað, sum
nú hendir, er, at Strand-
ferðslan, Vinunmálastýrið
og Landsverkfrøðingurin
mugu seta seg saman at
leggja eina tíðarætlan fyri,
hvussu alt arbeiðið skal
fáast frá hondini.
Annars sigur hann, at av
tí at Landsstýrið fylgdi til-
mælinum frá verkætlanar-
bólkinum, hevði tað borið
til at sett arbeiðið lutfals-
liga skjótt ígongd.
– Tað er ein misskiljing,
tá ið tað hevur verið ført
fram, at vit ongan veg eru
komin at fyrireika hetta
ávísa skipið. Vit eru komin
langt í fyrireikingunum.
Skipið er at kalla liðugt
projekterað og nógvar út-
rokningar eru gjørdar, so
fyri tað hevði borið til at
komið skjótt ígongd, sigur
Reidar Nónfjall.
Stjórin á Strandferðsluni
sigur, at verður tað tí ikki
neyðugt at bíða eftir havn-
ini, kann tann upprunaliga
tíðarætlanin haldast, sum
sigur, at skipið skal vera
liðugt seint í 2003.
– Men tað veldst alt um,
hvussu skjótt tað ber til hjá
Landsverkfrøðinginum at
gera samferðsluhavnina í
Suðuroynna lidna.
Fyrireika bygging
Magnus Magnussen tekn-
iski leiðari á Strandferðsl-
uni, sigur, at tað sum nú fer
at henda, táið tað er klárt at
fara ígongd, tað er, at
tilfarið um tað nýggja
skipið til einar 10 úrvaldar
skipasmiðjur, har tær verða
bidnar um ein prís.
– Tá ið tær hava latið
boðini innaftur, verða einar
tvær, tríggjar av teimum
aftur valdar út at geva eitt
endaligt tilboð og so kann
kjølurin strekkjast. Gongur
alt, sum eftir ánni, kann
byggingin byrja longu í ár.
Suðuroyingar fáa skipið
teir vilja hava
Nýggja suðuroyarskipið
kann verða liðugt í 2003
Soleiðis sær tað nýggja Suðuroyarskipið út. Hetta er eitt framtíðarskip, men tað er púra burturvið at samanbera tað við Norrønu, tí tað eru heilt hvør sítt skip, til
heilt hvør sítt endamál, sigur stjórin á Strandferðsluni