Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 3. apríl 2001 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 65 - 3. apríl 2001 gult cyan magenta svart Nýgjasta skipið í flotanum, sandoyar- ferjan, varð leygar- dagin doypt á Skála og eitur nú alment Teistin SKIPSDÓPUR Edvard Joensen Skála: »Gævi eydnan fylgi tær, tína lívsleið alla. Teg vit goyma hjørtum nær, Teistin vil teg kalla.« Soleiðis fullu orðini, tá Eydna Djurholm doypti Teistan á bryggjuni á Skála leygardagin. Tað oysregnar, er mest- sum áarføri, tá koyrt verður oman á skipasmiðjubryggj- una á Skála, har hátíðar- haldið verður, nú Teistin skal doypast. Eingin vindur soleiðis. Kortini so, at fløggini standa frá, hóast tey tykjast øgiliga tung, so vát tey eru vorðin í dag. Fari umborð áhetta nýggja skipið, sum liggur so innbjóðandi har við signalfløggunum uppi. Lítið fólk er komið enn, so væl ber til at fara runt at síggja skipið, áðrenn ov trongt verður. Á brúnni eru maskin- menn og navigatørar við at gjøgnumganga seinastu innlæringarnar av onkrum tóli, sum teir skulu brúka í komandi tíð. Her er ikki so øgiliga nógv, sum minnir um eina góða, gamla skipsbrúgv. Meira at kallla ein teldu- stova við skíggjum og joy- stikkum her og har. Men soleiðis er. Alt broytist, og eingin ivast væl um, at hetta er til tað betra. Teir eru í hvussu er spentir. Fari eitt sindur runt á skipinum. Eitt fín og noss- ligt skip. Manningarrúm, ferðafólkarúm, bildekk, maskinrúm. Alt sær væl frágingið út, hóast okkurt smáting tykist mangla enn. So sum okkurt skilti á hurðum og sovorðin smá- ting, sum einki hava upp á seg. Men eitt hevur Teistin fram um onnur strandfara- skip. Hann hevur gongu- breyt á bildekkinum, og tað er nakað, sum fólk heilt vist fara at gleðast um. Umleið hálvan metur frá skottinum er kantur, har bilarnir ikki skulu innum. Og við lúkurnar í endunum á skipinum, er garður fram- við, so fólk og bilar ikki koma saman, tá tey fara í land. Sera gott fyri gongu- fólkið, og ikki minni fyri bilarnar. Nú fer helst eisini at sleppast undan at fáa bilin skøvaðan av troðkandi fólki, sum ekur eftir bil- síðuni við taskum og øðr um viðføri. Tað má í sjálvum sær sig- ast at vera eitt bragd av Skipasmiðjuni á Skála at hava fingið hetta skipið liðugt til tíðina undir teim- um treytum, givnar hava verið. Tillukku við tí. Fráfarandi stjóri Hitti stjóran á Skipasmiðj- uni, Jón Danielsen. Veitslu- klæddur í føroyskum búna, sum vera man. At hann er ein glaður maður í dag, sæst skilliga á honum. Jú, hetta er ein stórur dagur hjá honum. Fyrsta nýbygningin, sum latin er av Skipasmiðjuni í eitt hálvt mannaminni, sleppur hann at avhenda. Og so er tað samstundis hansara seinasti arbeiðs- dagur á Skipasmiðjuni á Skála. Hann byrja í morgin í nýggjum starvi í egnum byggifelag. Eftirmaður hansara eitur Marni Olsen. So nú Teistin verður latin, verður tað triðji stjórin á Skipasmiðjuni, síðan byrj- að varð upp á skipið, sum fer at lata hurðarnar upp fyri nýggjum arbeiðsdegi á Skipasmiðjuni á Skála. Hóast tann fyrsti fór ikki so langt. Tað var Gunnar Mohr, sum nú er stjóri í móðurfelagnum, Tórshavn- ar Skipasmiðju. Váttligt hátíðarhald Tað regnar alsamt. Kanska verri. Nógv fólk er nú samankomið. Gumman kom í áðni undir regnskjóli. Eisini í føroyskum búna. Hornorkestrið er í ferð við at stilla upp á bryggj- uni. Nes Sóknar Musikk- felag. Mær tykir synd í teimum og vóni, at teir hava góðar plastikklummar til nótarnar. Klokkan nærkast ellivu, og Torleif fer fram um or- kestrið, veipar einar tríggj- ar ferðir við dirigentstavin- um, og orkestrið trívur í ein marsj. Tað gongur fínt, og so fer stjórin á Skipasmiðjuni upp á ein pall og sigur frá, at bara sjálvur dópurin verður uttan fyri í dag. Restin av hátíðarhaldinum verður á dekkinum á Teistanum. Og tí taka fólk væl undir við. Men gumman, stakkalin, leggur regnskjólið frá sær og fer í sínum fína búna upp á pallin, har hon sigur fram eitt ørindi og sveiggj- ar eini champagnufløsku, sum fer í knús við brestin. Hornorkestrið spælir fyrsta ørindi av Tjóðsanginum, og fólk syngja við. Navnið, sum fyrr hevur verið hvítt, er nú vorðið blátt. Teistin er doyptur,og fólk tyrpast at lítlu lúkuni í síðuni á skipinum. Men har er ov trongt, so gronin verður lyft upp, og fólk sleppa umborð tann vegin. Fín veitsluhøll Hornorkestrið er komið umborð og hevur stillað upp afturi í reyv. Tey spæla, og tað ljóðar sera væl her inni á bildekkinum. Onkur heldur við Poul Mohr, skipasmiðjustjóra, um hann nú eisini var farin at smíða konserthallir. Hátíðarhaldið heldur fram. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, Reidar Nón- fjall, stjóri á Strandfara- skipum landsins, og Jón Danielsen, frá stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, halda røður, har teir greiða frá ymsum viðurskiftum í samband við byggingina av Teistanum. Og hornorkestr- ið spælir fosturlandsangir millum røðurnar. Fram við síðunum á bil- dekkinum eru borð sett upp, har gestirnir kundu fáa eitthvørt til matna. Tá røðurnar eru lidnar, verða fólk biðin um at flyta seg út í borðið, og hilladekkið, har eisini borð standa á, verður lorað niður úr erva. Síðan verða allir gestirnir, sum komnir eruumborð, bodnir til borðs. Undir borðhaldinum heldur Poul Mohr, skipa- smiðjustjóri, røðu, har hann millum annað skemtandi heldur fyri, at hann ivast í nú eina løtu, um Strand- ferðslan yvirhøvur skal fáa skipið. Hann hevur hug at brúka tað til veitsluhøll sjálvur. Heldur, at hetta er nokk fyrsta veitsluhøli í landinum, har borðini bara verða lorað niður undan loftinum. Tá so liðugt er, er bara at lyfta tey uppaftur og fara upp á gólv, heldur hann. Borðhaldið er endað, og fólk eru farin runt á skipin- um. Her er fólk á báðum stavnum, og eisini á mið- uni. Tey hyggja at og gera viðmerkingar. Men øll tykj- ast væl nøgd og samd um, at hetta er eitt skip, sum bæði Skipasmiðjan, Strand- ferðslan og sandoyingar kunnu gleðast um. Boðað er frá, at ein fram- sýningartúrur verður um eina løtu, so tey mongu, sum ikki eru boðin ella ætla sær við, fara so smátt at sleppa sær í land. Eitt sindur ótættari eru droparnir nú, men framveg- is regnar, so tað er sum skjótast at sleppa sær í bilin. Teistin vil teg kalla Teir læra seg at brúka ymsu tólini á brúnni Mynd: Edvard Joensen Fýra stjórar. Frá vinstru: Gunnar Mohr, Jón Danielsen, Marni Olsen og Poul Mohr Mynd: Edvard Joensen Eydna Djurholm doypti Teistan leygardagin Mynd: Edvard Joensen Fríggjadagin lat landsstýrið upp eitt lógarsavn á alnetin- um. Einstaki borgarin kann nú leikandi lætt leita fram á teldu- skýggjan alla gald- andi lóggávu og allar kunngerðir LÓGARSAVN John Johannessen Vanligi føroyski borgarin skal hava innlit í føroyska lógarverkið, samstundis sum hann skal vera kunn- aður um, hvat er galdandi rættur. Tí hevur lógardeildin í Tinganesi tikið stig til at leggja ein dátugrunn út á alnetið, har øll lóggáva í Føroyum og allar kunn- gerðir eru at finna. Hetta merkir, at hvør ein- stakur borgari við atgongd til alnetið kann fara inn á www.logir.fo og kunna seg við galdandi rætt. Hetta, heldur lógardeildin, styrkir um rættartrygdina, samstundis sum tað lættir um umsitingarligu uppgáv- urnar hjá deildini. Jákup Sibbi Høgni Hoydal, landsstýris- maður í lógarmálum, var til staðar, tá nýggi lógardátu- grunnurin varð tikin í nýtslu. Hann vísti á táttin um Jákup Sibba, sum var fyri órætti og rói um hav til teir høgu harrar at fáa sín rætt. Tað fekk hann ikki. Hann varð gjørdur til láturs og skotin í dintilin. – Men er hetta í veruleik- anum eitt teiti um um Jákup Sibba? Er hetta ikki í veruleikanum ein søga um, hvussu fjar lóggáva kann vera frá tí fólki, hon er galdandi fyri. Ein søga um rættartrygd og valdið hjá myndugleikunum? – Endamálið við at leggja hendan lógardátugrunnin á alnetið er fyrst og fremst eitt stórt framstig fyri kunning, innliti og vitan í lógarverkið í landinum, segði Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í lógarmálum Størri innlit Men Høgni Hoydal heldur kortini ikki, at tað er nóg mikið at hava ein lógar- dátugrunn á alnetinum. – Tað næsta stigið er at fáa øll rundskriv, sum verða gjørd í stýrinum, inn í dátu- grunnin, og síðani ætla vit eisini at fáa týdningar- miklar fyrisitingarligar av- gerðir lagdar inn. Hartil verður arbeitt við at fáa all- ar dómar úr rættinum lagd- ar inn eisini, gjørdi Høgni Hoydal greitt á fundinum, tá lógardátugrunnurin varð tikin í nýtslu. Orsøkina til, at hetta skal gerast, segði Høgni Hoydal vera at skapa størri rættar- trygd og at gjøgnumføra eitt veruligt alment innlit í fyrisitingina hjá landsins myndugleikum. – Fáa vit ein liðiligari bústaðarmarknað verða møguleikarnir at útvega ein bústað, sum hóskar til tørvin hjá tí einstaka størri, tá hugsað verður um aldur, inntøku og før- leika, sigur Heðin Mortensen, løgtings- maður, sum eftirlýsir alternativum íbúðar- møguleikum Turið Kjølbro Tað vanligasta í Føroyum er framvegis at ogna sær eitt grundstykki og byggja eini stór sethús við kjallara. Men tað eru ung og eldri, sum ynskja sær aðrar bú- staðarloysnir. Heðin Mort- ensen, løgtingsmaður, hev- ur fingið nógvar áheitanir frá fólki um at skapa for- treytir fyri alternativum íbúðarmøguleikum, og tí legði hann fyrst í farna mánaði á ting fram uppskot til samtyktar, har heitt verð- ur á landsstýrið um at síggja til, at hesar fortreytir verða skaptar. – Øll ynskja ikki at sita í einum stórum húsum og gjalda til tey alt lívið, men sum er hava tey lítlar og ongar møguleikar fyri øðr- um. Ei heldur ynskja tey at seta seg í eina nýggja stóra skuld bara fyri at flyta í okkurt annað, sigur Heðin Mortensen. Hóast útvegan av altern- ativum bústaðarmøguleik- um er ein kommunal upp- gáva, heldur løgtingsmað- urin, at landið eigur at ganga á odda og skapa for- treytir. Tað sparir tað eisini kommununum fyri nógvar útreiðslur í sambandi við ráðgeving og annað. – Tørvurin á alternativum íbúðarmøguleikum er so ovurhonds stórur, at landið eigur at ganga á odda, eitt nú við at stinga út í kortið ein nýggjan skipaðan polit- ikk á bústaðarøkinum. Tað vil siga skapa fortreytir fyri, at lutaíbúðir, leigu- íbúðir, íbúðir til eldri og brekað, sum til dømis sjálvsognarstovnar reka, koma. Íbúðir eiga at verða bygdar soleiðis, at tær nøkta ein og hvønn tørv til eina og hvørja tíð. – Tað er ongantíð stungið út í kortið, hvørjar møgu- leikar vit hava. Í so máta eru vit eftirbátur í Føroy- um. Hyggja vit til Íslands og Danmarkar, síggja vit eitt nógv liðiligari bústað- armynstur. Fáa vit ein liði- ligari bústaðarmarknað verða møguleikarnir at út- vega ein bústað, sum hósk- ar til tørvin hjá tí einstaka størri, tá hugsað verður um aldur, inntøku og førleika. Út frá einum skipaðum bú- staðarpolitikki eigur stuðul at verða latin til alternativar møguleikar gjøgnum Íbúð- argrunnin ella Húsaláns- grunnin. Og er ikki nóg mikið av peningi har, eigur løgtingið seta meiri pening í, soleiðis at møguleikar verða til staðar. Einastu alternativu bú- staðarmøguleikarnir, sum eru í Føroyum í dag, er í høvuðsstaðnum. Til dømis á Berjabrekku verða íbúðir bygdar, sum í grundini eru til ein og hvønn tørv. Hesar eru avmarkaðar í tali og fyri langari tíð síðani umbidnar. Ilt er at siga, um uppskot- ið verður samtykt í tingin- um. Tingfólk funnust undir fyrstu viðgerð at uppskots- stillaranum fyri at uppskot- ið var ov lítið ítøkiligt og høvdu hug at sláa tað upp í glens. – Hesi vita ikki, hvussu støðan er og hvat gongur fyri seg í samfelagnum, tá ið tey ikki taka uppskotið í álvara. Tað er ikki mín upp- gáva at siga landsstýris- manninum, hvussu hann skal bera seg at við at skapa fortreytir, sigur Heðin Mortensen, sum um upp- skotið fellur kortini ikki ætlar sær at helma í, men seinni leggja eitt líknandi uppskot fram á ting. Málið varð beint í trivn- aðarnevndina eftir fyrstu viðgerð. Føroyski bústaðar- marknaðurin fastlæstur – Út frá einum skipaðum bústaðarpolitikki eigur stuðul at verða latin til alternativar møguleikar gjøgnum Íbúðargrunnin ella Húsalánsgrunnin, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður www.logir.fo styrkir rættartrygdina Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.