Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 3. apríl 2001 11 gult cyan magenta svart 10 Nr. 65 - 3. apríl 2001 gult cyan magenta svart Sýslu- nummar Skipanavn reiðskapur kilo FD 102 Bylgjan snella 133 FD 222 Gamli edvard snella 223 FD 363 Knúkur snella 73 FD 492 Klettur lína 35 FD1119 Fjalllambið snella 44 KG 279 Norðberg lína 5.648 TG 56 Marian m. snella 235 VA 214 Vesturvarði botntrol 559 VA 215 Akraborg partrol 274 VA 216 Varðborg partrol 107 FISKIVINNUTÍÐINDI Tað hevur viðrað illa um vikuskiftið og stórir partar av flotanum hava ligið inni. Fleiri skip lógu á Havnini í gjar. Hann sigur framvegis frá frískum vindi. Vár- róðurin er um at vera av, fiskurin er liðugur at gýta og fyri framman liggur summarróðurin. Prísurin á toski er eisini fallandi. Fríggjadagin kom prísurin á hýsu upp um toskaprísin. Men prísurin á toski er fram- vegis høgur. Prísurin á toski 1 er omanfyri kr. 15.00. Fríggjadagin vóru tíð- indini, sum leingi hava gingið, at Beta fer at byggja tveir nýggjar trolarar, váttaði. Talan er um skip á líknandi stødd og við líknandi motororku sum teir gomlu Kubatrol- ararnir. Tey eru tó eitt sindur breiðari og taka 1000 kassar ella 100.000 pund meira. Kubatrolararnir taka 2500 kassar. Beta skal lata trý fiskiloyvi fyri at fáa báðar trolararnar inn í landi-. Beta hevur í boðið at fáa eitt par afturat, men teir vilja fyrst royna nýggja parið, áðrenn støða verður tikið til hetta. Føroya Banki fíggjar meginpartin av skipin- um. Sunnudagin kom Enni- berg aftur á Havnina. Enniberg hevur verið í Grimsby og selt veið- una, 500 tons í flaki, sum teir hava veitt í norska partinum av Barentshavinum. Enniberg fer nú á kongafiskaveiðu í Irm- ingarhavinum. Kvotan er uppi í norska part- inum av Barentshav- inum og ikki nyttar at fara í russinskan sjógv fyrr enn í fyrsta lagi í juni. Tað eru nú fleiri ár síðan at gamli fiskacentralurin á Vestaru Bryggju í Hvn lat aftur og bygningrnir hava staðið tómir. Men nú fara hesir eisini í søguna. Tórshavnar Skipasmiðja skal nýta økið til eina smiðju, sum skal taka sær av van- ligum reperatiónsarbeiði umborð á skipum og tí verða bygningarnir nið- urtiknir. Lemmatrolararnir ella djúpvatnstrolararnir, sum vit vanliga kalla teir eru sera misnøgdir við skipanina teir arbeiða undir, har teirra veiða eftir upsa og blálongu verður stýrd at eini hjáveiðukvotu av toski. Teir vilja nú hava fiski- dagar eins og restin av flotanum. Fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen er nú farin undir at fáa hjáveiðukvotuna broytta til fiskidagar. Hann segði við Dagblaðið í seinastu útgávuni. -Vinnan skal hava tryggar karmar at ar- beiða undir. Lemma- trolararnir hava verið undir einari fyribilsskip- an upp á hálvt ár í senn seinastu 4-5 árini, og tað ber ikki til, sigur fiski- málaráðharrin. Føroya Banki ynskir at fáa veð í fiskirættindunum hjá skipum og teir duga ikki at síggja nakra fíggjarliga grundgeving fyri at hetta ikki kann henda. Men landsstýrið er ikki samt í hesum. - Lógin um vinnuliga fiskiskap sigur greitt at tilfeingið undir Føroyum er fólksins ogn og vit fara ikki at geva hesi rættindi víðari, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiski vinnumálum við útvarpið hóskvøldið, leysliga endur- givið eftir minninum. Sparikassin er rættuliga komin við í føroyskt vinnu- lív. Í dag fíggjar sparikassin umleið helvtina av før- oysku alivinnuni og hendan stendur fyri einum rættu- liga stórum parti av samlaða føroyska fiski- útflutninginum. Leiklutirin hjá Føroya Sparikassa í alivinnuni gevur pening, tí alivinnan stóð seg sera væl í fjør. Prísirnir vóru góðir og tí varð alifiskurin tikin so skjótt sum gjørligt. Hetta hevur viðført, at fiskurin í meðal var yngri, tá hann varð tikin, og tí var meðalvektin eisini minni, og hetta sæst aftur í út- flutninginum. Skiftisav- lopið er sostatt økt mun- andi, og hóast prísirnir fullu aftur síðslu mánað- irnar í 2000, hjevði alivinn- an sum heilt stórt yvirskot í fjør, sigur Føroya Spari- kassi Danskar kanningar vísa, at yvirmenninir á danska nótabátinum “Gitte Henn- ing vóru óansnir, tá teir sigldu á Høgnaboga beint eftir midnátt 26 juni í fjør, veit útvarpið at siga. “Gitte Henning” var ávegis av Havnini til Fuglafjarðar, tá óhappið hendið. Hol kom á skipið, men teir megnaðu sjálvir at sigla á Fuglafjørð. Høgnaboði liggur út fyri Rituvík og er merktur í sjókortum. Bátarnir inni vegna veður Beta byggir í Spania Enniberg klárur til nýggjan túr Fiskasentralurin søga Lemmatrolarar vilja hava fiskidagar Yvirmenn vóru óansnir 12.000 laksar um dagin. So nógvir laksar verða í løtuni tiknir úr ringunum í Oyndarfirði. ILA sjúkan er staðfest á Oyndarfirði og allur fiskurin skal takast. Tað verður ein løta, tí 1,2 milliónir laksar ganga í ringunum í Oyndarfirði. ILA sjúkan var í 1999 staðfest á Fuglafirði og fyri stuttum var hon eisini staðfest á Oyndarfirði. Tað er Vestlaks, sum eigur ringarnar í Oyndarfirði. Tað er ilt at siga, hvussu smittan verður borðin víðar. Tætt er millum Oyndarfjørð og Fuglafjørð og streymur er. Eisini kann seiður fáa smittuna, og smittan kann vera borin við honum. Eru farnir at taka ILA raktan laks Onki veð í fiskirættindum Sparikassin fíggjar helvtina av alivinnuni Gólvsølan 2. apríl Er ein handvarkari uttanlands í 30 dagar, verður skattskylduga inntøkan hjá honum lækkað við kr. 10.000,-, skrivar Vinnuhúsið Vinnuhúsið skrivar, at í dag eru eini 2200 størv innan bygging og skipasmiðjur- smiðjur. Í seinnu helvt av 80’unum vóru eini 3000 til 3400 størv. Størvini fækkað í stórum í kreppuárunum og eru komin niður á 1156 í 1994, tá ið talið var uppá tað lægsta. Størvini eru so líðandi vorðin fleiri í tali og vóru í 2000 umleið 2200 størv. Eitt ávíst fyrivarni skal takast við tølunum. Til dømis eru løntakarar, sum hava 2 størv, skrásettir 2 ferðir. Men felagið hevur valt at brúka november fyri at fáa eina so greiða mynd sum møguligt. Í november mánað er ikki nógv av frítíðaravloysarar og øðrum líknandi størvum. Fleiri entreprenørar vísa í dag á, at tað er trupult at fáa handverkarar. Arbeiðsloysið Í desember 1999 var ar- beiðsloysið 5%. Talið fevnir um tøk í Arbeiðs- loysisskipanini, undantikin tey sum eru í Fiskavirk- isskipanini, og arbeiðsleys, sum fáa stuðul frá Al- mannastovuni. Í desember 2000 var arbeiðsloysið 4%, sum má sigast at vera sera lágt. Uppá fyrispurning sigur ALS, at tað tann 2. mars 2001 vóru 36 handverkarar arbeiðsleysir innanfyri økið hjá FHMF. Í fleiri førum snýr tað seg um ein ein- stakan arbeiðsleysan innan- fyri hvørt fak. Støðan gerst ikki betri av handverk- arafrádráttinum. Frádrátturin Handverkarafrádrátturin merkir, at handverkarar, sum arbeiða uttanlands, fáa ein skattafrádrátt á kr. 300,- um dagin, um handverkarin rindar allar útreiðslur av uttanlandsuppihaldinum sjálvur. Hetta merkir, at skattskylduga inntøkan verður lækkað við kr. 300,- um dagin. Er ein hand- verkari uttanlanda í 30 dagar, verður skattskylduga inntøkan hjá honum lækkað við kr. 10.000,-. Tjenar ein handverkari til dømis kr. 60.000,- uppá 3 mánaðir uttanlanda, rindar hann, um skatturin er 50%, við handverkarafrádráttin- um kr. 15.000,- í skatt, meðan hann uttan frádráttin hevði rindað kr. 30.000,-. Tølini fyri 2000 eru ikki gjørd upp enn, men tølini fyri 1999 vísa, at íalt fingu 405 handverkarar henda frádrátt – tilsamans ein upphædd á kr. 15.122.547,- . Handverkarafrádrátturin í 1999 var kr. 600,-, skrivar Vinnuhúsið. 405 handverkarar fingu frádrátt Laksa- kanningar norðan fyri Føroyar FYRILESTUR Hóskvøldið kl 20 verður almennur fyrilestur á Fiskirannsóknarstovuni. Tað er Jan Arge Jacob- sen, fiskifrøðingur, dr. scient., sum heldur fyri- lesturin ið hann kallar Laksakanningar norðan fyri Føroyar. Jan Arge Jacobsen starvast sum fiskifrøð- ingur á Fiskirannsóknar- stovuni við ábyrgd av uppsjóvarfiski, so sum sild, svartkjafti, makreli og laksi. Í mai 2000 vardi hann doktararit- gerð um laksakanningar norðan fyri Føroyar. Í fyrilestrinum verður greitt frá høvuðsúrslit- unum úr doktararitgerð- ini. Havøkið norðan fyri Føroyar er týdningar- mikið føði- og upp- vakstrarøki hjá laksi, tá hann er farin úr áunum út á hav. Laksaverkætl- anin hevði sum endamál at læra meir um leiklutin hjá laksi í hesi vist- frøðiligu skipan. Greitt verður frá, hvaðani laks- urin stavar, ið gongur á beiti norðanfyri um heystið og veturin. Alilaksur, ið onkurs- vegna er sloppin úr ali- brúkum, er at finna mill- um villa laksin í sjónum. Kannað er, hvussu hesin laksur klárar seg millum villa laksin á víðum havi. Ferðast hann, og etur hann á sama hátt sum hin villi laksurin? Laksalús er eisini at finna á laksi á opnum havi, og kannað er, um alilaksurin er meira fongdur við lús enn villi laksurin. Sí eisini heimasíðuna www.setur.fo/almen.htm l. TÍÐINDASKRIV Sinnisbati Felagið Sinnisbati skipar fyri umfatandi tiltøkum í sambandi við at alheims- heilsustovnurin hjá Sam- eindu tjóðunum hevur kosið ár 2001 til altjóða sálarheilsuár. 7. apríl verð- ur ein serstakur dagur í hes- um sambandi kring allan heim, og eisini her í Føroy- um. Men flestu kvøldini í vikuni verða serstøk tiltøk við m.a. fyrlestrum í útvarpshøllini og lærara- skúlahøllini. Lagt er upp til eina sera spennandi og viðkomandi skrá komandi vikuna. Í samband við altjóða sálarheilsuárið hevur fe- lagið Sinnisbati saman við psykiatrisku deild á lands- sjúkrahúsinum hevur tikið stig til at kasta ljóskastaran á støðu teirra sálarsjúku her í Føroyum. Eitt stórt og umfatandi fyrireikingararbeiði er gjørt við at leggja til rættis eina sera fjølbroytta skrá í døgununum 2-7. apríl í útvarpshøllini og lærara- skúlahøllini. Útvarpshøllin karmur um fjølbroytt tiltøk Í gjárkvøldið, mána- kvøldið 2. apríl, kl. 19.30, byrjaði tiltakið í itróttar- høllini, har Svenning av Lofti, formaður í Sinnis- bata bar fram stutta røðu. Síðani talaði Sofus Joen- sen, psykiatriskur yvir- lækni, um »Depressión«. Bergur Gotfred, lærari og virkisráðgevi hugleiddi síðani um evnið »Samskifti og lívskvalitet« Í kvøld, týskvøldið, fer Eyðun Joensen, sálarfrøð- ingur at greiða frá psyki- atrisøguni í Føroyum og Vilgerð Astridardóttir fer at tala um “Demens”. Mikukvøldið 4. apríl greiðir Frans Róin, lækni frá um Skizofreni og Carl A. Arge fer at tala um evnið “Brúk/misbrúk av alkoholi og rúsevnum” Hóskvøldið 5. apríl fer Heri Kragesten, psykologur at tala um “angist” og Arne Ludvig, psykologur fer at hugleiða um evni: “Sam- felagið/barna- og ung- dómseyðkenni.”. Landsstýrismaðurin í heilsumálum setur altjóða- heilsudagin 7. apríl í Læraraskúlahøllini Leygarkvøldið 7. apríl, kl. 19.30 verður sjálvur altjóða sálarheilsudagurin hildin við kvøldsetu í læraraskúlahøllini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Sámal Petur í Grund, byrjar kvøldsetuna við flyta fram stutta røðu. Síðani fer Tórmóð Stórá at hugleiða um “fram- tíðarvisiónirnar viðvíkjandi psykiatri í Føroyum.” Jóhannes Andreasen fer at spæla klassisk stykki og eisini verða brot úr “várskemt”. Maria Ander- sen syngur og Kórsangur verður við Cantabile, Eysturstrætiband spælir, yrkingar verða lisnar og Hanus Johansen syngur Meðan steðgurin er verð- ur møguligt at keypa bøkur og fáa ein drekkamunn. Kostnaður fyri vaksin: Kr.50,- Frásøgufólk verða Hilm- ar Jan Hansen og Jákup Magnussen. Góði Jan Ja mín sann tá nornan spann tú orðið vann; Kom bara an rg verja kann konu og mann - í tær vin eg fann. Erling Simonsen Sálarheilsudagurin hildin í Føroyum