týsdagur 3. apríl 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 65 - 3. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Strandferðslan er
nøgt við ferjuna
Scania, men øll
formlig krøv skulu
verða uppfylt, áðrenn
skipið kann leigast
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Strandfaraskip Landsins ar-
beiðir av øllum alvi við at
finna avloysaraskip til Lor-
víksfjarðaleiðini,
meðan
Dúgvan verður umvæld
fyri motorskaða.
Tað fer at taka eina
tríggjar vikur afturat at fáa
Dúgvuna í sigling, og hesa
tíðina er neyðugt við av-
loysaraskipi, fyri at farleið-
irnar um Lorvíksfjørð og
Vestmannasund
skulu
verða røktar nøktandi.
– Vit hava hugt eftir ferj-
uni Scania, og vit eru nøgd
við hana. Ferjan er nóg stór,
hon er góð til at fáa tunga
ferðslu umborð og í land,
og hon er í góðum standi,
sigur Reidar Nónfjall, stjóri
á Strandferðsluni.
Veit ikki nær
Játtanin til at leiga avloys-
araskip – 2,5 milliónir
krónur – er fingin til vega,
og tað, sum nú er eftir, eru
myndugleikakrøv av yms-
um slagi.
– Øll formlig krøv við
klassa og skipaeftiriliti
skulu verða í lagi, áðrenn
vit leiga nakað skip, og tað
tekur tíð at fáa hetta uppá
pláss, sigur Strandferðslu-
stjórin, sum als ikki vil
geva nakað boð uppá, nær
Strandferðslan kann hava
eitt avloysaraskip í landin-
um.
– Skal tað geva nakra
meining at leiga eitt skip,
so skal tað verða sum skjót-
ast, sigur Reidar Nónfjall.
Tekniski stjórin á Strand-
ferðsluni, Magnus Magn-
ussen, er farin til Saaremaa
fyri at verða við til at fáa
viðurskiftini har upp á
pláss. Formligu viðurskift-
ini skulu verða í lagi – bæði
haðani ferjan fer, og her tað
kemur.
Næstan 30 ár
Scania er bygt í Aalborg í
1972, og í løtuni er tað eitt
felag, sum kallast Saare-
maa Shipping Co., sum
eigur skipið.
Scania er 68,7 metrar
long og 16,5 metrar breið.
Skipið er 3474 BRT og
kann taka 80 bilar. Tað
siglir 14,5 knob og er í
løtuni undir estlendskum
flaggi. Áður hava Scand-
lines og SweFerry AB átt
skipið.
Skipið er munandi størri
enn Ternan, sum í løtuni
siglir á Lorvíksfjarðaleið-
ini, og skipið er eisini størri
enn Dúgvan, sum vanliga
røkir siglingina.
Um Scania verður leigað,
skal ferjan sigla millum
Klaksvík og Fuglafjørð.
Stríðast við at fáa avloysara
Strandferðslan arbeiðir í løtuni við at leiga hesa ferjuna,
Scania, til siglingina um Lorvíksfjørð
Byrja av nýggjum
við sernámsfrøðini
Bólkurin, sum
hevur kannað
sernámsfrøðisliga
virksemið, mælir
til at gera enda á
verandi skipan og
lata starvsfólkini
søkja størv í eini
nýggjari tvørfaklig-
ari skipan
SERNÁMSFRØÐI
Eyðun Klakstein
Trímannabólkurin, sum
hevur kannað sernáms-
frøðisliga økið í Føroy-
um, er eirindaleysur
ímóti verandi skipan og
heldur bestu loysnina
verða ein fullkomiliga
nýggja skipan.
– Verandi starvsfólk
eiga at fáa í boði at søkja
størv í nýggjum bygnaði
ella fara frá við tí tíðar-
budnu eftirløn, ið tey
annars eiga rætt til, sigur
arbeiðsbólkurin í fyri-
bilsáliti, sum er lagt á
heimasíðuna hjá Menta-
málastýrinum.
Arbeiðsbólkurin ætl-
ar, at fólk skulu koma
við viðmerkingum til
álitið, áðrenn tað verður
endaliga orðað og latið
landsstýrismanninum
við mentamálum.
Betri tænasta
Arbeiðsbólkurin mælir
til, at sernámsfrøðisliga
økið verður bygt upp av
eini greiningarstøð og
fimm ymiskum fakeind-
um.
Greiningarstøðin skal
tryggja, at børn og for-
eldur fáa ein góða byrjan
í skipanini, og harafturat
er samstarvið millum
greiningarstøðina og tær
fimm fakeindirnar týð-
andi partur av skipanini.
Arbeiðsbólkurin hev-
ur í sínum fyribils áliti
staðfest trupulleikar og
manglar í verandi skip-
an, og tað eru serliga
børnini og foreldrini,
sum líða undir hesum
trupulleikum.
– Á greiningarstøðini
verður virksemið fjøl-
táttað og fakliga saman-
vovið, og neyðugt er at
fara tvørtur um tey
mørk, ið teir almennu
fyrisitingarkarmarnir
higartil hava sett sær,
sigur arbeiðsbólkurin í
fyribils álitinum.
Taka hædd fyri
barninum
Arbeiðsbólkurin greinar
síðani neyvt, hvussu
greiningarstøðin
skal
virka, og hvørjar upp-
gávurnar hjá teimum
fimm
fakeindunum
verða.
– Nýggja skipanin
skal taka hædd fyri tí
einstaka brekinum og
arbeitt verður við barn-
inum tvørfakliga sum
eini heild, sigur arbeiðs-
bólkurin um nýggju
skipanina.
Álitið
skal
latast
landsstýrismanninum í
mentamálum, og ar-
beiðsbólkurin ætlar eftir
1. juni at leggja seinastu
hond á álitið og síðani
lata landsstýrismannin-
um álitið fyri summar-
feriuna.
Kósavirkið arbeiddi
saltifisk døgnið runt í
eina viku fyri at fáa
fiskavøruna klára til
páskaútflutningin
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Um páskirnar er
saltfiskur ein góð søluvøru
í Suðureuropa, og hetta
hava føroysku framleiðar-
arnir eisini merkt farnu vik-
urnar.
Kósavirkið í Klaksvík er
eitt av virkjunum, sum
framleiðir saltfisk, og fyri
góðari viku síðani varð
arbeitt í trískiftisvakt fyri at
fáa saltfiskin kláran til
stóra páskaútflutningin.
– Vit hava havt støðugt
saltfiskaarbeiði alt árið,
men nú undan páskunum
hevur tað verið eitt sindur
meiri enn vanligt, sigur
Adrian Dalsá, sum er stjóri
á Kósini.
– Vit arbeiddu í trimum
vaktum í eina viku, og tað
var tí, at saltfiskurin skuldi
náa fram áðrenn páskirnar,
sigur hann.
Kósavirkið hevur tikið
ímóti umleið 3000 tonsum
av fiski í ár, og málið er at
koma upp á 10.000 tons. Ì
fjør tók virkið ímóti 9.000
tonsum, og tá vóru umleið
180 ársverk á virkinum.
Nógv arbeiði av páskaútflutningi
Saltfiskaarbeiðið á Kósavirkinum er støðugt, men undan páskum hevur verið eitt sindur meiri
enn vanligt verið at gjørt á virkinum
Komandi viku-
skiftið verða nýggj-
astu bilmerkini at
síggja á stevnu í KÍ-
høllini
Komandi
vikuskiftið
verður bilstevna í KÍ-
høllini í Klaksvík.
Bilstevnan í Klaksvík
er vorðin afturvendandi
táttur, og minst einaferð
um árið verða norðoy-
ingar bodnir at síggja
nýggjastu bilmerkini.
Í ár verða seks bilasøl-
ur við á stevnuni, og tær
eru Nordbil, Suzuki,
Wenzel, Esmar Simon-
sen, Ivan Johansen og
Johannes Berg.
Seinastu bilstevnurnar
hava verið sera væl
umtóktar, og nógv fólk
hava vitjað í høllini.
Klaksvíkar Ítróttarfel-
ag skipar fyri stevnuni,
sum verður leygardagin
7 og sunnudagin 8. apríl.
Báðar dagarnar er opið
frá klokkan 16.00 til
20.00.
Kostnaðurin fyri vitj-
andi er 30 krónur, og
børn sleppa bert inn
saman við vaksnum.
ek
Bilstevna í Klaksvík
Føroyskir politikarar
eru í hesum døgum í
Oslo á ráðstevnu hjá
Norðurlandaráðnum.
Evnið er, hvussu
Norðurlond kunnu
gerast eitt burðardygt
øki
NORÐURLOND
John Johannessen
Tingfólk og ráðharrar úr
øllum Norðurlondum eru í
hesum døgum á ráðstevnu í
Olso og skifta orð um,
hvussu Norðurlond kunnu
gerast ein burðardygg eind.
Støði verður tikið í frá-
greiðingini »Burðardygg
menning – ein nýggj leið
fyri
norðurlond«,
sum
norðurlendska Ráðharra-
ráðið hevur latið gjørt.
Tað var í november, at
tað varð álagt Norður-
lendska Ráðharraráðnum at
gera eina ætlan fram móti
burðardyggum norðurlond-
um ein og burðardyggum
grannaøkjum.
Í
januar
2001 legði Ráðharraráðið
fram frágreiðingina, sum
fundurin nú tekur støði í.
Í tíðindaskrivi frá Norð-
urlandaráðnum verður sagt,
at hóast nógv er gjørt á øll-
um stigum seinastu árini
fyri at tryggja burðardygga
menning í Norðurlondum,
er langur vegur á mál.
Tí heldur Norðurlanda-
ráðið tað vera neyðugt, at
øll Norðurlond saman reka
ein málrættaðan og av-
gjørdan politikk á hesum
øki og tryggja sær atgongd
til bestu amboðini, ið
kunnu slóða vegin fyri
neyðugum broytingum. Tað
má fremjast ein skipað end-
urnýggjan
innan
allar
vinnubólkar og innan til-
feingisnýtslu, íløgur og
tøkniliga menning, heldur
Norðurlandaráðið.
Á ráðstevnuni í Oslo lut-
taka fyri Føroyar Dan Rein-
ert Petersen, tingmaður,
Jógvan við Keldu, tingmað-
ur, og landsstýrismenninir
Jørgen Niclassen og Høgni
Hoydal.
Umframt
ráðstevnuna
verða eisini fundir í ymisku
nevndunum undir Norður-
landaráðnum. Í Norður-
nevndini, sum føroysku
norðurlandaráðslimirnir
sita í, verður nýskipan av
Norðurlandaráðnum mill-
um annað viðgjørd.
Skulu gera Norðurlond burðardygg
Men B36 og HB
megnaðu bara at
skjóta eitt mál í part í
fyrsta innanhýsis
dystinum í hesum
árinum
Tað er altíð stuttligt, tá
grannaliðini í Gundadali
takast á vøllinum. Sunnu-
dagurin var einki undantak
í so máta. Nógv fólk var
bæði í HB skýlinum og
B36 skýlinum, og tað
hoyrdist nógv til tey. Ikki í
senn, sjálvandi, men báðir
partar høvdu orsøk til at
klappa og vena seg.
Spælið verður vónandi
betri seinni á árinum, enn
tað var hesa ferð. Spælar-
arnir eru ikki í fullgóðari
venjing enn, og tað sást
aftur í mistum bóltum,
skeivum sendingum og
harvið óneyðuga spentum
støðum.
Sammett við í fjør vóru
fleiri nýggir menn, og fleiri
spælarar røktu ódnir, sum
teir ikki hava verið nógv at
sæð í. T. d. var Egil Zacha-
riassen aftur í B36 álopin-
um. Meðan Arnbjørn Dan-
ielsen
var
á
Toftum,
vikarieraði Egil sum aftasti
maður.
Hjá HB vóru U-18 lands-
liðsmenninir
Jón
Rói
Jacobsen og Vagnur Mohr
Mortensen í miðverjuni,
meðan Allan Mørkøre var í
álopinum.
Andrew
av
Fløtum gongur við brotn-
um beini. Tað ehvur aftur
og aftur verið frammi, at
hann var við landsliðnum í
Luksemburg og Svøríki,
men tað var hann av góðum
grundum ikki.
Málini og møguleikar
HB kom á odda ein minutt
undan steðginum. Eftir
hornaspark í vinstru varð
bólturin sendur út frá B36
málinum. Hallur Daniel-
sen, sum var staddur á
brotsteigarmarkinum, hálv-
fluktaði, bólturin brast í
tvørtræið og fór í málið, og
so vóru tað tey í HB
skýlinum, sum fegnaðust.
Tíggju
minuttir
eftir
steðgin javnaði John Peter-
sen. B36 miðvøllurin fang-
aði bóltin, tá HB var á veg
fram, og við fleiri ferðir
skjótum eitt tvey saman-
spæli kom landsliðsmað-
urin leysur og sneiddi
framvið Bárði Johannesen,
áðrenn hann trillaði bóltin í
málið, og so vóru tað tey í
B36 skýlinum, sum fegnað-
ust.
Allan Mørkøre hevði ein
mega møguleika, tá B36
rangstøðufellan
kiksaði.
Metmaðurin á landsliðnum
fór sjálvur, men Tróndur
Vatnhamar bjargaði. Hallur
Daniesen var púrar leysur,
men fekk ikki mál.
Hjá B36 var fleiri ferðir
tætt við. Millum annað
raktu teir tvær ferðir tvør-
træið. Sum 2. hálvleikur
leið hevði einki forgjørt
verið, um B36 fekk sigurs-
málið, men sum so mangan
áður, so megnaðu teir ikki
at fáa ta úrtøkuna ímóti
grannunum, sum HB ofta
hevur fingið ímóti sínum
grannum. At teir í B36
iðraðu seg um, at dómarin
ikki bríkslaði fyri brots-
sparki, tá aftasti maður hjá
HB, Jóhannis Joensen, tók
beinini undan Egili Zacha-
riasen var væl skiljandi.
jh
HB: Bárður Johannesen —
Ransin Djurhuus, Jón Rói
Jacobsen, Jóhannis Joen-
sen, Vagnur Mohr Morten-
sen, Janus M.Joensen —
Hallur Danielsen, Rúni
Nolsøe, Rógvi Jacobsen —
Allan Mørkøre, Bárður
Mortansson
B36: Tróndur Vatnhamar
— Herbert í Lon, Arnbjørn
Danielsen Andrey Pazek —
Jákup á Borg, Klæmint
Matras, John Petersen, Jens
Kristian Hansen, Heðin á
Lakjuni — Egil Zacha-
riasen, Magni á Lakjuni
Nógvir møguleikar
í Gundadali
Nr. 65 • týsdagur • 3. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Gøtumenn vunnu
stórsigur, og fyrstu
løtuna eftir steðgin
runnu teir næstan
sum teir vildu
ígjøgnum heima-
verjuna
Tvørámenn tóku í fjør liðið
úr bólkaspælinum, tá tað
restaðu tvey umfør. Eftir
fleiri stórtap søgdu seg ikki
hava møguleika at manna
liðið. Higartil í ár hava teir
lagt rygg til tvey stórtap.
Vónandi farateir at fóta
sær, soleiðis at teir ikki taka
liðið úr kappingini á hesum
sinni.
Sunnudagin var eingin
ivi um, hvat liðið á Sevmýri
var úr bestu deildini, og
hvat liðið var úr næstbestu
deildini. Fyrrapartin av
fyrra umfarinum megnaðu
heimamenninir at fylgja
við, og teir javnaði til 1-1.
Men eftir steðgin var
klassamunur. GÍ menninir
vóru aftur og aftur í fleir-
talsstøðum á TB hálvuni,
og tað var týðuligt, at teir á
allan hátt vóru betri fyri
enn
mótstøðumenninir,
sum framvegis resta nógv í
at vera nóg væl fyri at taka
lut í stríðnum um upp-
flyting til bestu deildina.
Hjá TB var fyrrverandi
VB ogRoyn málverjin, Lars
Muller, í málinum. Zoran
Mancic, sum áður hevur
spælt í VB, KÍ og Royn, var
á miðvøllinum.
Úrslitið var 7-1. Tá skal
leggjast afturat, at á GÍ
liðnum restaðu tríggir av
teimum, sum mugu metast
at vera upplagt evni til
besta liðið. Her verður
hugsað um Sámal Joensen,
Helga L. Petersen og Óla
Hansen, sum allir av per-
sónligum orsøkum høvdu
givið avboð.
Omar setti hol á
Ein av teimum, sum fekk
møguleikan, tí fleiri høvdu
meldað frá, var Omar
Pásson, og hann takkaði
fyri við at skora fyrsta
málið. Við fremra stólpan
snittaði hann frísparksinn-
legg í kassan.
TB maðurin, sum javnaði
til 1-1, var bara 16 árar
gamli
Rasmus
Nolsøe.
Hann er sonur Ásmund
Nolsøe, sum í sjeyti ár-
unum var ein av trimum
góðum Nolsøe beiggjum á
TB liðnum, sum tá í tíðini
var millum tey bestu í
landinum og sum vann
fleiri FM heiti.
Bartal Eliasen legði GÍ
framum aftur við frísparki
úr 25 metrum og undan
steðginum økti Petur Sjúrð-
arberg eftir innkast, sum
Bartal Eliasen hevði longt.
Eftir steðgin gekk heilt
skjótt. Merkisvert var tað, at
allirmálskjúttarnir: Áslakur
R.Petersen, Petur Sjúrðar-
berg, Áslakur R. Petersen og
Hans Pauli Petersen hoyra til
tað
ættarliðið
av
GÍ
spælarum, sum er komið til,
eftir at flestu av fýra faldu
FM vinnararnir eru givnir í
fremstu røð.
jh
TB: Lars Muller — Tórður
Mortensen, Mihai, Ragnar
Nolsøe — Bárður Dimon,
Jón Tórður Holm, Zoran
Mancic, Einar Petersen,
Vagnur Nolsøe — Dan
Mortensen, Rasmus Nolsøe
GÍ: Hallur Hansen — Pól
Ennigarð, Bartal Eliasen,
Leivur Hansen — Hans
Pauli Petersen, Áslakur R.
Petersen, Magni Jarnskor,
Pól Henning Jacobsen,
Omar Pálsson — Petur
Sjúrðarberg, Marek
Eingin fótbóltur
á Skálafjørðinum
NSÍ skuldi havt verið í Vágum, og B68 skuldi havt
vitjan av B71. Men báðir dystirnir hjá teimum skála-
fjarðarliðunum vórðu avlýstir. Stóra bilvanlukkan í
Skriðunum fríggjanáttina hevði við sær, at feløgini
saman við FSF gjørdu av at útseta dystirnar.
Vit hava skilt, at ætlanin er at fáa dystirnar
avgreiddar, áðrenn næsta umfarið verður á skránni
komandi vikuskifti.
jh
TB hoyknaði eftir steðgin
Magni á Lakjuni taklar Vagn Mortensen. Dysturin millum grannarnar í Gundadali endaði við javnleiki 1–1