Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 65 - 3. apríl 2001 gult cyan magenta svart Nr. 65 - 3. apríl 2001 15 gult cyan magenta svart Nýggja liðið í bestu deildini megnaði einki at gera við meistararnar, sum avgjørdu, tá teir høvdu nógva vindin undan Føroyameistararnir í Vági høvdu sunnudagin vitjan av nýggja liðnum í 1. deild, EB/Streymi. FM vinnarar- nir vunnu 4–1. Teir vóru frammanfyri 3–0, tá 1. hálvleikur var liðugur, og so var tað bara ein spurn- ingur um, hvussu stórur sigurin fór at verða. Líkindini vóru so mikið vánalig, at tað kanska hevði komið upp á tal at útseta, um talan hevði verið um uppgerð á fastlandinum. VB hevði undanvind í 1. hálvleiki, og tað mesta gekk fyri seg á mótstøðu- hálvuni. Gestirnir vóru í sera verjukendari útgangs- støðu. Bergur Magnussen hevði fýra menn í verjuni, ein í álopinum og fimm á miðvøllinum. Gunnar á Steig, fyrrverandi KÍ mál- verjin, var millum stólpar- nar, og hann hevði fleiri góðar bjargingar. Robert Cieslewicz setti hol á. Uppspælið var ikki ókent. Sum so mangan í fjør, so var tað spælandi venjarin, Krzystof Pop- czynski, sum streyk ígjøg- num í vinstru, legði skrátt út frá, og so setti hin pól- verjin í álopinum fótin á. Palli Augustinussen skor- aði hini bæði málini í 1. hálvleiki. Fyrst varð hann spældur púra leysur í brots- teiginum og sendi bóltin framvið málverjanum, tá hesin var á veg út, og so stútaði hann hornasparks- innlegg úr vinstru í kassan. Vindurin burtur Eftir steðgin hevði EB/ Streymur undanvind, men ólukktíð fyri teir, so var tað heilt skjótt, at tað bleiv stilli. Tað luktaði kanska eitt sindur av spenningi, tá Jón Sigurd Gleðisheygg fýra minuttir eftir hvíldina eftir aftur og fram støðu skoraði til 3–1. Men tað kom ongantíð spenningur í, og Marek staðfesti sigurin, eftir fleiri ferðir eitt tvey samanspæl við miðvallar felagan, Tórða Holm. Á heimaliðnum var kent fólk. Umframt Marek var – sammett við meistarraárið í fjør – ein nýggjur maður, nevniliga Gisli Svein- bjørnsson. VB liðið sá soleiðis út: Bjarni Johansen – Marner Richard, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Jón Gærdbo, Tórður Holm, Gisli Sveinbjørnsson – Robert Cieslewicz, Krzy- stof Popczynski. Á liðnum hjá EB/Streymi vóru teir heilt fáir, sum høvdu royndir úr bestu deildini. Umframt fyrrver- andi KÍ málverjan var ein nýggjur fremmandur mað- ur, nevniliga Sigfríður Abrahamsen, sum onkuntíð var á ÍF liðnum í 1. deild í fyrraárið. Liðið sá soleiðis út: Gunnar á Steig – Sig- fríður Abrahamsen, Ólavur Poulsen, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen – Tummas Joensen, Jón Sigurd Gleð- isheygg, Vinjard Joensen, Jóhan á Stongunum, Kaj Joensen – Hallur Jacobsen. jh Men fyri aðru ferð noyddust teir at lata sær tepurt tap lynda ímóti liði úr bestu deildini Fyri aðru ferð endaði ÍF á heimavølli undir í stríði við lið úr bestu deildini. Fyri fjúrtan døgum síðani var neyðugt orsaka av kava at flyta dystin úr Fuglafirði og til Gøtu. B68 vann 2–1, og ta ferðina breyt ÍF málverjin, Rúni Joensen, beinið. Leygardagin varð spælt í Fuglafirði, og nýggi ÍF málverjin var sera eyðsýnd- ur ímóti KÍ. Ken Bærentsen hevur gott hegni og fínt bólteyga, men hann hevur fyri tað mesta verið úti á vøllinum. Í málmans neyð- ini hevur Pauli Jarnskor sett veteranin millum stólpar- nar, og Ken var sera sann- førandi. Eisini tí hann meg- naði so væl at lesa spælið og harvið tók broddin av støðum, sum vóru um repp- ið at gerast vandamiklar. Spælið var beinleiðis, uttan ov nógv pilkarí, og tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri bæði málini. Tað kom bara eitt mál. Tað fekk KÍ. Tomislav Sivic legði í 62. minutti innfyri úr høgru. Bólturin sigldi til handara stólpan, har Ove Nysted við høvd- inum stýrdi honum í hand- ara síðunetið. Longu í 1. hálvleiki hevði KÍ liðformaðurin, Allan Joensen, ein fínan møguleika, tá tað varð spælt út frá baklinjuni og aftur til brotssparks blettin, men innaru síðu royndin fór í krovið á ÍF mál- verjanum. Hjalgrím Elttør var einar tvær ella tríggjar ferðir leysur við ÍF mál- verjanum, men heldur ikki hann megnaði at fáa mál. ÍF kendi heldur ikki sína vitjunartíð. Høgni á Lakj- uni hevði størstu møguleik- arnar. Aðru ferðina bjargaði Karstin Joensen í KÍ málin- um, tá Høgni var púra leys- ur, og seinnu ferðina var upplagt, at tað skuldi havt verið mál. KÍ málverjin var óheppin og gleið, men kort- ini var ÍF álopsmaðurin óheppin, tá hann stýrdi bóltinum í stólpan og ikki í púra opna málið. Eyðolvur R. Petersen var eyðsýndur í uppspælinum hjá ÍF, og Mortan Thomsen kom fleiri ferðir ígjøgnum í vinstru síðu. Á ÍF liðnum vóru Ken Bærentsen – Torstein Joen- sen, Áki Petersen, Tomek Przybilski – Árni R. Petersen, Eyðolvur Peter- sen, Roy Róin, Mortan Thomsen – Høgni á Lakj- uni, Heini Heinason, Eyð- un Rygshamar. Í 2. hálvleiki komu Bárð- ur á Lakjuni og Hanus Eliasen á vøllin ávikavíst fyri Eyðun Rygshamar og Høgna á Lakjuni. KÍ liðið sá soleiðis út: Karstin Joensen – Atli Danielsen, Jan Andreasen, Fríðin Ziskason – Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Allan Joensen, Símun Joensen – Hjalgrím Elttør, Tomislav Sivic, Ove Nysted. Einasta útskiftingin hjá klaksvíkingum var, tá Eyðun Klakstein loysti Allan Joensen av. jh Eingin í FCK hevur lagt nakað trýst á landsliðsframherjan, men nógvu skaðarnir á landsliðsferðunum tykjast hava givð Toda nakað at hugsa um LANDSLIÐ Jákup Mørk Tað tykist bara vera ein sannroynd, at tá Todi Jóns- son fær ein skaða at dragast við, so er hesin altíð á onkr- an hátt knýttur at lands- liðnum. Seinasta dømi um hetta fingu vit, tá hann í dystin- um móti Luksemburg noyddist skaddur av vøllin- um, og hetta var so avgjørt ikki nakað, sum hóvaði leiðsluni í felagnum. Í donsku bløðunum varð Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri, endurgivin fyri at siga, at tað kundi ikki vera rætt, at Todi líktist einum, sum hevði verið í grindadrápi, hvørja ferð hann kom aftur av lands- liðsferð. Hóast hørðu orðini, so heldur Todi tó ikki, at nakað persónligt liggur í hesum. – Nei, hann hevur helst verið rættiliga irriteraður, og tað er kanska eisini skiljandi. Tað var jú ikki soleiðis, at eg á nakran hátt varð skeldaður. Sjálvandi vóru teir harmir um skaðan, men teir kunnu jú ikki gera annað enn at seta meg ígongd við at venja meg uppaftur. Umhugsar landsliðið Nógvu skaðarnir á lands- liðsferðunum hava sjálv- andi ávirkað tað arbeiðið, sum Todi hevur kunna gjørt fyri felagið. Enn hevur eingin í FCK verið í holt við FSF, soleiðis at Todi kann fáa frí frá landslið- num, og Todi roknar heldur ikki við, at hetta verður aktuelt. Hinvegin tykist hann sjálvur at hugsa eitt sindur, hvørt tað kanska hevði verið rættari, um hann ikki spældi á lands- liðnum. – Eg havi onga avgerð tikið um tað enn, men tað er klárt, at mann fer at hugsa eitt sindur, tá skaðarnir konstant raka so óheppið. Tað er eingin í FCK, sum hevur lagt nakað trýst á meg í so máta, men hinvegin er tað jú her, at eg havi mítt arbeiði. – Landsdystirnir her fyri hava eisini sýnt, at av- loysararnir eru klárir, men sum sagt, so havi eg ikki tikið nakra avgerð enn. Eg havi so í øllum førum tveir mánaðir til at umhugsa støðuna, sigur Todi Jónsson at enda. Todi umhugsar støðuna Í FCK vóru tey sera hørm um, at Todi enn eina ferð kom skaddur heim av landsliðsferð Mynd: Álvur Haraldsen Bara undanvindur í Vági Fuglfirðingar eru drúgvir Venjarin frøddist um, at tað bar til at vinna á Brøndby, sjálvt um lyklaspælararnir Ståle Solbakken og Todi Jónsson ikki vóru við Tað var óført lag á FCK monnunum sunnukvøldið. Niels Christian Holmstrøm mundi næstan havt gloymt illsinniglepsini eftir før- oyska landsliðnum, tá hann, Flemming Øster- gaard og hinir høvdingarnir í FCK á Brøndby stadion sóu teirra menn fara við øllum og harvið taka eitt stórt fet ímóti toppinum í superliguni. FCK vann 2–1, og tað høvdu teir uppiborið. Brøndby venjarin var ør- kymlaður um avrikið hjá sínum monnum. Hann helt, at tað fór at verða trupult at vinna DM, um vend ikki kom í. Í vár hevur Brøndby tapt tvær ferðir á heima- vølli. Í FCK álopinum var Heine Fernandez saman við s u ð u r a f r i k a n a r a n u m , Zuma. Myrki bóltsnilling- urin var stóri maðurin hjá FCK. Verjuspælararnir hjá Brøndby sóu heilt gumpa- tungir út, tá væl upplagdi maðurin snurraði runt við teimum. Málini Tað var kortini Thomas Thorninger, vongspælarin hjá FCK í vinstru, sum setti hol á. Tað gjørdi hann í 41. minutti, og talan var um eitt fínt mál, tá hann úr fimtan metrum fluktaði framvið Mogens Krog, veteraninum í málinum hjá Brøndby. Men beint undan steðgin- um tóktist tað, sum at heimaliðið megnaði at fáa sína skútu á beint aftur. Sviin Mattis Jonsson fekk eftir klumpspæl bóltin framvið norska FCK leigu- sveininum, Thomas Myhre, og so var aftur javnt. Í 2. hálvleiki legði Brøndby bragdligari fyri, og fyrstu tíggju minuttirnar áttu teir alt. Men so var tað, at Zuma tók søkina í egnar hendur og legði FCK fram- um aftur. Síðstu løtuna økt- ist trýstið á FCK málið alt meiri, men heimamenninir komu ikki nærri enn roynd í tvørtræið og niður í vøllin. Komandi sunnudag fær Brøndby vitjan av odda- liðnum úr Silkeborg. Um Brøndby skal hugsa um DM, so verður neyðugt hjá teimum at vinna. Silkeborg skuldi í gjárkvøldið spæla ímóti Viborg, sum eisini telist ímillum liðini, ið stríðast um fremstu plássini og harvið um rættin til Europa Cup luttøku. Eftir dystin skein Roy Hodgson, venjarin hjá FCK, sum sólin. Hann frøddist um úrslitið, stigini og at hansara lið hevði otað seg nærri oddinum. Hann segði seg frøðast serliga um, at FCK hevði megnað hetta, sjálvt um tveir av spælarunum, sum hava verið mettir sum stuðlar í royndini at klatra upp á tindin, ikki vóru tøkir. Í hesum sambandi sipaði Hodgson til Ståle Solbakk- en og Toda Jónsson. Todi Jónsson var millum teir 25.000 áskoðararnar í Brøndby, og hann var sjálv- andi ovurfegin um úrslitið. Todi er so smátt farin undir fyrireikingarnar at stríðast fyri at sleppa upp í part aftur. Tað verður roknað við, at hann kanska kann spæla um góðar tvær vikur. Hjá Ståle Solbakken er tað meiri ivasamt. Eftir at hann fyri einari viku síðani varð útskrivaður, trein Ståle fríggjadagin fyrstu ferð alment fram. Hann hevði ikki annað ítøkiligt at siga, enn at tað um ein góðan mánað verður gjørt av, um hann eigur nakra framtíð á fótbóltsvøllinum ella ikki. jh Í AB vóru teir vón- brotnir um málleysa javnleikin, meðan teir róptu hurrá í um- klæðingarrúminum hjá Jákupi Mikkelsen og teimum Málleyst, nógv órudduligt spæl og sjey gul kort. Donsku fjølmiðlarnir hildu ikki, at tað var nakað at reypa av, sum hevði verið at sæð í Gladsaxe seinna- partin sunnudagin. Har hevði Herfølge vitjað og stríðst fyri lívinum ímóti AB, sum eisini er illa spert í bortnstríðnum av super- liguni. Í AB umklæðingarrúm- inum vóru teir ikki í góðum lagi eftir loki stríð. Tað tóktist sum um teir hildu seg hava mist tvey stig í staðin fyri at hava vunnið eitt. Í Herfølge umklæðing- arrúminum var lagið gott. Har róptu teir hurra, tí teir høvdu vunnið eitt stig. Jákup Mikkelsen hevði í fyrsta dystinum eftir landsliðsferðina í Luksem- burg og Russlandi megnað at halda tætt. Hann varð ikki settur á nógvar stórar royndir, men tá teir úr brotsteiginum heilfluktaði móti málinum, var hann á rætta plássinum og helt bóltinum. Avgerandi John Faxe Jensen, Herfølge venjarin, hevði sett seg sjálvan á miðvøllin, og hann var ovurfegin fyri javnleikin. Hóast Herfølge framvegis er tvey stig niðanfyri AB í kappingini fyri at sleppa undan niðurflytingarplássinum, so bendi lagið eftir dystin á, at tað er Herfølge og ikki AB, sum hevur sinniliga yvir- skotið. – Dysturin var sera týdn- ingarmikil fyri okkum. Vit hava bara hugsað um túrin til Gladsaxe. Nú fara vit at hugsa um og fyrireika okk- um til næsta dystin, stað- festi John Faxe Jensen. Hóast liðið hjá honum er evni til niðurflyting, so verður hildið, at eingin venjari í superliguni situr tryggari í stólinum, enn venjarin hjá Herfølge ger tað. Fyri ikki so langari tíð síðani varð sáttmálaskeiðið longt, soleiðis at tað er galdandi trý ár afturat. Næsti dysturin, sum Faxe sipaði til, er tann komandi sunnudag. Tá fær Herfølge vitjan av botnproppinum úr Haderslev. Hetta liðið kall- ast nú HFK Sønderjylland. Suðurjydarnir høvdu sunnudagin vitjan av FC Midtjylland, sum fór til hús aftur við 3–2 sigri. AGF liggur tungt Mest umrødda avrikið í Danmark sunnudagin var tað hjá AGF. Teir taptu 5–1 í Aalborg. At siga at tað varð tosað um avrikið hjá AGF, er ikki rætt. Tað varð heldur tosað um, at AGF var púra máttleyst. Fyri Herfølge og teirra møguleikar fyri framtíðar luttøku í superliguni, hava úrslitini hjá AGF áhuga. At AGF tóktist tørva stórt sjálvsálit, og at spælararnir ikki tóktust vera uppsettir, halda danskir fjølmiðlar komast av, at tað stendur heilt illa til fíggjarliga í stóra felagnum í Århus. Leygardagin megnaðu teir akkurát at sleppa undan húsagangi, tá teir í evstu løtu kláraðu at skava eina millión saman. Eingin Johan Tað hevur í vár ikki ligið serliga væl fyri hjá Johan B. Hansen, føroyska lands- liðsmanninum í OB. Hann hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss ímill- um teir fyrstu ellivu á lið- num hjá OB, og mikudagin mundi tað kennast snópið og sum eitt vónbrot, at Allan Simonsen heldur valdi Pól Thorsteinsson til miðverjupláss enn OB mannin. OB hevði sunnudagin vitjan av Lyngby. Úrslitið var 1–1, og tað halda teir í Lyngby, at teir hava alla orsøk at vera væl nøgdir við. Venjarin og onkrir av spælarunum hjá Lyngby søgdu seg troysta seg við, at tá tað eydnaðist teimum at fáa eitt stig burturúr, tá teir høvdu so vánaligan hug- burð til avbjóðingina, so kundi tað ikki fara at liggja heilt illa fyri í DM kapp- ingini. jh Herfølge kendi tað sum sigur FCK nærkast toppinum Jákup hevur ikki at smílast at í løtuni