Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. apríl 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 65 - 3. apríl 2001 gult cyan magenta svart Nr. 65 - 3. apríl 2001 17 gult cyan magenta svart Liðið hjá Óla Jo- hannesen, Hvidovre, hevði allar møguleik- ar at vinna heima- dystin móti Brønshøj, men mátti kortini taka til takkar við javnleiki FÓTBÓLTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre Tað var aftur vorðin ger- andisdagur hjá Óla Jo- hannesen, tá hann fór á vøllin sunnudagin. Eftir at hava roynt seg móti heims- gitnum russiskum leikar- um, vóru tað nú Brønshøj, sum stóðu hinu megin miðlinjuna, men talan var kortini um eitt arbeiði, sum skuldi gerast. Høvdu alt spælið Brønshøj hevur annars havt rættiligan viðvind seinastu tíðina, og teirra ætlan var ivaleyst at leingja um sigursrøð sína, sum undan dystinum taldi seks vunnar dystir á rað. Hetta sást tó ikki á nakr- an hátt, tá farið varð í holt við dystin. Hvidovre royndi við síni 4-3-3 spælskipan at fáa breidd í spæli, og hetta eydnaðist eisini rættiliga væl. Serliga gekst væl at koma upp ígjøgnum vinstru megin, og hópatals innlegg vórðu send inn fyri málið, uttan at hetta tó gav úrslit. Hol kom tó á, tá fyrri hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Kaan Metin fekk bóltin á brotsteigar- markinum, og eftir at hava rundað ein verjuleikara, sendi hann sera frekt bóltin inn við nærmasta stólpa, tá málverjin helst roknaði við einum tvørbólti. Eftir hetta helt heima- liðið fast um trýstið, og tað var eisini nær við, at tað eydnaðist teimum at økja um leiðsluna. Nærmast vóru teir við, tá Sammy Yossouf stútáði á stongina, og so hendi brádliga tað, sum so avgjørt ikki mátti henda. Eftir eitt hornaspark fekk verjan ikki ruddað bóltin nóg væl burtur, og Carsten Schrøder kundi við einum hørðum skoti senda bóltin í meskarnar. Misnýttu í evstu løtu Javnleikkur var sostatt støðan í hálvleikinum, men tað var rættiliga skjótt, at heimaliðið fekk broytt upp á hetta. Eftir at skjótálop sá út til at vera av, fekk Yoss- ouf latið eitt skot av uttan fyri brotsteigarmarkið, og bólturin smoygdi sær inn við nærmasta stólpa. Beint áðrenn málið, var annars nær við, at Hvidovre vórðu skerdi niður í 10 mans, men Metin slapp sera bíliga, tá dómarin bert gav honum gula kortið fyri at saga beinini undan Schrøder. Seinasta góða hálva tím- an skuldi Hvidovre so royna at halda fast um leiðsluna, og leingi sá eisini út til, at hetta skuldi eydn- ast teimum. Spælið var ikki á nakran hátt á sama støði sum í fyrra hálvleiki, men hinvegin eydnaðist ongan tíð Brænshøj at spæla seg ígjøgnum verjuna, har Óli Johannesen tóktist sera tryggur á sweepara pláss- inum. Tíggju minuttir fyri leik- lok gekk tó galið. Ein verjuleikari fekk ikki rudd- að bóltin nóg væl burtur, og tá sendingin so kom inn fyri, fekk Bjarne Kristoff- ersen sett høvdið á. Hvid- ovre-málverjin fekk fatur á bóltinum, men tíverri hevði linjuverjin sæð, at bólturin var farin inn um málstrik- una. Seinastu løtuna royndu teir á heimaliðnum at trýsta seg fram um aftur, men hetta eydnaðis ikki. Besta møguleikan fekk Yossouf, tá 92 minuttir vórðu leiktir, men úr tveir metra frástøðu skeyt hann beint á málverj- an hjá Brønshøj. Óli fallin til Við føroyskum eygum var sjálvandi áhugavert at síggja, hvussu Óli Johanne- sen tykist at hava funnið seg til rættis í nýggja felag sínum. Yvirhøvur tóktist Óli at hava tamarhald á tí allar mesta, sum gekk fyri seg niðri á hálvuni hjá Hvid- ovre. Málini kann hann ikki á nakran hátt lastast fyri, tí hesi komu í báðum førum eftir persónligar feilir frá viðleikarunum. Enn er hann sjálvsagt ikki spældur rættiliga inn á liðið, men sum verjuskipari tóktist hann kortini at duga væl at stýra viðleikarunum, og í framtíðini verður hetta helst ein enn størri partur av spælinum hjá honum. Akkurát hvørjar møgu- leikar liðið hevur til at blanda seg í oddin, er ilt at siga við bert einum dysti sum grundarlagi. Sum nevnt í byrjanini, so hevur Brønshøj tó havt sera góð úrslit seinastu tíðina, men teir skulu vera fegnir um, at teir fingu stig við sær úr Hvidovre. Sostatt kundi bent á, at tað veruliga eru knotur í liðnum hjá Óla og Schmei- chel, og tað kann væl verða, at teir fara at toga seg longur upp á stigatalvuna. Hetta kappingarárið verður neyvan talan um uppflyt- ing, men komandi ár verður tað kanska. Venjarin hjá Óla Jo- hannesen í Hvidovre, Frank Skytte, hevur fyri stuttum skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið. Tað hevur annars verið tosað um, at Skytte møguliga var ávegis til okkurt annað felag, men við undirskriftini er alt hetta tos beint av veg- num. Í leikskránni til dystin móti Brønshøj sigur Jan Sørensen, manager, at hann er sera fegin um at Frank Skytte verður verðandi í felagnum. - Tað ger at vit kunnu arbeiða víðari við tí, sum vit nú eru byrjaðir uppá, og eg ivist ikki í , at hetta er gott fyri bæði leikarar og áskoðarar, stóð m.a. at lesa í skránni. jm Hvidovre mistu sigurin Skytte verður Óli Johannesen tóktist at hava tamarhald á tí mesta, sum gekk fyri seg í verjuni, men málini fekk hann so einki gjørt við Óli var eins og vanligt sterkur í spælinum við høvdinum Í leikskránni til dystin var long samrøða við Óla, so áskoð- ararnir fingu at vita, hvat tað er fyri ein leikari, sum felagið hevur ognað sær Jan Sørensen ivast ikki í, at Óli Jo- hannesen hevur allar tær neyðugu dygdirnar, sum skulu til, fyri at hann kann standa seg í bestu donsku deildini FÓTBÓLTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre Tað er einki at ivast í, at ætlanirnar hjá Hvidovre fyri framtíðina eru stórar. Jan Sørensen, sum kom út Onglandi, tá Peter Schmei- chel vildi hava hann, er settur sum manager í felag- num, og hann dylur heldur ikki fyri, at teir ætla sær fram í fremstu røð. - Sum so er okkara ætl- anir kanska ikki øðrvísi enn hjá so nógvum øðrum. Vit hava ætlanir um at koma longur fram, og tað vilja øll hini liðini helst eisini. - Í ár hava vit ikki nakað krav um hetta, men kom- andi kappingarár skulu vit helst fara at trýsta okkum upp í oddin, so vit fáa ein av sessunum í superliguni, sigur hann. Hópurin skiftur At tað ikki bara er tos, sum hesar ætlanir byggja á, sæst eisini aftur í, at ikki færri enn 25 leikarar eru skiftir út í felagnum, síðani Jan Sørensen setti seg í sessin fyri einum ári síðani. - Tað hevur so sjálvandi viðført, at liðið enn ikki er samanspælt, og í nøkrum av dystunum hevur hetta eisini kostað okkum stig. Tú kanst taka dystin í dag, har vit fáa eitt stig ístaðin fyri trý, soleiðis sum vit burdu havt fingið. Tað hev- ur verið søgan fleiri ferðir í ár, men tað er so einki at gera við. Spurdur, um hann hóast hetta er nøgdur um teir leikarar, sum hann nú hevur at ráða yvir, sigur Jan Sørensen, at tað er hann so avgjørt. - Tað er so at siga bara leikarar, sum eg sjálvur havi fingið til felagið. Onkur einstakur leikari er framvegis við, sum eisini var í felagnum áðrenn, men annars er alt nýtt. Eg veit, hvat hesir leikarar standa fyri, og sjálvur rokni eg við, at vit nú hava rætta hópin. Tað eru einir tveir leikarar, sum eg væl kundi hugsað mær afturat, og vónandi fáa vit eisini hesar, men yvir høvur eri eg nøgdir um hópin. Eg haldi eisini, at vit hava gjørt stór framstig seinastu fýra-fimm mánað- irnar, so tað skal nokk fara at koma. Óli er undirmettur Frá einum føroyskum sjón- arhorni er tað sjálvandi sera áhugavert at vita, hvat Jan Sørensen heldur um Óla Johannesen sum leikara, og hendan spurningin settu vit honum sjálvandi. - Fyrst og fremst haldi eg, at Óli er ein fittur fýrur. - Annars havi eg alla tíðina hildið, at Óli hevur verið undirmettur sum fót- bóltsspælari. Serliga í AGF, og tað er einki at ivast í, at hann eftir mínari meting hevur dygdirnar til at spæla í superliguni. Tað er so sjálvandi eisini orsøkin til, at eg havi heintað hann til felagið. - Enn er hann sjálvandi ikki spældur heilt inn á liðið, men tað er so nakað, sum kemur við fleiri dyst- um, so tað beri eg als ongan ótta fyri, sigur Jan Søren- sen at enda. Óli Johannesen er sera fegin um, at ófriðurin kring liðið hjá Hvidovre ikki er so stórur, sum hann var í AGF YRKISFÓTBÓLTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre Eftir dystin móti Brønshøj fingu vit okkum eitt stutt prát við Óla Johannesen, sum nú hevur tríggjar mán- aðir á baki í nýggja felagi sínum. Spurdur, hvussu hann er nøgdur við tað, sum hann higartil hevur sæð í felag- num, sigur hann, at tað er hann so avgjørt. - Eg havi bara alt gott at bera felagnum higartil. Her er gott skil á øllum økjum, og tað er so í øllum førum øðrvísi enn tað, sum eg var vanur við í AGF. Har var alla tíðina ófriður um ym- iskt, sum einki við fótbóltin at gera, og hetta órógvaði sjálvandi eisini okkum. Her verður alt gjørt sera pro- fessionelt, og vit skulu so bert hugsa um sjálvt fót- bóltsspælið. Nógvir nýggir Óli er annars ein av seks leikarum, sum komu til felagið í vetrarsteðginum, og annars er so at siga alt liðið nýtt í mun til tað, sum var fyri einum ári síðani. Hóast hetta sjálvandi hevur givið onkrar trupulleikar, so heldur Óli, at tað sum heild hevur gingið væl at fáa alt at rigga. - Sjálvandi tekur tað sína tíð at fáa alt at rigga, men yvirhøvur lata teir í felagnum væl at. Ikki minst tí tað nú gongur betri við at halda fast um dystin í samfullar 90 minuttir. Áður hevur tað verið ein trupul- leiki hjá liðnum at halda konsentratiónina alla tíðina, men nú gongur hetta í øllum førum betri. Har umframt skuldi sjálvt liðið helst eisini verið betri, nú teir hava fingið somikið nógvar nýggjar leikarar. Venjari hjá liðnum er fyrrverandi TB venjarin, Frank Skytte, sum eisini var maðurin, sum fekk Óla til felagið. Afturat sær hevur hann Jan Sørensen, sum eftir eitt tíðarskeið í Onglandi nú er manager í Hvidovre, og Óli letur sera væl at tí arbeiði, sum teir báðir gera. - Tað er heilt víst ein styrki, at vit hava ein venj- ara, sum hevur somikið nógvar royndir, sum Jan hevur. Hann er eisini ein persónur, sum tú altíð veitst, hvar tú hevur. Skal hann siga tær nakað, so gongur hann ikki og bølir yvir hesum í fleiri dagar, men sigur tað beint út, og hóast hetta kann vera eitt sindur tungt viðhvørt, so er tað nakað, sum mær dámar væl. Byggja nýtt Eftir at navnframi Peter Schmeichel hevur keypt Hvidovre, hava stórar yvir- skriftir ofta verið tengdar at felagnum. Stóri málverjin hevur heldur ikki dult fyri, at hann ætlar sær nakað stórt við felagnum, og Óli tykist sjálvur at vera spent- ur um, at hann nú skal verða ein partur av hesum ætlanum. - Í ár er málið so at koma upp millum seks tey bestu, og sjálvur haldi eg, at tað er eitt mál, sum vit kunnu røkka. Vit skulu nokk verða meira avgjørdir framman fyri málið, og tekur tú dystin í dag, so høvdu vit møguleikan at avgera alt til egnan fyrimun, uttan at hetta eydnaðist. Tað er so ein trupulleiki, sum vit mugu loysa, men annars rokni eg avgjørt við, at vit kunnu røkka málinum. - Næsta ár er so ætlanin, at vit skulu tryggja okkum atgongumerki til super- liguna. Tað er so avgjørt nakað, sum eg ætli mær at vera við til. Hvat so hendir seinni, um hetta eydnast, er eitt sindur ilt at siga. Eg havi bara sáttmála til og við komandi kappingarári, men eg vóni sjálvandi, at tað fer at bera til at vera við at spæla í superliguni við liðnum, sigur Óli Johanne- sen at enda. Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Køge 18 12 - 5 - 1 44 18 26 41 2 Frem 18 12 - 3 - 3 47 19 28 39 3 Esbjerg 18 10 - 6 - 2 43 16 27 36 4 Vejle 18 10 - 5 - 3 42 22 20 35 5 Farum 17 8 - 4 - 5 32 23 9 28 6 Brønshøj 18 9 - 1 - 8 37 38 -1 28 7 B93 17 8 - 3 - 6 36 26 10 27 8 AC Horsens 18 6 - 8 - 4 22 19 3 26 9 Randers F. 17 6 - 5 - 6 25 29 -4 23 10 B 1913 18 6 - 5 - 7 24 28 -4 23 11 Hvidovre 18 5 - 7 - 6 32 33 -1 22 12 Fremad A 18 4 - 4 - 10 22 36 -14 16 13 Ølstykke 18 4 - 3 - 11 20 42 -22 15 14 Skive 18 3 - 5 - 10 30 51 -21 14 15 FC Aarhus 18 1 - 6 - 11 13 45 -32 9 16 Birkerød 17 1 - 4 - 12 17 41 -24 7 Gott skil á Óli er undirmettur Smíli hjá Óla er kanska størri nú, enn tað var, meðan hann framvegis spældi við AGF Stóri maðurin í Hvidovre ivast ikki í, at Óli Johannesen fer at fáa nógvar dystir í reyða Hvidovre-búnanum