fríggjadagur 29. juni 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
31
lýsing
Her eru møguleikar fyri at liva, virka og
trívast, og her kanst tú breiða teg út
uttan ampa fyri nakran.
Fyrsta fatanin
Tú sært við tað sama, at her er talan
um eini stór og stásilig hús í serflokki.
Húsini eru væl bygd og løtt at halda.
Vindeyguni eru úr plast og skjøldrarnir
eru klæddir við aluminium. Alt er sera
væl hildið, og tú fært eina fatan av, at
talan er um eini vala hús.
Ljós og luft – inni og úti
Tá ið tú koyrir oman í Fútalág og
koyrir inn í blindu gøtuna, kemur tú
inn í eitt trygt umhvørvi við góðum
parkeringsviðurskiftum, og tá ið tú
kemur niðan til húsini, verður opið
til ljós, luft og hav. Urtagarðurin er
trivaligur, og fleiri góðir sólkrókar eru til
løturnar við sól. Trappan og sólkrókurin
eru løgd við føroyskum brotflísum.
Vindeyguni eru stór, so tú fært alt
sólarljósið inn og húsini standa so nær
við havið, at tú fært hetta serliga ljósið,
ið bert havið kann geva. Stovan og
terassan eru so nær hvørjum øðrum, so
lítil munur er at vera inni og úti, tá ið
veðrið er til vildar. Terassan er stór og
góð, tú kanst ganga beint út úr stovuni
og útsýnið er frálíkt.
Stílur og snið
Stílurin er lættur og ljósur, men hevur
eisini ein serstakan dám av tyngd og
dygd. Húsini eru ikki nýggj, men alt
er væl hildið og í sera góðum standi.
Húsini eru so við og við dagførd og
viðlíkahildin, so tey eru so góð sum
nýggj.
Kjallarin
Inngongdin er í niðastu hædd og er
snøgg at koma inn í, men møguleiki
er fyri at ganga beint inn í eitt frálíkt
kjallarúm, har tú kanst takast við mangt
og hvat. Ketilin og oljufýrið er nýtt og
hartil er eitt fitt goymslurúm.
Bilhús
Bilhúsið, sum er niðanfyri húsini, hevur
pláss til ein bil, men annars er væl av
plássi fyri fleiri bilum uttanfyri.
Uttan fyri og uttanum
Urtagarðurin er hugnaligur og væl
røktur. Uttan um er stórt friðað øki, og
urtagarðurin og økið uttanum er sum
ein heild. Har er vakurt og friðarligt, og
tað einasta, ið tú hoyrir, er fuglaljóð og
seyð, ið jarmar – hetta hóast tú so at
siga ert mitt í býnum.
Innrætting
Í miðhæddini er trappugongd / hall,
stova við útgongd til stóra terassu,
borðstova / køkur, grovkøkur, bryggers
/ nvaskirúm, skapsrúm, hjallur við
útgongd til snóratræ, millumgongd,
baðirúm og hjúnarrúm. Í ovastu hædd er
trappupallur, stova / alrúm, hjúnarrúm,
2 kømur, baðirúm. Í niðastu hædd er
inngongd, gongd / trappa / hall, fýrrúm
/ kjallararúm við egnari inngongd og
goymslurúm.
=kjhhjc\kea{hhk^aii]VkV4
Fakta
Fútalág 36, Tórshavn
Byggiár: 1971
Hæddir: 3
Gólvvídd: 250 fermetrar
Grundøki: 586 fermetrar
Hjallur: 5 fermetrar
Bilhús: 30 fermetrar